Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ef DT #53 Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn Blaðfólk- Randi Jacobsen - Térfinn Smith Bustadur: Jústínus Eidesgaard Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: Pif Pressan 1981 Åbyrgdarbisdstjori. Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Telefax: 14720 Telefon: Óvissa HÓAST núverandi fíggjarmála- ráðharrin í eini samrødu her í blaðnum fyri ikki so langari tíð síð- andi royndi at sissa og ugga føroyingar við at siga, at vit búskaparliga eru komnir á botn, og tí kann tað bert ganga uppeftir, so eru tað neyvan mong fólk her á landi, sum trúgva ráðharranum. STØDAN tykist tvorturímóti bara at versna. Skip og virki av knóranum og landskassaveðhald, sum gerast effektiv, eru gerandis tíðindi. Húsa- ognir á tvingsulssølu. Ongantíð áður hava so mong fingið forsorgar- hjálp. Soleiðis kann verða hildið fram, og nú um dagarnar kemur so Fjúrtandi og veit at siga frá, at lán- gevarar í útheiminum eru sera varn- ir at geva okkum lán. Okkara kredit- virði er farið at bila av álvara. HETTA er staðan í dag — stutta tíð aftan á at fíggjarmálaráðharrin kunngjørdi fyri Føroya fólki, at nú fór at ganga tann rætta vegin. Vón- Broytingar í andi er spádómur hansara kortini rættur, men soleiðis sum útlitið í løtuni sær út, bendir einki tann veg- in. Tað má sigast at vera sera skelk- andi at frætta, at okkara lángevarar í útlandinum eru farnir at seta stórt »purnartekin við okkara kreditvirði. Hetta hava vit so longu nú merkt sviðan av, nú allar tær almennu út- gjaldingarnar komu ov seint. Tað eru annars bert tvey ár síðani, at tá- verandi sambandski figgjarmåla- rådharri måtti boda frå, at almennu útgjaldingarnar vórðu seinkadar. Hetta eisini orsakað støduni á láni- marknaðinum. LANDSSTYRID roynir í hesum døg- um at fáa heim lán úr útheiminum uppá umleið 400 mill. kr. Tað frætt- ist, at enn eru bert tær 200 heima, og óvist er við hinum. Men hesar skulu nokk koma, og enn er árið ungt, hevur fíggjarmálaráðharrin uggað okkum við. Vónandi hevur hann rætt. Men tað slepst ikki uttan um, at hesi seinastu tíðindini seta gitingar í gongd, um hvussu veru- liga er statt við føroyska búskapin- um. Øll vita vit, at tað ikki stendur fólkaskúlalóg I Degi og Viku hóskveldið vóru tíðindi um ætlaðar broytingar fólkaskúla- lógini. Aw sum kom fram í sendingini, fingu fólk varhugan av, at nú vildi landsstýrið skrumbla broytingarnar igjøgnum. Samstundis sum eisini varð sagt, at eingin visti hverjar broytingar, lands- stýrið vil fremja. Tað er sera óheppið, at borgararnir liva í óvissu um ætlanir hjá politisku myndugleikunum, og tá serliga tey, sum verða rakt av hesum, og tí má betast um hetta. Tá verandi samgonga varð skipað varð sagt frá, at broytingar skulu gerast í fólkaskúlalógini, og í skrivi til landsskúlastjór- an í heyst biður landsstýr- ið um at farið verður undir hetta arbeiði. Sagt verður frá, at landsstýrið hevur ikki ætlanir um at broyta 1. tátt í lógini, har staðfest verður hugtøk og endamál fólkaskúlans. Tí eiga tær broytingar, sum mælt verður til, at hava sær hetta fyri eyga. Talan er sostatt ikki um at gera nýggja lóg fyri fólkaskúlan, men at gera broytingar í 2. tátti í lóg- ini, sum fevnir um skipan- ina av undirvísingini. Síðani verða í skrivinum nekur evni, sum landsstýrið vil broyta ella í hvussu so er viðgera. Hesi eru í stóran mun tey somu, sum vórðu viðgjerd á fundum um fólkaskúlan, sum skipað var fyri sein- asta heyst. Eg skal her umreða eitt av hesum evnum, læru- greinarnar í grundskúlan- um, og siga frá hugsanum landsstýrisins. Í seinni greinum fari eg at viðgera hini. Í grein 4 er ásett hverj- um lærugreinum undirvís- ast skal í hesi 7 árini. Nekrum lærugreinum skal undirvísast í ell árini, meðan aðrar bert eru kravdar nekur av árunum. Tað, sum landsstýrið fyrst og fremst hevur hat í huga eru tær handa- ligu og kreativu læru- greinirnar og danskt og enskt. Men sjálvsagt eru eisini aðrar, sum kundu verið tiknar fram her — beint nú hugsi eg um kunningarlærugreinirnar. Hugsan landsstýrisins er, at næmingarnir skulu hava tær handaligu og nevnd 8 Marita Petersen landsstýriskona skrivar kreativu lærugreinirnar allan grundskúlan. Danskt skal ikki vera kravt fyrr enn í 4. flokki, men tann einstaki skúlin kann gera av at byrja við donskum í 3. flokki. Enskt er í dag kravt frá 6. flokki. Her skal tann einstaki skúlin kunna gera av um byrjast skal í 5. flokki. Tímatalið í teimum ymsu lærugreinum í grundskúlanum er ásett í áliti frá 1974, tað vil siga, at tað byggir á eina 30 ára gamla fólkaskúlalóg. Meginreglan í verandi áliti er, at tær ávísu læru- greinirnar hava so og so nógvar tímar á teimum ymsu floksstigunum. Landsstýrið heldur, at rætt er helst at bróta hesa reglu fyri nakrar av læru- greinunum, sum ikki eru Framhald á síðu 14 ov væl til, men vita vit í veruleikan- um, hvussu illa til stendur! LATIÐ okkum skrúva tíðina nakrar mánaðir fram. Latið okkum siga, at vit við neyð og deyð fáa umrøddu 400 milliónalán og at hetta so røkk- ur til tær almennu útgjaldingarnar nakað fram. Men tá so hetta er uppi, hvat so! Verður tað tá aftur neyðugt at fara av landinum at biðja um nýggj lán, og hvat siga lán- gevararnir tá. Fara teir kanska tá at seta upp aftur harðari krøv til veð- hald, so hørð, at samfelagið Føroyar ikki megnar at liva upp til tey! Verða vit tá noydd at fara til Dan- markar at biðja um veðhald ella loyvi at yvirtrekka kassakredit okk- ara í danska tjóðbankanum ella hvat!!! Gerst hetta neyðugt, hvat siga tá danir — og hvørji krøv fara teir at seta okkum! NU kunnu hesir spurningar tykjast í so svartskygdir. Vit hava jú eitt stýri, sum m.a. hevur sett sær fyri at rætta upp á búskapin, vilja fleiri siga. Tað er heldur eingin ivi um, at hetta landsstýrið ger, hvat tað er ført fyri til tess at betra búskapin. Spurningurin er so, um tað er nokk! Kemur ikki onkur bati, so er greitt, at fólkið á hesum klettum býr verð- ur noytt til at spenna lívreimina enn meira. Men hvussu langt kann hon spennast aftrat hjá teimum mongu, sum longu eru arbeiðsleys og als ikki fáa endarnar at rokka saman. SVARTSKYGT ella ikki. Tad er und- ir ollum umstødum rætt at rópa var- skó nú, tá útlendskir lángevarar fara upp á bakbeinini og treyðugt vilja lata okkum iån. Vit hoyrdu fíggjarmálaráðharran í útvarpinum nú um dagarnar. Hann umrøddi lán- ið og helt fyri, at tað nokk man fara at ganga kortini. Tað er gott, at okk- ara fíggjarmálaráðharri er bjart- skygdur, men hann hevur skyldu til eisini at vera realistiskur og leggja kortini á borðið: at siga Feroya fólki, hvussu veruliga stødan er. Vónandi fáa vit okkurt meira itøki- ligt at vita um hesar spurningar komandi dagarnar. Handilsfyritreytirnar i Europa broytast dag frå degi. EF uppbyggir sin inn- marknad og setir toll- múrar rundanum, so har slepst ikki framat uttan avtalur fyriliggja. Føroyar hava fingid eina rímuliga góða avtalu og eru viðurskiftini við EF við at falla upp á pláss. Næsta stigið hjá føroy- ingum er at fáa góðar handilssáttmálar við EFTA-londini. Partur av hesum londum, t.d. Eyst- urríki, Sveríki og Sveits eru marknaðir, ið eru áhugaverdir fyri okkara fiskaveruframleiðslu, og hetta eru marknaðir, sum hava eina ávísa keypi- kraft. Fyrsta stigið í EFTA- samráðingunum er tikið, og GATT-toll suspensa- tiónirnar, sum eru gjørdar fram til 1. juni, er ein fyri- bils avtøka av tollamrkum til EFTA-londini. Vénandi er ein avtala komin vid hesi lond innan ta tid. Tað er tó eingin loyna, at fleiri av hesum londum royna at koma inn um toll- múrin hjá EF og gerast partur av hesum markn- aði. Hóast hetta, er rætt at fáa avtalu nú við øll EFTA-londini. Tí er av- talan komin áðrenn ein partur av hesum londun- um fara inn í EF, so kann tað eisini hava positivt árin á EF-avtaluna hjá okkum. Viðv. nærmastu grann- um okkara, er tað eingin ivi um, at bæði Noregi og Ísland eru áhugað fyri at fáa hesar sáttmálar upp á pláss skjótt, og frá før- oyskari síðu skal einki verða til hindurs fyri tí. Av og á kemur disku- tiónin um EF og føroysk- an limaskap í hesum fe- Bingotølini: 25 | 67 Arabo vrism r FN Tummas lan skrivar lagsskapi. Vit i javnadar- flokkinum hava ta stødu, at vit vilja ikki inn i EF, og vit vilja gera alt vit orka fyri at skapa fyri- treytir fyri at verda uttan- fyri henda politiska fe- Framhald á síðu 14