Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Tað skal loysa seg at arheiða Arbeiðsloysistryggingin, ið landsstýrið mælir til at seta á stovn, verður ein serfóroysk skipan. Veitingin verður í mesta lagi 108.000 krónur um árið, tí tað skal loysa seg betur at arbeiða enn at liva av stuðli, sigur landsstýrið Øll skulu gjalda, løntak- arar sum arbeiðsgevarar, til arbeiðsloysistrygging- ina, ætlanin er at stovna. Mikudagin legði Jóan- nes Eidesgaard, landsstýr- ismadur uppskotið fyri løgungið. Sambært uppskotinum skulu arbeiðsgevarar gjalda tvey prosent av øllum lónum, ið útgoldnar verða. Løntakararvid A inntøku skulu somuleiðis gjalda tvey prosent. Tó er hámark sett, so eingin skal meira enn tvey prosent av arbeidaralønini hækkað 15 prosent. gJuca Fyri sjålvstødug vinnu- rekandi, B-skattgjaldarar, verður tryggingin bodin, men sjålv- tekna hesi trygging, gjalda tey somu is tvey prosent. Fyri jól legði ein ar- beiðsbólkur fram uppskot til arbeiðsloysistrygging Hetta uppskot fekk ikki so góða móttøku, men nú hevur landsstýrið so gjørt nakrar broytingar og lagt uppskotið fyri úngið Ein meting sigur, at í Føroyum eru nú 1400 arbeiðsleys. Hvussu nógv arbeiðsloysið er økt sein astu tvey trý árini sæst væl á, at útgjaldingin efur for- sorgarlógini er so nóg okt. í 1988 1,4 mió. krónur, í 1989 3,4 mió. krónur, í 1990 18,9 mió. krónur og í fjór 46,6 mió. krónur. Einki bendir á, at arbeiðið | er blivið til fleiri hendur. Figgja sjálv Landsstýrið mælir til, at | fakfeløg og arbeidsgevar- | ar sjálv skulu umsita og fíggja skipanina. Men landsstýrið skal velja nevndina og áseta reglu- mar. Landskassin skal íkki luttaka fíggjarliga í skip- anini. Tó rindar tað al- menna sum arbeiðsgevari 2 prosent av lønunum til skipanina, og landsstýrið ætlar at gjalda 20 mió. krónur til stovnsfæið sum eingangsgjald. Eingin fær meira Reglurnar verða, at fólk kunnu fáa upp til 70 % av fullari månadarløn sam- bært såttmålanum millum Føroya Arbeidarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafel- ag. Eingin kann fåa meira Hevur inntøkan hjá fólki verið lægri enn 40 tíma arbeiðsvika, verður veit- ngin minni. Veiungin verður roknað út eftur Á inntøkuni teir seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn trygg- ingartakarin bleiv arbeiðs- leysur Um fólk missa arbeiði av egnum ávum, missa tey rætt ul tryggingarútgjald í fýra vikur. Tað sama er um fólk uttan haldgóða grund siga seg úr starvi Hava váttan Tá ein skal søkja um stuðul, skulu fólk leggja fram váttan frá arbeiðs- gevara um uppsøgnin, og arbeiðsávísingin, ið eisini Skal setast á stovn, skal so kanna, um nakað arbeiði er at fáa. Um so er ikki er, verður arbeiðsloysisstuð- ulin útgoldin. Timalønt fáa stuðul frá 2. arbeiðsloys- isdegi, fastlønt og sjálv- stødugt vinnurekandi frá 5. arbeiðsloysisdegi Serlig skipan Ein serlig útrokningar- skipan er gjørd fyri fólkini á fiskavirkjum. Teirra veiting verður roknað út einaferð um vikuna og everður frå 9. arbeiðsloys- istima. Reglurnar fyri físki- menn og útróðrarmenn eru ikki lýstar út í æsir. Tað Skulu nærri útgreinast av stýrinum fyri skipanina. Rætturin tl trygging fellur burtur, tá fólk í trý ár hava fingið útgjald í 454 dagar. Hetta svarar til arbeiðsloysi í tvey ár av trimum. Um einki arbeiði tá er at fáa, kunnu fólk fáa for- sorgarhjålp. Minni í forsorgarhjálp Og tær veitingarnar verða minkaðar, samstundis sum arbeidsloysistryggingin verður sett á stovn. Sam- bært viðmerkingunum hjá landsstýrinum ul álitið kunnu hesar veitingar, ið eru skattafríar sum er gerast rættiliga høgan. Míðaltalið er 5.500 krónur, men landsstýrið nevnir dómi um veitingar uppá kr. 10 og 11 túsund krónur. Tað ber ikki til at útgjalda meira yvir for- sorgarlógina enn gjøgnum arbeidsloyistrygginginia, og ti er samtykt at lækka forsorgarlógarveitingina til fólkapensiónsgrund- upphæddog kanska barna- viðbót. Ein grundgevingin fyri, at tryggingarútgjaldið er so lágt er, at tað ikki skal loysa seg betur at vera arbeiðsleys enn at arbeiða. Vænta pengarnar at røkka I viðmerkingunum til upp- skotið verður sagt, at landsstýrið væntar, at 60 miøo krónur koma inn um árið frå løntakarunum, og 80 mió, krónur frå arbeiðs- gevarunum, tilsamans 140 mió. krónur. Tørvurin á pengum við 1400 arbeiðs- leysum er settur til 125 mi6. krénur. Skipanin verður fyri allar løntakarar í Føroyum millum 16 og 67 ár, tøkir á arbeiðsmarknaðinum. Tey fáaskyldu at tekna seg til tryggingina. på randi Verður nógv Nr. 21 — 31. januar 1992 verri enn nú Paulina Jakobsen, forkvinna í Sjúkraystrafelag Fóroya, óttast avleiðingarnar, um arbeiðs- loysistryggingin verður, sum landsstýrið hevur skotið upp. Eftir stuttari tíð fáaa vit ein hóp av fólki, sum fellur uttanfyri tryggingina, og tey verða nógv verri fyri enn nú, væntar Paulina Jakobsen Tá álitið hjá arbeiðsbólk- mum ul arbeiðsloysis- trygging varð almanna- kunngjørt um ársskiftið, komu mótmæli frá øllum fakfeløgum. Nú hevur landsstýrið broytt uppskotið, og tað eru nøkur fegin um. Felggini vid timaløntum fólki eru nøgd. Men feløgini hjå fast- løntum starvsfólkum eru langt burturfrá nøgd. Ikki tí tey hava nakað ímóti at gjalda, men tey halda ikki skipanina vera nóg góða. Paulina Jakobsen, for- kvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya, hevur ilt við at skilja, hví arbeiðarafelggini eru so næl nøgd. Skipanin verður frægast fyri fólk á fiskavirkjum. Men so er eisini alt sagt. Tey, sum veruliga hava brúk fyri hjálp, tí tey einki arbeiði hava, verða nógv verri fyri enn nú við galdandi for- sorgarhjálp. Paulinaereisini bilsin um mannagongdina hjá lands- stýrinum. Fyrst skuldi tað vera ein valfrí skipan, men tá skipanin ikki fekk und- irtøku, verður uppskot nú lagt fram um at gera skip- anina tvungna. Ikki við góðum - Tað kundi bent á, at landsstýri innast inni veit. at tað er ein vánalig skipan. Tey vita, at fólk ikki sjálv- boðin vilja hesa trygging, og tí verður hon gjørd tvungin, sigur hon. Paulina hevur framvegis fleiri spurningar, sum eing- in enn hevur kunnað svarað henni, viðvíkjandi skip- anini. T.d. nevnir uppskotið timalønt á fiskavirkjunum. tryggingarútgjaldið hjá teimum, verður roknað einaferð um vikuna. Hvussu við gðrum tíma- løntum? spyr Paulina. Hon er bersøgin i sinum vidmerkingum úl tey fakfeløg, sum tala fyri hesi skipanini. Paulina Jakobsen, forkvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya, hevur lítið gott at síga um uppskotið til arbeiðsloysis- trygging Attu at fyrireikað seg - Eg haldi tað vera ógvuliga ússaligt av fakfeløgunum nú at rópa so hart, ti tey kundu sjálv havt fyrireikað seg, áðrenn stødan bleiv so vánalig, sigur Paulina. Sjúkrasysuarnar = hava fyrireikað seg eitt sindur til arbeiðsloys og hava ein grunn, tær hava goldið til. Men tað er so óvist, hvussu tann grunnurin skal nýtast, nú ætlanin er at stovna felags arbeiðsloysistrygg- ing. Paulina heldur, at fel- øgini kundu havt gjørt grunn í felag. Hon harmast um, at fast- lønt altíð fáa brigslað, at tey ikkieru nóg solidarisk við teimum lægst løntu. - Tað er í lagi við soli- dariteti, men solidaritetur kann ikki bara vera gald- andi fyri útvald fólk. Eingin hevur einkarrætt uppá at fáa solidaritet frá øðrum, sigur Paulina. Hon heldur ikki, arbeið- arafeløgini hugsa nóg langt, tá tey taka undir við skip- anini, ið ætlanin er at seta á stovn. Tey fáa eisini minni og minni, men tað tekur baralongri tíð hjá teimum at koma so langt niður í vei- ting, at tey ikki kunnu liva. Nógv bukka undir - Tað, sum eg beri ótta fyri, er, at tað verður so, at nøkur klára seg, men tað verða samstundis heilt nógv, sum ongantíð koma uppundan. Tað er ófatiligt, at fólk, sum sjálv sita væl, kunnu finna uppá at taka avgerð um eina slíka skipan, sigur Paulina. Utgjaldið verður nógv minni enn arbeiðsleys í øðrum londum fáa. - Og so mugu vit leggja aftrat, at vit heldur ikki hava somu sosialu tilbod sum aðrastaðni. T.d. noyðast fólk at eiga hús, tí ongar almennar íbúðir eru. Nú verða allar fortreytirnar burtur hjá teimum ungu at liva, sum hava sett %g fyri hús, sigur hon. Uppskotið um arbeiðs- loysistrygging er esiini dýrt fyri fakfelagsrørsluna í Før- oyum, heldur Paulina. Kílar eru komnir ímillum, og samráðingarrætturin er burtur. Tað er dýrur prísur. sigur hon. randi VEKUR EA AA AA — — 0