hósdagur 30. januar 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 — 30. januar 1992
£
= 3
i
a TI AS
Síða 7
Hvat nú,- tykjast teir báðir, Sverri Midjord, tingskrivari og Anfinn Kalsberg, tingformadur, at spyrja hvønn annan.
Mynd: Kalmar
Tingið vildi ikki góðkenna gerðabókina tí einki stóð um brævið
hjá Vilhelm
Finnbogi spælir hund
-men tað skal ikki eydnast nøkrum at provokera meg til at seta
nakað bræv í gerðabókina, sum ikki er vorðið tingmál, sigur
Anfinn Kalsberg tingformaður
Tá tingskrivarin, Sverri
Midjord, á tingfundinum
týsdgain, hevði lisið gerða-
bøkurnar frá seinastu
fundunum, spurdi Finn-
bogi Ísakson hví nógv
umtalaða brævið frá Vil-
helm Johannesen ikki var
nevnt í gerðabókini.
Til hetta svaraði Anfinn
Kalsberg, ungformaður, at
brævið var ikki skrásett og
heldur ikki upplisið, og var
sostatt ikki tingmál,- enn í
hvussu er. Men hesa frá-
greiðing vildi tjóðveldis-
Væntar
mótmæli
Heldur ikki S & K for-
manninum, Bjarna
Eggertssyni, er nógdur
við tær broytingar,
landsstýrið hevur gjørt
í upprunaliga uppskot-
inum til arbeiðsloysis-
trygging.
Tað er serliga tað, at
tryggingin, ið flestu
feløgini vrakaðu, nú er
gjørd til tvungna skip-
tingmadurin ikki góðtaka
men kravdi gerðabókina
setta undir atkvødugreid-
slu.
Hesum eftirlikadi ting-
formaðurin. Tá atkvøtt
varð, vóru vert 16 atkvød
ur fyri, og gerðabókin var
sostatt ikki samtykt.
Heldur verkfallið
fram?
Tá greitt varð, at gerða-
bók løgtingsins ikki var
samtykt, stungu nógvir
spurningar seg upp. Skal
an, og loftið ikki er
broytt. Tað líkist ong-
um heldur hann.
Bjarni = Eggertsson
ivast ikki í, at fakfel-
øgini fara at gera var
við seg, nú teimum við
lóg verður álagt at
gjalda ul eina skipan,
tey halda vera skeiva.
randi
nú serligur meiriluti (í
minsta lagi 20 ungmenn)
til at samtykkja gerðabók-
ina við nýggjari atkvødu-
greiðslu? Eru málini, sum
annars vóru samtykt á
fundinum, gerðabókin
fevndi um, dottin burtur?
Hvussu verður nú við
brævinum frá Viljelm?
Skal tað við í gerðabókina,
og skal tað lesast upp? Eitt
av málunum, sum var á
tingfundinum, í samband
við hesa gerðabókina, var
triðja viðgerð av ósemjuni
millum fiskivinnufeløgini,
og tí spurdi onkur, um
verkfallið í veruleikanum
ongantíð er avblást. Svar
kom einki á tingfundinum.
Spælir hund
Anfinn Kalsberg, løg-
tingsformadur sigur, at
ikki er vanliga at atkvøda
um gerðabókina. Vanliga
verður hon lisin, og góð-
kend. Vidhvørt við onkrari
vidmerking. Hesaferd kom
eitt krav um, at atkvødast
skuldi um hana, og var
hetta einki annað enn at
spæla hund, sigur tingfor-
maðurin.
Er tað ókent, at ein
andstóða spælir hund?
Nei,- men onkur í and-
stóðu plagar at vera
seriøsur. Hesaferð spældi
øll andstødan hund.
Løgungsformadurin
sigur, at hann fer nú at
biðja juristar kanna avleið-
ingarnar av, at gerðabókin
ikki varð samtykt. Spurdur
um hví hann íkki setti
brævið hjá Vilhelm í
gerðabókina, og um tað nú
verður skrivað í bókina,
sigur tingformaðurin, at
hvørki Finnbogi Isakson
ella nakar annar skal
provokera seg til at seta
hetta bræv i gerðabókina.
-Brævið er ikki skrásett
og íkki lisið upp, og er
sostatt einki tingmál.
Brævið viðkemur íkki
tinginum fyrr enn tað er
vorðið ungmål. Enn er tað
ikki annað enn ein kunning
ul tingformannin, sigur
Anfinnn Kalsberg, sum
leggur aftrat, at hann sum
tingformaður fær mong
brøv millum ár og dag, og
lagt frå øll hesi verda
skrivað i gerðabókina hjá
løgtinginum.
tór.-
Funnu ikki sítt
eyna navn
Umrødan av uppskotinum um føroyska navnalóg-
gávu gjørdist ógvuliga drúgvt í únginum týsdagin.
Eitt tað fyrsta, sum koma fram í orðaskiftinum var,
at tíngmenn átta at royna at tosa um tær "stóru
linjurnar" í uppskotinum, og ikki so nógv at viðgera
hvørji nøvn standa á navnalistanum.
Men tað visti seg skjótt, at tað vóru júst nøvnini,
sum høvdu størsta áhugan millum tingmenn. Og ikki
um at tala, teirra egna navn.
Tingmenn eru sum kunnugt ikki stórt ødrvisi enn
fólk flest, og neyvan hava foreldur teirra hugsað um,
at hesir seinri gjørdist millum landsins parlament-
arikarar, tá teir sum pinkubørn fingu navn. Nøvn
teirra eru tí ikki stórt ødrvisi enn hjá fólk flest,-
nøkur meira føroysk enn onnur.
Kropp av kroppi fóru teir upp á tingsins rødarapall
og vidgjørdu egna navn sitt. Jógvan Adolf Johann-
esen kundi erpa sær av, at hann var helst einnevndur
í øllum heiminum, so rótfgroyskt navn hansara var.
Aðrir vóru verri fyri. Olaf Olsen tóktist ikki sért
firtin av ikki at finna Olaf á navnalistanum. Lasse
fann heldur ikki sítt navn. Bert Lassi, men hetta helt
hann betur hóskaði hundi. Lisbeth manglaði eitt h,
og Ronald Poulsen, sum hendan dagin møtti í
unginum fyri Helenu Dam á Neystabø, kundi heldur
ikki finna sítt navn á listanum. Tað helt hann vera
sera Orættvist.
Birgur Danielsen hevði tó hægri flog enn hinir.
Hvørji nøvn sluppu gjøgnum målsliga nálareygað
tók hann ikki so tungt. Bert tey eisini kundu brúkast
í altjóða høpi, var avgerandi, og sambandsmaðurin
Terji Davidsen harmaðist um, at c og z nú skuldu
bannast í føroyskum fólkangvnum.
Eftir eina drúgva, og bæði á ein og annan hátt
áhugavert orðaskifti, varð uppskotið beint í
Rættarnevndina.
tór.-
Rimmar dansikvøld
i Skålanum i Klaksvik
Tað verður tann lokali klaksvíksbólkurin HJARN-
AR, sum fara at spæla til dansin. Hesin sera væl
kendi bólkurin, sum ikki hevur spælt so nógv í
Klaksvík seinastu árini, fær nú meguleika at royna
seg. Hetta verður við fullum blástri, tí at við í or-
kestrinum eru ikki Karl Martin, Eyðun, Hans,
Jógvan og Ólavur. Teir hava fingið sær eina blási-
trio og eru tað teir tríggir Hans Petur, saxofon,
Atli Petersen, trombone og Heri Jacobsen,
trompet, og fella hesir blásararnir sera væl inn í
heildarmyndina og lyfta orkestrið upp á eitt hægri
steði.
Skráin fyri fríggjakveldið er blandaður tónleikur
fyri ell. Spæld verða egin leg, leg frá 60-unum, 70-
unum og nýggjari leg, so vilt tú hava ein vals,
Beatles, Status Quo, Gary Moore ella okkurt lagið
frá Hjarnum, so kanst tú fara í dans fríggjakveldið.
Fyrireikararnir, Norðoya Dansifelag, eru sera
spentir uppá hvussu hetta tiltak fer at eydnast.
Skálin er eitt tað fínasta heli av sínum slag í Feroy-
um. Verður hetta kveldið vældámt, er ikki óhugs-
andi, at hetta verður uppafturtikið.
Nú ið ongin almennur dansur hevur verið í Klaks-
vík í longri tíð, verður roknað við nógvum fólki
fríggjakveldið.