Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ingeborg Vinther heldur tað vera beint, at øll fáa tað sama 3. tí tá verður munur ikki gjørdur á fólki, sigur hon Ingeborg væl nøgd - Tað var gott, at landsstýrið broytti uppskotið, so øll skulu gjalda til arbeiðsloysistrygg- ingina, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Fóroya Arbeiðara- felag Ingeborg Vinther er væl nøgd við tað uppskot, sum Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður týsdagin legði fyri lagungið - Eg eri væl nøgd við, at tað verður ein tvungin skip- an. Tað sjålvt, at skipanin kundi ikki virkað um øll ikki vóru vid ul at rjalda grunnin, ingeborg Vinther Við arbeiðsleys hugsar hon fyrst og fremst um tey, sum arbeiða á flakavirkj- unum. Tey, sum hava hetta ótrygga arbeiði. Ingeborg Vinther heldur tað vera heilt natúrligt, at onnur í meira tryggum størvum, eru við til at gjalda ul teirra, sum skapa virðini. Tann soli- daritetin, heldur hon, mugu timalønt kunna vænta sær frá teimum fastløntu. Ingeborg skilir ikki rætti- liga misnøgdina hjá øðrum feløgum við nýggja upp- skotið. Tey skulu ikki gjalda so nógv meira enn timalønt í trygging, og tey fáa 70 / av arbeidaraløn út- aftur eins og timalønt kunnu fáa í besta før... Hon heldur lítið um um- beringina hjá feløgunum fyri fastlønt, at tey vilja % >, »Y sego seg sigur hava størn upphald út- goldna, tí teirra útreiðslu- stødi er hægri. - Breyð og margarin kostar tað sama fyri øll, husini eru líka dýr, oljuprísur og streympris- urin er eisini eins fyri øll, sigur Ingeborg. Hon heldur tað ú ikki vera dýrari at liva hjá summum enn hjá ðrum. Tad er heldur ikki lætt hjá timaløntum, sum i áravíss hava havt nógv arbeiði og fingið góða úr- tøku knappliga at skula klára seg fyri ta lítlu upp- hædd, sum stuðulin verður. Ingeborg Vinther heldur tað vera beint, at øll fáa tað sama út aftur, tí tá verður munur ikki gjørdur á fólki, sigur hon. Hon leggur annars aftrat, at langt burturfrá allar viðmerkingarnar hjá Før- oya Arbeiðarafelag vórðu tíknar til eftirtektar í nýggja uppskotinum. Tey mæltu td. til, at útgjaldið skuldi vera 70 % av arbeidaraløn- ini, og at tad almenna rind- aði fasta upphædd á hvørj- um ári til skipanina. Hetta varð tikki tikið við. randi Nr. 20 — 30. januar 1992 Øssur Winthereig, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum, hevur lítið gott at siga um broytta uppskotið til arbeiðsloysistrygging. Men manangongdin hevur verið uppaftur verri, heldur hann Útvarpið visti tyskvøldid at siga, at fakfeløgini tóku væl undir við, at landsstýrið hevur broytt uppskotið, ein arbeiðsbólkur gjørdi um breiðisloysistrygging, til at tryggingin skal tvungin. Men Sosialurin skilir, at øll ikki eru líka væl nøgd, sum útvarpið vildi vera við. Arbeidarafeløgunum dåm- ar uppskotið, men flestu fel- øgini við fastløntum limum, halda lítið um tað. Ein teirra, sum ikki legði fingarnar ímillum í við- merkingum sínum til upp- runaliga uppskotið, ið hann helt ver vánaligt, var Øssur Winthereig, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum. Hann segði m.a. í Fimm- aranum í útvarpinum, at limirnir í Starvsmanna- felagnum einki høvdu ímóti at gjalda til eina skipan, men treytin var, at teir fingu meira útaftur sum arbeiðs- leys. Limirnir høvu eisini gjarna goldið meira enn ásett, um teir fingu meira útaftur sum arbeiðsleysir. Øssur heldur líka lítið um uppskotið, ið nú er lagt fram eitt sindur broytt. - Tað, sum vit fingu burt- urúr okkara mótmælum, var, at nú verður okkum álagt at gjalda. Skipanin er vera líka vánalig sum í fyrra upp- skotinum, sigur hann Øssur heldur tað ikki vera órímiligt av Starvsmanna- felagnum og ødrum fel- øgum við fastløntum mum at krevja stórri upphædd til arbeiðsleys. - Tey seinastu árini hava vit lagt lívið til rættis eftir inntøkuni, hava keypt hús, fingið børn 0.s.v. Vit halda tað ikki vera ov nógv at biðja um, at vit kunnu liva nøkulunda sama liv, um vit missa arbeiði, sigur Øssur Winthereig. Legin mannagongd Men uppaftur meira argur er hann inn á mannagongd- ina í málinum. - Fyrra uppskotið varð lagt fram og lýst sum semja millum partarnar á arbeiðs- marknaðinum. Tað vóru ikki partamir á arbeiðs- marknaðinum, sum gjørdu uppskotið, men nøkur fólk. - Síðan hava Ingeborg Vinther og Jóannes Eides- gaard ferðast um alt landið og tosað við limirnir í ar- beidarafeløgunum. Tå skiltu tey, at fólki ikki dámdi uppskotið, og so koma tey aftur, og upp- skotið verður gjørt til tvungna skipan. Tað er at kalla sama skipan, sum flestu fakfeløgini vrakaðu, sigur Øssur Winthereig. - Eg haldi tað eisini vera grovt at biðja feløgini um viðmerkingar og ikki lurta eftir ngkrum uttan arbeið- arafeløgunum. Tey kunnu sjálvandi vera fegin, ti teirra limir hava frammanundan havt so ótrygga inntøku. Nú fáa tey so eitt sindur, sigur Øssur Winthereig. randi Ossur Winthereig ger vart við, at ikki ein ein- asta viðmerking hjá Starvsmannafelagnum er tikin við í broyt- ingunum, ið gjórdar eru Framvegis ikki nekur trygging - Eg fati broytta uppskotið til arbeiðsloysis- trygging meira sum uppskot um eykaskatt, sigur Trinumia Johannesen, forkvinna fyri Føroyskum Sjúkrahúslaborantum Fakfeløgini í sjúkrahús- verkinum vidgjørdu í felag fyrra uppskotið til arbeiðs- loysistrygging. Tey vóru samd tá, og óivað eru tey eisini samd í teimum við- merkingum, sum Trinumia Johannesen, forkvinna fyri Føroyskum Sjúkrahúsl. bo- rantum, hevur ul broytta uppskotið - Eg haldi framvegis ikki, at hatta verður nøkur tryg- ging, tí útgjaldið er óbroytt ogaltov lágt. Tað er ikki ein trygging, tá fólk ikki verða tryggjað fyri rímiliga upp- hædd. Tey við hægri lónum eru ikki ryggjað við hasum sigur hon. Trinumia heldur ikki, at skipanin, sum mælt verður til at seta ástovn, skal vera tvungin. Hon er tó ikki ímóti tvungnari skipan, ti tað má vera ein samfelags- lig uppgáva at veita ar- beiðsloysisstuðul, og sjálv- andi skulu tey vera við til at gjalda, sum hava inntøku. Men treytin fyri at góðtaka skipanina er, at upphæddin verður størri, sigur Trinu- mia. Einasta bata, hon hevur hoyrt um í nýggja upp- skotinum, er, at dagatalið er longt, soleiðis at arbeiðs- leys kunnu fáa arbeiðs- loysisstuðul í tvey ár í eitt trý ára skeið. - Eg skilji hatta uppskotið ikki sum uppskot um trygg- ing, men sum uppskot um meira skatt. Og tí kundi Trinumia Johannesen heldur ikki tað kann rópast trygging, tá upp- hæddin er so lítil skatturin tað sama verið hækkaður, heldur hon. - randi