Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

si Er grenen Nr. 22 — 1. februar 1992 Vit hava ikki somu livikor - Spurningurin um lónarlagið eigur ikki at verða tengt saman við málinum um arbeiðsloysis- trygging, sigur Ingrid Jensen, forkvinna í Sosial- ráðgevarafelag Føroya. Hetta felag mælir til at gjalda meira út til arbeiðsleys og ikki broyta forsorgarlógina sum ætlað Sosialráðgevarafelag Før- oya er áhugafelagið hjá so- sialrådgevunum í Føroy- um. - Sum fakbólkur kenna vit almannalóggávuna, og vit kenna eisini donsku lóg- gávuna viðvíkjandi ar- beiðsloysisstuðli, tí vit hava øll lært í Danmark. Men hvørki landsstyrid ella arbeiðsbólkurin hevur nakrantíð tosað við okkum, meðan arbeitt hevur verið við uppskotinum um ar- beiðsloysistrygging, sigur Ingrid Jensen, forkvinna í Sosialráðgevarafelag Før- oya. Sosialráðgevararnir vistu sjålvandi, at arbeitt var vid uppskotinum, og ti spurdu teir seg í september mánaði fyri í landsstýrinum, men frættu einki. Tá álitið varð lagt fram, bóðu teir um hetta og hava síðan latið landsstýrinum sínar fakligu viðmerkingar. Sosialráðgevarnir harm- ast um, hvussu avskeplað orðaskifuð um arbeiðs- loysistryggingina er bli við. Í staðin fyri at tosa um arbeiðsloysistryggingina eru fakfeløgini farin at tjakast um lønarlag, at summi forvinna meira enn onnur, hvør skal rinda fyri hvønn o.s.v. Hver sítt - Tað er heilt burturvið at tengja spurningin um løn- arlagið saman við málinum um arbeiðsloysistrygging- ini. Tað er einaferð soleiðis, at nøkur fáa 18.000 krónur og onnur 10.000 krónur um mánaðin. Um tað er rætt, er ein annars spurningur, ið ikki eigur at verða ukin við í ordaskiftinum um arbeiðs- loysistryggingina. Men tað verður gjørt, og soleiðis standa feløg móti hvørjum gørum. Tí mugu vit burtur frå, lønarmunurin kann ikki broytast við eini arbeiðs- loysistrygging, sigur Ingrid Jensen. Sosialráðgevarnir = taka undirvið, at arbeiðsloysis- trygging má koma, men teimum dámar hvørki upp- skotið ei heldur mátan, tað bleiv ul uppskot um tvungna trygging. - Grundgevingin fyri, at tryggingin skuldi vera tvungin, var, at fleiri íkki vildu vera vid til at gjalda, m.a. tí útgjaldið var ásett so lágt. Í staðin fyri at broyta uppskotið til nakað, fel- øgini kundu taka undir við, varð tað gjørt til tvungið. lvasom framstig Ynski um arbeidsloysis- trygging kom fram, tí nógv hava einki at liva av. Enda- málið við tryggingini skuldi verið at givið fólki frægari livikor. Men sosialrådgev- arnir ivast í, hvussu stór framstigini verða, um ar- beidsloysistryggingin verður, sum landsstýrið hevur skotið upp. Sum er kunnu arbeiðsleys fáa hjálp við heimild í forsorgar- lógini. Men bara tey, sum ongar pengar eiga. Reglan um at sturðulin skal vera treytaður av, at ein lítið og einki eigur á bók, verður ikki tíkin við í treytunum fyri at fáa útgoldið arbeiðs- loysistrygging. Tað verða tí fleiri, sum fara at fáa hjálp, men útgoldina upphæddin verður væl minni hjá teim- um flestu. Sosialrådgevarnir hava tikið fram nøkur dómi. Fær nógv minni Ein einsamøll flakakvinna, sum seinastu mánaðirnar hevur havt midalinntøkuna 4257 kr. um mánaðin í inn- tóku, sær sum er somu upp- hædd goldna í forsorgar- hjálp. Fíggjarligi tørvur hennara um mánaðin er 5122 krónur, men meira kann hon ikki fáa. Skal hon, sum uppskotið sigur, hava 70 % av inntøkuni higatil, fer hon at fáa 2979 krónur brutto um mánaðin útgoldn- ar í arbeiðsloysistrygging. Forsorgarlógin heimilar at geva arbeidsleysum 80 % av arbeiðsmannalgn. Tað er nakað meira, enn ætlanin er at veita í arbeiðsloysis- trygging. Men sjálvt ikki 80 % røkka í øllum fórum. Tey flestu arbeiðsleysu eru 18 til 34 ára gomul. Fleiri av hesum eru ungar familjur við smáum børnum í nýggjum húsum. Tað gongur illa við at klára seg hjá teimum við tí tey nú fáa. Uppaftur verri verður, um tey skulu liva av útgjald- inum, ið ásett er í uppskot- inum til arbeiðsloysis- trygging. Hvagar skulu tey øll fara? spyr Ingrid. Aftrat tí fer hetta at fáa avleiðingar fyri peningastovnarnar. Fólk vilja sjálvandi fyrst og fremst hava mat í munnin, og tí noyðast tey at finna snidgøtur, so tey fáa peng- arnar útgoldnar uttan um peningastovnin, ið annars beinanvegin tekur sín part. Arbeiðsloysistryggingin verður ein lítil bati fyri tey timaløntu, sum hava Ostødugt arbeiði á fiska- virkjunum. Sosialráðgevar- nir Visa annars á tveir aðrar bólkar, sum fáa ágóða av tryggingini. Gott fyri tey Annar bólkurin er tey ungu, sum ikki hava vunnið tær stóru útreiðslurnar og ikki hava stórar bústaðarút- reiðslur. Her er eitt dómi: Ein 23 ára gomul einsa- møll genta, sum býr heima hjáforldrunum, hevur í mið- al havt 13.954 kr. í inntøku brutto um månadin. Hon fær forsorgarhjålp, ið er 3906 krónur um mánaðin, netto. Kemur arbeiðsloys- istryggingin skal gentan hava 70 % av inntøkuni higartil, og tað verður 9767 krónur brutto um mánaðin. Hin bólkurin, sum fær gleði av arbeidsloysis- tryggingin er tey tilkomnu, sum ikki longur hava nakra serliga skuld í húsum sín- um. Eiga tey pengar inni- standandi, hava tey higartil ikki kunnað fingið stuðul. Men nú fer at bera til. Síða 3 S - Vit kenna verandi lóggávuna og halda okkum hava eitt sindur á skili á spurninginum um at gera arbeiðsloys- istrygging, sigur Ingrid Jensen, forkvinna í Sosialráð- gevarafelag Føroya. Hon heldur tað vera løgid, at hvorki landsstýrið ella arbeiðsbólkurin nakrantid vendi sær til teirra sum fakffólk, meðan arbeitt varð við uppskotinum Einki at spara Tað hevur verið sagt, at ætlanin er at spara 76 % á forsorgarlógini av ú, ið út- goldið var í 1991 til ar- beiðsleys. Sosialráðgevar- nir ivast í, at hetta ber til, tí arbeiðsleys fara ikki atklára seg fyri pengarnar, tey fáa í arbeiðsloysistrygging, tey fara tí at venda sær til Al- mannastovuna fyri at fáa ískoyit, ið kann veitast sam- bært forsorgar- og barnafor- sorgarlógini. Pengarnir, ið sparast skuluu, fara tí skjótt útaftur, vænta sosialráð- gevarnir. - So koma vit til tey ungu, sum ikki hava nakað til- knýti til arbeiðsmarknaðin, og sum tí ikki hava rætt til tryggingargjald. Tey mugu liva av forsorgarhjálp, ið svara til fólkapensjón. - Vit fáa tá ein stóran bólk um av ungum fólki sum meira ella minni eru pens- ionistar, sigur Ingrid. Mugu hava tilboð Hon heldur tað vera neyð- ugt beinanvegin at hugsa um arbeidsskapandi ultøk fyri øll arbeiðsleys. Hesi tiltók skulu gerast í sam- starvi við arbeiðsávísing- ina. Arbeiðsleys mugu hava rætt ul slík tilboð fyri at kunna koma inn aftur í skip- anina, sum tey fella úr eftir at hava verið arbeiðsleys í tvey ár. Hetta er neyðugt at Fakfeløgint i Suduroynni hava kallað inn til felags fund måna- kvóldið um arbeiðsloysis tryggingina Seinastu dagarnar hava Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeið- arafelag, og Jóannes Eid- esgaaard. landsstýrismaður í arbeiðamálum, ferðast um alt landið og greitt fakfel- øgum frá arbeiðsloysis- tryggingini, ið ætlanin er at stovna. Hetta fundarvirksemi heldur fram, og månak vøld- ið kl. 20.00 verður stórur fundur í Gistingarhúsinum í Øravik. Ærlanin var at Sverra Midjord vid å fundin, men tað vari kki greitt í gjár, um hann kundi koma. Sverri Midjhord er formaður í arbeidaramålanevndini, ið fær málið at viðgera, tá løgtingid hevur havt fyrstu vuðgerð av uppskounum til arbeiðsloysistrygging. 11 fakfeløg kalla inn til henda fundin. Tey eru: Ar- beiðsmannafelagið Royn og Arbeiðskvinnufelagið Royn í Hvalba, Fylking, Fiskepigernes Fagforening, Arbeiðskvinnufelagið Drósan (øll á Tvøroyri), Tvøroyrar Handverkarfel- ag, Arbeidsmannafelagid Fåmjin, Arbeidsmannafel- agið Hov, Arbeiðsmanna- felagið Rubishella í Pokeri, Framtíðin í Vági og Ar- beiðsmannafelagið Beinis- vørd í Sumba. randi gerafyri at sleppa undan at hava fleiri langtíðarar- beiðsleys, sum nógv eru av t.d. í Danmark, sigur Ingrid Hon kemur eisini inn á dagpeningaskipanina Fólk, sum eru sjúk, kunnu fá 80 % av lønini í dag- pengum. Einki hevur verið tosað um at broyta hesa skipan. Ti er ikki óhugs- andi, um fólk í neyð fara til lækna at fáa læknaváttan. Og læknarnir fra neyvan at vísa fólki frá sær, heldur Ingrid. Tad er eisini ein annar spurningur i sambandi við dagpeningaskipanina. Framhalda síðu 19