Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 68 - 8. apríl 2003 Nr. 68 - 8. apríl 2003 21 - Hetta hevur verið ein risastór succes, sum vit als ikki rokn- aðu við, sigur Morten Carlsson, fyriskipari av Stjerne for en aft- en, og hann leggur afturat, at í miðal hava 1,2 milliónir hyggjarar fylgt send- ingunum TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Fyriskipararnir av sang- kappingini Stjerne for en aften vóru eisini ógvuliga fegnir eftir at seinasta kappingin var liðug. Hetta er annað árið, at sjónvarps- støðin DR skipar fyri eini slíkari kapping, og hyggj- aratalið hevur verið sera stórt í ár. Vit fingu orðið á Morten Carlsson eftir kappingina, og hann upplýsti, at í miðal hugdu 1,2 milliónir fólk eftir sendingunum, sum hava verið hvørt fríggja- kvøld seinastu mánaðirnar. Í fjør var talið bert umleið 700.000. - Alt prosjektið hevur umsett fyri fleiri milliónir krónur og skapt nógv arbeiðspláss. Í veruleikan- um vóru vit ikki fyrireikað uppá so stóran áhuga frá almenninginum, men vit eru avbera glað fyri, at tað hevur gingið so væl, sigur Morten Carlsson. Góður møguleiki at gera vart við seg Sendingar í sjónvarpi so sum popstars á TV 2 og Stjerne for en aften á DR hava vundið uppá seg seinastu árini. Hóast nógv halda lítið um tílíkar send- ingar, so er hetta ein góður møguleiki hjá sangarum at gera vart við seg, heldur Morten Carlsson. - Hesi fólkini, sum hava verið á pallinum í kvøld, høvdu møguliga ongantíð fingið møguleikan fyri at vísa, hvat tey duga, um tað ikki var fyri eina slíka kapping, sum verður víst í sjónvarpinum, sigur Mort- en Carlsson. - Tað er ein rúgva av evnaríkum sangarum, sum kanska ongantíð fáa høvi at standa á einum palli, og tað eru hesi, sum vit fegin vilja hava fatur á, sigur hann og vísir á, at mangan er tað ógvuliga torført at fáa fótin innum hjá teimum stóru plátufeløgunum, um tú ikki frammanundan hevur okk- urt samband við feløgini. Hann heldur, at styrkin við kappingini er, at hyggj- ararnir avgera alt, sum hendir. Teir gera av, hvør fer víðari, og hvør skal heimaftur. Hann upplýsir, at Guðrun hevur millum sjey- og áttati framførlsur komandi tríggjar mánaðirnar, og trý tey fremstu í kappingini skulu hava fleiri konsertir saman. Morten Carlsson, leiðari av kappingini: Kappingin hevur verið ein stór succes Natasja Crone Guðrun Sólja Jacobsen kom aftur sunnudagin. Móttøkan í Vágum var eini drotning verdug. Terminalurin var fullur av fólki, og eldri menn stóðu við eygunum fullum av tárum MÓTTØKA Edvard Joensen Flogvøllurin: Heilt nógv fólk var komið á flogvøllin, tá Guðrun Sólja Jacobsen kom heim aftur við flogfarinum hjá At- lantsflog seinnapartin sunnudagin. Úti á vøllinum vóru um- boð fyri Atlantsflog og handaðu Guðruni blómu- tyssi, eisini og pressan var væl umboðað. Í komuhøllini varð sagt frá, hvat hendi uttan fyri, áðrenn farið varð út í sjálva farstøðina. Uttan fyri hoyr- dust spakir tónar frá Suður- oyar Gospelkóri, sum Guðrun dagliga syngur við. Guðrun var spent og glað, men eisini rímiliga av- slappað kortini. So fór hurðin upp og Guðrun trein út í alla mannamúgvuna. Fólk í øll- um aldri vóru komin at taka ímóri. Veittrað varð við fløggum, eins og nógvar ballónir vóru at síggja. Rómurin var øgiligur. Við báðum hondum yvir høvd gekk Guðrun bein- leiðis upp á pallin, har kór- ið bíðaði. Heilsast skuldi upp á vinirnar. Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, helt røðu og handaði Guðruni eitt tíggjutúrakort frá Atlants- flogi. Síðan fekk kórleiðarin mikrofonina, sum hann beinanveg lat Guðruni við teimum orðum, at nú ein stjørna var í kórinum, var ikki annað enn rímiligt, at hon fekk mikrofonina. Tað fekk hon so, og aftur stóðu fólk og táraðu. Eldri menn við eygunum fullum. Eftir framførsluna fekk Guðrun eina løtu at skriva autgrafar í, áðrenn farið varð út til til tyrluna, sum flutti Guðruna til Havnar, har móttøka var í SMS. Móttøkan var eini drotning verdug Høgni Hoydal, virkandi lands- stýrismaður í mentamálum, er ikki í iva um, at úrslitið hjá Guðr- uni Sólju Jacobsen fer at hava ein stóran týdning fyri Føroyar í fram- tíðini STJØRNU- FAGNAÐUR Ingrid Bjarnastein Virkandi landsstýris- maðurin í mentamálum, Høgni Hoydal, heldur, at úrslitið hjá Guðruni Sólju Jacobsen, kann fara at fáa ein ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar. – Um Guðrun heldur fram á henda hátt, so fer hetta at hava ein ómeta- liga stóran týdning fyri Føroyar. Hetta kemur at eggja øðrum til at halda seg framat, og eisini fíggjarliga fer hetta at hava nógv at siga, sigur Høgni Hoydal, og vísir á londini rundanum okk- um, sum hava sett stjørnur á heimskortið. Hann sigur eisini, at mentanarpolitikkurin her í Føroyum eigur at stuðla listafólki og har- undir sjálvsagt tónleik- arunum. – Vit arbeiða við hes- um í Mentamálaráðnum í løtuni, og arbeitt hevur við tí leingi at fáa eina betri skipan fyri tónleik- ararnar, so vit frá byrjan kunnu hjálpa teimum á leið, og ala framburð úr teimum fólkunum vit hava her. Vit kunnu nevna fleiri, sum av sínum eintingum hava megnað at vunnið seg fram á altjóða marknað- inum, sigur landsstýris- maðurin, og nevnir Guðrun, Brand Enni, Teit Lassen, Sunleif Rasmussen og Eivør Pálsdóttir, sum nøkur dømi, um at fólk við egnum vilja og stremban hava vunnið seg fram. – Hatta við Guðrun var eitt stórt bragd, og ongin ivi skal vera um, at hon sópaði alla mót- støðu av borðinum fríggjakvøldið. Landsstýrismaðurin sigur eisini, at Guðrun er og hevur verið eitt fyrimyndarligt andlit fyri Føroyar uttaneftir, og ivast hann ikki í, at hon fer at megna tað eins væl í framtíðini. Stóran týdning fyri Føroyar Gurðrun Jacobsen er júst komin inn í terminalin í Vágum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 21 20