Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FO | Nr. 21 — 31. januar 1992 ——EJJÁ tíðindablaðið Sjónvarp Føroya Síða 9 Fríggjadagin kl. 21.25: Jarlurin í Hollywood Arnold Schwartzenegger, sum aftur hev- ur sett met við filminum >Terminator 2« tosar um bern og actionfilmar við Jarl Friis Mikkelsen. Leikstjórin James Cameron greiðir frá framtíðarfilmum. og vit hitta danan Sven Ole Thorsen. Fríggjadagin kl. 21.55: #3 Morse (John Thaw) Tað er kríggj í bryggjarí-familjuni Rad- ford. Eitt multinationalt felag ætlar at keypa gamla, enska bryggjaríið. Bæði stjórin, Trevor Radford og ein annar í familjuni verða myrd. Morse noyðist langt aftur í søguna fyri at gera kanning- ar um morðini. Uppgávan er trupul og so hendir triðja morðið Leygardagin kl. 21.20: Flogfør, tok og bilar Neal (Steve Martin) er á veg heim úr New York til Chicago, har familjan bíðar eftir honum, tí veitsla skal vera. Á vegnum metir hann Del (John Candy). Hesin prátar alla tíðina, og Neal argast inn á hann. Teir eru sera ymiskir, men lagnan lagar seg soleiðis, at teir fylgjast eina langa ferð, sum verður sera trupul Leygardagin kl. 22.55: Eddie Skoller Peter Ustinov Amerikanski sjónleikarin Peter Ustinox vitjar Eddie Skoller. Peter Ustinov er m.a. kendur fyri leiklutir sínar sum de- tektivurin Hercule Poirot í Agathu Christe kriminalfilminum »Deydin á Nilen«. Sunnudagin kl. 16.25: Mirakul søkist £ Greg Spottiswood og Zachary Bennett Hesin prislønti canadiski filmurin gong- ur fyri seg i Toronto og har um leiðir i 1935. Ryan býr saman við mammu síni, Eftir trý ár hjá skyldfolki, kemur yngri beiggi hansara heim, og tá noyðist Ryan at ansa honum. Ryan hevur fingið arbeiði í summarfrítíðini. Sunnudagin kl. 19.25: Gleðin er størst Tá ið fýra ára gamli Sune, sonur Bettinu. fekk staðfest sjúkuna leukæmi, varð hon sjálvandi skelkað. Bettina greiðir her frá teimum tiggju mánaðunum, har ótti. 6- vissa og tunglyndi valdaðu, men tíðin gav henni eisini nógvar eyka kreftir, sleði og vilian til at vinna. Sunnudagin kl. 18.20: 13 ár og musikari 13 ára gamli Werner von Schnitzler er eitt musikalskt flogvit við fiól síni, men hann er eisini ein vanligur smádrongur, sum dámar at spæla og beistast. Vit skulu síggja hann tveir dagar í Keyp- mannahavn. Werner von Schnitzler er týskari og luttók í mai mánaða í fjor sam- an við 10 eðrum ungum úr Europa í eini konsert í Radiohúsinum í Keypmanna- havn. Har gjerdist dirigenturin Michael Schønwandt so hugtikin av honum. at hann bað hann koma at vera við í eini konsert í Odd Fellow Palenum við Collegium Musicum. Á skránni var Mendelsohns Violinkonsert við Werner von Schnitzler sum solisti. Men vit skulu eisini síggja drongin, tá ið hann ikki spælir fiól og hoyra hann greiða frá lívi sínum. Honum dámar eis- ini væl at spæla tennis og onkuntíð hevur hann brotið ein fingur eisini. Marianne Montell leggur sendingina til rættis. Sunnudagin kl. 22.10: Burturflutt 4:6 Marianne hevur fingið samband við ein sakferara, Tom Wainwright, sum ferir sakina fyri hana. Hann fer til Pakistan at hitta advokatin hjá Salim. Tá ið Mari- anne sjálv seinni fer til Pakistan, gerst hon ovfarin at síggja, hvussu væl bernini ru fallin til í Pakistan John Wayne og Victor McLaglen Týsdagin kl. 21.10: Tann tigandi *3 John Wayne og Maureen O'Hara John Wayne er í Írlandi. Hann spælir ein fyrrverandi nevaleikari, sum vendir heim til heimbý sín at liva í friði. Hann verður forelskaður í einari gentu haðani. men hinir íbúgvarnir skulu góðtaka hann, áðrenn hann fær hana. Hetta elvir til ein í filmssøguni longsta og stuttligasta bar- Hósdagin kl. 21.55: Carmen sum ísdansur Franska tónaskaldið George Bizet hevur gjørt hetta meistaraverkið, operaina Carmen, sum her verður send í einari óvanligari »version«. Nakrir av heimsins bestu skoyturenn- arum framfera verkið sum ísdansur. Upptekan er úr Sevilla, har ein stór skoytubreyt er gjørd til sama endamál. Hevuðsleiklutin sum sigøjnaragentan Carmen hevur heimsmeistarin i skoytu- renning, Katarina Witt. Brian Boitano dansar sum Don José. Aðrir dansarar eru Brian Orser, Yvonne Retzer Gomez og Otto Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist å tif. 15616