týsdagur 8. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 68 - 8. apríl 2003
Nr. 68 - 8. apríl 2003
5
Á havnarskrivstovuni
í Hanstholm eru teir
klárir at taka ímóti
nýggju Norrønu, sum
á fyrsta sinni stevnir
inn í havnina leygar-
dagin. Tá er Norrøna
størsta skipið, sum
nakrantíð hevur verið
í Havnini í Hanst-
holm
NÝGGJA NORRØNA
Eirikur Lindenskov
Hanstholm:
Á havnar-
skrivstovuni í Hanstholm
eru teir ikki í iva.
– Vit eru klárir at taka
ímóti
nýggju
Norrønu,
staðfestir Per Kristensen,
loðsur á havnarskrivstov-
uni.
Hann sigur, at Norrøna er
eitt sera stórt skip. Hon
fyllir tvær ferðir so nógv
sum gamla Norrøna. Inn-
sigligin
til
havnina
í
Hanstholm er 65 metarar
breið, meðan Norrøna er 30
metar, so har eru einir 17 m
til hvørja síðu.
– Men tað er nóg mikið,
staðfestir Per Kristensen.
Men hann vísir kortini á, at
Norrøna er eitt flatbotnað
skip, sum ikki er eins lætt
at halda á kós, sum eitt skip
við kjøli, og tað tekur
nógvan vind á seg, og tað er
tað, sum onkuntíð kann
fara at vera eitt problem..
– Vit skulu eisini hava í
huga, at skipið fortreingir
30.000 tons av vatni – og
tað kann merkjast inni í
havnini.
Norrøna verður størsta
skipið, sum hevur verið í
Havnini í Hanstholm.
Loðsur verður ikki um-
borð, tá skipið kemur í
havn, men skiparin hevur
neyvt samband við loðsar-
nar á Havnarskrivstovuni,
og hann sær alla tíðina,
hvussu stór frástøðan er
millum ymsu pierarnar, tí
alt er væl uppmerkt og
skrásett við eini telduskip-
an, so skiparin alla tíðina
sær tað.
Í samband við nýggju
Norrønu hava teir verið
noyddir at dýpa havnina
nakað. Innsiglingin er 10,5
m djúp og havnin er annars
8,5 m djúp.
Teir hava júst dýpt havn-
ina eitt sindur meira, ser-
liga til Norrønu og stóru
trolararnar, sum koma har.
Nógvur sandur legst í
havnini, so tað er altíð
neyðugt at pumpa sand, og
pumpa teir í miðal 150.000
tons av sandi úr havnini um
árið.
Undir sandinum er kálk,
og kálkið er sera hart, líka
hart sum granitt, sigur Per
Kristensen.
Bjarni Djurholm
Sum landsstýrismaður í
vinnumálum havi eg verið
sera spentur og áhugaður í
hesum tí størsta projektin-
um í Føroya søgu. Tá farið
verður undir slík stór tiltøk,
slepst
sjálvdan
undan
trupulleikum á vegnum, og
er hetta stóra tiltakið ikki
sloppið undan í so máta,
men hóast hetta, so er
vunnið á trupulleikunum,
og sjálvt tað, at skipa-
smiðjan kom í fíggjarligar
trupulleikar, hevði ikki
seinkingar av týdningi við
sær.
Tann føroyski búskapurin
er í stóran mun dominer-
aður av fiskivinnuni, og
hava tí nógvar royndir verið
gjørdar at fjøltátta búskap-
in, og er hetta tiltakið júst
eitt stig á hesi leið. Hendan
verkætlanin vil í heilt
stóran mun stiðja uppundir
tað arbeiði, sum verður
gjørt at menna føroyska
ferðavinnu.
Tá tað snýr seg um um
flutning millum Føroyar og
útheimin, so hava vit, sum
er, eitt vælútbygt flutnings-
net, og við nýggju Norrøn-
um taka vit eitt risafet
longur framá. Í hesum
sambandi er tað serliga at
fegnast um, at eisini íleggj-
arar uttan fyri Føroyar hava
ein stóran leiklut í hesum
tiltaki. Tað er nevniliga
umráðandi, at føroyskar
fyritøkur kunnu fáa møgu-
leika at útvega sær fremm-
andan kapital, og at út-
lendingar síggja Føroyar
sum eitt áhugavert land at
gera íløgur í.
Vit hava nú fingið eitt
stórfingið og snotiligt far í
føroyska flotan. Eftir hvat
eg kann meta um og havi
hoyrt, so er alt frágingið
væl og virðiliga og hava øll,
sum hava verið við í bygg-
ingini og projektinum sum
heild, stórt rós uppiborið.
Í sambandi við bygging-
ina av Norrønu eru gjørdar
stórar íløgur í havnirnar,
har sum Norrøna fer at
sigla til, og hava tí mynd-
ugleikarnir og eigararnir av
hesum havnum gjørt sítt
íkast til fremjanina av
hesum stóra tiltaki, og
skulu tey hava stóra takk
fyri tað.
Eg kann hugsa mær, at
hetta er ein stórur dagur hjá
verandi leiðsluni í Smyril
Line, og at hetta er ein
krúna á verkið hjá henni.
Leiðslan við Óla Hammer á
odda og starvsfólkini øll
hava gjørt eitt megnar ar-
beiði at uppbyggja eina
rutu her í Norðuratlants-
havi, sum bindur heili 5
lond saman í eitt rutunet,
bæði tá tað snýr seg um
fólka- og farmaflutning.
Eg skal ikki gera meira
burturúr enn at ynskja
starvsfólkunum, leiðslu og
nevnd
í
Smyril
Line,
Flender Werft og øllum
hinum
luttakarunum
í
projektinum tillukku við
hesum stásiliga skipi og
Smyril Line góða eydnu í
virksemi teirra framyvir.
Hjartaliga tillukku
Norrøna
Longd 164,5 m
Breidd 30 m
Deyðvekt 4.300 tons
Ferð 21 míl
Høvuðsmotorar 30.000 HK
Bógskrúvur 6.000 HK
Ferðafólk 1.482
Manning 118
Bildekk 800 bilar ella 130 trailarar
Tyrlupallur
Stabilisatorar
Ferðafólkakømur:
Suita 1
2-seingjar luksuskømur við útsýni 12
2-koygggjukømur við útsýni 93
3-koyggjukømur við úsýni 28
3-koyggjukømur 12
4-koyggjukømur fyri rørslutarnað 6
4-koyggjukømur við útsýni 31
4-koyggjukømur 135
6- & 9-koyggju couchettir 324
Ferðafólk tilsamans 1.482
Fakta um
nýggju Norrönu
Vit eru
klárir at
taka
ímóti
Norrønu
Per Kristensen, loðsur á Havnarskrivstovuni í Hanstholm, sigur, at teir eru klárir at taka ímóti nýggju Norrønu leygardagin
Mynd: Eirikur Lindenskov
Framtaks-
nevndin
fullmannað
Nevndin fyri Før-
oya Framtaks-
grunn hevur skip-
að seg við Dagmar
Joensen sum
forkvinnu. Hans
Andrias Joensen,
stjóri í Thor, varð
valdur fyri Carl á
Lag, sum tók seg úr
nevndini, og
fríggjadagin valdi
nevndin Árna M.
Dam afturat
FRAMTAKS-
GRUNNURIN
Ingi Rasmussen
Nevndin fyri Framtaks-
grunnin stendur fyri
stórum
avbjóðingum.
Sølan av Fiskavirking
og Fiskasøluni liggur
ikki so langt burturi, og
fleiri áhugaðir keyparar
sigast at vera bæði í Før-
oyum og uttanlands.
Teir fýra limirnir, ið
landsstýrismaðurin við
vinnumálum hevur valt í
nevndina fyri Framtaks-
grunnin, valdu á nevnd-
arfundi
fríggjadagin
Árna M. Dam upp í
nevndina.
Nevndin hevur skipað
seg við Dagmar Joensen
sum forkvinnu og Árna
M. Dam sum næstfor-
manni. Hini í nevndini
eru Hans Andrias Joen-
sen, Sjúrður Horsdal og
Eyðna Justinussen.
Carl á Lag var annars
júst valdur í nevndina
fyri Niels Winther Poul-
sen, sum legði frá sær.
Men Carl á Lag valdi
beinanvegin at taka seg
aftur.
– Tað hevur verið mót-
mælt frá pørtum av
vinnuni, og eg føli eisini
okkurt frá politiskari
síðu. Eg havi ongan hug
at draga mín persón,
mína familju ella mítt
virksemi ígjøgnum rum-
bul, og tí havi eg sagt
meg úr nevndini.
Bjarni Djurholm hevur
tikið støðuna til eftir-
tektar og valdi Hans
Andrias Joensen úr Thor
í Hósvík í nevndina í
staðin.
Ongin hjálp at finna
Málið um Rosalie
Thomsen, sum er víst
úr Føroyum, er fevnt
av tagnarskylduni, og
tí fæst onki at vita um,
hvat hægsti mynd-
ugleikin á økinum
heldur um málið. Tað
gongur fram av svari í
Fólkatinginum. Tað
einasta Bertel Haarder,
ráðharri við útlend-
ingamálum, vil siga, er
at yvirtøkan av útlend-
ingaøkinum heldur
fram
ÚTVÍST
Ingi Rasmussen
Ongin hjálp var at finna hjá
Rosalie Thomsen í donsku
ráðharrastovunum.
Málið
um
filipinsku
kvinnuna, sum er víst úr
Føroyum, varð reist í
Fólkatinginum av Tórbjørn
Jacobsen, fólkatingsmanni,
við einum fyrispurningi til
Bertel Haarder, ráðharra
við innferðar- og útlend-
ingamálum. Men onki svar
fekst
frá
ráðharranum.
Hann verjir seg við, at hann
hevur tagnarskyldu í slík-
um málum.
Víst úr Føroyum
Rosalie Thomsen, sum
hevur filipinskt pass, er víst
úr Føroyum, hóast hon
hevur varandi uppihalds-
loyvi í Danmark og er gift
føroyskum manni.
Tey hava búð í Danmark í
átta ár, og ætlaðu sær at
flyta til Føroya at búgva.
Áðrenn Rosalie kom til
Føroya, var hon í útlend-
ingastýrinum, har hon vísti
pass og uppihaldsloyvi
fram, og greiddi frá, at hon
og maðurin, sum er føddur í
Føroyum, ætlaðu sær til
Føroya. Har fekk hon at
vita, at hon hevði frítt at
fara og nýttist ikki visum-
loyvi.
Í Føroyum fekk hon eitt
barn afturat í mars mánað,
og hon og maðurin ætlaðu
at búseta seg í Føroyum.
Men tá hon fekk arbeiði í
Føroyum, gjørdust mynd-
ugleikarnir varugir við, at
hon onki arbeiðs- og uppi-
haldsloyvi hevði.
Alt endaði við, at hon varð
víst av landinum. Hon skal
vera av landinum innan 10.
apríl, og aktar hon ikki
boðini, kann hon fáa fongsul
í eitt hálvt ár, varð greiði
boðskapurin
frá
sama
útlendingastýri, sum hevði
givið henni loyvi at fara.
Eymar upplýsingar
Útvísingin vakti ans, tá
Sosialurin
skrivaði
um
hana, og Tórbjørn Jacobsen
fólkatingsmaður setti ráð-
harranum fimm spurningar
um málið í Fólkatinginum.
Spurt er millum annað,
hvør orsøkin er til, at
Rosalie Thomsen er víst úr
landinum, hóast hon fyrst
hevði
fingið
munnligt
loyvi. Spurt var eisini, um
ráðharrin fór átala hand-
faringina hjá útlendinga-
stýrinum og annars taka
stig til, at hon fekk loyvi at
vera verandi í Føroyum.
Men onki ítøkiligt svar
fæst,
gjørdi
ráðharrin
greitt, tá hann svaraði í
Fólkatinginum fríggjadagin
4. apríl.
Bertel Haarder sigur í
svarinum, at tað ikki er
gjørligt at svara innan fyri
teir karmar, sum eru gald-
andi fyri spurningar, ið
verða settir fram í Fólka-
tinginum. Svarið hevði
innihildið eymar upplýs-
ingar um eitt ítøkiligt út-
lendingamál, sum er vart av
tagnarskylduni,
sigur
ráðharrin.
Yvirtøka heldur fram
Føroyski fólkatingsmaður-
in fær kortini svar upp á
tann politiska spurningin.
Hann spurdi, hvat ráðharrin
helt um føroyska ynskið at
yvirtaka útlendingaøki.
Bertel Haarder vísir til
yvirlýsingina, sum løgmað-
ur og forsætisráðharrin
undirskrivaðu 14. januar
2002, har tað gekk fram, at
danska stjórnin er sinnað at
samstarva um yvirtøkur, ið
ikki ganga ímóti grundlóg-
ini.
Á einum fundi 7. februar
2002 avtalaðu integratións-
ráðharrin og føroyski løg-
málaráðharrin, at ein ar-
beiðsbólkur við donskum
og føroyskum embætisfólk-
um varð settur at gera eitt
upprit, sum seinni skuldi til
politiska støðutakan.
Hesin arbeiðsbólkur er
fyri tíðina við at gjøgnum-
ganga teir rættarligu og
fyrisitingarligu spurningar,
ið knýta seg at einari
yvirtøku. Sostatt eru ongar
broytingar í støðuni hjá
donsku stjórnini til spurn-
ingin um yvirtøku av
útlendingaøkinum,
sigur
danski ráðharrin.
Psykiatriska økið er
afturútsiglt á næstan
øllum økjum. Við
hesari heilsan leggur
Bill Justinussen upp
til aðalorðaskifti í
løgtinginum um
heildarpsykiatri í
Føroyum. Ein stórur
trupulleiki eru um-
støðurnar, sum sálar-
sjúk, ið eru innløgd,
mugu liva undir.
HEILDARPSYKIATRI
Ingi Rasmussen
Viðurskiftini hjá teimum
sálarsjúku í Føroyum eru
langt frá nøktandi.
Tað gongur týðiliga fram
av frágreiðingini, sum Bill
Justinussen,
landsstýris-
maður, hevur lagt fyri løg-
tingið í sambandi við aðal-
orðaskiftið um heildar-
psykiatri í Føroyum.
Í frágreiðingini gongur
eitt nú fram, at Løgtingsins
umboðsmaður hevur verið
á eftirlitsvitjan á psykiatr-
iska deplinum á Lands-
sjúkrahúsinum í oktober
2002. Í frágreiðingini, sum
hevur verið til hoyringar
hjá Familju- og heilsuráðn-
um, átalar umboðsmaðurin
fleiri viðurskifti, sum sálar-
sjúk og liðugt viðgjørdir
sjúklingar á psykiatriska
deplinum liva undir.
Umframt at bygningarnir
eru í sera ringum standi,
vísir umboðsmaðurin á
tann stóra trupulleika, at
eini 40 til 50 seingjarpláss
av teimum 70, sum er til
taks á psykiatriska deplin-
um á Landssjúkrahúsinum,
verða nýtt til bústað hjá
sjúklingum, ið ikki hava
tørv á at vera innlagdir. Or-
søkin til at fólkini búgva á
deplinum er, at ongi onnur
bústaðartilboð eru til hesi
fólkini.
– Hesi viðurskifti eru ein
afturvendandi trupulleiki,
tá ið arbeitt verður við at
finna loysnir á psykiatriska
deplinum, og hetta virkar
stagnerandi fyri allan depil-
in, sigur Bill Justinussen,
landsstýrismaður.
Bústaðartrupulleikin eru
bara ein av fleiri. Nú Bill
Justinussen hevur skipað
fyri
aðalorðaskifti
um
heildarpsykiatri í Føroyum,
ger hann púra greitt, at skal
nakað munagott henda, má
ein peningajáttan fylgja
við. Og henni borga polit-
ikararnir fyri.
– Um landsins myndug-
leikar ynskja, at tað skal ar-
beiðast fram ímóti at kunna
bjóða eitt heildarpsykiatr-
iskt viðgerðartilboð í Før-
oyum, verður samstundis
neyðugt at økja um fíggjar-
ligu játtanina til tey sálar-
sjúku, tí staðfestast kann, at
tað psykiatriska økið er aft-
urútsiglt á næstan øllum
økjum, sigur Bill Justinus-
sen.
Aðalorðaskifti um heild-
arpsykiatri er sett á dags-
skránna fyri tingfundin í
dag, týsdagin 8, apríl
klokkan 10.00.
Psykiatriska økið afturútsiglt
Rosalie Thomsen fær ikki verið í Føroyum við sínari familju.
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4