Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 2 tinde sosialurin Tíðindaskriv frá Líkningarráð Føroya Um fyribilsskattaskrånna 1992 Nýggjar upphæddir Í blaðnum í dag lýsir Líkningarráð Feroya upp- hæddir fyri fríar ágóðar, eginnýtslu hjá privatum vinnurekandi og frádráttir viðvíkjandi ferðing og húsarhaldi, sum eru galdandi fyri inntekuárið 1992. Somuleiðis verður greitt frá, at umráðandi er at skattaborgarin er rætt fyribilsskrásettur, t.v.s. samsvarar hesin frádráttur ikki við veruliga frá- dráttin, er neyðugt at fylla út oyðublað til fyri- bilsskattaskráseting. Hvar fáast oydublød til fyribilsskattaskráseting? Oyðubleð til fyribilsskattaskráseting eru at fáa í rindar rættan skatt. Fyri at tryggja sær, at ein er rætt fyribilsskrá- settur, er neyðugt at kenna B-inntekuna og teir frádráttir ein hevur í inntekuárinum. A kontoavritinum, sum kemur fyrst í februar, verður m.a. upplýst um mettan reniufrådrått, og ellum peningastovnunum um alt landið, og vera at fáa á posthúsunum í hesari vikuni. Oyðubleðini kunnu sjálvandi eisini fáast á ellum deildum líkn- ingarráðsins og á líkningardeildini hjá Tórs- havnar kommunu. Fyribilsskattaskråin 1992 Fyribilsskattaskråin 1992 er gjørd ut frå teimum upplysingum, sum likningarrådid hevur tikid åvikavist frå sjålvuppgåvuni 1990 og ella frå fyribilsskattaskrånni 1991. Hjá teimum, sum høvdu lån í 1990 og 1991 kann verða munur á um upplýsingarnir til fyribilsskattaskránna 1992 eru fingnir frá sjálvuppgávuni 1990 ella frá fyribilsskattaskránni 1991. Eru upp- lýsingarnir um rentufrádrátt fingnir frá sjálvuppgávuni 1990, so er rentufrádrátturin í fyribilsskattaskránni 1992 tað sama sum rentu- frádrátturin á sjálvuppgávuni 1990, men niðurskrivaður við 18%. Er rentu frádrátturin fingin frá fyribilsskattaskránni 1991, er hann niðurskrivaður vid 5%. Hjå teimum, sum høvdu B-inntøku antin i 1990 ella 1991, eru tøl- ini flutt til fyribilsskattaskrånna 1992 sum tey eru. Her er hvorki upp- ella niðurskriving farin fram. Fyri at fyribilsskattaskráin skal verða so bein sum gjørligt, so sleppast kann undan avlops- ella írestandi skatti, tá uppgjørt verdur, er neydugt at kanna eftir, um tey tøl likningarrådid er komið fram til, samsvara við veruleikan. Gera tey ikki tað, eigur ein at venda sær til deild líkningarráðsins á staðnum og fáa fyri- bilsskattaskránna í rættlag. Fyrst í februar mánaði sendir líkningarráðið ollum borgarum' kontoavrit yvir lønarbékingarnar í 1991. Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri at kunna skattaborgararan um tær lønir, sum eru. skattaroknaðar hjá honum í fyribilsárinum 1991. Er feilur í her, má hann gera vart við seg sum skjótast, tí somu tel verða sett á sjålv-, uppgåvuna, sum verður útskrivað um hålvan februar. Á hesum. kontoavriti upplysir likningarrådid eisini ætlada rentufrådråttin fyri 1992. - Hjá teimum, sum hava ymisk framihjårættindi sum part av lønini, ásetur líkningarráðið eina ferð um árið, virðið av hesum lunnind-: um, og eru virðini fyri 1992 hesi: a) Virði av fríum bústaði: Íbúð (partur av húsum) pr. m? Íbúð (heil hús) pr. m? b) Frítt el Fríur bilur: „MOVkgogundir .......................kr. 40.000,00 HMOLkgLÍSVØKg .....................kr 50.000,00, 10) kgog mere... ..................kr. 60.000,00- Alliraðnirbllar.........................kr. 40.000,00 Eginnýtsla hjá privatum vinnurekandi: Privatur vinnurekandi skal skatta av virðinum av vorum og fram- leiðslum, sum hann tekur úr virki sínum at nýta ella hava í húsar- haldi sínum ella til gávur. Virðið verður roknað eftir keypsvirð- inum ella framleiðsluvirðinum á hesum vørum. Somuleiðis skal privatur vinnurekandi skatta av tí partinum av útreiðslunum, sum svara til privatnýtsluna, tá tað snýr seg um t.d. bil, telefon, ljós og hita, har útreiðslan umfatar bæði privatu og vinnuligu nýtsluna. Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálvur skal gera eina neyva metan av hvussu nógv er privat, og hvussu nógv er vinnulig nytsla, og skal henda metan vera við atliti til stødd av t.d. húsi og húski. Sum leiðbeinandi minstamark hevur líkningarráðið tó ásett hesi virðir fyri nýttar verur: f) Eginnýtsla av vorum: Keypmenn ............ er.kr. 14.900,00 Bakarar ...........,........ 60,kr. 4.800,00 Bakarar við keypmansvørum .............kr. 6.400,00 Annars hevur likningarrådid åsett sum minstamark, at privatnytsla av bili hjå hyruvognsførarum skal verða ..................kr. 11.100,00 Virðið av partacigaralánum .............e...ssi.......12% Frádráttir samb. 8 33 í skattalógini: a) Avlamisaklor ..........-...- eee...kr. 9.500,00 b) Frádráttur fyri ferðing millum bústað og arbeidsplåss pr. km ............kr. 1,13 c) Frádráttur fyri dupult húsarhald: Fyn bylipr. mb. .............. uss sssu nankr. 1.008,00 Fyri kost pr. dag ....-....... 1...kr. 34,00 Fyri b) og c) er galdandi, at bert tann parturin av útreiðslunum kann dragast frá, sumferuppum .....................kr. 2.900,00 Tórshavn tann 9. januar 1992 Likningar:å6 Føroya