mikudagur 29. januar 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 29. Januar 1992
Fyrstu rættarstigini tikin i Jonsson-målinum
Rolf Jonsson lýstur i
| persónligan húsagang Á
- ákæra verður helst reist ímóti honum í mars-mánaði. roknar svenskur
blaðmaður við
Tað letur til, at tær nógvu
kanningarnar, sum svensk-
ir myndugleikar hava gjørt
av fíggjarviðurskiftunum
hjá Rolf Jonsson, nú fara
at seta spor eftir seg í rætt-
arskipanini.
Mánadagin var Jonsson
- eftir kanningar í meira
enn tvey ár - lýstur persón-
liga á húsagang í rættinum
í Lidkøping; hetta skrivaði
blaðmaðurin hjá Nya
Wårmlands Tidningen
Sven-Erik Karlsson í gjár.
Í rættinum varð ført fram,
at hann skyldar svenska
statinum triggjar milliónir
krónur.
Eg eri Ósekur
- Eg skyldi einki. Hetta er
alt skeivt, ið verður ført
fram, segði Jonsson í rætt-
inum gjøgnum umboð sítt.
Sjálvur situr Jonsson í
Florida í USA, hagar hann
rýmdi á heyti í 1989.
Kanningin av figgjargøl-
uni er nú komin so langt,
at umframt Jonsson sjálvan
eru eisni 18 partafeløg lýst
á húsagang. Enn veit eing-
in at siga, hvussu nógv
høvudspersønurin hevur
tikið til sin í sambandi við
gøluna. Men tað letur til,
at hann skyldar skatta-
myndugleikunum 50 milli-
ónir krónur, skrivar Nya
Wårmlands Tidningen.
Segði straks ja!
Rættturin í Lidkøping, at
Jonsson persónliga heftir
fyri skuldina hjá høvuds-
partafelaga sínum, Dektra.
Tí skal hann sjálvur gjalda
2,4 milliónir krónur, sum
skattaskuldin hjá Dektra er
gjórd upp, umframt
600.000 krónur í persón-
ligum skatti.
Tað var ikki trupult at
fáa rættin at ganga krav-
inum um húsagang á meti:
skuldin er millióna-stór,
men inntøkurnar ongar. At
Jonsson persónliga er
lýstur á húsagang hevur
við sær, at hann ikki kann
reka fíggjarligt virksemi í
Svøriki. Hann hevur held-
ur ikki loyvi at gera tað
aðrastaðni í verðini, men
tað er straks verri at hava
eftirlit við.
Svarar ikki
- Hesa tíðina hevur hann
ikki skriva undir uppá
tilsøgnir um at mýta og
annað, sum myndugleik-
arnir hava sent honum,
men tað letur til, at hann
letur onnur brøv upp, sigur
Sture Larsson, ið starvast
hjá fútanum í Lidkøping.
Ákæra verður óivað reist
ímóti Rolf Jonsson, áðrenn
alt ov nógvir mánaðir eru
gingnir, og øll tey, ið so
ella so hava verið inn-
blandað í málið bíða eftir
rættarmálinum við spenn-
ingi.
- Tað er umráðandi, at
myndugleikarnir gera bart
í hesum føri, so fleiri verða
freista at fara aftaná Jons-
son til Florida, heldur Leif
Rydberg, ið starvast sum
futafulltnii i Skvøvde.
Einki at finna
Tad er Rydberg, sum i
samstarvi vid rikisskatta-
valdid og løgregluna, hev-
ur leitad fram øll parta-
feløgini, id Jonsson hevur
átt.
- Vit hava funnið 18
partafcløg, ið vit við vissu
kunnu siga, at Rolf Jons-
son hevur átt. Har var ikki
klovið oyra at koma eftir.
Tað einasta, ið var eftir í
rubbaðu feløgunum, var
navnið á einum persóni, ið
formliga stóð fyri partafel-
øgunum, sigur Leif Ryd-
berg við Nya Wårmlands
Tidningen.
Lagt væl til rættis
Harafturímóti er fútin
komin framá, at smærri
upphæddir eru komnar inn
á persónligu konto'ina hjá
Jonsson. Síðst, hald var
lagt á innistandandi, var
beint fyri jól, men talan
var ikki stórar upphæddir.
- Nei, annars var skrall-
tómt. Flogvøllur, ja alt er
horvið. Tað letur til, at
hetta hevur verið lagt væl
til rættis.
Jonsson er horvin,
peningurin er horvin, og av
og á gruna myndugleiarnir
yvir, hvat tað var, sum
hendi. Tvær uppfatanir
eru.
Gekk hann ørindi?
- Antin hevur Jonsson av
sínum eintingum snýtt
svenska statin, ella hevur
hann gingið ørindi fyri
onkran annan, ið hevur
samsýnt honum fyri tað,
skrivar svenska blaðið.
- Tað letur til, at vit
ongantíð fáa sannleikan at
vita, sigur Leif Rydberg.
ówh
Síða 13
Aðal-
fundur
i kveld
Í kveld kl. 20 hevur
Havnar Arbeiðs-
mannafelag eykaaðal-
fund.
Á skránni er fram-
lóga av grannskoðað-
um roknskapi, og aft-
aná henda fund er aðal-
fundur hjá eftirlønar-
grunninum, ið hevur
sjålvstøduga nevnd.
Árligi aðalfundurin
hjá Havnar Arbeiðs-
mannafelag var í de-
sember. Roknskapar-
árið fylgir álmanakka-
árinum, og tí verður
roknskapurin ongantíð
lagdur fram fyrr enn á
eykaaðalfundi í januar
mánaði.
randi
- — — Få
er ÞÆR Bj" Kr
i -— Á
er? [merne
=. 0
Flutt úr Kungålv
Fleiri eru teir føroyingar,
sum hava verið á háskúla í
Kungálv í Svøriki.
Men nú er hesin skúli ikki
í Kungálv. Skúlin, Nordens
Folkliga Akademi heldur
nú til í Nya Varvet beint
sunnanfyri Gøteborg.
Norðurlandahúsið um-
róður henda skúla sum sín
góða samstarvsfelaga, og
tey, sum hava hug at fara á
skúlan, kunnu fáa yvirlit
yvir skeiðini við at venda
sær til Norðurlandahúsið.
Í ár hevur skúlin 30 skeið
ætlað norðurlendingum.
Her eru nøkur: Prioritering,
leiðsla og effektivitetur í
sjálvbodnum virksemi *
ráðstevna um umbýti av
móðurmálslærarum *
menning av kveldskúla-
num * vaksnamanna skúli
sum liður í arbeiðslívinum *
Eystursjóvarráðstevnan
1992 + Utbúgvingarskráin í
EF og norðurlendskur skúli
fyri vaksin * nútímans
bioteknikkur * kunnskapur
og lív, eitt bókasavnsskeið
* Norðurlond millum EF og
Eystur-Europa * umhvørv-
isbýir í Norðurløndum *
500 ár aftaná Columbus,
500 ár við kúgan * ítrótturin
Skift lás
Tá starvsfólkini í pakkhús-
inum hjá Starndferðsluni á
Eystraru bryggju í Havn
fríggjamorgunin komu til
arbeiðis, varnaðust tey, at
onkur hevði verið inni har
um náttina.
Ein hurð var brotin inn,
og náttargestirnir vóru síð-
an komnir inn í avgreiðslu-
hølid. Systemlásið til kassi-
stovuna var skift út, óivað
og tað norðurlendska *
medisinskur etikkur * mál í
Norðurlondum * og mong
onnur skeið.
Í skeiðyvirliinum eru
eisini = upplýsingar um,
hvagar ein skal venda sær
fyri at søkja um stuðul til
skeið og ferð.
Norðurlandahúsið hevur
havt fund við Nordens
Folkliga Akademi, sum
lovar at arbeiða fyri at
stuðla føroyskum luttakar-
um i ar koma á skeið við at
fáa útreiðslurnar niður.
við tí ætlan at koma aftu
seinni.
Politiið heldur, at gestir-
nir hava havt eyga á penga-
skápinum í kaffistovuni.
Teir vistu neyvan, at eingir
pengar eru í pengaskáp-
inum.
Kom inn
gjagnum
vindeyga
Eitt kvøld í seinastu viku
varð stuldur framdur á ein-
um arbeiðsplássi í Havn.
Starvsfólkini vóru farin
heim, og vaskikonurnar
vóru farnar til verka.
Meðan tær arbeiddu, hev-
ur onkur sníkt seg inn
gjøgnum eitt vindeyga og
tikið pengar úr mappuni, ið
lá í taskuni hjá eini vaski-
konu. Tað vóru 2-300 krón-
ur.
randi
Ossur
er aftur
formaður
Signheðin Davidsen er ikki
longur bygdarráðsformað-
ur í Hósvíkar kommunu.
Hann varð valdur til
formann aftaná seinasta
bygdarráðsval ogrøkti hetta
starv ul á nýggjárinum. Tá
bað hann um at sleppa úr
starvinum hetta seinasta ár-
ið, ið eftir er av valskeiði-
num.
Signheðin er slokkiliðs-
meistari, og tað var ov nógv
bæði argkja hetta starviðg
samstundis vera by sdár-
ráðsformaður.
Øssur Olsen, sum alt
seinasta valskeiðið og nak-
að av fyrra valskeiðnum var
formaður í bygdarráðnum,
hevur tikið við sum formað-
ur. Tað verður bara hetta
árið, tí í desember mánaði er
aftur bygdarráðsval.
randi
—
4
8
8
i
ge 7. vumer.