fríggjadagur 31. januar 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DØV
EA —/G————W——"igjajá
Nr. 21 — 31. januar 1992
At lógir og reglur eru avoldaðar Og
eiga at endurskoðast er valið av gott
neyndini tekin um
Á tingfundinum týsdagin
vóru tryggingarviðurskifti
aftur til umrødu. Tað eru
tey við meira ella minni
jøvnum millumbili. Hesa-
ferð í samband við eitt
uppskot frá Tordi Nicla-
sen. Hann heitti á lands-
stýrið um at skunda undir
at endurskoða tryggingar-
vidurskiftini í Føroyum, og
at hetta verður gjørt við
atliti til, at tænastustødi
hækkar.
At tænastustødi skal
hækka, eisini innan trygg-
ingina, vóru allir tingmenn
samdir um. Hinvegin vóru
ymiskar meiningar um,
hvussu tryggingarvidur-
skiftini framyvir skulu
skipast.
Sambandsflokkurin hev-
ur ådur skotid upp, at byrja
við at skipa tvey javnstór
tryggingarfeløg úr verandi
deildum. Hesar báðu
nýggju deidirnar skulu so
kappast móti hvgrji aðrari,
og privatiserast sum árini
ganga. Heilt privat skuldu
tey so verið tjúgu ár seinri.
Gamlar lógir
Marita Petersen segði, at
landsstýrið arbeiddi við
einum uppskoti at broyta
a
Hilmar Kass
formaður
tryggingarviðurskiftini.
Hon nevndi millum annað,
at alt lógargrundarlagið
undir tryggingini var gam-
alt og avoldað. Skaða-
tryggingin er frá 1934 og
ongantíð broytt, sum tað
avgjørt treingir til. Mono-
polid byggir á eina lóg frå
1956, sum aftur byggir á
eina kunngerð frá 1940.
Landsstýriskvinnan segði,
at alt lógargrundarlagið má
broytast, men tað tekur
langa tíð. Hinvegin helt
hon, at ávegis broytingar
kundu gerast skjótt.
Politikarar stýra
Føroysku tryggingarvid-
urskiftini eru til umrødu í
tinginum í nærum hvørjari
tingsetu. Soleidis hevur
verið i mong år, men
ongantíð er nakað hent.
Hetta førdu nógvir ting-
menn fram.
Marita Petersen vísti á,
at bæði í nevnd og
umboðsráðið hjá trygging
ini sita politikarar, so laga
manni átti at vera at komi
við uppskotum um broyt-
ingin, men hon mátti
ásanna, at striltið hevur
gingist. Hon nevndi mill-
um annað, at limirnir í
nevndini hjá Tryggingar-
sambandinum Føroyar
verda valdir fyri 15 år i
senn. Tað helt hon lítla
meining vera í. Umboðs-
ráðið verður hinvegin valt
fyri fýra ár í senn.
Skulu sjálvir siga seg
frá
Vit hava hugt eitt sindur
nærri at nevnd og ráðið,
sum standa omanfyri dag-
ligu leiðsluna á Trygging-
arsambandinum Føroyar.
Ovast sigst Umboðs-
mannaráðið at standa. Her
sita sjey limir, allir valdir
av løgtinginum, fyri fýra
ár í senn.
Meira áhugaverd er
nevndin. Har sita fimm
limir. Tveir valdir av løg-
tinginum, tveir av lands-
stýrinum og ein av Um-
boðsmannaráðnum.
Sambært grein 5 í sam-
tyktini fyri tryggingar-
sambandið skal ein av
nevndarlimnum veljast
triðja hvort ár. Eftir hvorji
raðfylgju teir skulu veljast
er avgjørt við lutakasti.
Hetta vil siga, at ein, sum
verður valdur í nevnina,
situr í 15 ár til hann aftur
er upp á val. Og einki er til
hindurs fyri, at hann
verður afturvaldur. Verður
hann tað, hevur hann
tryggja sær sæti í nevndini
í Tryggingarsambandinum
í 15 ár aftrat
Tryggur sessur má
sigast at vera í nevnd
tryggingarsambandsins
Leif Waagstein hevur
verið nevndarlimur
síðani 1944, Tórálvur
M. Olsen og Jógvan
Durhuus síðani 1980,
Hilmar Kass, síðani
1982 og Hilmar Bech
hevur verið
nevndarlimur síðani
1985
Eina ferð royndi Um-
boðsráðið at fáa hesa reglu
broytta, tí helt
skipanina vera ódemokrati-
ska. Men ikki bar til, ti
sambært reglugerðini
skulu nevndarlimirnir
sjálvir gera av, um skip-
anin verður broytt. Og tað
eru teir sjálvandi ikki
sinnaðir til.
ráðið
tór.-
Telefonistar
Telefonverkið
2 størv sum avloysarar eru leys at sækja,
annað frá 1. mars til 1. nov., og hitt frá
1. mars og eitt ár fram.
Umsøkjarar skulu duga føroyskt til litar
og hava kunnleika til enskt, týskt ella
franskt.
Arbeitt verður í vaktum.
Lenin er ásett sambært sáttmála millum
Føroya Landsstýri og Starvsmannafe-
lagið.
Nærri fæst at vita um størvini við at
venda sær til Årant Olsen tlf. 1 1433 lok.
332.
Umsóknir við ummælum skulu sendast
til Telefonverk Føroya Løgtings, Post-
boks 27, 110 Tórshavn, og skulu vera
okkum í hendi í seinasta lagi 10. febr.
1992.
Telefonverkið