Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= ve LI Nr. 22 — 1. februar 1992 Misti hvørt OVFå | siva ikki upp 86 túsund krónur hvurvu ein dag í goysmluni hjá einum gomlum manni í Havn. Hetta var hansara uppsparing gjógnum eitt langt lív. Long tíð er gingin, og maðurin væntar ikki at fáa pengarnar aftur, men tílíkt kann ikki bara gloymast og tigast burtur, heldur hann Millum teirra, sum búgva á Ellisheiminum í Havn, er ein nú 88 ára gamal maður. Honum dámar sera væl á Ellisheiminum, og hevur bara gott at bera øllum har. Men tað er nakað, ið nívir hann. Hesin maður hevur allar dagar verið sera lítillátin, hevur ongantíð gjørt nakað burturúr sær sjálvum. Tí vil hann ikki vera nevndur við navni. Men hann hevur einki ímóti at greiða alment frá tí, ið honum var fyri á heysti 1990. Í sínum langa lívi hevur hann ikki vunnið teir heilt nógvu pengarnar, men hann hevur heldur ikki brúkt nógv. Og soleiðis bar tað til, at hann einaferð átti 86 túsund krónur. Men hesar pengar hevur hann ikki longur. Nú hevur hann bara lummapengar- nar, hann fær eins og hini, ið búgva á Ellisheiminum í Havn. Maðurin hevur ongantíð havt pengar sínar í bankan- um. Hann goymdi teir heima, soleiðis sum summi á hansara aldri hava gjørt. - Fólk hava sagt við meg aftaná, at eg ikki átti at havt pengarnar heima, men eg havi svarað, at eg ráddi sjálvur fyri, hvat eg gjørdi við mínar pengar, sigur tann 88 ára gamli maðurin. Hann dugir ikki at siga við vissu, hvønn dag peng- arnir hvurvu úr goymslu hansara á kamarinum á Ellisheiminum. Tað var ikki hvønn dag, hann var í skuffuni. Men ein dag sein- ast í august mánaði 1990 vamadist hann, at allir pengarnir vóru horvnir. Maðurin fór beinanvegin til fyristødukvinnuna og segdi, hvat var hent. Hon var lika forfard sum hann og meldaði beinanvegin til politiið. Maðurin sigur, at tá hann flutti inn á Ellisheimið, fekk SLEPPIÐ UNDAN MISTØKUM Skipafelagið Føroyar víðkar um tænastuna. | samband við nýggju tollskipanina skal m.a. ein nágreinlig tollingaråheitan fyllast út. Fyri eina lítla samsýning hjálpa vit tær við ellum tínum innflutningsskjølum. Bæði lættari og bíligari - tá alt er klárt at avgreiða VS PF SKIPAFELAGID FØROYAR TELEFON 11225, BRYGGJAN, TORSHAVN hann tey rådini altid at læsa kamarið, tå hann var úti. Hann er sannførdur um, at hann ongantíð hevur gloymt at læsa kamarið. Heldur ikki ivast hann i, at skuffan var stongd. - Politiið var triggjar ferð- ir her og tosaði við meg. Teir spurdu aftur og aftur, um eg ikki hevði illgruna til nakran. Men tað hevði eg ikki, sigur hesin maðurin, sum trýr væl til øll. Einki hendi, og madurin ótolnaðist. Nakrar ferðir var hann á politistødini og spurdi, men kundi ikki har fáa annað svar enn, at ar- beitt var við málinum. Trúði gott til øll Maðurin leggur stóran dent á, at tað ikki er fyri at skaða Ellisheimið á nakran hátt, at hann kemur fram við hes- um. Tað er sjálvandi iva- samt, um pengarnir nakr- antíð koma afturí aftur, men maðurin heldur ikki, at slík- ur stuldur eigur at tigast burtur. Tad var ein dyggur smeitur fyri hann, ti hann trúði ikki, at slíkt kundi henda. - Eg fekk tey ráðini ikki at lata hetta frættast til blødini, ti tað kundi skaða Ellis- heimið. Men tað kann tað íkki. Eg havi einki ringt at siga um Ellisheimið. Her er gott at búgva, øll eru líka fitt, og vit hava tað gott her. Uni Vestureið, leiðari á Kriminaldeildini, váttar, at politiið 29. august 1990 fekk fráboðan um, at allir pengarnir vórðu stolnir frá einum manni á Ellisheim- inum. Politiið trýr mann- inum, men kanningar teirra góvu ikki nakað úrslit, ið bendi á, hvor tjóvurin kundi verið. Politiið hevur áður gjørt kanningar á Ellisheiminum í sambandi við, at fólk hava saknað ymist. Ákæra er tó ongantíð reist. Uni Vestur- eið sigur, at eingi prógv eru fyri, at samband er millum tey málini og tær 86 túsund krónumar, sum hvurvu á kamarinum hjá tí 88 ára gamla manninum á Ellis- heiminum. randi Árend á prutli Ein kona í Havn noyddist á skaðastovuna fyrrapartin í gjár eftir eitt ferðs!luóhapp. Konan kom á prutli om- aneftir Trsgøtu. Tá hon kemur tl vegamótið við Sverrisgøtu, koyrir ein bilur útá Tórsgetu, sjálv um hann hevði treytaleysa víki- skyldu, og rennir á kvinn- una. Hon varð flutt á skaða- stovuna. Tíbetur vildi so væl ul, at hon slapp við smávegis snuddum í annað knæið. randi Verður sáttmálin mill- um Føroya Prentarafel- ag og Føroya Prent- smiðjueigarafelag sagd- ur upp í ár, so verður tað arbeidsgevaramir, sum siga upp. Føroya Prentarafelag hevði eykaaðalfund månakvøldid og har varð samtykt ikki at siga sáttmálan upp. Eingin orsøkin er, at eingin væntar sær nakra lønar- hækkan í ár. Ein onnur orsøk er, at prentarar og prentsmidjueigarar 17. desember gjørdu ta av- talu, at um arbeidsloys- istryggingin er komin 1. mai i år, skuldu teir lata såttmålan halda fram eitt ár aftrat Gbroyttan. Ar- beiðsloysistryggingin er ikki komin enn, men i hvussu er prentararnir vænta, at hon kemur í vár onkuntíð. Tá Sosialurin í gjár fór til prentingar, høvdu prentsmidjueigararnir enn ikki tíkið stóðu til, um teir skuldi siga sátt- málan upp. Fundur skuldi vera í nevndini út á seinnaparun. Um nevndin velur at siga upp, so verður tað fyri at fáa okkurt broytt í sátt- málanum, men hinvegin leggja vit stóran dent á at hava frið, sigur Krist- offur Laksá, formaður í Føroya Prentsmiðjueig- arafelag. Sáttmálin í fjør varð heldur ikki uppsagdur. randi VALUTAKURSIR USA Bretland V-Týskland Sveríki Noreg Frakland Belgía Sveits Holland Italia Finnland Island Eysturríki Spania Portugal Kanada Japan Yen ... Irland Pund .. Grikkaland Drakmur Pund .. Króna Króna Escudos Dollari . Dollari .. Markur . Frankur . Frankur . Frankur . Gyllin ... Skillingur Pesetas . - 1033,62 31.1. síðsta mán. 625,60 591,35 „1115,57 1106,53 387,61 389,56 106,76 106,61 98,85 98,94 113,78 114,05 18,821 18,910 436,72 436,49 344,27 345,72 0,5158 0,5143 142,34 143,06 10,75 10,63 55,085 55,344 6,162 6,113 4,504 4,402 53220 511,55 4,9869 4,7335 1034,80 3,358 3,371 Kelda: Føroya Sparikassi HØVUDSVINNINGUR: ASO gevur tydiligari mynd | og betri litir, tå talan er um slitin bond — kopiering leigaðar filmar Á —— Bert eitt av mongum í stóra úrvalinum hjá p/f Esmar Simonsen, Tlf. 44405, Kambsdalur - Box 78 - 530 Fuglafjørdur Síða 15 ae det LÆNE LI pr