fríggjadagur 31. januar 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Øll Fíggjarnevndin er samd um, at eitt landskassa
ian etnsamatl hjalptr IKKI ali nun
Landskassalan
hjálpir ikki
alivinnuni
-sigur Fíggjarneyndin, sum
vildi áleggja landsstýrinum
at finna eina fíggjarliga
loysn saman við lánistovnun-
um og vinnuni. Men uppskot-
ið fall
Álagt verður landsstýrinum skjótast gjørligt, helst
beinanvegin, saman við vinnuni og lánsstovnunum
at finna eina fíggjarliga loysn í samband við
alivinnuna.
Hetta var uppskotið hjá einum meiriluita í
Figgjarnevndini, men uppskotið fekk bert 16
atkvødur, og fall sostatt.
Orsøkin til hetta uppskot frá meiriliutanum i
Figgjarnevndini var eitt uppskot frá Kristiliga
Fólkaflokkinum um at landsstýrið tók eitt 200
millióna stórt lán, sum landið aftur skuldi lána
fíggjarliga hart raktu alivinnuni. Tað helt meirilutin
í Figgjamevndini ikki vera beint, og helt tað vera
betur við eini áheitan á landsstýrið.
Annars vóru eisini tveir minnilutar í Fíggjar-
nevndini. Sambandsflokkurin helt onga orsøk vera
fyri, at landskassin virkar sum banki hjá vinnu-
lívinum, men mælti ístaðin til, at tíkin vóru burtur
øll avgjøld, sum í dag liggja á alivinnuni.
Sambandsflokkurin vísti á, at upprunaliga vóru 60
alistødir í Føroyum, men av teimum eru átta
niðurlagdar. Av teimum 52, sum eru eftir, hava 14
skift eigara, og 9 eru undir bankafyrisiting. Serfrød-
ingar siga, at bert 16 stødir svara hvørjum sitt, og
eru sostat bert 27% av upprunastødunum i
rentablum rakstri. Sambandsflokkurin heldur, at
vinnan skal greiða sínar trupulleikar sjálv saman við
privatu banknum.
Tjóðveldisflokkurin hevði eisini sína tilråding í
Fíggjarnevndini. Flokkurin sigur, at lænir lands-
kassin alistødunum 200 milliónir, fara teir privatu
lánistovnarnir at halda somu upphædd aftur í sínari
lángeving.
Flokkurin heldur, at greiður skilnaður eigur at
vera millum landskassan og vinnulívið.
At eitt meirilutaålit sum hetta ikki fær undirtøku í
tinginum er kortini ikki vist, at politikkur landsstýri-
sins mótvegis alivinnuni liggur so langt frá
ynskjnum hjá landsstýrisumboðunum í Fíggjar-
nevndini.
tór.-
På -
mm:
Nr. 21 — 31. januar 1992
HAVA KOMMUNUR LOYVI AT SETA PENGAR Í VINNULÍVIÐ?
Í Skálafjall ólógliga
keyptur til Havnar
-vilja nakrir tingmenn vera við. Setti Tórshavnar Kommuna
tókan pening í felagið er einki ólógligt gjórt, sigur fíggjarmála-
ráðharrin
Eitt uppskot frá Kristiliga
Fólkaflokkinum, um at
Nónhamar verður seldur
manningini, førdi við sær
drúgvt ordaskifu um
kommunur hava loyvi til at
seta pengar í vinnulívið.
Niels Pauli Danielsen
førdi fram, at tað aimenna
eigur at halda fingrarnar
burtur frá øllum vinnulig-
um virksemi, og tí legði
hann uppskotið á ting.
Hann helt, at var Nónham-
ar, við síni kvotu og
fiskiloyvi, á privatum
hondum, bar ikki til hjá
landsstýrinum at taka
kvotu og fiskiloyvi frå
norðingum, og so hevði
eingin tvídráttur av hesum
verið í dag.
Hetta helt Anfinn Kals-
berg vera at fara nakað
lætt um sannleikan. Hann
segði, at í hesum førinum
vildi landsstýrið tilluta
hesa almennu kvotu til
annað og nýggjari skip,
sum hevði stórri møgu-
leikar enn Nónhamar,
Hetta varð gjørt, og øllum
stóð í boði at bjóða upp á
Skálafjall. Eisini klaksvík-
ingar høvdu møguleika at
bjóða, men tað gjørdu teir
ikki. Anfinn Kalsberg
segði, at skal ein virka eftir
fríu marknaðarkreftunum
má ein spæla við og vera
góður nokk.
Stýrdur til Havnar
So einfalt helt Hergeir
Nielsen ikki málið var.
Hann vildi vera við, at
landsstýrið hevði bein-
leiðis stýrt Skálafjall til
Havnar. Hergeir Nielsen
helt seg vita, at bæði Vágs
Kommuna og Klaksvíkar
Kommuna høvdu sekt
landsstýrið um loyvi at
seta pengar í skipið, men
tað var teimum Sytt.
Hinvegin visti hann einki
um, at landsstýrið hevði
talað at, tá Tórshavnar
Kommuna rindaði ein part
í skipið uttan at spyrja
landsstýrið fyrst. Tjóð-
veldistingmaðurin helt
fyri, at her haltaði nakað,
sum hann málbar seg.
Oyggjamaður hansara
Sverri Midjord helt ikki, at
landsstýrið hevi stýrt
Skálafjall ul Havnar. Tá
tað almenna selur skip, má
ein og hvør sleppa at
bjóða. Annað gjørdi
felagið i Havn ikki. At ein
kommuna setur pengar í
vinnulívið helt hann vera
púra beint, og vísti á
hvussu nógv Tvøroyrar
Kommuna hevði sett í
vinnulívið har í býnum fyri
at skapa arbeiðspláss.
Einki ólógligt
Til spurningin um ein
kommuna hevur loyvi til at
seta pengar í vinnulívið
svaraði Jógvan Sundstein,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum, at er talan um at
lata veðhald, skal komm-
unan hava loyvi frá lands-
stýrinum fyrst. Er hinvegin
talan um at seta tøkan
pening í virki, er ikki
neyðugt at søkja lands-
stýrið um loyvi.
Um Jógvan Sundstein
hevði rætt ella ikki í síni
tulking av kommunulógini
vóru tingmenn ósamdir á
máli um. Men seinasta
orðið er enn ikki sagt.
Niels Pauli Danielsen
hevur longu boðað frá ein-
um fyrispurningi til fíggj-
haldaragjaldið!
hú
armálaráðharran. Ting-
maðurin spyr: Við hvørji
lógarheimild seta komm-
unurnar, uttan loyvi frá
landsstýrinum, tøkan pen-
ing i skip og vinnufyri-
tøkur.
tór.-
okti ikki
-men fekk svar kortini
Undir orðaskiftinum upplýsti Vilhelm Johannesen,
at hann frætti, at landsstýrið hevði sýtt eini
umsókn frá Klaksvíkar Kommunu at veðhalda fyri
tvær milliónir í Skálafjall. Men hetta var ikki so,
hevði hann fingið at vita frá umsitingini í
Klaksvík. Kommunan hevði als ikki søkt, varð
sagt.
-Hinvegin fekk Klaksvíkar Kommuna nakrar
dagar seinri eitt skriv frá landsstýrinum sum segði
frá, at hevði Klaksvíkar Kommuna í hyggju at
veðhald fyri einum láni til skipið, var neyðugt
fyrst at søkja um loyvi hjá landsstýrinum, segði
Vilhelm Johannesen sum helt tað vera løgi0 at fáa
svar til nakað, sum ein als ikki hevur søkt um.
Til hetta segði Jógvan Sundstein, at onkur frá
umsitingini í Klaksvíkar Kommunu hevði ringt til
landsstýrið og spurt um veðhaldstreytir hjá
kommununi, og tí hevði umsitingin í landsstýrin-
um sent nevnda skriv til Klaksvíkar.
tór.-
Lógligt ella ikki lógligt
hjá Havnar Kommunu at
seta pengar í
vinnufelagið, sum keypti
Skálafjall,- tað vóru
tingmenn sera ósamdir
um.
NS
+