týsdagur 8. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 68 - 8. apríl 2003
Nr. 68 - 8. apríl 2003
23
Sunnudagin fagnaði
Havnin stjørnuni,
Guðruni Sólju
Jacobsen, tá hon var á
palli í SMS. Torgið var
stúgvandi fult av fólki
í øllum aldri, og tóku
øll serstakliga væl
ímóti vinnaranum av
»Stjerne for en aften«
STJØRNURÓMUR
Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Havn: Beinanvegin sum tað
varð greitt, at vinnarin av
donsku sendingini »Stjerne
for en aften« var føroying-
ur, kundi síggjast á sjón-
varpsskíggjanum, at Guðr-
un
skuldi
leygardagin
syngja
í
Fredriksberg-
centret í Keypmannahavn,
og sunnukvøldið klokkan
18 sluppu føroyingar endi-
liga at fagna henni, tí tá
skuldi hon syngja í SMS.
Longu
langt
áðrenn
klokkan var seks sunnu-
kvøldið var stúgvandi fult
av fólki í SMS. Tey, ið vóru
eitt sindur sein á veg, fingu
onki parkeringspláss, og
ein rúgva av barnavognum
stóðu eisini uttanfyri tær
ymsu inngongdirnar.
Fløgg
Útvarp Føroya fylgdi væl
við Guðruni. Ígjøgnum
hátalararnar,
sum
vóru
settir upp á torginum í
SMS, hoyrdu øll, ið vóru
savnað saman har, júst hvar
Guðrun var, og nær hon
kundi væntast at koma inn í
SMS.
Áðrenn tiltakið byrjaði
gingu fólk runt og býttu
fløgg út til børnini, so
rættur veitsludámur kom á.
Klokkan var farin av
seks, tá endiliga okkurt
hendi á pallinum. Og sigast
kann við vissu, at verri enn
so øll sóu, hvat gekk fyri
seg.
Heðin Mortensen helt
fyrst vegna Tórshavnar
Býráð eina røðu fyri Guðr-
uni og handaði henni eina
gávu. Og tá Guðrun trein á
pallin hoyrdist ikki nógv
annað enn skríggj og róp,
og fløggini komu so sanni-
liga til sín rætt.
Eisini handaðu tvær fittar
smágentur Guðruni eina
gávu frá Føroya Banka.
Onnur gávan var silvur til
tann føroyska búnan.
Síðani skuldi slapp hon
endiliga at syngja, og sang
Guðrun vinnaralagið »Pro-
mise me« og sangin, sum
fekk hana víðari frá hálv-
finaluni »Hero«.
Fólk í øllum aldri vóru
komin at fagna 20 ára
gomlu tvørágentuni, nú hon
endiliga trein aftur á før-
oyska jørð. Ikki var heilt
frítt, at hon sá eitt sindur
troytt út, men sum altíð bar
hon tað væl, og sveik ikki
álitið. Tá liðugt var at
syngja,
skuldi
Guðrun
skriva autografar, og 3´arin
var á torginum við fløguni
»Stjerne for en aften«. Og
uttan iva vóru nógvir
autografar festir á blað
áðrenn leiðin gekk aftur til
heimbýin Tvøroyri.
Havnin fagnaði stjørnuni
Júst hvussu nógv í tali fólkini, ið vóru møtt upp í SMS er ilt at siga. Men fleiri hundrað vóru tey í øllum førum í tali
Eisini vóru autografar skrivaðir, og tað vóru nógv, ið vildu nýta
hetta høvið
Og sjálvandi skuldi Guðrun eisini syngja fyri teimum nógvu fólkunum, sum vóru komin at fagna henni í SMS
Meiri enn annarhvør
suðuroyingur var
møttur í ítróttar-
høllini á Tvøroyri at
heiðra Guðruni, tá ið
hon kom heimaftur
sunnukvøldið
STJØRNA EITT KVØLD
Áki Bertholdsen
Tað var verri enn nøkur
drotningavitjan,
tá
ið
Guðrun
Jacobsen
kom
heimaftur til Tvøroyrar eftir
at hava vunnið sangkapp-
ingina Stjørna eitt kvøld
hjá Danmarks Radio.
Almenn móttøka var í
ítróttarhøllini í Trongisvági
og har var eisini stúgvandi
fult av fólki. Mett var at
eini 3.000 fólk vóru saman-
komin í ítróttarhøllini. Í øll-
um førum var semja um, at
talan var helst um størstu
mannfjøld, sum nakrantíð
var samankomin í høllini
og kanska til nakað tiltak á
Tvøroyri yvirhøvur.
Sostatt var annarhvør
suðuroyingur farin frá hús-
um at bjóða Guðruni væl-
komnum heimaftur.
Atlantsflog hevði tyrluna
til taks og hon fleyg Guðr-
una suður, so at tey settu
seg á bilaplássinum við
ítróttarhøllina
klokkan
hálvgun
níggju
sunnu-
kvøldið.
Tá
ið
næstringarnir
høvdu tikið ímóti henni,
spældi hornorkestrið eitt
stykki í túninum, áðrenn
farið var undir tak, tí kølið
var hetta kvøldið.
Á samkomuni helt Krist-
in Michelsen eina stutta
røðu, har hann vísti á týdn-
ingin, sum hetta hevði, ikki
bara fyri Tvøroyri og Suð-
uroynna, men fyri allr Før-
oyar, tí hann helt, at tað lá
eitt ómetaligt lýsingavirði í
einum slíkum avriki og
hann helt, at Guðrun var
eitt virðiligt umboð fyri
okkara land.
Henn segði, at øll vóru
stolt av Guðruni. Men hann
minti hana eisini á, at tað
kundi vera kalt á toppinum,
so hann bað hana eisini
ansa væl eftir sær.
Á Tvøroyri er eisini eitt
annað tónlsitarligt stjørnu-
skot, Brandur Enni. Hann
var eisini komin at ynskja
Guðruni tillukku og væl-
komnum heim og tað gjørdi
hann við sanginum, »The
Way I Am«, sum hann
sjálvur hevur skrivað.
Og sjálvsagt mátti Guðr-
un eisini á pallin at syngja
teir báðar sangirnar, hon
sang í kappingini, »Hero«
og »Promise Me«. Hon
sang eisini nakrar sangir
við Gospelkórinum, sum
eisini var á palli hetta
kvøldið.
Og tað var ikki smávegis
av gávum, Guðrum fekk.
Frá Tvøroyrar Býráð fekk
hon ein kekk upp á 10.000
krónur. Tað sama fekk hon
frá Suðuroyar Sparikassa
og frá klædnahandlinum,
CN Wear, fekk hon eitt
gávukort upp á ókeypis
klæðir í eitt heilt ár.
Við á á móttøkuni í Suð-
uroy vóru eisini Sjónvarp
Føroya og Danmarks Radio
so okkurt verður væntandi
á skíggjanum komandu
dagarnar. Útvarpið var eis-
ini við og sendi beinleiðis.
3000 suðuroyingar fagnaðu Guðruni
Guðrum takkaði hjartaliga
fyri móttøkuna á Tvøroyri og
hon sang eisini fyri teimum
3.000 fólkunum, sum vóru
komin saman í høllini at
heiðra henni. Við rygginum
til er tað sjóvarp Føroya, sum
tekur upp og hin
myndamaðurin er frá
Danmarks Radio
Fyrstur at ynskja henni tillukku og vælafturkomnan, var pápin, sum gav henni eitt ordans
klemm
Foreldrini og omman saman aftur við Guðruni eftir nakrar rokaligar dagar. Frá vinstru eru tey
pápin, Ási, Guðrun, omman, Jonna og mamman, Gitte
À Tvøroyri fekk hon eisini handað diplom sum prógv um at hon
hevði vunnið kappingina
Charlotta Nielsen, sum hevur klædnahandilin CN Wear, gav
Guðruni eitt gávukort uppá ókeypis klæðir eitt heilt ár. Tað er
altso Charlotta sum stendur høgrumegin. Guðrun fekk eisini
gávur frá Tvøroyrar Býráð og frá Suðuroyar Sparikassa
C
M
Y
K
23
22