týsdagur 4. februar 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindaskriv frá Reyni Service
TOYOTA
— persónbilur no. Í
— sætta árið á rað
Tey trý mest seldu persónbilamerkini vóru í 1991:
Toyota við 123 bilum ella 27,33 prosentum, Ford
við 102 bilum ella 22,66 prosentum og Mazda við
51 bilum ella 11,33 prosentum.
Metið hjá Toyota er ikki tað fyrsta í so máta, tí
heili seks ár á rað hava føroyingar nú valt sær ein
Toyota persónbil fram um so nógvar aðrar.
Annars vóru í 1991 seldir 450 persónbilar.
Tiggju tey mest seldu modellini vóru: No. 1 —
Toyota Carina 67 bilar, no. 2 — Toyota Corolla 52
bilar, no. 3 — Mazda 323 43 bilar, no. 4 — Ford Fi-
esta 34 bilar, no. 5 — Ford Escort 32 bilar, no. 6 —
Ford Sierra 22 bilar, no. 7 — Nissan Sunny 17 bil-
ar, no. 8 — Honda Accord 15 bilar, no. 9 — Ford
Orion 14 bilar, no. 10 — Mitsubishi Galant 12 bil-
ar.
Einki kemur av sær sjálvum, men at umboðið í
Føroyum av teimum sera rakstrartryggu og hald-
góðu Toyota-bilunum í sjálvum sær er borgan fyri
so frægum selutelum fleiri ár á rað, er nærum
sjálvsagt.
Men vit vita eisini, at hetta í longdini ikki held-
ur einsamalt og leggja tí stersta dentin á altíð at
hava besta fólkið, bestu tænastuna til tað umvæl-
ingar- og viðlíkaha:dsarbeiði, sum sjálvt ein Toy-
ota kann hava fyri neyðini av og á.
Vit kunnu ikki annað enn takka føroyingum
fyri góða álit teirra á bilar sum tænastur okkara í
91 og fara eisini í 92 at gera okkara til, at bilur før-
oyinga no. 1 eisini framyvir verður ein Toyota.
ØS HØVUDSVINNINGUR:
L UXOR ASO-video
ASO gevur týðiligari mynd
og betri litir, tá talan er um
slitin bond
kopiering
leigaðar filmar
rr
Bert eitt av mongum í stóra úrvalinum hjá
p/f Esmar Simonsen,
TMM. 44405, Kambsdalur - Box 78 - 530 Fuglafjørdur
Harri blaðstjóri!
Um tit aftur ætla at
endurgeva meg ígjegnum
triðjamann, vil eg fegin
fáa hevi til at gera við-
merking ella leggja aftur-
at slíkum, sum eg skal
hava borið fram í privatari
samreðu við onkran ann-
an.
Hetta er fyri at fyri-
byrgja, at slíkt úttalilsi,
tikið burtur úr eini heild,
verður nýtt til at bera júst
evugtan boðskap enn
hann, eg ætlaði.
Ætlaði mær ikki í al-
ment kjak um sendingina
um millumbylgjusendar-
an í Akrabyrgi — tí so
vildu erkvisin sjónvarps-
fólk beinanvegin skuld-
sett meg fyri roynd at
sensurera politiskt — tí
ringdi eg aftan á sending-
ina til Árna Gregersen
fyri at siga honum, hvat
eg persónliga — og ikki
løgmadur Atli P. Dam —
helt um hana.
Sum Sosialurin eisini
sigur, var hevuðsmeting
mín, at sendingin var
„undir alt lågmark«; men
tá blaðið í stórari yvir-
skrift á forsíðuni letur
meg hava sagt, at >Sól-
bjørn kendi frågreiding-
ina«, gevur hetta tvørtur-
ímóti ta fatan, at eg beri í
betuflaka fyri atburð sjón-
varpsins og eins og geri ilt
verri við at geva telefon-
verksstjóranum eitt
spark.
Væl metti eg, at telefon-
verksstjórin kendi inni-
haldið í frágreiðingini —
hann eigur jú stóran part
av tí sjálvur — men; tað,
sum hverki eg ella Árni
Gregersen kundu avgera,
var, um telefonverksstjór-
in visti av, at tey >loynd-
arskjøl«, sum Øssur hevði,
vóru tann sakliga og ob-
jektiva frágreiðing, sum
embætisfólk í Tinganesi
lótu úr hondum 1. august
1990, ella tað var tann
»bumban«, sum Øssur
lætst sita inni við. Tí uppá
fyrispurning telefonverks-
stjórans vildi Øssur ikki
siga frá, hverji skjelini
vóru, men svaraði hástór-
ur: >Her er tað eg, sum
seti spurningarnar<, sum
var talan um eitt forhoyr
og ikki eina sakliga sam-
reðu.
Orðavalið: >Okkum er
eydnast at fáa fatur á hesi
frágreiðing< gjørdi hetta
eisini duldarfult, hóast
landsstýrið sum einki læt
teim frágreiðingina.
Arni Gregersen var ikki
samdur í míni vurdering
av sendingini, sum sera
vánaliga og óargaliga.
Kortini gav hann mær
rætt í, at atburður sjón-
varpsfólkanna í byrjanini
var óheppin, og at »an-
nonseringin« fleiri kveld á
rað frammanundan send-
Nr. 23 — 4. februar 1992
ingini kundi verið ødrvisi;
men hann umbar seg við,
at hann hevði verið burt-
urstaddur og tí ikki sum
programmleiðari hevði
havt ávirkan á hesa
»annonsering«.
Vit, sum ofta hava sam-
reður við útvarps- og sjón-
varpsfólk, eru ikki von við
slíka framferð. Tað ber
oftast til at sita og práta
og skemta, áðrenn send-
ingin byrjar, ja eisini at
bera fram okkurt, sum ein
veit, at »journalisturin« er
greiður yvir ikki skal við í
sendingina, og tá so fyri-
reikingarnar eru lidnar,
bandupptakarin stillaður
rætt til ljóðið ella upp-
tekutólkið hevur funnið
rettu myndina, byrjar
samreðan friðarliga, og
báðir partar hava eina
hóming av, hvat sending-
in fer at innihalda. Har-
afturat hava oftast dugna-
ligar og fittar >sminkes-
ur< roynt at beta sum
frægast um lýti í útsjónd
okkara.
Soleiðis ikki hesa ferð.
Her verður kveld eftir
kveld í forlýsing skapt ein
fatan av onkrum, sum ikki
ruggar rætt, og tá send-
ingin kemur, verða sjálvt
fyrireikingarnar = sendar,
telefonverksstjórin
>zoomaður< heilt fram á
skíggjan o.s.fr.
Hetta er ikki bara óet-
iskt, sum onkur hevur
sagt, men beinleiðis
beistagerð.
Tað var ein roynd
frammanundan at »krimi-
nalisera« byggingina av
millumbylgjusendistødini
og leikluti telefonverks-
stjórans i henni.
Vit varnast nú, at sjón-
varpsfólkini ikki eru í
heiðurligum og seriøsum
erindum at upplýsa, hví
kostnaðurin aftan á flyt-
ing av Skúvanesi til Akra-
byrgis er 68 mill. kr.; men
heldur at finna onkran
syndabukk — eitt »offur«
sum danir siga — at
heingja út.
Tað er eingin loyna, at
Øssur Winthereig í aktu-
ellum málum ógvuliga
ofta spyr: »Hvør er skurk-
urin« sum um tað ikki
finnast mál og málsvið-
gerðir uttan »skurkar«. Í
samreðum við hann fært
tú ta fatan, at hann heldur
vil seta teg fastan, enn fáa
eitt mál lýst, og tá hetta
ongantíð eydnast, missir
tú áhugan fyri slíkum
samreðum.
Í krimisegum er >skurk-
urin< oftast avdúkaður á
seinastu síðu; men í
hesum máli vistu »høv-
undarnir< Øssur og Dag-
mar — tey hevdu jú frá-
greidingina — at »skurk«
funnu tey ongan. Ti er
betri at lata eitt åvist tal
av spurningum, sum tey
siga seg hava roynt at fåa
telefonverksstjóran at
svara, hanga ósvaraðum í
luftini, tó at teir so gott
sum allir eru svaraðir í
teirri frågreiding, sum
Marita Petersen, lands-
stýriskona, uttan hóva-
sták hevði útflýggjað
teimum. Á henda hátt ber
til at skapa fatan av, at
onkur »skurkur« er kort-
ini.
Einaferð enn fer ein
heldur eftir manninum
enn bóltinum, og eftir
situr hyggjarin við ov
fáum upplýsingum um
millumbylgjusendaran,
rakstur hans, elveitingina,
útbreiðslumeguleikarnar
0.s.fr.
Eg eri ein teirra, sum
havi mett tað sum fram-
stig, at fjelmiðlar okkara
kundu fáa útbúgvið fólk í
arbeiði sítt, og tað haldi
eg frmavegis; men sam-
stundis harmist eg um, at
»Danmarks Journalisthøj-
skole« ikki i øllum førum
= KRIMI ella FUSARI
megnar at læra hesi fólk
hógv til at meta um, hvar
markið gongur.
Vit skulu hava eina ár-
vakna og virkna pressu,
sum kann verja áhugamál
borgarans og fyribyrgja
ólíkindum — verða hin so-
kallaða 4. statsmaktin —
men haðani og til at fjøl-
miðlar bert skulu verða
spælipláss hjá onkrum
journalisti >sum heldur
seg vera< og skal sleppa
at prógva, at hann er tað
við at sparka eftir ávísum
borgarum ella láturlig- og
niðurgera teir og arbeiði
teirra, er eitt ov langt lop.
Tíverri harra blaðstjóri,
hendir hetta eisini av og á
í blaði tygara, hóast eg
veit, at tygum ikki vilja
tað.
Kendur politikari segði
einaferð, at tað ber til at
lumpa fólk eina tíð, eisini
at lumpa ein part av fólk-
inum alla tíðina, men ikki
at lumpa alt fólkið alla
tíðina.
Tað er meguligt, at
onkur politikari lumpar og
lirkar av og á, kanska eis-
ini at onkur ger tað megin-
partin av tíðini; men Øss-
ur Winthereig synist ar-
beida ut frå sannføring
um, at allir politikarar og
vid teimum stovnsleida-
rar, lumpa og lirka alla tíð-
ina og ongantíð gera eitt
vælmeint og sakligt ar-
beiði fyri at skapa fram-
burð fyri land og fólk.
Tað man vera ómetaliga
stór yvirmeting av egnum
týdningi — og undirmet-
ing av intelligensi telefon-
verksstjórans — tá sjón-
varpsmaðurin heldur tele-
fonverksstjóran royna at
blokera sending hansara.
Tað, sum hendir, er
tverturímóti, at sjón-
varpsmaðurin = blokerar
nakrar meguleikar hjá
Sjónvarpi Feroya at rekja
sínar sakligu upplýsingar-
skyldur, tí hampafólk ikki
fara at tíma at samreða
við krimiskrivarar, sum
framleiða »fusarar«.
Harri blaðstjóri.
Hóast frágreiðingin frá
1. august 1990 er long og
helst keðiligt tíðindatilfar,
fari eg at heita á tygum
um at prenta hana í full-
um líki, so gitingarnar og
tað loyndarfulla hverva.
Hon er nevniliga als onki
spennandi fyri hann, sum
leitar eftir ólíkindum.
Atli P. Dam