týsdagur 8. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 68 - 8. apríl 2003
Nr. 68 - 8. apríl 2003
7
Flokstingið hjá Tjóð-
veldisflokkinum vísti,
at tjóðveldisfólk eru
troytt av nógva
klandrinum og rokin-
um í fjølmiðlunum.
Men semja er um at
byggja upp innanífrá,
og samgonguna tosar
eingin um at slíta
FLOKSTING/FRÁ-
GREIÐNG
Heri á Rógvi
Tú&e.
Soleiðis ljóðar slagorðið
í einari nýggjari herferð hjá
Tjóðveldisflokkinum. Ætl-
anin varð løgd fram í
Flokstinginum, ið varð
hildið í Hósvík um viku-
skiftið.
Laufey Blaasvær legði
vegna ein fyrireikingarbólk
fram Tú&e ætlanina. Bólk-
urin hevur til endamáls at
marknaðarføra flokkin og
politikkin hjá flokkinum,
har
Tjóðveldisflokkurin
sjálvur vil sleppa at seta
dagsskránna.
Hóast herferðin er fyri-
reikað áðrenn fundin, sigur
hon nógv um, hvat varð
tosað um, tá Sosialurin vitj-
aði Flokstingið hjá Tjóð-
veldisflokkinum
leygar-
dagin. Fólk vilja hava polit-
ikkin á dagsskránna og
klandrið burtur.
– Vit skulu standa saman,
segði Atli Eriksen, og hetta
var eisini stóri boðskapurin
hjá formanninum, Høgni
Hoydal, í formansrøðuni.
Tað ljóðar kanska banalt
og lítið spennandi at siga, at
fólk vilja hava politikkin
fram og klandri burtur, men
hetta hevur kanska í hesum
førinum eitt sindur meira
innihald enn í vanligari
talu.
Og ferð eftir ferð varð
tosað um tað sama – at
byggja
upp
innanífrá.
Fundurin boðaði ikki frá so
øgiliga nógvum ítøkiligum
politiskum ætlanum hjá
flokkinum, men mest eitt
ynski um at fáa arbeiðsfrið.
Hetta sást eisini ógvuliga
týðuliga aftur í teimum
innkomnum uppskotunum.
Suðurstreymoyar Tjóðveld-
isfelag legði fram uppskot
til samtyktar um, at ting-
menn og landsstýrismenn
hjá flokkinum skuldu halda
ósemjur við hvønn annan
sínamillum og innanflokka.
Eitt uppskot, sum kanska
burdi verið óneyðugt, men
tjóðveldisfólk eru troytt av
klandri.
Men eingin er kortini
vorðin so troytt ella troytt-
ur, at tosað verður um at
slíta samgongusamstarvið.
Hetta varð so at siga ikki
tikið upp á tungu allan
leygardagin.
Jógvan
Jacobsen
frá
Unga Tjóðveldinum tosaði
um at fáa flokkin at leggja
misálit á Anfinn Kallsberg,
tí hesin skikkaði sær so illa
mótvegis Tjóðveldisflokk-
inum. Tað var kanska eisini
Unga Tjóðveldið, sum stóð
fyri tí nógva av tí mest at-
finningarsama.
Millum
annað
hevði
felagið eitt uppskot um at
skipa soleiðis fyri, at ting-
menn, t.e. fólkatingsmenn
ella løgtingsmenn, bert
kunnu vera í einum av
hesum starvi og fulla tíð.
Kjakið gjørdist rættiliga
heitt við hesum, og løg-
tingsmenn – kanska serliga
Heini O. Heinesen – dámdu
einki uppskotið. Kjakið var
Byggja upp innanífrá
Tjóðveldisflokkurin helt Floksting í Hósvík um vikuskiftið.
Sett á
eitt síðu-
spor
Formaðurin í Inuit
Ataqatigiit heldur, at
føroyingar og grøn-
lendingar kunnu
vera fyrimynd fyri
onnur fólkasløg
FLOKSTING
Heri á Rógvi
Ein av gestanum á Floks-
tingi Tjóðveldisfloksins,
sum er aðalfundurin hjá
flokkinum,
var
Josef
Motzfeldt.
Hann er formaður fyri
Inuit Ataqatigiit, sum er at
rokna sum grønlendski
loysingarflokkurin.
Inuit Ataqatigiit sam-
starvar við Tjóðveldis-
flokkin í Norðuratlants-
bólkinum á Fólkatingi.
Í sínari røðu nevndi
Josef
Motzfeldt,
at
Føroyar og Grønland vóru
sett út á eitt síðuspor av
dønum.
Hann greiddi frá, at tey
í Inuit Ataqatigiit saman
við øðrum kreftum í
Grønlandi arbeiða hart
fyri at gera Grønland
minni bundið av dønum –
bæði fíggjarliga og tjóð-
skaparliga. Arbeitt verður
í løtuni við einari tvey ára
ætlan, eftir at ein serlig
sjálvstýrisnevnd
hevur
gjørt eitt fyrireikandi ar-
beiði.
– Vit hava altíð hildið
upp á, at grønlendingar
eru ein serstøk tjóð, sigur
Josef Motzfeldt.
Josef Motzfeldt sær
nógv eins viðurskifti gera
seg galdandi fyri Grøn-
land og Føroyar.
– Hetta, okkara felags
mál, kann vera íblástur
hjá øðrum um ikki at geva
upp, sigur Josef Motz-
feldt.
Eisini eitt umboð fyri
íslendska bróðurflokkin-
um hjá Tjóðveldisflokkin-
um luttók á Flokstingin-
um. Talan er um Vinstra
Grænna flokkin, sum
vann nógvar atkvøður við
seinasta Altingsval í Ís-
landi. Formaðurin Stein-
grímur Sigfússon kundi
ikki koma, men eitt um-
boð fyri ungmannafelagið
hjá flokkinum luttók á
Flokstinginum
Ìslendska umboðið tosaði
á Flokstinginum á ís-
lendskum, og hann segði
seg fegnast stórliga um
støðutakanirnar hjá Tjóð-
veldisflokkinum og teirra
arbeiði fyri einum fult
sjálvstøðum Føroyum.
Umboðið fyri Vinstri Grænna og Josef Motzfeldt.
Mynd: Heri á Rógvi
næstan ovurupphitað, tá
Høgni Hoydal við stórum
myndugleika fekk dempað
kjakið niður. Myndugleikin
hjá floksformanninum er
stórur á Flokstingi, og hann
vísti stundum evnir sum
fáur at tosa við fjøldina.
Uppskotið
vann
ikki
frama.
Og tað vóru eisini onnur,
sum høvdu heldur neilig
ting at siga um løgmann,
men tað varð so at siga ikki
tosað hart um at slíta sam-
gongusamstarv, og fólk
vóru sostatt eisini samd, at
tað var rætt at halda fram í
samgonguni.
Hóast
Flokstinginum
virkaði solidariskt púra
samt, so vóru tað meira enn
so atfinningar. Fólkavaldu
umboðini hjá flokkinum
fingu sum sagt serliga
ábreiðslurnar fyri klandrið
sína millum, og tey vóru
fleiri, sum hildu, at polit-
ikkurin var vorðin ov lítið
merktur av fullveldinum.
Fjølmiðlarnir
Eitt annað, sum gekk aftur
oftani á Flokstinginum,
vóru viðmerkingar til fjøl-
miðlarnar. Føroysku fjøl-
miðlarnir fáa ikki nøkur
lovprísandi orð frá tjóð-
veldisfólki.
Fólk flest kendu tað so-
leiðis, at flokkurin var
ógvuliga illa viðfarin í fjøl-
miðlunum.
Fjølmiðlarnir gera alt ov
nógv uim skandalur og per-
sónssøgur og lítið um polit-
ikkin. At broyta hetta verð-
ur eitt av málunum hjá
flokkinum í næstum.
Ein av teimum, sum hev-
ur verið mest frammi í fjøl-
miðlunum, Páll á Reyna-
túgvu, greiddi frá sínari
støðu í sambandi við
ósemju millum seg og SvF.
Hann helt seg einki skeivt
hava gjørt – bert hildið seg
til avtalur, gjørdar við SvF.
Hann skeyt upp eina hólm-
gongu fyri opnum skíggja
um málið.
Halda á
Sum heild vísti Flokstingið
ein flokk, sum ikki koyrir
við fullari ferð í løtuni.
Fólk eru troytt at klandri,
og torført er at halda mótin-
um uppi, men semja er um
betringar. Uppmøtingin var
eisini eini hundrað fólk, tá
tað var mest, og hetta sigur
ikki so lítið um áhugan fyri
flokkinum.
Mynd: Heri á Rógvi
Vert at halda fram
Í sínari formansfrá-
greiðing eggjaði
Høgni Hoydal sínum
floksfeløgum til at
halda áfram hóast
mótburð. Formaður-
in trýr enn upp á
samgonguna, hóast
hann ásannar, at tað
er trupult
FLOKSTING
Heri á Rógvi
– Tað er í mótburðinum, vit
skulu vinna styrkina. Og
tað finst eingin løtt leið at
klintra, segði Høgni Hoy-
dal í sínari formansfrá-
greiðing á Flokstingi Tjóð-
veldisfloksins.
Formaðurin nýtti fagur
myndamál um at finna
blómurnar á bjargaleiðum.
Ein av boðskapunum var, at
tjóðveldisfólk mugu ganga
nýggjar leiðir fyri at fremja
endamálið hjá flokkinum
um
eina
sjálvstøðugar
Føroyar.
Og henda leiðin hevur
kanska
ongantíð
verið
brattari við mótganginum
seinastu tíðina, men neyð-
ugt er at halda fram, ljóðaði
tað frá Høgna Hoydal.
Tann ellivu síður langa
formansgreiðingin
er
stundum ásannandi um
tungan burð, men hóast
mótgang, metir formaður-
in, at haldast kann fram, og
flokkurin hevur góð kort á
hondini. Hann nýtti flest
allar møguleikar at vísa á,
at tjóðveldishugsanin bert
kann virka í felagsskapi við
øllum tjóðveldisfólkum –
og ikki bert teimum fólka-
valdu.
Stevnan skal vera, at pol-
itikkurin skal snúgva seg
um "Tú&e", helt Høgni
Hoydal.
– Eg nokti fyri, at vit, tá
mótburðurin og óløgini eru
størst, skulu gevast at
rógva. Eg nokti fyri, at vit
skulu velja tann pínslavátt-
arleiklutin, sum tykist vera
dyrkaður og hevjaður í før-
oyska
almenninginum,
sigur Høgni Hoydal.
Trupult
Hóast formansgreiðingin er
full av ljósi og tosaði um
betri dagar fyr framman í
felagsskapi, verða fleiri
síður nýttur til at siga frá
um, hvussu trupult flokkur-
in hevur havt tað í sam-
gongusamstarvi og at føra
sín politikk.
Høgni Hoydal segði, at
hesi tvey seinastu árini havi
verið í afturvendandi polit-
iskum kreppum. Alt ov
nógv persónsstríð hevur
merkt partapolitiska pallin.
Knútapunktið í truplu pol-
itisku støðuni er avlýsta
fólkaatkvøðan. Tað vóru
eisini aðrir luttakarar á
Flokstinginum,
sum
nevndu avlýstu fólkaat-
kvøðuna, og tað er týðuligt,
at hon vekir í minninum.
– Tað eru avleiðingarnar
av hesum,sum vit standa
við sum ovurstórur trupul-
leiki í dag, sigur Høgni
Hoydal.
Men fyri at halda fast í
søguliga
møguleikanum
varð hildið fram við sam-
gonguni við einari neyð-
semju.
– Men eg skal erliga við-
ganga, at eg framvegis
vakni um næturnar og ivist
í, um vit ikki skuldu havt
slitið samgonguna, tá hinir
samgonguflokkarnir lupu
frá upprunaliga fullveldis-
ætlanini,
sigur
Høgni
Hoydal.
Gott val
Høgni Hoydal fegnaðist um
valúrslitið hjá flokkinum.
Hann heldur valið var ein
sigur fyri fullveldishug-
sjónina.
Men eftir valið vóru aftur
nýggir
trupulleikar
at
hóma.
Hesa ferð vóru tað sam-
ráðingar á Gamla Apoteki
og serliga Fólkaflokkurin.
Tað skapti misálit, tá
Fólkaflokkurin fór at sam-
ráðast við aðrar flokkar,
eftir at samráðingarnar við
Javnaðarflokkin vóru slitn-
aðar, og aftur tá Hergeir
Nielsen ikki fekk stuðul at
gerast tingformaður.
At enda varð ein sam-
gonga fingin í lag við Mið-
flokkinum, men Tjóðveld-
isflokkurin visti, at sam-
gongan fór at vera skinklut,
tá flokkarnir eru so ym-
iskir.
Og gongdin higartil hev-
ur ikki verið góð, hóast
Tjóðveldisflokkurin
er
sinnaður at halda fram. Per-
sónsstríð eftir persónsstríð,
sum formaðurin illa kann
finna orð fyri.
Men trupulleikarnir við
fjølmiðlunum verða ikki
gloymdir í formansfrá-
greiðingini heldur.
Hvørt málið sær fekk
eina viðmerking frá Høgna
Hoydal.
Niðurstøðan var, at fjøl-
miðlarnir – hóast góðar
sømdir frá flokkinum –
framdi stundum hysteriska
viðgerðir av málum, har
tjóðveldisfólk ikki sluppu
at verja seg.
Men hóast alt rok og
klandur, vil flokkurin fram-
vegis royna óroyndar leiðir.
Hetta verður við fullveldis-
hugsjóni fyrst og fremst.
Millum annað við at minka
blokkstuðulin,
loysa
kommunurnar frá lands-
kassanum og lata tær taka
ábyrgd og vinnan skal ger-
ast meira sjálvstøðugt og
studningsfrí.
– Eg nokti fyri, at vit, tá mótburðurin og óløgini eru størst, skulu gevast at rógva. Eg nokti fyri,
at vit skulu velja tann pínslaváttarleiklutin, sum tykist vera dyrkaður og hevjaður í føroyska
almenninginum, sigur Høgni Hoydal
Mynd: Heri á Rógvi
C
M
Y
K
7
6