týsdagur 8. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 8. apríl 2003
15
Felagið Vágar
Lýsir eftir fólki til kunningarstovuna
og kunningardiskin í Vágum
Í sambandi við at Felagið Vágar yvirtekur kunning-
ardiskin á flogvøllinum, verður hervið lýst eftir
tveimum fólkum í fulltíðarstarvi til at byrja 22. apríl
ella skjótast til ber.Annað starvið verður á kunning-
ardiskinum burturav, meðan hitt verður býtt mill-
um kunningardiskin á flogvøllinum og kunningar-
stovuna í Miðvági. Viðmerkjast skal at talan er um
skiftandi arbeiðstíðir.
Arbeiðsøki
Arbeiðið á kunningarstovuni umfatar
millum annað:
• at vegleiða ferðafólk
• at vísa á gistingar-,útferðar- og samferðslumøgu-
leikar í Føroyum
• at útflýggja ferðaseðlar
• at umsita tax-free kvittanir
Arbeiðið á kunningarstovuni umfatar
millum annað:
• at selja útferðir hjá ferðavinnuni í Vágum
• at taka sær av bókhaldi felagsins
• at umsita útleigan av summarhúsum v.m.
Førleikar
Umsøkjarin skal vera fyrikomandi og hava góðan
málkunnleika. Royndir innan ferðavinnu og aðrar
tænastuvinnur er ein fyrimunur, men ikki nøkur
treyt. Somuleiðis skal umsøkjarin hava teldukunn-
leika á brúkarastøð. Tann, ið settur verður til at ar-
beiða partvís á kunningarstovuni, skal helst hava
royndir við bókhaldi.
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Terja Nielsen, kunn-
ingarleiðara, tlf. 333455 ella 213455.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgv-
ing og royndir skal sendast til Felagið Vágar, 370
Miðvágur og vera okkum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 11. apríl kl. 12.00.
Frá Føroya
Arbeiðarafelag
Boðað verður til fundar fyri allar dagrøktar-
mammur,ið arbeiða innan øki hjá Føroya Arbeið-
arafelag.
Fundurin verður mikukvøldið 9. apríl 2003 kl.
18.30 í hølum Føroya Arbeiðarafelags, Tjarnar-
deild 7.
Fundarskrá: Sáttmálaviðurskifti.
Føroya Arbeiðarafelag
Pedagogur til
Sambýlini á Mýrini
Innan Almannamálaráðið og stovnum undir tí, við
tænastu inntil víðari á Sambýlinum á Mýrini 4-6 í
Hoyvík, er eitt pedagogstarv leyst til setan 1. mai
2003 ella eftir nærri avtalu.
Starvið verður sett eftir sáttmálum millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri tænastu-
mannasettar pedagogar,lønarstigini 24,25,27,28,30
og 31.
Sambýlini á Mýrini eru heim hjá tíggju vaksnum
menningartarnaðum fólkum, sum krevja hjálp og
vegleiðing í gerandisdegnum.Talan verður um dag,
kvøld og náttarvaktir.
Týdningur verður lagdur á, at umsøkjarar hava
fakliga vitan, hava góð samstarvs- og innlivingar-
evni og eru áhugaðir í at útbúgva seg meira.
Arbeiðsroyndir innan serøkið er ein fyrimunur.
Bert fólk, sum hava lokið námsfrøðiligt prógv ella
líknandi prógv verða sett sum pedagogar, men um
ikki pedagogur verður settur, so verður starvið sett
tíðaravmarkað við hjálparfólki, sett eftir hjálpar-
fólkasáttmálanum.
Meira fæst at vita við at venda sær til varaleiðaran á
telefon 31 1478 ella 21 9958. Umsóknarfreistin er
15. apríl 2003 og skulu umsóknirnar sendast til:
Sambýlini á Mýrini
Att.Varaleiðarin
Á Mýrini 4-6
Fo-188 Hoyvík
Starvsfólk til
útibólk
Verkstaðið Vón er ein vardur verkstaður fyri vaks-
in menningartarna fólk. Vit sóknast eftir einum
starvsfólki til ein útibólk, sum eftir ætlan skal
byrja 1. mai ella eftir nærri avtalu. Talan er um
eina fyribilssetan fram til 1. januar 2004. Starvið
verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjar-
málastýrið og Føroya Pedagogfelag.
Útibólkurin
verður
eitt
tíðaravmarkað
royndartilboð til verandi og komandi arbeiðsfólk
á verkstaðnum.
Tann sum settur verður skal saman við verandi
starvsfólkum, skipa ein tryggan, skipaðan og
mennandi gerandisdag fyri arbeiðsfólkini.
Arbeiðsuppgávan verður m.a. at viðlíkahalda
urtagarðar, økir og bygningar undir Serforsorg-
ini.
Týdningur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur
handalig evni, hevur áræði at ganga nýggjar
leiðir á pedagogiska økinum, hevur evni og vilja
at samstarva á øllum økjum. Arbeiðsroyndir
innan serøkið er ein fyrimunur.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á telefon 314288 lokal 10 ella á
fartelefon 214288.Skrivlig umsókn,við prógvum,
viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi innan 15
apríl 2003.
Verkstaðið Vón
Postsmoga 2003
Fo-165 Argir
Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík
Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78
• Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald
• Seta gravsteinar upp v.m.
• Gera tún við flisum ella oljugrúsi
• Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a.
Spyr - tað kostar einki!
Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta
Avloysari fyri
stuðulsfólk
Søkt verður eftir 1 avloysara fyri stuðulspedagog
til 6 ára gamalt barn í Klaksvík,fyribils í 3 mánaðir,
at byrja 01. mai 2003.
Arbeiðið hjá stuðlinum er at stimbra barnið máls-
liga, sosialt og annars gera dagin innihaldsríkan.
Arbeiðið er fyri tað mesta á barnagarðsstovu.
Arbeiðið er í tøttum samstarvi við familjuna,
stuðulsráðgevan og barnagarðin.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna og er fyribils
til 1. august 2003.
Ynskiligt er at tann, ið settur verður, hevur
hóskandi fakliga útbúgving ella royndir.
Setan sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Føroya Landsstýri.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til stuð-
ulsvegleiðaran Jórun Niclasen á tlf. 410000.
Umsóknir saman við møguligum avritum av
prógvi verða at senda til:
Klaksvíkar kommunu
Barnaverndarnevndina
Postboks 2
FO-700 Klaksvík
í seinasta lagi 22. apríl 2003.
Laboratoriið
í Tórshavn
er stongt 14., 15. og 16. apríl 2003.
Laboratoriið
í Runavík
er stongt 15. og 22. apríl 2003.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
15
14
Nr. 68 - 8. apríl 2003
- Nú verður ein eftir-
meting gjørd, sum fer
at vísa, um bústevn-
an, Hús og Innbúgv
2003, verður eitt
afturvendandi tiltak
ella ikki, sigur Hans
Petur Ellingsgaard
BÚSTEVNAN
Vilmund Jacobsen
Nógv arbeiði stendst av at
fyrireika og rigga til eina so
stóra sølustevnu sum hana,
ið seinasta vikuskiftið var í
Ítróttarhøllini í Runavík.
Alt skal fáast at hanga
saman til røttu tíðina, og tá
ið latið verður upp, skulu
helst eingir – ella minst
møguligir – snøklar hanga
eftir, sum ikki eru komnir
uppá pláss.
Slíkar fyrireikingar taka
drúgva tíð.
Men tað eru ikki bara
fyrireikararnir, sum hava
tað strævið teir dagar,
stevnan varar. Tað er eisini
strævið at vera tann ella tey,
sum skulu sýna fram sítt
útboð. Nógv koyring og
langir dagar á básinum, og
tá ið so seinasti tímin á
sølustevnuni er komin, er
tíð at hugsa um at rigga av
og fáa vøruna í hús aftur.
Onkur er væl nøgdur,
vónandi tey flestu; onnur
spyrja seg sjálvi, um hetta
nú var stríðið vert.
Samstundis, sum hetta
eru strævnir dagar, eru teir
vanliga eisini hugnaligir –
og ikki sørt spennandi. Tú
møtir
nógvum
fólki.
Summi koma av forvitni,
onnur tí tey leita eftir tí,
sum júst tú hevur at bjóða.
Eydnaðist væl
Mánamorgunin hitti Sosial-
urin ein av fyrireikarunum
til bústevnuna, Hús og Inn-
búgv, Hans Petur Ellings-
gaard.
Hann sigur, at enn er ikki
endaliga uppgjørt, hvussu
tiltakið
hevur
vignast
fíggjarliga, men fyrireikar-
arnir eru væl nøgdir við
undirtøkuna, sum bústevn-
an hevur fingið.
- Veðrið helt sær ógvu-
liga væl stevnudagarnar, og
vit høvdu rættiliga nógv
vitjandi.
Hvussu
stórt
samlaða talið av vitjandi er,
vita vit ikki enn.
Hans Petur sigur, at
fríggjadagin var ikki so
nógv fólk inni á gólvinum,
men leygardagin var nógv
fólk, og sunnudagin vóru
uppaftur fleiri.
Spurdur, um talið av vitj-
andi fer yvir 2000, heldur
hann, at gestirnir vóru nógv
fleiri enn so.
- Nú verður ein eftir-
meting gjørd, sum fer at
vísa, hvussu bústevnan
vignaðist, bæði hjá okkum
fyrireikarum og hjá teimum
50 fyritøkunum, sum við
vóru.
Hann sigur, at soleiðis,
sum framsýnararnir, ið teir
hava tosað við, hava latið
frætta, er væl komið burtur
úr.
- Og tað er hetta, sum í
fyrsta lagi var endamálið
við stevnuni hesaferð - at
sjálvt tiltakið skuldi eydn-
ast væl við nógvum vitjandi
og at tær fyritøkur, sum við
vóru, kundu fáa nakað
burtur úr.
Hans Petur sigur, at eisini
tey vitjandi vístu seg at vera
væl nøgd við umstøðurnar
rundan um bústevnuna.
- Eg haldi, at tiltakið sum
heild eydnaðist til fulnar.
Hann sigur, at tá ið
tjaldið varð sett upp sein-
asta hósdag, var frískur
vindur, og tað sá eitt sindur
møtumikið út, tí dúkurin
hevði hug at larma ímóti
konstruktiónini.
- Men tíbetur blíðkaði
hann veðrið, soleiðis at
eingir trupulleikar vóru av
hesum, tá ið stevnan læt
upp fríggjadagin.
Hans Petur vísir á, at
konstruktiónin, sum ber
tjaldinum uppi, er sterk og
fer ongan veg, men hann
ivast í, um tjaldið hevði
verið so væl egnað, um
nógvur vindur stóð á.
- Men hetta er avgjørt ein
góð loysn um summarið, tá
ið veðrið er gott, sigur
hann.
Í tjaldinum vóru 20 av
teimum tilsamans 45 bás-
unum.
Avrigging
Tá ið vit tosaðu við Hans
Petur mánamorgunin, vóru
teir í holt við at rigga av
aftur.
- Flestu básarnir vórðu
tiknir niðuraftur í gjár-
kvøldið og síðstu nátt, og tá
ið dagurin í dag er av,
trúgvi eg, at alt er ruddað
burtur aftur.
Hann sigur, at summir
framsýnarar høvdu timbur-
menn við sær, og teir vóru
eisini í holt við at taka
niður, tá ið vit frættu.
- Tjaldið er ikki komið
niðuraftur enn, men tað
verður tikið niður í dag og í
morgin, sigur Hans Petur
Ellingsgaard.
Spurdur, hví fyrireikar-
arnir ikki høvdu eitt hvørt
skipað undirhald á bú-
stevnuni, sigur hann, at
ymiskar meiningar eru um,
hvønn týdning hetta hevur
á eini slíkari stevnu.
- Men tað var nú ikki sørt
av undirhaldi kortini. Alex
Bærentsen og Terji Vester-
gaard, sum vóru við á bás-
unum, upptraðkaðu einar
fýra ferðir og undirhildu
við sangi og tónleiki.
Hans Petur sigur, at tað
var við vilja, at einki skipað
undirhald var á bústevnuni.
- Vit hildu, at framsýn-
ararnir og tey, sum vitjaðu
framsýningina, skuldu fáa
høvi at konsentrera seg um
tað, sum stevnan hevði at
bjóða.
Vit
vildu
ikki
"lokka" fólk í høllina fyri
undirhaldi skyld, men við
tí, teir mongu framsýnar-
arnir høvdu at vísa fram,
sigur Hans Petur Ellings-
gaard at enda.
Nógv fólk á bústevnu í Runavík
Eitt stórt og væl fyriskipað tiltak í ítróttarhøllini í Runavík. - Eg haldi, at tiltakið sum heild eydnaðist til fulnar, sigur Hans Petur
Ellingsgaard, ein av fyrireikarunum.
Mynd: Jens Kr. Vang
50 framsýnarar á 45 básum vóru við á bústevnuni, Hús og Innbúgv 2003.
- Nú verður ein eftirmeting gjørd, sum fer at vísa, um tiltakið verður endurtikið, siga stigtakararnir.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
14