Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 — 4. februar 1992 tíðindablaðið Alt ov fá nýta trygdarbelti Utvid 100 bilførar i Suduroy fingu i farnu viku bót fyri ikki at nýta trygdarbelti Politiid í Surðuroy gjørdi nakrar grein 13 kanningar í farnu viku. Vanligasta ferðslusyndin er, at fólk nýta ikki trygdarbelti. Hetta er eisini galdandi í Suðuroy, har politiið gav útvið 100 fólkum bót fyri hesa ferðslusynd. Politiið sigur, at fyrsta dagin teir vóru úti, fingu serliga mong bót fyri ikki at koyra við trygdarbelti, men tey gjørdust alt færri við seinru kanningunum. Tað vísir seg, at fólk bera stórri ótta fyri at fáa bótina, heldur enn at tey hugsa um sína egnu trygd í ferdsluni. Politiið á Tvøroyri sigur, at bilarnir, teir steðgaðu, vóru yvirhøvur í heilt góðum standi. Grein 13 kanningarnar í Surðuroynni halda fram, verður sagt av Tvøroyri. Koyrdi fullur Leygarkvøldid varð ein bilførari tíkin í Sumba, eftir at hann hevði rent inn í ein parkeraðan bil. Fólkaskaði var eingin, men skaðin á bilarnar var rættiliga stórur. Blóðroynd varð tíkin av bilføraranum, sum verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring Sunnudagin var politiið aftur í Sumba. Hesaferð í samband við herverk á onkran bil uttan fyri dansistovuna Tingið fer í dag at viðgera arbeiðsloysistryggingina Eitt av málunum, sum tingið fer at viðgera í dag er uppskotið um arbeiðsloysistryggingina. Uppskotið varð lagt fyri tingið í síðstu viku. Síðani uppskotið kom á tingborð hava fleiri fakfeløg fundast dúgliga, og sum skilst fer okkurt brævið hesum viðvíkjandi at liggja fyri tingmonnum, tá uppskotið verður vidgjørt. tór.- síða 3 Varðveita gomlu husanøvnini Ti verða skelti sett á gomlu húsini úti á Reyni og Undir Ryggi Tað verður hildið at vera stórt spell, um gomlu húsangvnini í Havn fara í gloymskuna, og tí hevur býráðið tikið stig til at seta navnaskelti á húsini í gomlu byarpørtunum úti á Reyni og Undir Ryggi. Gunnar Hoydal, býarar- kitektur sigur, at mangan hevur verið tosað um hvussu gomlu húsangvnini best kunnu varðveitast, eins og at tey í stórri mun verða nýtt í dagligari talu. Hildið var best at seta skelti á hvor hús sær, og verður hetta gjørt við kortinum frá 1865 hjá blikkinsláaranum sum grundarlagi. Gunnar Hoy- dal sigur, at í onkrum føri eru ymiskar meiningar um hvat upprunaliga navnið á húsinum er, og verða hesi tí lopin um í fyrsta umfari. Tað er nakað síðani at býráðið fór undir at merkja húsini, og nú hevur landið tikið tåttin upp, og er farið at seta navnaskelti á byg- ningarnar úti í Tinganesi. tór.- Vestmanna Kommuna sera illa fyri: Biður landið yvirtaka ferjuleguna Í gjár fyrrapartin vóru umboð fyri bygdarráðið í Vestmanna á fundi við landsstýrið. Vestmanna Kommuna hevði bidid um fundin, tí kommunan er sera illa fyri. Serliga er tað nýggja ferjulegan Inni á Fjørd, sum tyngir raksturin hjá kommununi. Komm- unan hevur ti fyrr heitt á landsstýrið um at yvirtaka ferjuleguna, men enn hevur landsstýrið sýtt fyri hesum. Um landsstýrið fram- haldandi fer at sýta er tó ikki vist, tí hetta verður eitt av málnum á landsstýris- fundinum í dag. Eins og hjá ødrum bygd- um er eisini skattagrund- arlagið í Vestmanna nógv minkað. Roknað verður við, at tað í ár minkar úr 20 og niður í 14 milliónir. Fimm milliónir tørva í Fyrsta navnaskelti úti í Tinganesi er komið upp á Stokkastovuni. Hanus Jensen hevur telgt skeltið. Mynd: Kalmar sjálvum rakstrinum hjá kommununi. Ein átroðkandi iløga hjá Vestmanna er at fáa nýggja vatnveiting. Gamla vatnveitingin lúkar ikki krøvini til at viðgera góðskaðar fiskavgrur, men at fara undir reina tílíka fløgu hevur kommunan ikki ráð til. A landsstýtrisfundinum fyrrapartin í dag fer lands- stýrið eisini at viðgera stóðuna hjá kommunum yvirhøvur. tór.- Nýggja ferjulegan Inni á Fjørd er dýr fyri Vestmanna Kommunu. Mynd: Kalmar Álitisváttan til nevndina | 7 á ' 7, P * 2 á Tummas Lervig er formaður í Norðoya Javnaðarfelag Nevndin í Norðoya Javnaðarfelag fekk eina dygga álitisváttan á aðalfundinum leyg- ardagin. tveir av nevndarlimunum, Olanta Hansen og Allan Jacobsen, stóðu fyri vali. Tey vóru bæði afturvald. Hinir nevndarlimirnir eru Tummas Lervig, for- maður, Eyðgunn Sam- uelsen, næstformaður og Hans J. á Kósini er skrivari. Allan Jacob- sen er skrivari og Olanta Hansen, nevn- darlimur. Tiltakslimirnir vóru somuleiðis afturvaldir. Teir eru Mamy Dahl Sørensen og Randi Waag Jacobsen, og tað vóru grannskoðararnir eisini. Teir eru Arni Samuelsen og Heini Waag. A aðalfundinum vóru eisini floks- leiðsluumboðini vald. Tey eru Terji Kjærbo og Mamy Dahl Sør- ensen. Tiltakslimimir í floksstjórnini eru Annfinn Norðbúð og Randi Waag Jacobsen. Nevndin hevði gjørt uppskot ul nýggja lóg, sum eisini varð lagt fram á fundinum. Fundurin tók undir við broytingunum og nú skal nevndin arbeiða víðari við uppskot- inum og leggja tað fyri ein eykaaðalfund. Eftir sjálvan aðal- fundin høvdu politikararnir orðið Vilhelm Johannesen løgtingsmadur, Oli Heinesen, býráðsformaður og Allan Jacobsen, bý- ráðslimur greiddu frá aktuellum politiskum málum. Semja var um at skipa fyri emum fundi heilt skjótt aftur. Evnið skal vera so viðkolmandi sum: Stødan í Klaksvík. tor.-