Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Bíðaði í fimm ár eftir Svari Tingmenn halda, at bøtast má um samskifti millum al- mennar stovnar og borgarar- nar Tað er ikki altíð heilt uttan orsøk, at fólk ivast í, um almennir stovnar eru til fyri fólksins skuld ella tað er øvugt. Serliga tá ein kann vísa á okkurt dómi um, at fólk hava bíðað í heili fimm ár eftir svari frá einum almennum stovni. Tað ger tí einki, um hesir stovnar verða mintir á, at tað eru teir, sum eru til fyri borgarans skuld, og ikki øvugt Hetta segði Jógvan A. Johannesen í samband við eitt ungmál frá Tordi Niclasen. Tordur Niclasen hevur skotið upp, at landsstýrið sær til, at samskifti frá tí almenna til borgaran gerst betri, og at fólk fáa svar áðrenn tríggjar vikur eru farnar eftir at tey hava sent stovninum fyrispurning. Tingmenn tóku yvir- høvur væl í ímóti uppskotinum frá Tordi. Lisbeth L. Petersen helt, at fólk ofta eru í iva um, hvønn stovn tey skulu venda sær til, og sóknaðist eftir størri upplýsing um hvat borgarin hevur rætt til. Ronald Poulsen úr Sjálvstýrisflokkinum tók eisini undir við uppskotinum og mælti til, at fólk, sum venda sær til ein almennan stovn við einum máli, eisini fáa at vita hvar málið fer, og av hvørjum tað verður vidgjørt, so tey sjålvi betri kunnu fylgja við. Heini O. Heinesen helt, at bíðitíðin hjá eitt nú kommunum kann vera drúgv. Til dømis tå bíðað verður eftur Matrikulstovuni og fridingarnevndini. Gjørdu eisini hesir stovnar skjótari av, hevði lætt el um, segði hann. Málið um ; borgaran varð Jógvan A. Johannesen segði seg vita um onkran, sum í heili fimm ár hevur bíðað eftir svari frá einum almennum stovni betri samskifti millum stovnar og bemt í Rættarnevndina. tor.- [ft SL Tveir nýggjir flokkar Vit fáa í minsta lagi ein, helst tveir, og kanska fleiri nýggjar flokkar ul løgtingsvalid komandi. Olavur Christiansen, båskararfrødingur, sum í longri tíð hevur arbeitt við at savra undirskriftir til stovnan av Føroyska Flokkinum, hevur nú fingið nakrar og 900 undirskriftir, sum hann hedur handað landsstýrinum. Fyri at stila upp við nýggjum flokki ul eitt løgtingsval krevjast í minsta lagi 800 undirskriftir. Hin flokkurin, sum vit vita um, er Miðflokkurin. Tað er Tordur Niclasen, løgtingsmadur, sum tók seg úr Kristiliga Fólkaflokkinum, sum hevur tikið stig til at stovna Miðflokin. Flokkurin sigur, at tað gongst væl at savna neyðugu undirskriftirnar, og nú verður arbeitt við at stovna lokalfeløg. Fyrsta lokalfelagið er stovnað. Tað er lokalfelagið fyri Suðurstreymoy, og í nevndini har eru: Harald Haraldsen, Steindor Hjaltalin, Hans David Petersen, Alvur Kirke, Jenis av Rana og Fríðtór Debes. Nú verður farið undir at stovna lokalfeløg aðrastaðni. tór.- uiðindablaðið sostalurin Nr. 22 — 1. februar 1992 + E FO Er — á — + Påll I. Joensen limur i bygginevndini fyri Maskinskulan: Vid sambygging fáa vit tveir hålv- vánaligar skúlar Fyrsta uppskotið at vera saman við Eystur- skúlanum dámdi okkum væl, men tað kundi Eysturskúlin ikki brúka. Nú er klípt burturav hjá okkum, so nú fáa vit tveir hálvvánaligar skúlar, um uppskotið yvirhóvur kann brúkast Fyri trimum árum síðani varð ein nevnd vald, sum skuldi fyrireika bygging av nýggjum maskinskúla við Marknagilsvegin í Havn. Havnar Kommuna hevur játtað ókeypis grundstykki, men enn er spaki ikki sett- ur í. Páll I. Joensen, lærari á Maskinskúlanum, umboð- ar skúlan í bygginevndini. Hann sigur, at tá tað kom fram, at Maskinskúlin møguliga skuldi halda til í parti av Eysturskúlanum, bað Marita Petersen, landsstýriskvinna byggi- nevndina um at siga sína hugsan um ætlanina. Fyrstu tekningarnar í lagi -Tær fyrstu tekningarnar sóu gott út. Her fingu vit ein skúla, sum vit hildu var í lagi. Men hetta uppskotið líkaði ikki Eysturskúlan- um. Tekningarnar vóru broyttar, og 160 fermetrar klíptar burtur av partinum Árni Winther, arkitektur hevur teknað nýggja maskinskúlan. Um hann verður bygdur er tó ivasamt. til Maskinskiilan, og hend- an møguleikan arbeidir arkitetur okkara vid i løtuni. Men um tad kann brúkast er ivasamt, sigur Páll I. Joensen. -Vit blanda okkum sjálvandi ikki upp í ynskini hjá Eysturskúlanum. Tað er ikki okkara uppgåva, men eg óttist fyri, at við teirri loysn, sum nú liggur á borðinum, fáa vit tveir hálvvánaligar skúlar. Vit taka tann dýrasta partin frá Eysturskúlanum, og har- aftrat skal maskinhøll bygjast aftrat, sigur Páll I. Joesnen sum óttast fyri, at hetta eisini verður ein dýr loysn. Heldur nýggjan skúla Páll I. Joensen ivast ikki í, at best er at sleppa ætlannum á Eysturskúlan- um og fara undir at byggja nýggjan maskinskúla bein- anvegin. Hann sigur, at skúlin kann byggjast fyri umleið 39 milliónir og standa liðugur um tvey ár. tór.- Millumbylgjusendarin skal fáa menningarhjáln Eingin reglugerð er fyri menningarhjálpini, so hví ikki lata eina milliné av menningarhjålpini til millumbylgjusendaran, heldur Tjóðveldisflokkurin Á fíggjarlógini standa tríggjar milliónir til menn- ingarhjálp. Tjóðveldisflok- kurin heldur, at lítið sam- svar er í at taka ímóti fígg- ing uttaneftir til at reka samfelagið fyri, og so sjálvir nýta part av hesi upphædd til at endurfíggja onnur samfeløg fyri. Flokkurin vísir á, at eingin reglugerð er fyri, hvussu menningarhjálp skal latast, og tí er einki sum forðar fyri, at ein av teimum trimum milliónun- um í grunninum til menn- ingarhjálp, fer til rakstur av millumbylgjusendaran- um hjá útvarpinum. Tryggari streym Tjóðveldirflokkurin vil eisini áleggja landsstýr- inum at biðja SEV um at veita millumbylgjusend- aranum neyðuga orku. Sagt verður, at ein av avleiðingunum av teirri stóru streymnýtsluni hjá sendaranum er, at Sumbiar bygd hevur sera 6støduga streymveiting. Hetta hevur aftur við sær, at stórar umvælingarútreiðslur eru av teldum, sjónvørpum og húsarhaldstólum. Verður kaðal lagdur beinleiðis frá elverkinum í Vági til millumbylgjusend- aran, verða allar bygdir í Suðuroynni nervaðar av Ostødugari streymveiting, og tí mælir Tjóðveldis- flokkurin landsstýrinum til at taka upp samráðingar við SEV um hesi viður- skifti. tór.- Innilokaður Scania nýsýnaður, biliga til solu. Tlf. 24220 — 88220 Er grams 5 es LE KE 5)