Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rå ; == === Marita Petersen, landsstyriskvinna fyrireikar nytt FREE MAMUDDSFOR takast av Fri kapping millum øll tryggingarfeløg skråsett i Før oyum. Bæði verandi og møguliga komandi Møguliga longu á ólav- søku fer landsstyriskvinn- an i tryggingarmålum, Marita Petersen, at leggja uppskot fyri tingid um broyting i tryggingarvidur- skiftunum i Føroyum. Just hvussu uppskotið fer at siggja ut er ov tidliga at siga, men at verandi eink- arrættur hjå Tryggingar- sambandinum Føroyar fer í søguni, er lítið at ivast í. Marita Petersen sigur, at hon kundi hugsa sær eina skipan, har øll verandi tryggingarfeløg kundu kappast sinåmillum, eins og onnur nyggj kundu sloppid upp i part. Væl at merkja. Øll skulu tey verda skråsett i Føroyum. Teir fyra meguleikarnir Í 1986 setti táverandi landsstýri eina nevnd at kanna tryggingarviður- skiftini i Føroyum. I 1989 kom nevndin við eini frágreiðing til landsstýrið, uttan tó at siga hvussu hon kundi hugsað sær at trygg- ingin varð skipað fram- yvir. Nevndin fekk síðani nýggjan arbeiðssetning frá landsstýrinum, og skuldi koma við síni hugsan um hvat best var at gera. Tá nevndin vendi aftur til landsstýrið í 1990 vóru fýra møguleikar nevndir. At varðveita núverandi skipan, frí kapping millum verandi deildir, allar ver- andi deildir í eina, og tann meira liberali møguleikin: at lata verandi og møgu- liga nýggj feløg, epg i Føroyum, fåa loyvi til a ggingar. Sum skilst var nevndin ikki sinnad at mæla til at arðveita verandi skipan, heldur ikki at tekna Lr bert verandi feløg kundu fáa kappast. At eisini onnur kundu koma upp i - rt helt nevndin vera í lagi, og hendan møguleika er landsstýriskvinnan eis- ini sinnað til at kanna nærri. Trygging og EF Spurningurin um hvussu verður við føroysku trygg- ingini í samband við av- taluna við EF hevur mang- an verið frammi. Hesi viðurskifti hevur 1 OYVI at Nr. 21 — 31. januar 1992 F F Møguliga longu å lav søku få fer landsstyriskvinnan i tryggingarmálum Marita Petersen, at koma við uppskoti um í broy la ] føroy sku tryggingarvidurskiftini. Mynd: Kalmar andstsýrisk vinnan eisini de lá nýggja tryggingar- ppskotid s skal skriv ast. gm Petersen sigur, á eitt sjónarmið er, at mono- polið kann hjálpa okkum ul at varðveita reint før- oyskt tryggingarvirksemi. Onnur halda, at best er í góðari tíð at brynja okkum út til eina kapping á økinum, so vit kunnu standa okkum betri mót- vegis møguligari kapping aðrastaðni frá. Sum skilst hevur landsstýriskvinnan lyndi til at halda seg til seinra sjónarmiðið. tór.- Kommunubólkurin farin til arbeiðis Arbeiðsbólkurin, sum skal gera tilmæli um nýtt ábyrgdarbýti millum land og kommunu hevur havt sín fyrsta fund Kjartan Kristiansen, menningarstjóri er formaður í kommunubólkinum. Mynd: Kalmar Herfyri samtykti lands- stýrið at seta ein arbeiðs- bólk at gera tilmæli um hvussu ábyrgdarbýtið eig- ur at vera millum land og kommunu. Hesir bólkurin hevði sín fyrsta fund miku- morgunin, og skal vera liðugur við arbeiði sítt til ólavsgku. Hetta upplýsti Jógvan Sn landsstýrismað- ur í kommunumálum í tinginum mikudagin. Hann segði, at nýggja býtið mill- um land og komunu skal helst virka frá 1. januar komandi. Tingmenn vildu fegnir hava at vita hver mannaði arbeiðsbólkin, og tað hevði kommunumálaráðharrin einki ímóti at upplýsa. Kjartan Kristiansen, menningarstjóri er formað- ur. Hinir nevndarlimirnir eru Kári Petersen, fíggjar- stjóri í Tinganesi, Jógvan K. Mørkøre, formaður í Kommunufelagnum, Óli Heinesen, býráðsformaður í Klaksvík og Poul Mic- helsen, býráðsformaður í Havn. Heini O. Heinesen segði seg vera alt annað enn nøgdan við hesa manning, og óttaðist fyri, at størru kommunurnar vóru alt ov væl umboðaðar í bólkin- um. tór.-