týsdagur 8. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 68 - 8. apríl 2003
Nr. 68 - 8. apríl 2003
19
UTTAN ÚR HEIMI
Morðið á Djindjic
uppklárað
Serbiska innanríkisráðið kunngjørdi sunnudagin, at ein
fyrrverandi tænastumaður í loyniligu løgregluni hevur
viðgingið, at tað var hann, sum skjeyt Zoran Djindjic,
forsætisráðharra tann 12. mars.
Dusan Mihajlovic, innanríkisráðharri, segði, at
ákæruvaldið hevur savnað nóg mikið av próvtilfari at
fara undir eitt rættarmál ímóti drápsmanninum og hin-
um, sum skipaðu fyri morðinum. Hann legði tó afturat,
at onkur gongur leysur enn, men at teir seinastu verða
tiknir skjótt.
Serbisku myndugleikarnir halda, at morðið var liður
í einari kvettroynd. Zoran Djindjic var andstøðuleiðari
í forsetatíðini hjá Slobodan Milosevic, og avgerðin hjá
Djindjic at flýggja dómstólinum í Haag Milosevic,
fekk øði í teir tjóðskaparsinnaðu viðhaldsmenninar hjá
gamla forsetanum. Serbisku myndugleikarnir hava fyrr
bent á, at kona Milosevic, Mira Markovic, var uppi í
morðætlanunum. Hon er í Moskva, men enn hava
myndugleikarnir ikki biðið russar útflýggja hana.
Nýggjar búsetingar
Fleiri jødisk húski eru í ferð við at seta seg niður í tí
arabiska partinum av Eysturjerusalem.
Ísraelska friðarrørslan Peace Now hevur funnist
hvassliga at nýggju búsetingunum, tí vandi er fyri, at
tær fara at seta ferða á palestinskar yvirgangsatsóknir
ímóti ísraelskum málum, sigur rørslan. Leiðarin í Jeru-
salem-deildini hjá Peace Now, Eyal Hareuvene, leggur
niðursetufólkini undir at gera sær dølt av, at heimsins
eygu eru vend ímóti krígnum í Irak í hesum døgum, og
at búsetingarnar tí ikki verða umrøddar.
Amerikanska stjórnin hevur biðið ísraelsku myndug-
leikarnar forða fyri fleiri jødiskum búsetingum í palest-
inska økinum. Samstundis hevur amerikanska stjórnin
boðað frá, at hon fer saman við ST, ES og Russlandi at
leggja eina friðarætlan fyri Miðeystur fram, so skjótt
kríggið í Irak er av.
Hóttir aftur
Norðurkorea fýlist á, at USA hevur biðið ST-trygd-
arráðið viðgera norðurkoreanska kjarnorkupolitikkin.
Stjórnin í Pyongyang segði í gjár, at amerikanska
uppskotið er eitt stig á vegnum ímóti kríggi. Sam-
stundis segði ein talsmaður hjá stjórnini, at allir partar
av landsins hermegi fáa boð um at standa fult tilbúnir.
- At trygdarráðið yvirhøvur viðger kjarnorkupolit-
ikkin á koreanska nesinum er í sær sjálvum eitt stig til
kríggj, segði talsmaðurin hjá norðurkoreansku stjórn-
ini.
1.000 deyð í ættarstríði
ST-umboð í Demokratiska Lýðveldinum Kongo siga,
at meiri enn 1.000 fólk eru deyð í bardøgum millum
tveir ættarbólkar í landnyrðingspartinum av landinum.
Sambært ST var tað seinasta hósdag, at partarnir
brustu saman. Bardagarnir vóru í økinum tætt upp at
ugandiska markinum. ST hevur biðið Uganda hava
eftirlit við økinum, og ein heryvirmaður í ugandiska
herinum segði sunnudagin, at hermenn hansara hava
funnið fleiri hundrað lík.
Sambært ST vóru tað fólk úr homa-ættarbólkinum,
sum brustu saman við fólk úr lendu-ættarbólkinum.
Hesir ættarbólkarnir búgva í Ituri-landspartinum, sum
javnan verður plágaður av ófriði.
Meðan Bagdad
brennur, situr Sad-
dam Hussein, forseti
tryggur í serbygdu
rúmum sínum langt
niðri í jørðini. Tað
sigur týskarin Karl
Bernd Esser, sum
sigur seg hava teknað
trygdarrúmini hjá
irakska leiðaranum.
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen:
Tann 45 ára gamli Karl
Bernd Esser gjørdist kend-
ur, tá kríggið í Irak brast á.
Tá segði hann, at hann
hevði teknað eina serliga
trygdarstøð
til
irakska
forsetan, Saddam Hussein,
undir jørð. Støðin er so
sterk, at hon tolir sjálvt eina
kjarnorkubumbu,
hevur
hann sagt.
Tað eru kortini ikki øll,
sum hava álit á tí, sum Karl
Bernd Esser sigur. Týska
blaðið Súddeutsche Zeit-
ung skrivar, at eingin kann
vátta tað, sum maðurin
hevur sagt, men á sínari
egnu heimasíðu skrivar
Esser, at hann hjálpti Sad-
dam Hussein at byggja eina
verjustøð undir jørð. Støðin
er 1800 fermetrar stór, og
hon kostaði 66 milliónir
dollarar, skrivar hann á
heimasíðuni.
Hinvegin er tað greitt, at
týska felagið Boswau &
Knauer bygdi eina tílíka
trygdarstøð í Bagdad tíðliga
í áttatiárunum. Ein tals-
maður hjá felagnum sigur
við Zúddeutsche Zeitung, at
støðin var ætlað 120 fólkum,
men hann dugir ikki at siga,
um Karl Bernd Esser hevði
nakað við arbeiðið at gera.
Men tað kann vera, at hann
hevur verið uppií, sigur
talsmaðurin.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani segði Karl Bernd Esser,
at bumburnar, sum amerik-
anarar nýta í krígnum,
skala ikki trygdarstøðina
hjá Saddam Hussein. Støð-
in er eisini so sterk, at hon
tolir sjálvt eina kjarnorku-
bumbu, legði hann afturat.
Saddam situr tryggur
Amerikanskir stríðs-
vorgnar tóku seg í
gjár inn í sjálvan
miðbýin í Bagdad.
Irakar siga, at
amerikanararnir fara
at doyggja við
múrarnar í býnum.
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen:
Nú eru amerikanararnir í
Bagdad.
Gjáramorgunin tóku einir
70 amerikanskir stríðs-
vognar seg inn í sjálvan
miðbýin í Bagdad, har teir
millum annað søktu at
tveimum av borgunum hjá
Saddam Hussein, forseta.
Tað mesta av borgunum var
kortini oyðilagt av teimum
nógvu loftálopunum, sum
amerikansk og bretsk flog-
før hava gjørt á býin, síðani
krígið byrjaði.
Sunnudagin vóru nakrir
amerikanskir stríðsvognar
eisini í Bagdad. Tá segði
amerikanska herleiðslan, at
talan var um eitt snarálop,
og at stríðsvognarnir tóku
seg aftur stutt eftir. Men
hesaferð verða teir verandi
í býnum, segði ein talsmað-
ur hjá herleiðsluni í gjár.
Hernaðarserfrøðingar
ivast í, hvat nú fer at henda.
Teir ivast ikki í, at amerik-
anararnir eru førir fyri at
halda støðir sínar í býnum,
men spurningurin er, hvat
irakar gera, ella hvat teir
eru førir fyri at gera.
At irakar ikki hava lagt
vápnini sást í gjár, tí tá vóru
amerikanskir hermenn í
hørðum bardaga við iraksk-
ar hermenn í útjaðaranum
av Bagdad, søgdu vestur-
lendskir tíðindamenn, sum
eru við amerikansku her-
monnunum.
Irakska leiðslan avsann-
aði í gjár, at amerikanarar-
nir eru í høvuðsstaðnum.
Sagt varð, at teir amerik-
ansku hermenninir fara at
doyggja við múrarnar í
Bagdad.
Amerikanararnir í Bagdad
Ikki allir irakar berjast ímóti
amerikansku og bretsku her-
monnunum. Her hava nakrir
irakar felt eina standmynd
av Saddam Hussein
Guðrun Sólja Jacob-
sen av Tvøroyri legði
Føroya land lamið
fríggjakvøldið, tá hon
vann stóru sang-
kappingina Stjerne
for en aften. Tað var
tó ikki óvæntað, at
hon fekk flest atkvøð-
ur frá hyggjarunum,
tí hon stutt sagt berg-
tók øll við sínum
avbera vakra sangi
STJØRNAN
Stefan í Skorini
Nýggjasta
stjørnuskotið
innan
tónleikaheimin
Guðrun Sólja fekk eina væl
uppiborna hetjumóttøku, tá
hon aftur setti fótin á før-
oyska jørð sunnudagin.
Sjálv hevði hon ikki droymt
um, at hon skuldi vinna
kappingina, men tá av-
tornaði gjørdist hon greiður
vinnari, tí hon sang seg
beint inn í hjørtuni hjá
áhoyrarunum.
Leikpallurin var stór-
sligin, tá yrkisleiðin hjá
Guðrun sum sangarinna fór
av bakkastokki. Eitt stúgv-
andi fult Forum miðskeiðis
í Keypmannahavn við um-
leið
6.000
áskoðarum
heppaði Guðrun fram til
sigurin.
Nógvir føroyingar vóru í
Forum, og teir gjørdu nógv
vart við seg í salinum, tí
hvørja ferð Guðrun var á
skerminum, og tá hon trein
fram á pallin, vóru tey før-
oysku fløggini á lofti og
rópini og skríggini fóru um
allar geilar.
Tað minti ikki sørt um at
vera til fótbóltsdyst hjá
føroyska landsliðnum, og
tú kundi merkja spenningin
í luftini. Áhoyrararnir vóru
við til at gera hesa løtuna
ógloymandi.
Hørð kapping
Sum kappingin leið gjørd-
ist greitt, at kappingin fór at
vera ógvuliga hørð, tí kapp-
ingarneytarnir hjá Guðrun
vóru ikki fyri ongum.
Undan kappingini var spátt,
at Tarek Sidki og Jacob
Andersen fóru at geva
Guðrun skarpan gang og
soleiðis bleiv eisini, tá
atkvøðurnar vórðu taldar
upp.
Endiliga upprann tann
stóra løtan, tá Guðrun
skuldi á pallin. Hon tóktist
púra rólig og hevði ongar
trupulleikar við tí stóru
fjøldini, sum var í salinum,
og talið av hyggjarum, sum
sótu heima í stovunum og
fylgdu gongdini, nærkaðist
tveimum milliónum.
Yvirritaði var so heppin
at vera til staðar, tá hon
legði heimin fyri sínar føtur
og tá hon sang vinnara-
sangin Promise Me hjá
Beverly Craven, rann tað
kalt niðureftir bakinum.
Røddin hjá gentuni av
Tvøroyri fór bókstaviliga
ígjøgnum mønu og merg,
og ikki eitt eyga var turt í
Forum. Tað er sjálvandi
lætt at gerast ov sentimen-
talur at lýsa hesa løtuna,
men hennara rødd var
veruliga nakað, sum rørdi
mangar hjartastreingir hetta
kvøldið. Satt at siga er tað
torført at finna tey røttu
orðini at greiða frá hesi
upplivingini. Tað skuldi
bara upplivast.
Nú var brádliga lætt at
skilja, hví danska Tipstæn-
astan hevði Guðrun sum
favoritt at vinna kapp-
ingina, og blaðmaðurin fór
beint eftir fartelefonini at
greiða atkvøðu fyri før-
oyska sangfuglinum.
Tað lá í luftini, tá at-
kvøðugreiðslan var liðug,
at Guðrun skuldi vinna
kappingina, og tað var ikki
als ikki óvæntað, at hon
varð útnevnd Stjerne for en
aften 2003.
"Simpelthen fantastisk"
kallaðu teir tríggir dóm-
ararnir avrikið hjá Guðrun,
sum tóktisk heldur tikin á
bóli av øllum teimum rós-
andi orðunum og teimum
villu áskoðarunum, sum
lyftu takið av bygninginum.
Vinnarin kosin
Flestu føroyingarnir í sal-
inum væntaðu, at Guðrun
fór at vinna kappingina, og
man hevði eina kenslu av, at
hon fór at sigra. Spurning-
urin var bara, um hon fór at
fáa nóg nógvar atkvøður.
Fyrst skuldu teir tríggir
dómararnir
geva
sína
meting av avrikunum hjá
teimum sjey luttakarunum.
Og teir vóru samdir um, at
Guðrun Sólja stóð fyri tí
besta
avrikinum
hetta
kvøldið. Men dómararnir
hava í veruleikanum einki
at siga fyri úrslitið av
kappingini. Alt var latið í
hendurnar á hyggjarunum.
Fólk sótu sum á nálum, tá
verturin Natasja Crone
kunngjørdi vinnaran.
Heili 295.000 atkvøður
vóru at telja upp. Meðan
Guðrun Sólja Jacobsen
fekk 31 prosent av atkvøð-
unum, fekk Jacob Andersen
24 prosent og Tarek Sidki
fekk bert 17 prosent. Tarek
var annars mettur at vera
størsti kappingarneytin hjá
Guðruni undan kappingini.
Tá
verturin
Natasja
Crone kunngjørdi, at Tarek
var nummar trý, fóru teir
føroysku áskoðararnir at
reisast úr stólunum og tustu
fram móti pallinum. Tey
flestu ivaðust tá ikki í, at
Guðrun fór at vinna.
Hon tóktist rørd, tá hon
tók ímóti virðislønini, og
tað var ein heldur fámæltur
vinnari, sum fjølmiðlarnir
hittu á tíðindafundinum
beint eftir kappingina.
Róligur vinnari
Hóast
hon
júst
hevði
vunnið ein plátusáttmála
við eitt heimsumfatandi
plátufelag og nakrar hundr-
að túsund krónur, var
Guðrun ikki á nakran hátt
uppøst ella frá sær sjálvari
eftir
kappingina.
Hon
tóktist rólig og nýtti ikki so
nógv orð at greiða frá sín-
um kenslum. Tey donsku
tíðindafólkini høvdu ilt við
at fáa hana at tosa.
- Hatta var heilt órtúligt.
Tað ber ikki til at greiða frá,
hvussu tað kennist at standa
á palli frammanfyri 7.000
fólkum, og tann góði stuð-
ulin
frá
áskoðarunum
hjálpti væl, segði Guðrun á
tíðindafundinum.
Hon segði eisini, at hóast
hon var ógvuliga bilsin av
at vinna kappingina, so
trúði hon alla tíðinda uppá,
at tað var møguligt at gerast
nummar eitt.
- Tað er ikki ordiliga
gingið upp fyri mær enn, at
eg havi vunnið. Mítt lív fer
at broyast fullkomiliga eftir
hesa kappingina, og eg
rokni við, at tað verður
torført at venja seg við
hesar broytingarnar, segði
vinnarin, tá vit sluppu at
tosa við hana á føroyskum
eftir kappingina.
- Eg var ógvuliga spent
undan kappingini, men eg
gleddi meg eisini sera nógv
at framføra fyri so nógvum
fólki.
Aftur í skúla
Komandi mánaðirnar fer
Guðrun at hava nógv um at
vera. Hon hevur bara tveir
mánaðir eftir í skúlanum,
og samstundis skal hon
næstan hvørt vikuskifti
niður til Danmarkar at
syngja.
Guðrun gongur í 3.a á
studentaskúlanum í Suður-
oy, og hon skal hava húgv-
una í summar. Spurning-
urin er bara, um hon fær tíð
til alt. Hon sigur, at ætlanin
er at gera skúlan lidan, tí nú
er so lítið eftir, og vónandi
fer tað at eydnast henni.
Guðrun skal hava trettan
konsertir komandi mánað-
irnar. Hetta var ein partur
av vinninginum.
Tá Guðrun meldaði seg
til kappingina fyri einum
sløkum ári síðani millum
2500 onnur, droymdi hon
ikki um, at hon møguliga
fór at vinna, men tá av-
tornaði stóð hon ovast á
sigurspallinum.
- Eg meldaði meg til fyri
at vita, hvørjum støði eg eri
á. Eg elski at syngja, og eg
vildi eisini vísa, hvat eg
dugi.
Nógvar týðandi avgerðir
standa fyri framman hjá
gentuni at Tvøroyri, og tað
verður spennandi at síggja,
hvussu hon fer at fóta sær í
tónleikaheiminum.
Ikki eitt eyga var turt
C
M
Y
K
19
18