týsdagur 8. apríl 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 68 - 8. apríl 2003
Nr. 68 - 8. apríl 2003
9
Meira fólksligt
Tú mást halda teg til
tað gerandisliga,
heldur enn tað
floykta í vallyftunum.
Flokkurin er vorðin
alt ov akademiskur í
sínum boðskapi,
segði Sjúrður Skaale á
Flokstingi Tjóðveldis-
floksins
FLOKSTING
Heri á Rógvi
Ein hin mest sjálvrannsak-
andi á Flokstingi Tjóðveld-
isfloksins
var
Sjúrður
Skaale. Hann starvast til
dagligt hjá Norðuratlants-
bólkinum, umframt at hann
hevur markerað seg millum
annað við at stilla upp til
fólkatingsval.
Hansara boðskapur til
sínar partamenn og kvinnur
var, at politikkurin var alt
ov akademiskur, og tað var
alt ov torskilt hjá fólki at
seta seg inn í boðskapir
sum eitt nú fólkarættarligt
subjekt.
– Orsøkin til, at Tjóð-
veldisflokkurin fekk eina
risa framgongd á løgtings-
valinum í 1998 var, at polit-
ikkurin hjá flokkinum fekk
eitt innihald. Áðrenn var
boðskapurin loysing og
einki meira. Men við kenda
sjónvarpsmanninum
við
trúvirði, fekk politikkurin
eitt innihald, og tað snúði
seg ikki longur bara um
loysing – men hvussu loys-
ing varð skipað, sigur
Sjúrður Skaale.
Og hetta sama innihald
vantar nú, og er orsøkin til,
at flokkurin ikki hevur
merkt størri framgongd,
heldur Sjúrður Skaale.
–Tjóðveldisflokkurin
byggir serliga sítt valstríð á
floykt hugsjónarlig og aka-
demisk mál. Nógv tey
flestu skilja als ikki hetta.
Fólk hava áhuga fyri tí
gerandisliga – hvussu teirra
lív ávirkast og kann gerast
betri, sigur Sjúrður Skaale.
Klókur flokkur
Tað er kanska heldur ikki
so undarligt, at Tjóðveldis-
flokkurin er so akademisk-
ur í verumáta. Tí sambært
Sjúrði Skaale eru tað eisini
tey klókastu – tey best
lærdu og stinnastu lesarar-
nir, ið velja Tjóðveldis-
flokkin.
– Ein vanligur veljari hjá
Tjóðveldisflokkinum lesir
nógv og fylgir væl við, men
ein sambandsveljari lesur
vanliga SMS blaðið, sigur
Sjúrður Skaale.
Og tað er eisini her, at vit
finna sjálva kjarnina í trup-
ulleikanum. Boðskapurin
hjá flokkinum fer yvir
høvdið á fólki, sum kanska
vanliga bara lesa SMS
blaðið. Verandi veljarar eru
tey hugsjónarligu akadem-
isku fólkini, men skulu
fleiri fáast, má boðskapurin
gerast meira gerandisligur
til øll. Tað sentrala skal
vera tað einkulta menn-
iskja, metir Sjúrður.
– Tað nyttar einki at tosa
um fólkarættarligt subjekt
ella at senda stevnuskráir til
fólk, sum ikki tíma ella
hava tí at lesa tað. Fólk
hava áhuga fyri, hvussu
teirra lív verður betri, og
tey ynskja ikki nakra koll-
veltandi broyting, sigur
Sjúrður Skaale.
Eingin skilur Listbeth
Av somu orsøk sum om-
anfyri halda nógv fólk seg
aftur við at velja Tjóðveld-
isflokkin, heldur Sjúrður
Skaale.
–
Tjóðveldisflokkurin
hevur staðið fyri teirri
ótryggu loysnini - tann
ókendi møguleikin, sigur
Sjúrður Skaale.
Henda trygga loysnin
hevur Lisbeh L. Petersen og
Sambandsflokkurin staðið
fyri,
sambært
Sjúrða
Skaale. Hetta er orsøkin til,
at Sambandsflokkurin fekk
fótað sær so mikið væl við
seinasta val.
– Eingin, sum fæst við
samfelagsviðurskifti skilur
heilt, hví føroya fólk góvu
Lisbeth L. Petersen flestar
atkvøður.
Svarið má vera, at hon
stendur fyri tað verandi og
tað trygga, sigur Sjúrður
Skaale, sum sjálvur er
stjórnmálafrøðingur.
Sum
eina
fyrimynd
nevndi
Sjúrður
Skaale
bretska Labour flokkin.
Hann varð umskipaður við
navninum New Labour, har
flokkurin segði seg vilja
gera eitt sáttmála við fólk
um viðurskifti, sum vóru
viðkomandi
fyri
tann
einstaka.
Tað háfloykta hugsjónar-
liga varð lagt afturum, og
boðskapurin gjørdist meira
fólksligur. Og hesum tóku
fólk undir við, og flokkurin
hevur í dag stjórnarvaldið í
Bretlandi.
– Vit skulu venda tingun-
um við. Tað eru vit, ið eru
tað trygga verandi loysnin.
Vit hava stýrt landinum við
góðu úrsliti - og ikki and-
støðan,
segði
Sjúrður
Skaale
á
Flokstingi
í
Hósvík.
Sjúrður Skaale helt, at Tjóðveldisflokkurin var alt ov akademiskur í sínum boðskapi. Ráðini eru at gera tað meira fólksligt, heldur hann.
Mynd: Heri á Rógvi.
Formaðurin í Bú-
skaparráðnum heldur
hetta komandi árið
vera tað mest avger-
andi búskaparliga
síðani 1975
FLOKSTING
Heri á Rógvi
Búskaparliga kunnu Føroy-
ar nærkast vandaleið innan
leingi. Hetta árið verður tað
mest avgerandi árið síðani
1975.
Hetta metir Hermann
Oskarsson, búskaparfrøð-
ingur og formaður í Bú-
skaparráðnum.
Hann var gestarøðari á
Flokstingi Tjóðveldisfloks-
ins í Hósvík um viku-
skiftið.
Hann tosaði nógv um
stevnumið móti dagligum
politiskum málum. Her helt
hann, at Tjóðveldisflokkur-
in hevði ein trupulleika, tí
flokkurin hvønn dag ar-
beiðir við blokkinum, sum
teir eru ímóti, og hesum var
Høgni Hoydal samdur við
honum í.
Men Hermann Oskarsson
tosaði mest um heildarveit-
ingina, blokkin.
– At reka eitt samfelag
við og uttan blokk er full-
komiliga hvør sítt. Tað
heila fellur upp á pláss upp
á hvør sína máta við ella
uttan ríkisveiting. Og sann-
leikin er tann, at tað verður
munandi truplari at loysa
trupulleikarnar eftir loys-
ingina,
sigur
Hermann
Oskarsson.
Avgerandi
Sambært Hermann Oskars-
son hevur gongdin við ríki-
stuðulinum verið tann, at
vit í Føroyum frá 1962 til
1975 nýttu brúktu alla veit-
ingina til at keypa fyri –
hvørki meira ella minni.
Frá 1975 til 1993 broytist
gongdin, og føroyingar fara
at nýta tað dupulta av
blokkinum. Men aftur frá
1993 til í dag hava vit bert
nýtt 10%.
–
Samanlagt
merkir
hetta, at vit hava nýtt so at
siga alla veitingina – hvørki
meira ella minni, sigur Her-
mann Oskarsson.
Og hóast tað er at fegnast
um, at tað gongur so mikið
væl í búskapinum í løtuni,
og føroyingar nú eiga 2-3
mia. meira, enn teir skylda,
er tað altíð soleiðis, at ein
heppin støða er fráboðan
um nakað annað.
– Vit vita, at fólk fara at
krevja meira og meira, og tí
fer verandi støða ikki at
halda fram. Spurningurin er
ikki, um tað kemur hol á
bløruna, men hvussu, sigur
Hermann Oskarsson.
Formaðurin í Búskapar-
ráðnum heldur, at gongdin
vísir, at vit eru komandi til
eitt vegamót, og hetta árið
verður
avgerandi
fyri
hvønn veg føroyski búskap-
urin skal fara – skal blokk-
urin javnvigast.
– Tað, eg ræðist, er, at
búskaparligu tillagingarnar
henda, áðrenn fullveldi, tí
so samsvarar ikki, sigur
Hermann Oskarsson.
Hetta árið er avgerandi
Mynd: Heri á Rógvi
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Olaf í Garði
Joensen á ting
Týsdagin 1. apríl tók Olaf í
Garði Joensen sætið á løg-
tingi fyri Tórbjørn Jacob-
sen, sum er í farloyvi.
Næsti á listanum hjá Tjóð-
veldisflokkinum í Eystur-
oynni, Hallbjørg Hansen,
boðaði frá at henni bar ikki
til at møta, og bað hon um,
at næstvaldi eftir hana tók
sæti í tingi. Tað var Olaf í
Garði Joensen á Eiði. Olaf
er føddur og uppvaksin á
Eiði, hann lærdi til maskin-
smið á Tórshavnar Skipa-
smiðju frá 1977-81, síðan
gekk hann á maskinskúla.
Frá 1983-85 sigldi hann við
skipum hjá Strandferðsl-
uni. Seinastu 14 árini hevur
hann arbeitt sum maskin-
maður hjá SEV. Til seinasta
løgtingsval fekk hann 157
persónligar avkvøður í
Eysturoynni.
Tjóveldis-
flokkurin fekk 141 atkvøð-
ur á Eiði, sum er søguligt
met. Olaf er giftur við
Eddu, f. í Geil, úr Skálvík,
og eiga tey tvær døtur.
Finnleif Guttesen
á ting
Finnleif Guttesen hevur
tikið sætið á løgtingi fyri
Johan Dahl, sum er í far-
loyvi. Finnleif er næstvaldi
á listanum hjá Sambands-
flokkinum í Suðuroy. Finn-
leif er føddur og uppvaksin
í Vestmanna. Hann bleiv
útbúgvin maskinmeistari í
1972 og sigldi í danska
handilsflotanum í 15 ár. Í
1976 búsettist hann á Tvør-
oyri. Eftir at hann hevði
siglt sum maskinmaður við
trolara úr Suðuroynni í tvey
ár, fekk hann í 1988 starv
sum maskinmeistari á SEV
verkinum í Vági. Síðan
januar 2001 hevur Finnleif
verið í farloyvi frá sínum
starvi hjá SEV. Hann var
borgarstjóri á Tvøroyri frá
1. januar 2001 til 1. Februar
2003. Finnleif er giftur við
Sólrun,
f.
Olsen,
av
Tvøroyri, og tey eiga tey
ein son og eina dóttir.
Dagurin
8. apríl. Janus. Navnið er ókent í halgimannatali; sipar helst til ein Januaris í Suðuritaliu,
sum varð tikin av døgum. Venscelaus Ulricus Hammersheimb deyður hendan dagin í
1909. Kristian Osvald Viderø deyður í 1991
Flóvin Tyril 60 ár
Mánadagin 7. apríl fylti
Flóvin Tyril í Norðragøtu
60 ár. Flóvin er føddur og
uppvaksin í Norðragøtu.
Hann lærdi til rørsmið hjá
pápanum, Jákup Zacharia-
sen, og arbeiddi sum sjálv-
støðugur rørleggjari í nøkur
ár. Flóvin er ein framúr
góður handverkari. Seinnu
helvt av 70-unum kom
Flóvin at arbeiða sum setari
á forlagnum og prent-
smiðjuni Røddini á Skála. Í
1983 flutti forlagið og
prentsmiðjan til Norðra-
gøtu og skifti navn til Leir-
kerið / Effzett, har Flóvin
arbeiðir sum setari, um-
brótari og týðari. Útgávu-
virkið Leirkerið / Effzett
eiga brøðurnir Flóvin Tyril
og Zacharias Zachariasen
saman. Flóvin er eisini
sálmaskald, hann hevur
yrkt og týtt nógvar anda-
ligar sangir og sjálvur gjørt
løg til einstakar sangir.
Hann er góður við føroyska
málið og er ein dugnaligur
rættlesari. Flóvin er giftur
við Sunnevu, f. Joensen, úr
Vági. Børnini hjá teimum
eru: Birna, Búi, Marni, Jón
og Malan.
Winnie Trondesen
40 ár
Leygardagin 5. apríl fylti
Winnie Trondesen í Havn
40 ár. Winnie er ættað úr
Ísansgarði á Sandi og
uppvaksin í Skálavík. Hon
flutti til Havnar í 1983 og
arbeiddi á Dagblaðnum frá
1984-92 og á Team 85 frá
1994-2000. Síðan 2000
hevur hon arbeitt á Hest-
prent og frá 1. janaur 2003
á Sosialinum, í samstarvi
við Hestprent. Winnie er
gift við Marna Andreasen
úr Havn og eigur børnini
Hera, Beintu og Teitur.
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
merkisdag sum t.d. rundan
føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag
ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv
ella annað, so sig okkum frá.
Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann
persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av
restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd.
Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur.
Navn:.....................................................................................................................
Bústaður:.............................................................................................................
Bygd/býur:..............................................................Tel:.....................................
Evt. arbeiðspláss:..............................................................................................
Merkisdagurin er: ............................................................................................
Innsendari: ....................................................................Tel:...............................
Sendið lepan, í brævbjálva, til:
• Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni"
Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir
okkara kring alt landið:
Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo
Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo
Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo
Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo
Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo
C
M
Y
K
9
8