Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

me Au Nr. 22 — 1. februar 1992 | - og enn hevur Havnar Komm- una bædi grundstykki og randarhús á goymslu Tann sami bíðilistin, har Talan er um grundstykkja- fyri bert heilt fáum árum bidilistan á byggideildini síðani fleiri enn 1600 ngvn hjá Tórshavnar Kommunu. stóðu á, stendur í dag á 0. Og ikki nógmikið við ti. Tveir nýggir á tingi Á tingfundum í vikuna vóru tvey nýggj andlit at síggja millum tingmenn. Fyri Jóannes Dalsgaard, sum er burturstaddur eigur Jákup Lindenskov at meta, men hann var eisini burturstaddur. Tí møtti næsti maður á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy, Sommer Winther. Fyri Sjálvstýrisflokkin hevði Helena Dam á Neystabø biðið um farðloyvi, og í hennara stað møtti Ronald Poulsen. tór.- Eini hálvthundrað grund- stykki og randarhús standa og bíða eftir einum keypara. So skjótt broyttist mynd- in og so nógv, at bíðast skuldi í fleiri ár. Nú kanst tú bert fara oman á Vaglið og siga hvat tú vil hava. Væl at merkja, um tú frammanundan hevur fingið fígging, og tað er hetta seinasta, sum størsti trupulleikin er. Utstykkingarnar í Lítla Gili og Inni á Gøtu eru lidnar. Í Lítla Gili eru tilsamans 114 grundstykki, harav trý eru eftir, og Inni á Gøtu eru 58 grundstykki og 12 eru enn eftir. Inni á Gøtu eru somuleiðis 58 randarhús. Tíggju av teim- um hava enn ongan keyp- ara. Útstykkingin Eystan Gil verður liðug til várs. Har eru tilsamans 93 grund- stykki, og av teimum eru umleið 20 enn óseld. Uppi í teimum óseldu stykkjnum eru tey viðtald, sum eru seld, men sum eigarin vil sleppa sær av við aftur. Kommunan tekur ikki ímóti stykkinum Sommer Winther og Ronald Poulsen, nýggir á tingi. Myndir: Kalmar Síða 11 Av teimum 58 randarhúsunum Inni á Gøtu eru enn 12 til sólu. Mynd: Kalmar aftur, men hjálpir til at finna nýggjan keypara. Vagnar Olsen á byggi- deildini sigur, at fyri hálvum gðrum ári síðani, skrivaðu tey út til 250 av teimum, sum stóðu á bíðilista, og buðu teimum grundstykki ella randarhús. Bert seks svaraðu og av teimum vóru bert tvey, sum keyptu. Síðani hevur byggideildin ikki skriva fleiri brøv, men selja heldur yvir diskin, sum Vagnar Olsen tekur til. Trupulleikin er sostatt ikki i dag at fáa hendur á einum grundstykki ella randarhúsi. Tey fáast í somu løtu ein vil keypa. Eitt vanligt grundstykki frá kommununi kostar í dag millum 250.000 og 300.000 krónur. Økid og skjøldrarnir til randarhús kostar umleid 320.000 krónur. tór.- 0 Login um ;| fosturtøku Ikki broytt Landsstýrið hevur ongar ætlanir at seta donsku lógina um fosturtøku í gildi i Før- oyum. Heldur ikki er ætlanin at broyta fóroysku lógina Tordur Niclasen, løgtingsmadur heldur, at lógin um fosturtøku verður ikki hildin, og hann heldur, at ov nógvar fosturtøkur verða framdar í Føroyum. Hann hevur tí spurt landsstýriskvinnuna, Maritu Petersen, um landsstýrið ikki eigur at gera nakað við hendan spurning. Í svari sínum sigur Marita Petersen, at landsstýrið umhugsar ikki i løtuni at seta núgaldandi donsku lógina um fosturtøku í gildi í Føroyum, og líkalítið broyta føroysku lógina. Landsstýriskvinnan sigur, at barnsferð kann eftir verandi lóg verða avbrotin, um tveir góðkendir læknar eru samdir um, at treytirnar í lógini eru loknar. Um talið av fosturtøkum er ov høgt heldur landsstýriskvinnan er ilt at siga. Heilsumyndugleik- amir hava í hvussu er ikki gjørt vart við at talið er ov høgt. I svari sinum ul Tord Niclasen sigur landsstyris- kvinnan eisini, at orsøkin til, at talið á fosturtøkum er økt, nýtist ikki at koma av, at lógin ikki verður hildin. Tað kann koma av, at tað meira framkomna tøknid til kanning av barnakonum ger, at fleiri tilburdir verða funnir, har tað verður mett forsvarligt ar fremja eina fosturtøku og er hetta í fullum samsvari við galdandi lóg. tór.- ; Bíligari lagorkuperur Niels Pauli Danielsen heldur, at tær lágorkuperur, sum eru til sølu i Føroyum, eru alt ov dýrar. Hann hevur tí skotið upp, at øll avgjald verða tíkin av hesum perum. Málið hevur verið í Skattanevndini, sum sigur seg hava fingið upplýst frá Tollstovuni, at munur er á tollinum á lágorkuperum og teimum vanligu. Skatta- nevndin skýtur ti upp, at áleggja landsstýrinum at gera neyðugar kanningar um lágorkuperurnar, og um úrslitið talar fyri tí, at leggja fram uppskot til broyt- ingar í galdandi tolllóg. Av Tollstovuni hava vit annars fingið upplýst, at sami tollur er galdandi fyri allar ljósperur, eisini lágorkuperur. Hinvegin er tekniskt einki til hindurs fyri, at tollurin á lágorkuperum verður lægri enn á teimum vanligu ljósperunum, verður sagt. tór.-