Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 68 - 8. apríl 2003 Nr. 68 - 8. apríl 2003 3 Fríggjadagin vóru 38 ár, síðani Føroya Keypsamtøka varð stovnað. Hvørt ár bjóða FK-handlarnir runt landið kaffi og køkur føðingardagin KEYPSAMTØKAN Rúna Sivertsen Sosialurin støkk inn á gólvið í Keypsamtøkuni í Klaksvík fríggjadagin, har tey eins og í hinum deild- unum kring landið bjóðaðu kaffi og køkur í samband við, at 38 ár vóru liðin, síðani Føroya Keypsam- tøka varð sett á stovn. Fleiri viðskiftafólk nýttu høvi at steðga á til ein kaffimunn henda dagin. Keypsamtøkan í Norð- oyggjum hevði ársaðalfund tann 18. mars. 22 fólk møttu til fundin, og tað er nógv, sigur Astrid Svøð- stein, formaður í nevndini. - Tað vóru fleiri ung fólk møtt hesaferð, sigur hon. Á ársaðalfundinum var nevndarval á skránni. Ný- vald í nevndina er, Jori Poulsen, sjúkrasystir, ið kom fyri Otto Samuelsen, sum hevur sitið í nevndini í 25 ár. Hini í nevndini eru, Astrid Poulsen, formaður, Magna Dania Joensen, næstformaður, Sørin Dan- ielsen, stjørnarumboð, Hanna Isaksen og Bergfríð Danielsen. FK- føðingardagur Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Óli Frits Johannesen úr Húsavík andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 5. apríl, 64 ára gamal. Kistan fer at Gomlurætt kl. 15.45 týsdagin 8. apríl. Jarðarferðin verður úr heiminum mikudagin 9. apríl kl. 13.00. Vegna tey avvarðandi Ásleyg, Kristina, Marin og Tórhild Peter Sofus Eliasen vanliga nevndur Dosi úr Klaksvík andaðist á Norðoya Ellis- og Vistarheimið sunnudagin 6. apríl. Kistan fer úr kapellinum týsdagin 8. apríl kl. 18.00 heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13.30. Familjunnar vegna Peter Ove Eliasen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona, mamma og omma okkara Maria Nystrøm Egholm Tórshavn andaðist á Ríkishospitalinum 4. apríl, 58 ára gomul. Jarðarferðin verður mikudagin 9. apríl kl. 14.00 úr Vesturkirkjuni. Vegna tey avvarðandi Hákun Egholm Móttøka Almannamálaráðið er nú eitt sjálvstøðugt ráð. Harumframt er Sólja í Ólavsstovu sett sum nýggjur aðalstjóri í ráðnum, og í hesum sambandi verður móttøka úti í Almannamálaráðnum, Eirargarði 2, 100 Tórshavn fríggjadagin, 11. apríl 2003, millum kl. 15-17 Áhugað eru vælkomin at støkka inn á gólvið. Almannamálaráðið Eirargarði 2, 100 Tórshavn Fríggjadagin var kaffi og køkur at fáa í keypsamtøkunum kring landið. Her eru tað Jori Poulsen (t.v), nývaldur nevndarlimur í FK í Klaksvík og Petrina Venned, tiltakslimur, sum taka sær av borðinum. Lítla Elin Kristina fær eisini ein munn "Vi mødes i Brugsen", plagdu vit at siga. Andrea og Kristin í djúpari samrøðu Lesið -tað loysir seg Ejner Frøkjær, borg- arstjóri í Hanstholm, er spentur upp á nýggju Norrønu. Hann er sera fegin um, at fiskivinnu- býurin Hanstholm við ferðavinnuni fær enn eitt bein at standa á NÝGGJA NORRØNA Eirikur Lindenskov Hanstholm: Leygardagin var Norrøna – ella Norrøna I, sum hon nú kallast – fyri seinastu ferð í Hanstholm. Norrøna hevur siglt til norðurjútsku havnina í Hanstholm síðani 1983, burtursæð frá árini 1993- 97, tá hon sigldi til Esbjerg. Í Hanstholm eru tey fegin um samstarvið við Smyril Line. – Tað er sera gott hjá eini kommunu sum okkara at hava fleiri bein at standa á, sigur Ejner Frøkjær, borg- arstjóri í Hanstholm. Hann vísir á, at Hanst- holm er ein fiskivinnubýur, og at býurin serliga hevur fiskivinnuna at líta á. Tí er tað sera gott, at havnin í Hanstholm eisini er vorðin ein ferðvinnuhavn. Umframt ferðamanna- skipið Norrønu og farma- skipið Clare, sum sigla til Føroya, hevur norska reiðaríið Fjord Line eina ferðamannaferju og eitt farmaskip siglandi millum Hanstholm og Bergen. Eisini Fjord Line hevur fingið eina nýggja ferju at røka siglingina, umenn talan er um eina brúkta ferju frá seinast í áttati- árunum. Hendan ferjan skuldi longu havt verið í sigling, men av tí at teir hava havt trupulleikar av góðkenningini av norska skipasýninum, er hetta út- sett. Ferjan væntast fyrsta túrin til Hanstholm fríggja- dagin, sum Norrøna kemur leygardagin, so tað verða dagar í viku í Hanstholm hesa vikuna. – Vit hava glett okkum sum børn seinastu tíðina. Fyrst og fremst tí at Smyril Line hevur havt so stórar útbyggingarætlanir, men eisini tí, at Fjord Line samstundis setir aðra ferju í sigling. Bara tað ikki tekur glansin av hátíðarhaldinum fríggjadagin, sigur Ejner Frøkjær smílandi. Tað eru Viborg Amt og Hanstholm kommune sum í felag eiga havnina í Hanst- holm, sum er skipað í einum sjálvstøðúgum felag. Havnin hevur ein góðan roknskap at vísa á, tí hon hevði 12,7 milliónir í yvir- skoti síðsta ár, sigur Ejner Frøkjær. – Tað er sjálvandi eisini orsøkin til, at vit hava ráð at gera hesar íløgurnar, sum nú eru gjørdar í sambandi við nýggju Norrønu, sigur hann. Eins og í Havn eru bæði landgongd til ferðafólk og nýggj rampa gjørd í sam- bandi við nýggju Norrønu. Hetta hevur verið kostnað- armikið, men Ejner Frø- kjær metir hetta sum eina neyðuga íløgu, sum fer at loysa seg, tí hann væntar nógvar inntøkur til havnina við økta kapasitetinum. Ejner Frøkjær heldur skemtandi fyri, at rampin til nýggju Noirrønu er einasti motorvegur, tey hava í Hanstholm. Hann er 25 m breiðúr. Íalt hevur útbyggingin hjá havnini í Hanstholm kostað Ejner 15-20 milli- ónir krónur. Tá nú so stórar íløgur verða gjørdar fyri eitt før- oyskt reiðarí, hevur havnin so nakra trygd fyri, at Norrøna ikki fer at sigla til aðra havn í Danmark kortini? – Nei, tí hava vit onga trygd fyri. Vit kunnu bara gera okkara besta og vóna, at tað er nóg mikið. Fyri okkum hevur hetta eisini annan týdning, tí ein tílík útbygging hevur eisini eitt signalvirði um, at her hend- ir nakað, eisini tílíkt, ið ikki er á fiskivinnuøkinum, sig- ur hann. Fiskivinnan í Hanstholm hevur gingið væl, hóast trupulleikar eru við kvot- um, sigur Ejner Frøkjær. Hann vísir á, at uppboðs- sølan í Hanstholm í fjør umsetti fyri 640 milliónir krónur. Tey bæðí árini frammanundan var umsetn- ingurin ávikavist 600 og 500 milliónir, so her er framgongd, hóast alt. Hann vísir tó á, at skerjingar í toskakvotunum nú eru so stórar, at hetta óivað fer at fáa ávirkan, men hann vónar, at tað ber til at fáa gongd í annað virksemi, sum kann viga uppímóti. Ejner Frøkjær hevur sitið í býráðnum í Hanstholm seinastu 17 árini. Hann umboðar danska Javnaðar- flokkin og hevur verið borgarstjóri síðani komm- unuvalið í 2001. Seinasti túrurin í Hanstholm Stórur partur av Hanstholm er nýggjur býur. Upprunaliga var Hanstholm (Hansted) bara ein fiskimannabygd. Frá næstsíðsta aldarskifti og fram í sekstiárini var fólkatalið óbroytt, men tá havnin varð tikin í býtslu í 1967 tók vøksturin í fólkatalinum dik á seg. Frá 1960 til 1976 vaks fólkatalið úr 510 til 2.290. Í dag búgva 2.600 fólk í Hanstholm býi, meðan um 6.000 búgva í kommununi tilsamans. Sjóvegis samband hevur verið millum Havnina og Hanstholm síðani 1980. Fyrstu trý árini var tað Strandferðslan, sum rak siglingina við Smyrli. Síðani 1983 hevur Smyril Line rikið siglingina við Norrønu. Men árini 1993-97 var einki samband, tí hesi árini sigldi Norrøna til Esbjerg í staðin. Hetta komst av avtalu millum DFDS og Smyril Line í sambandi við at DFDS gavst við Føroyasiglingini hetta árið, og at Smyril Line yvirtók teirra virksemi. Fakta um Hanstholm Borgarstjórin veittrar seinasta farvæl til gomlu Norrønu. Ejner Frøkjær, borgarstjóri í Hanstholm, er sera spentur upp á nýggju Norrønu, sum á fyrsta sinni kemur til Hanstholm leygardagin Mynd: Eirikur Lindenskov Ein sorgblíður sólskinsdagur í Hanstholm: Gamla Norrøna er farin úr Hanstholm fyri seinastu ferð C M Y K 3 2