Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UR EG A Nr. 21 — 31. januar 1992 ] 0 9017-11 Tabletter/Tablettia Halcion? 0,25 mg 5 100 tobi ' Hølcion” 0,25 my = Friezekm. Var 18 95 70 pr 30 Tabletter /Tablettia Halcion” 0,25 mg Triazolam. Vnr 1995 39 Sålarlæknin lan Oswald sigur, at Upjohn hevur snytt vid upplysningum til teir amerikansku heilsumyndu- leikarnar um soviheilivågin, Halcion Halcion, heimsins mest nytti soviheilivågur Endar í rættinum Heilivágsfyritókan Upjohn hevur lagt trý endur gjaldskróv fram í rættin í Bretlandi, hetta kemst av at Upjohn metir, at nakað av tí, sum seinastu tíðina er komið Halcion er "bakbit". Fyritøkan sigur at teirra umdømi er skatt av ábreiðslum, sum tann skotski professarin Ian Oswald hevur sett fram í BBC og Sunday Express hava vidgjørt. —Vit taka hetta ógvuliga álvarsamt. Vit kunnu íkki góðtaka, at álop, sum sáðar iva um okkara trú- virði, ikki verður mótmælt av tí almenna, sigur tals- kvinnan hjá Upjohn, Kaye Bennett. Halcion varð bannað í Stórabretlandi í oktober í fjør. Sakarmálini eru móti BBC og journalistinum Tom Mangold, sum 14. oktober í fjør vórðu i sjónvarpinum vid send- ingini "Ræduleikin Hal- cion". Sakarmálið móti Oswald kemur eftir eina grein, sum hann hevði í New York Times, har hann kemur við ákærum móti Upjohn. Blaðið er ikki stevnt. Vandamikið Halcion var nógv um- talað í alheimspressuni í fjør. Hetta er ein sovi- heilivágur og kanningar vísa, at fólk kunnu fáa hallucinatiónir, síggja yvir seg og missa minni í eina stutta tíð, um tey nýta nógv av hesum heilivági. Teir amerikansku heilsumynduleikarnir hava nú sett kanningar í verk um trygdina við nýtslu av halcion, sama er galdandi í Týsklandi og Fraklandi. Sendingin í BBC setti spurnartekin við hví heili- vágurin framvegis var loyvdur, tá so nógv ivamál vórðu um trygdina. Man- gold hevði samrødu við teir leiðandi umboðsmenn hjá Ugjohn, men hesir rýmdu mitt undir sam- rødunum. Mangold hevði eisini samrødu við ein fyrrverandi politiovasta, William Freeman., sum nú situr fongslaður fyri livs- tíð, dømdur fyri morð. Áðrenn drápið hevði hann nýtt heilivágin halcion, og hann legði merki til sinnalagsbroytingar av hesum., skrivar AP. Drap mammuna Tað stóra orðaskiftið um hjáárinini av nýtslu av halcion byrjaði í 1989, tá ein amerikonsk kvinna, Ilo Grundberg, varð fríkend fyri drápsákæru, tí hon hevði nýtt Halcion eitt ár undan drápinum. Hon hevði dripið 83 ára gomlu móður sína við átta skotum. Serfrødingar mettu, at hon íkki hevði gjørt hetta av fríum vilja, men heldur tí at hon var vorðin óð í høvdinum orsakað av halcion. Ilo Grundberg legði endurgjaldskrav uppá 21 milliónir dollars móti Up- john, tey komu til eina semju og hvussu nógv hon fekk burturúr veit eingin. Undir rættarsakini arbeiddi tann nú pen- sioneraði skotski sálar- læknin, dr. lan Oswald fyri sakførararnar hjá Ilo Grundberg. Hann fekk tí atgongd til kanningar- tilfarið, sum Upjohn hevði nýtt til at royna heilivágin. Í New York Times sigur hann, at Upjohn hevur snýtt við upplýsningum um hetta mál heilt aftur til 1972. Tað eru hesar skuld- setingar, sum Upjohn vil hava dømdar deyðar at vera. fram í í bretsku pressuni um Vilja steðga mær Við danska blaðið Aktuelt sigur lan Oswald, at hann stendur við tað sum hann hevur sagt. --Eg metið sakarmálið frá Upjohn sum eina roynd at steðga mær í at siga mína hugsan í eini hoyring, sum verður í týska heilsumálaráðnum 17. februar. Teir vita, at eg eri bjóðaður til hesa hoyring og teir royna alt hvat teir kunna at steðga mær at greiða frá teim loyndarfullu royndum, sum teir hava gjørt við halcion. Teir hava altíð sagt, at halcion er bert ein vanligur soviheilivágur, eins og so nógvir aðrir. Men seinastu 20 árini hava teir vita, at hann er annarleiðis, sigur lan Oswald. Halcion er heimsins mest nýtti soviheilivágur. jústinus Oyndfjarðar kirkja Lak niður á urguna --Tryggingin tekur ikki við, tí kirkjan bert er tryggjað móti vatnsleiðingsbroti og ongin vatnleiðing er í kirkjuni Vanligur síður er í Oyndarfirði, at lúkurnar í kirkjutorninum verða ikki afturlatnar millum ringingar sama dag. Hetta er fyri at vísa kirkjufólkinum, at okkurt hendir seinni í kirkjuni. Sunnumorgun verður ringt fyrstu ferð klokkan nýggju á rgni. So standa lúkurnar opnar til klokkan tólv, tá guðstænastan byrjar. V æl at merkja um ikki himmal og hav stendur í einum roki. Tað sama um farið verður í kirkju tvær reisur sama dag, so standa lúkumar opnar seinapartin Herfyri undan guðstænastu stóðu lúkurnar opnar, tað hevði kava eitt sindur og nakað av kava var komið inná gólvið í torninum. Kirkjan hevur júst fingið midstøduhita og kavin bránaði niður á urguna, sum stendur á kirkjuloftinum. Urgan kundi ikki brúkast aftaná og fólk mátti koma at umvæla hana. Erling Mortensen, fyrrverandi lærari og sitandi formaður í kirkjuráðnum, skilir ikki rættuliga tryggingina. Kirkjan er tryggjað móti vatnskada, men í hesum førinum tekur hon ikki við. Vit havan spurt á brunatryggingini. Teir siga, er kavin komin inn, bert orsakað av, at lúkurnar hava staðið opið, so tekur tryggingin ikki við. Av brunatryggingini verður sagt, at allar kirkjur eru tryggjadar móti vatnskaða orsakað av vatnleiðingsbroti. Sosialurin hevur fingið uppspurt, at tað eru ikki kirkjur í landinum, sum hava nakra vatnleiðing innlagda. Hesar rinda og hava gjørt í longri tíð, nógvan pening í trygging fyri eitt óhapp, sum íkki kann henda fyrr enn vatn verður lagt inní kirkjuna. jústinus x FRESA x BUKKA x KLIPPA ||{|pt. wenze! petersen, tf. 13873