Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 68 - 8. apríl 2003 Nr. 68 - 8. apríl 2003 13 VIÐMERKINGAR Tormóður Stórá Fyri fyrstu ferð síðani løg- tingið fleiri ferðir samtykti at heita á statin um at byggja eitt sinnissjúkrahús í Føroyum, skal løgtingið taka støðu til hvussu við- gerðin av sálarsjúkum skal skipast í framtíðini. Møguleikarnir at læra av dygdum og feilum aðra- staðni frá eru góðir, men vandi er fyri at endurtaka feilirnar, tí tað eftir øllum at døma er eitt "missing link" millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Vón- andi sær løgtingið hetta, so at viðgerðin ikki kemur at snúgva seg um helvtar- psykiatri í staðin fyri heildarpsykiatri. Rúm tíð kann ganga frá tí at tær politisku avgerðirnar verða tiknar til tingini verða sett í verk. Fyrsta samtyktin um at heita á donsku stjórnina um at byggja statshospital í Før- oyum varð tikin av samdum tingi í 1929 og tað skuldu ganga fjøruti ár til Stats- hospitalið á Frælsinum í Havn varð tikið í nýtslu. Málið hevði tó verið uppi aftur í tinginum fleiri ferðir, m.a. í 1934 tá politikararnir sóu seg noyddar til at gera eina raðfesting, har pen- ingurin heldur skuldi brúk- ast til vegagerð enn til sinnisjúk. Aftur í fimti- árunum var málið frammi nakrar ferðir, uttan at nakað hendi. Sokallaðu statshospital- ini vóru tátíðarinnar máti at skipa viðgerðina av sálar- sjúkum. Sum so kann sigast, at talan var um eina "heildarpsykiatri", har tað varð tikið sær av øllum viðurskiftunum hjá sjúk- lingunum. Í fyrru helvt av farnu øld var tað soleiðis, at komst tú á eitt statshospital, so vart tú har við likami og sál, - ofta restina av lívin- um. Har varð syrgt fyri øllum. Ein fekk tað einum tørvaði. Ein bleiv vaskaður, maturin varð borin einum, gerandisdagurin gekk eftir klokku og skema. Friður, ordan og reglusemi vóru lyklaorðini. Tað var um- sorgan og røkt, men ikki pláss fyri menning og vøkstri. Miðskeiðis í øldini fóru fram rembingar í viðgerð og uppfatanini av hvat sálarsjúkurnar vóru, og smittaði hetta eisini av í skipanini av psykiatrisku viðgerðini. Eitt var at upp- fata sálarsjúkurnar á jøvn- um føti við aðrar sjúkur og sostatt psykiatri sum ein part av vanliga heilsuverk- inum. Farið varð undir at byggja psykiatriskar deildir saman við somatisku sjúkrahúsunum, og hetta varð eisini loysnin, sum var gjørd í Føroyum. So talan var meira um eina psyki- atriska deild saman við nýggja Landssjúkrahúsin- um enn eitt av gomlu Statshospitlaunum. Men hetta varð kallað Stats- hospitalið, men bara í átta ár. 1. januar 1977 varð hetta lagt undir sjúkrahúsverkið, sum ein psykiatrisk deild á Landssjúkrahúsinum. Hóast einki Statshospital hevur verið í meira enn 25 ár, so verður hetta fram- vegis ofta rópt so manna millum Broytingar Men longu um tað mundi byrjað varð i Føroyum, fóru fram aðrar rembingar í viðgerðarskipanini um okkara leiðir, m.a. við tí bugburðarbroyting, at hospitalið ikki skuldi taka sær av øllum, men at sjúk- lingarnir skuldu útskrivast aftur og hjálpast til eina tilveru úti í samfelagnum. Hesar rembingarnar gjørdu eisini vart við seg í føroyskari psykiatri og rættuliga skjótt varð farið undir at royna at skapa møguleikar fyri at sjúk- lingarnir ikki skulu verða búgvandi á deildini, men at møguleikar skuldu skapast fyri at verða "úti í sam- felagnum". Strembanin fyri hesum varð gjørd av fólki í viðgerðarskipani og av- varðandi, og ikki eftir nakrar yvirordnaðari po- litiskari avgerð um, at so skuldi verða. Tað hevur eisini skortað upp á tann politiska viljan til at hetta kundi gerast veruleiki, og flestu av teimum bústovn- um vit hava fingið, eru stovnsettir av felagsskapum (t.d. Sinnisbata og Alv) ella av psykiatrisku deild. Men hetta hevur gingið spakuliga og striltið og ikki í neyðugan mun til tann tørv sum hevur verið, og seinastu mongu árini hevur støðan verið tann, at alsamt fleiri nýggir sjúklingar hava fingið sín bústað á psyki- atrisku deild. Samstundis hevur í nítiárunum verið skorið djúpt fíggjarliga í sjúkrahúsverkinum, við tí úrsliti at psykiatriska deildin fíggjarliga hevur verið niðurpínd. Hetta hevur alt verið uppi politiskt fleiri ferðir og ikki hevur skortað upp á lovandi orð, men hugt hevur verið langtandi eftir at hesi skuldu verða fylgd av gerð- um. Miseydnaðist fleiri staðni Tað var nú ikki bara her, at umleggingin av psyki- atrisku skipanini ikki gekk sum ætlað. Nógva staðni kiksaði hetta fullkomuliga, serliga tí at tað gekk mun- andi skjótari at niðurleggja stovnarnar enn at útbyggja tað netið, sum skuldi taka sær av sjúklingunum úti í samfelagnum. Bústovanar manglaðu og eftirviðgerð- arskipanin var ikki nóg góð. Samstundis var ikki pláss á sjúkrahúsunum. Mangastaðni komu sálar- sjúk at ganga fyri vág og vind og uttan nakra við- gerð, so umleggingin hevði fyri mong við sær ser- stakliga óhepnar fylgjur. Sostatt var eingin heild í viðgerðini. Nógva staðni vísti tað seg, at ein av orsøkunum var, at tað vóru fleiri politiskar skipanir, sum fingu ábyrgdina av sjúklingunum, og at á- byrgdarbýti var ikki serliga greitt og at tær politisku skipanirnar ikki megnaðu at samstarva í neyðugan mun. Heildarpsykiatri Hesar mongu óhepnu royndirnar aðrastaðni frá lógu okkum eisini framm- arlaga í huganum, tá tað fyri góðum tveimum árum síðani varð farið undir at arbeiða við eini ætlan um hvussu psykiatri kundi skipast í Føroyum í fram- tíðini. Eingin grund var til at endurtaka tílíkar kiks- arar. Vit tóku til okkum hugtakið heildarpsykiatri, sum í stuttum snýr seg um, at skipanin skal lagast eftir sjúklinginum og tørvi hansara, og ikki umvent. Fyri sjúklingin skal verða ein samanhangur í tí viðgerðartilboðið hann fær, - tað skal virka sum ein heild. Skipanarliga sæð skal viðgerðartilboðið verða sett saman av trimum eindum. Hesar eru sjúkr- ahúspsykiatri, sum skal taka sær av teimum sjúk- lingum, sum eru soleiðis fyri, at tað fakliga verður mett skilabest at viðgera undir innleggjan. Annar partur er ambulant ella økispsykiatri, sum skal taka sær av eftirviðgerð av áður innløgdum sjúklingum og viðgerð av teimum, sum eru sálarsjúk, men ikki hava tørv á innleggjan. Síðsti parturin er sosial- psykiatri, sum skal taka sær av teimum, sum av sjúku síni eru komin soleiðis fyri, at tey ikki megna eitt heilt "vanligt" lív, men hava tørv á stuðli fyri at klára ger- andislívið. Herundir eisini, at summi hava tørv á serliga vardum bústaði. Í álitinum um heildar- psykiatri hevur verið lagdur dentur á, at hesir tríggir partarnir hanga óloysiliga saman. Tá arbeitt varð við hesum, varð tað eisini soleiðis, at allir tríggir partarnir politiskt hoyrdu undir somu fyrisiting og politiskt ræði, nevniliga tað táverandi Almanna- og heilsumálastýrið. Soleiðis varð hildið, at tann poltiski samanhangurin var til staðar. Men her hevur so tíðin yvirhálað og málsøkið er býtt sundur. Hetta hevur við sær at teir báðir part- arnir sjúkrahúspsykiatri og ambulant/økispsykiatri liggja undir Heilsumála- ráðum, meðan sosial- psykiatri liggur undir Al- mannamálaráðnum. So man kundi óttast fyri, at her var vandi á ferð. Tíverri kann sigast, at hesin óttin ikki hevur verið heilt ógrundaður. Aðalorðaskifti Seinasta árið hevur verið bíða eftir, at tað lovaða aðalorðaskiftið um Heild- arpsykiatri skuldi fara fram í Løgtinginum. Tolin trívst, og nú hevur so landsstýris- maðurin í Heilsumálum lagt fram sína frágreiðing til aðalorðaskiftið, sum skal verða í Løgtinginum her 8. apríl. Frágreiðingin er rættuliga áhugaverd, spenn- andi og lovandi fyri fram- tíðarinnar psykiatri. Her verður lagt upp til nógvar raðfestingar, sum ein kann vera bæði samdur og ósamdur við. Men endiliga sær út til, at tað verða gjørdar nakrar politiskar raðfestingar, sum arbeiðast kann fram eftir og sum eisini kunnu binda nakrar fíggjarligar síður upp í góða viljan. Hetta man eisini verða fyrsta yvir- ordnaða politiska viðgerðin av hvussu psykiatriska skipanin skal verða, síðani Løgtingið avgjørdi at biðja um at fáa eitt statshospital. Heildin burtur ? Men, men, men. Sum landsstýrismaðurin sigur, so snýr hansara frágreiðing seg um sjúkrahús- psykiatri og ambulantpsykiatri. Tað er eingin frágreiðing og uppskot lagt fram um politiska raðfesting av tí sosialpsykiatriska økinum ! Og fluks, so hendi nakað við "heildini" í skipanini. Teir tríggir partarnir hanga óloysiliga saman í tí praktiska veruleikanum - men eftir øllum at døma ikki í tí politiska. Men tað ber ikki til at tosa um heildarpsykiatri um ikki allir tríggir skipanarligu partarnir eru við. So verður tosað um helvtarpsykiatri í staðin, og vandin er fyri, at vit skulu gjøgnum somu haltandi royndir, sum hevur verið manga aðrastaðni, tí politisku skipanirnar ikki virka saman. Tað má í grundini ikki henda. Tað kann bara ikki bera til, at tað er so stórt "missing link" millum Heilsumála- ráðið og Almannamála- ráðið, at tað ikki ber til at samskipa sínar frágreið- ingar, raðfestingar og til- mæli til Løgtingið. Tingið kann ikki væl ikki taka støðu til eina heild, tá tað bara hevur helvtina av heildini at fyrihalda seg til, ella …? At ein yvirordnað rað- festing má vera á sosial- psykiatriska økinum er alneyðugt. Sigast skal, at tað hava verið gjørd onkur tiltøk (raðfestingar) á tí økinum seinasta árið - sum eisini benda á, at tann yvirordnaða reðfestingin manglar, - í øllum førum er hon ikki sjónlig. Vit sóu í fjør tað løgna, at peningur, sum Løgtingið hevði sett av til hetta endamál, ikki varð brúktur, júst av manglandi raðfesting, - og hetta má ikki henda aftur. Vit sóu at landsstýrið (undanfarna) játtaði einari kommunu fleiri milliónir til at niðurleggja bústaðir til sálarsjúk og stígur kom í byggingina av stovni til tey allar mest viðtiknu av sálarsjúku síni, men eisini at tað vóru keypt hús til nýtt sambýli har tørvurin ikki er av tí mesta. Tað skal tí verða vónin, at tað í Løgtinginum verður eitt gott aðalorðaskiftið um skipan av framtíðarinnar psykiatri í Føroyum, men at tingfólk eru varðug við týdningin av samlaðari raðfesting á økinum, og bera so í bandi, at hetta verður gjørt beinanvegin. Frá statshospitali til heildarpsykiatri Tormóður Stórá er lækni og ávegis til at verða serlækni í sálarsjúkum. Var samskipari av verkætlanini um heildarpsykiatri í Føroyum. Starvast í løtuni sum lækni í økispsykiatrisku skipanini í Københavns Amt Malena nýggjur formaður hjá Javna Á ársaðalfundinum hjá Javna leygardagin varð Malena Arn- holdsdóttir á Skála vald til formann. Diana í Puntabyrgi hevði longu framm- anundan boðað frá, at hon ikki tók við aft- urvali JAVNI Rúna Sivertsen Nýggi formaðurin hjá Javna legðist ikki á boðini, tá Sosialurin hevði hana í telefonini beint eftir fundin leygardagin. Hon nýtti beinanvegin høvi at seta ynski fram til frama fyri tey menningartarnaðu. - Skrivið nakrar lættlesi- ligar síður í Sosialinum, so tey menningartarnaðu eis- ini kunnu lesa tað og fáa gleði av blaðnum. Tað gera t.d. íslendingar við at nýta stuttar setningar, stórar stavir og myndir, segði Malena Arnholdsdóttir. Diana fór - Malena kom Felagið Javni hevði ársað- alfund á Hafnia leygar- dagin. Formansval var á skránni. Diana í Puntabyrgi tók ikki vid afturvali. Hon hevur verið virkin í Javna í 30 ár, harav formaður í til- samans 11 ár - seinast frá 2000-03. Malena Arnholdsdóttir á Skála var einasta evni til formansvalið hjá Javna. Malena er fødd tann 21. apríl 1952 í Fuglafirði, triðja barnið av seks hjá Steinvør og Arnhold Olsen. Hon eigur 4 børn, Margit, Arnvør, Jákup Petur og Ólav. Ólavur er 18 ár og er menningartarnaður. Eftir loknan fólkaskúla í 1970, fór Malena á bíbliu- skúla í Onglandi og Týsk- landi. Í 1976 tók hon út- búgving sum sjúkrasystir á Føroya Sjúkrasystraskúla og arbeiddi á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Árini 1978-80 starvaðist hon sum heimasjúkrasystir í Fuglafirði. Frá 1987-92 var hon leið- ari fyri dagrøktini á Skála. Seinastu trý árini hevur hon verið næstformaður hjá Javna. Í løtuni starvast hon á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, haðani hon nú fer at søkja um farloyvi. Til hon er leys úr starvinum har, fer Diana at røkja for- mansuppgávurnar hjá Javna. Tungt at lyfta arvin Áðrenn fundin heitti fel- agið Javni á Malenu um at taka formansstarvið á seg, nú Diana fór frá. Men ikki fyrrenn á fund- inum varð greitt, at hon fór at taka hetta ábyrgdarfulla starv á seg. Sum nývald takkaði Mal- ena fyri álitið. Hon segði, at hon vónar og biður eftir, at hon við Guds hjálp kann vera við til at bøta um kor- ini hjá teimum við menn- ingartarni, soleiðis at tey eisini kunnu fáa góðar um- støður at liva og virka í her í Føroyum. Malena takkaði eisini Dianu fyri hennara tíð í Javna og segði, at tað verð- ur tungt at lyfta arvin eftir hana, sum hevur verið ein framúr talskvinna fyri tey menningartarnaðu og avvarðandi teirra. - Eg fari at halda á á somu kós og leggja dent á at hava eitt gott samtarv við allar partar, segði hon. Víðari segði nýggi for- maðurin, at eitt av grund- sjónarmiðunum hjá Javna er, at fólk við menningar- tarni hava sama virði, somu grundleggjandi tørvir og rættindi sum onnur. - Tí mugu vit arbeiða ímóti, at tey fáa síni rætt- indi, sigur hon. Frá Javna, handaði Kristianna Kjærbo Dianu eina gávu, sum tøkk fyri trúgva og góða tænastu. Nýggja nevndin Umframt Malenu eru í nevndini, Óli Wolles, Søld- arfirði, Eirikur Dam, Streymnes, Torfinn Hentze og Turid B. Jacobsen, Havn, Sigrun Wardum og Jarvin F. Hansen, Hoyvík. Nevndin skipar seg sjálv við næstformanni, skrivara og kassameistara. Landsstevnan hjá Javna verður 25. og 26. apríl. Árs- veitslan verður hildin á Hotel Føroyum leygar- kvøldið tann 26. apríl. Malena: Malena Arnholdsdóttir er nýggjur formaður hjá Javna. Felagið heitti á hana um at stilla upp til formann, men ikki fyrrenn á fundinum varð greitt, um hon fór at taka starvið á seg (Mynd Áki Bertholdsen) Aftur í ár fer Javni at hava ársveitslu. Hesa ferð verður hon á Hotel Føroyum. Myndin av Jón og Mirjam er tikin á veitsluni á Strondum í fjør. Veitslunar hjá Javna eru nakað heilt fyri seg, so hana gleða øll seg til (Mynd Rúna Sivertsen) C M Y K 13 12