Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 68 - 8. apríl 2003 Nr. 68 - 8. apríl 2003 11 Uttan at landsstýrið ella Løgtingið hevur viðgjørt málið at seta fleiri lógir á verjupolitiska økinum í gildi, hevur danska stjórnin av sínum eintingum sett fleiri lógir og kunngerðir í gildi í Føroyum. M.a. hevur stjórnin sett eina hernaðarliga revsilóg frá 1973 at galda fyri Føroyar. Hesin einvegis politikkur fer fram eitt hálvt ár eftir, at danski forsætisráðharrin í setanarrøðu síni á Fólkatingi legði upp til neyvari samstarv á verju- og uttanríkispolitiska økinum, har Føroyar enntá skulu fáa avgerðarrætt í viðurskiftum, sum snúgva seg um Føroyar. Men finnast skal ikki bara at donsku stjórnini fyri at reka gamlan hjálandapolitikk. Sambært tí sum kom fram í síðstu viku, fekk landsstýrið síðsta summar at vita frá verjumálaráðnum, at tørvur var at seta í gildi nakrar verjupolitiskar lógir í gildi fyri Føroyar. Somuleiðis fekk landsstýrið eina frá- greiðing um lógirnar. Men landsstýrið hevur ikki viðgjørt málið. Hví, vita vit ikki, men tað virkar ógvuliga løgið, at løgmaður hevur ligið á málinum í eitt ár og ikki viðgjørt málið politiskt. Víst hava vit lítið at siga á hernaðarliga økinum, men tað ber heldur ikki til, at vit bara yppa øksl, og siga, at á hasum øki hava danir alt vald kortini. Siðvenja er, at danska stjórnin sendir mál umvegis Ríkisumboðsmannin til landsstýrið, sum viðger lógir ella uppskot og leggur tað fyri Løgtingið til støðutakan. Men í hesum føri er hvørki lands- stýrið ella Løgtingið spurt, áðrenn danska stjórnin einvegis setir nakrar lógir í galdi fyri Føroyar eisini. Í hvussu so er, hevur hvørki landsstýri ella løgting sagt ja. Eitt annað, sum vit eiga at hava í huga í samband við hernaðarliga revsilógina, er, at Løgtingið fyri umleið hálvumøðrum ári síðani mælti til at seta gomlu hernaðarligu revsilógina úr gildi, men samstundis sum henda verður sett úr gildi, verður ein nýggj kroyst niður yvir føroyska heimastýrið. Kann tað ikki hugsast, at danskir myndugleikar siga, at ein hernaðarlig revsilóg má galda fyri Før- oyar, soleingi, sum danir og NATO hava hermenn her? Hetta er harmiligt, og staðfestast má, at tann sein- asta avgerðin hjá stjórnin er ikki fremur samstarv, og er ikki í samljóð við siðvenjuna, sum hevur verið undir føroyska heimastýrinum. Vónandi kann uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokk inum gera tað, at fleiri upplýsingar koma fram í hesum máli. DAGSINS MEINING Sosialurin Háð ímóti heimastýrinum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hóskvøldið 10. apríl klokk- an 20 fer Havnar Horn- orkestur at hava konsert í Vesturkirkjuni í Havn. Nógv fólk kenna kanska hornorkestrini frá skrúð- gongunum ígjøgnum gøt- urnar, har tey spæla marsjir og tónleik, sum er skjótt- gangandi og harður. Men hornorkestrið kann spæla allan tónleik - eisini kirkjutónleik. Tað eru eisini tey, sum halda, at horn- orkestrið ongantíð ljóðar so vakurt sum tá ein sálmur verður framførdur. Havnar Hornorkestur hevur nógvar ferðir fyrr spælt í Vesturkirkjuni til jólakonsertirnar har. Men hetta er fyrstu ferð, at orkestrið skipar fyri eini sjálvstøðugari konsert av hesum slag. Konsertin er í samband við 100 ára há- tíðarhaldið hjá orkestrin- um. Fleiri konsertir hava verið hildnar í hesum sambandi - felags konsertin saman við Newtongrange Silver Band úr Skotlandi, konsertin í Mentanarhús- inum í Fuglafirði í no- vember mánaða saman við Fuglafjarðar Hornorkestrið og ikki at gloyma sjálv jubileums-konsertin í Norðurlandahúsinum í februar, har heimsgitni trompetleikarin John Wallace var gestur. Nú hevur so Havnar Hornorkestur sett saman eina skrá av tónleiki til eina kirkjukonsert. Á skránni verður millum annað Hin Heilagi Staðurin, Deep Harmony, Mær er sagt um ein stað……, Påskeklokk- en kimed mildt (ella Stíg- um fast) og ein sera áhuga- verd útseting av negro spirituals, sum Eric Ball hevur gjørt. Harafturat verða eisini onnur kend stykki á skránni. Konsertin verður í Vest- urkirkjuni hóskvøldið klokkan 20. Havnar Hornorkestur hevur konsert í Vesturkirkjuni í Havn TÍÐINDASKRIV Norrøna Felagið í Føroyum Aftur í ár stendur ungum føroyingum í boði at fáa arbeiði í einum øðrum Norðurlandi. Nordjobb bjóðar fólki, sum eru millum 18 og 26 ár, arbeiði í summar, frá mai til september. Til ber at arbeiða í ein mánaða í minsta lagi og fimm mánaðir í mesta lagi. Umsóknarfreistin er til 31.mai, men best er at søkja sum skjótast. Á heimasíðuni w w w . n o r d j o b b . n e t <http://www.nordjobb.net> eru allar upplýsingar um Nordjobb. Og har er eisini umsóknarblað. Fólk, sum fáa arbeiði frá Nordjobb, fáa løn eftir galdandi lønarsáttmálum í londunum, tey arbeiða í. Nordjobb útvegar inni- vist, men fólk gjalda sjálvi húsaleiguna. Skipað verður fyri tiltøkum fyri nordjobbarar, eitt nú útferðum og kvøld- setum, so fólk fáa innlit í mentanina í landinum, tey arbeiða í. Arbeiði í Finnlandi ella Grønlandi ella.... Fyri Føroya Koyri- lærarafelag Hans J. Hermansen, formaður Síðan nýggja ferðslulógin varð sett í gildi fyri skjótt trimum árum síðan, er bíðitíðin at sleppa upp til koyriroynd bara økt. Fyri nærum trimum árum síðan varð avgjørt á fundi millum koyrilærara-felagið og Bileftirlitið, at bíðitíðin at taka koyrikort átti ikki at fara út um tvær vikur, men tað er langt síðan, at bíði- tíðin hevur verið so stutt. Næmingur, sum stendur ástøðisroynd í dag, sleppur framat at taka koyriroynd tann 4. juni, ella sagt við øðrum orðum: um 2 mán- aðir. Hesari treyt kunnu hvørki næmingar ella lærarar liva undir. Á aðalfundi í Føroya Koyrilærarafelag fyri lítlari viku síðan varð avgjørt, at um einki fór at verða gjørt frá almennari síðu til at loysa henda trupulleikan, fór Føroya Koyrilærara- felag at mæla limum sínum til at virka, sum vit gjørdu áðrenn lógin varð sett í gildi, ella við øðrum orðum: Vit heita nú á allar limir felagsins einans at taka næmingar, sum skulu hava koyrikort á fyrsta sinni. Vit kenna okkum noydd- ar at taka hetta stig, tí vilji tykist ikki vera at loysa trupulleikan, hóast hann kostar tí almenna einki ella næstan einki. Hóast mynd- ugleikarnir hava fingið frið til at loysa hetta málið síð- an septembur í fjør, er enn einki hent, uttan tað, at bíðitíðin bara økist. Um stutta tíð verður summarfrí, og tá verður trupulleikin bara størri. Hendir einki um tvær vikur, kunnu vit bara mæla limum felagsins til at fara í óynskta summarfrí á vári, tí vit fáa kortini ikki arbeitt sambært teirri reglugerð, sum landsstýrið hevur álagt okkum at virka eftir. Og vit fara ikki til verka aftur, fyrr enn øll bíðitíðin er burtur. Fylgjurnar av hesum verða í fyrstu syftu, at øll, sum skulu upp til eftir- ansandi koyriroynd, sleppa ikki upp, tí tey skulu til góðkendan koyriskúla, um tey klára ikki ástøðið fyrstu ferð ella skulu koyra. Tey missa sostatt koyrikortið, um reglurnar verða fylgdar. Í øðrum lagi fara ung fólk heldur ikki at fáa koyrikort, tá ið tey hava rætt til tess, um einki hendir innan tvær vikur. Hetta hevur drigið út nóg leingi, nú er nóg mikið. Í somu løtu, hesin trupul- leiki verður loystur, tekur felagið áheitanina aftur. Bíðitíð eftir koyriroynd Schandorff Vang Eg hevði vónað, at eing- in hoyrdi Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum á Rás2 seinast, men tá Hergeir Nielsen kemur í bløðini við yvirskriftini "Neyðtikin tjóð", tá er farið ov langt. Hergeir skuldi heldur vara sín munn, tí hygg eftir hvat hansara flokk- ur hevur gjørt seinastu 5 árini. Tjóðveldisflokkurin og fullveldissamgongan hava einki annað gjørt enn at neyðtikið før- oyska fólkið. Og um tit halda á fram í hesi sam- gonguni, verða skemdar atgerðirnar enn størri. Hygg bara eftir, hvat formaðurin í fíggjar- nevndini Óli Breckmann sigur í oddagrein í Dag- blaðnum 31. mars – seinasta brot: "So nú fáa vit ikki meiri (sjálvstýri) fyri hatta 25-oyrað (ella hasar 366 mió kr).... uttan aðrar bollar á suppuna". Tann neyðtikna tjóðin TÍÐINDASKRIV Nú tað stundar móti ljósari tíðum, fara vit aftur undir at skipa fyri ymiskum útferðum í Føroyum. Møguleikar- nir eru nógvir at savna saman starvsfólkið, við ella uttan familju, og njóta ein góðan dag saman í føroysku náttúr- uni. Tað er eisini eitt gott høvi at geva útlendskum gestum eina góða upp- living undir vitjanini á klettunum. Hjálagt er uppslag yvir útferðir við Norð- lýsinum, og vilja vit fegin biðja tykkum um at heingja tað upp á fyritøku tykkara. Vit senda fegin fleiri eintøk, um tað er ynskiligt. Kanorógving Við bussi til Eiðis, har farið verður út á Eiðis vatn við kano. Har eru 8 kanoir, ið kunnu taka upp til 3 fólk, og er tað ein sonn uppliving at royna seg sum kano- rógvara. Aftan á »róð- urin« verður farið við bussi til Elduvíkar, har ein góður biti verður borðreiddur í Lonini. Eftir eina hugnaløtu venda vit nøsini heim- aftur. Kappróður Eysturoyar ferðavinna skipar fyri »kappróðri« har bólkar kunnu royna seg í harðari kapping. Tá komið verður á staðið, er frásøgumaður og tekur ímóti. Hesin greiðir frá kappróðri, og hvussu dagurin fer fram. T- shirts og keppar verða útflýggjað og borðreitt verður við kaffi og køkum. Vinnarin av kappróðrinum fær ein føroyskan lut. Selatrað Vitja hjá bóndanum á Selatrað. Bussurin koyr- ir til Oyrar, har bóndin á Selatrað tekur ímóti. Síðan gongur leiðin yvir um fjallið heim til bónd- ans, har borðreitt verður við góðum føroyskum mati. Hesin túrur kann samskipast við eini vitjan á Snælduni á Strondum. Eisini er møguligt, at fara heim aftur við Norðlýsinum. Hetta eru bert nøkur dømi um túrar, vit skipa fyri. Eisini verður skip- að fyri gongutúrum, bussferðum, siglitúrum, ymiskum aktivitetum, mentanarligum tiltøkum og mongum øðrum. Føroyar hava nógv at bjóða og bert hugflogið setur mørkini. Ferðist í Føroyum TÍÐINDASKRIV Fróðskaparsetur Føroya Føroya Fróðskaparfelag Almennur fyrilestur verður á Føroyamálsdeildini miku- kvøldið 9. apríl 2003 kl. 19.30. Jóan Pauli Joensen, dr.phil., fil.dr., professari á Søgu- og Samfelagsdeild- ini á Fróðskaparsetrinum heldur fyrilestur, ið hann kallar: Nýritualisering í brúdleypssiðum. Hann fer at greiða frá nýggju bók síni "I ærlige brudefolk. Bryllup på Færøerne", som danska forlagið Museum Tusculan- um Press gevur út í røðini Etnologiske Studier. Sí eisini heimasíðuna www.setur.fo VIÐMERKINGAR Tíðindi frá Fróðskaparsetrinum og Fróð- skaparfelagnum um almennan fyrilestur Hesa vikuna verður høvi at hoyra eina spennandi skrá fyri tvær floytur. Orfeus, Konsertfelag Norðurlanda- húsins, fær vitjan av franska floytuleikarunum Martial Nardeau og ís- lendsku Guðrún Birgis- dóttir. Konsertirnar við teimum báðum verða í Norðurlandahúsinum mikukvøldið og í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið, bæði kvøldini klokkan 19:30. Úr Fraklandi Martial Nardeau gekk frá nýggju ára aldri á kon- servatoriinum í Boulogne Sur Mer, har hann 5 ár seinni tók diplomprógv (le premier prix). Seinni lærdi hann hjá F. Caratgé og hjá R. Bourdin. Frá 1979-1982 var Martial fyrsti floytu- leikari í Lamoureux-or- kestrinum í París. Hann hevur síðan 1982 búð og virkað í Íslandi, har hann hevur starv í íslendska symfoniorkestrinum og á Tónlistarháskúlanum í Reykjavík. Úr Íslandi Guðrún Birgisdóttir tók fyrst útbúgving á Tónlist- arskúlanum í Reykjavík, har ein lærari hennara var M. Wiesler. Síðan gjørdist hon næmingur hjá P. Øien á Tónlistarháskúlanum í Oslo og helt fram at lesa á École Normale de Musique í París, har hon tók ein- leikara- og kamartónleika- prógv í 1979. Tá fekk hon námsstyrk frá fronsku stjórnini til at lesa víðari hjá R. Guiot og P.-Y. Artaud. Í 1982 flutti hon aftur til Íslands. Hon hevur m.a. starvast nógv við leik- hús og hevur verið floytu- leikari í Íslendsku Operuni. Virðislønt samstarv Umframt hvør í sínum lag at vera sera virkin sum einleikarar, hava Martial Nardeau og Guðrún Birgisdóttir spælt regluliga saman síðan 1980 og hava fingið framúr góð ummæli fyri samleikin. M.a. hava tey vunnið fyrstu virðisløn í "UFAM" kamartónleika- kappingini í París. Skráin Á skránni hjá teimum á Føroyaferðini er tónlist eftir Bach og Telemann, har tey leika á barokkfloytur, og verk eftir Kuhlau og Doppler, sum verða leikt á nútíðarfloytur. Konsertirnar verða í Norðurlandahúsin- um mikukvøldið 9. apríl, kl. 19:30, og í Mentanar- húsinum í Fuglafirði hós- kvøldið 10. apríl, eisini klokkan 19:30. TÍÐINDASKRIV Føroya Javnaðarflokkur Føroya Javnaðarflokkur hevur nú tikið stig til at forða fyri, at vanliga mannagongdin, sum er kend í meira enn 55 ár, verður broytt. Her verður hugsað um tær lógir og tær kunngerðir innan herðnað- arliga revsi- og rættar- gangøkið og viðvíkjandi heimarættarlógum v.m., sum danska stjórnin av sínum eintingum uttan um føroyskar myndugleikar setur í gildi í Føroyum. Javnaðarflokkurin hevur gjørt uppskot til ríkis- lógartilmæli, sum inniber at nevndu lógir og kunn- gerðir verða avtiknar. Javnaðarflokkurin fer nú at fáa neyðugu undirskriftir- nar til vega, so málið kann leggjast fram fyri løgtingið longu í komandi viku. TÍÐINDASKRIV Fíggjarmálaráðið Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmálum hevur valt nýtt Búskapar- ráð, ið er mannað soleiðis: Hermann Oskarsson, cand.polit. Una Joensen, cand.oecon. Óli Samró, cand.oecon. Anna Kass, M. Sc.oecon. Marner Jacobsen, cand.oecon. Gunvør Balle, cand.merc. Mirjam Haraldsen, grannskoðari Martial og Guðrún: Tvær floytur Nýtt Búskaparráð valt Uppskot til ríkislógartilmæli TÍÐINDASKRIV Vallensbæk, 4. apríl 2003 26. mars 2003 gjørdist enn ein merkisdagur í stuttu søguni hjá Neystinum. Henda dagin undirskrivaðu Per Levring, statiónsleiðari frá Atlantic Airways, og Sylvia Levinsohn, formað- ur í Neystinum, eina sam- arbeiðsavtalu fyri 2003 og 2004. Avtalan, ið varð undir- skrivað í Neystinum í Ishøj Havn, inniber í stuttum, at Færø Regatta, sum í ár verður hildin fyri 16. ferð, í 2003 og 2004 eitur Atlantic Airways Færø Regatta. Hartil kemur millun annað, at allir rógvarar og øll hjálparfólk fáa nýggjar troyggjur, har búmerkini hjá Atlantic Airways og Neystinum verða skrivað á. Avtalan, sum er komin í lag við stórari hjálp frá Børge Levinsohn, er eitt herðaklapp frá einum tí best kenda felagnum í Føroyum fyri tað arbeiðið, sum Neystið ger fyri at geva limunum møguleika at rógva kapp í tí føroyska bátinum. Umframt róðrarárini 2003 og 2004 kann avtalan leingjast við tveimum árum. Bæði Neystið og Atlantic Airways gleða seg til samarbeiði og vóna, at tað verður gott og gevandi. Fyri Neystið, www.neystid.dk Samarbeiðsavtala millum Atlantic Airways og Roklubben Neystið C M Y K 11 10