týsdagur 8. apríl 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
24
Nr. 68 - 8. apríl 2003
Tað er ikki bara landsliðið í
fótbólti sum kann savna
føroysku tjóðina. Tað klárar
Guðrun Jacobsen av Tvør-
oyri eisini, og tað so nógv
meiri enn nakað annað.
Bæði hjá konum og
monnum, ungum og gom-
lum, hevur Guðrun verið
samrøðuevnið nú í fleiri
dagar og eitt stutt bil hava
allir føroyingar, bæði burt-
uri og heima, gloymt alt um
herviliga lungnasjúku og
kríggj og sorgarleik í Irak.
Tjóðin fekk ein glotta í
øllum tú hugtyngjandi, sum
fer um heimin í hesum døg-
um. Guðrun hevur givið
okkum eitt fríkorter í døp-
rum tíðum. Fólk hava fing-
ið okkurt positivt at tosa
um eina løtu og tað er ikki
at forsmáa í hesum døgum.
Síðani
Guðrun
vann
fyrsta umfar í kappingini
um at verða Stjørna eitt
kvøld, hevur stórur spenn-
ingur verið um, hvussu hon
fór at standa seg víðari.
Men hesar seinastu dag-
arnar uppundir finaluna,
hava fólk ikki tosað um
annað.
Og sjálvt finalukvøldið
vóru tað nógv sum brúkti
høvi til at gera eitt kvøld
burturúr.
Nógva staðni vóru fólk
komin saman at hyggja
eftir finaluni í Stjerne for
en aften í felag. Og eisini í
øðrum londum brúktu før-
oyingar hetta kærkomna
høvi at hittast til eitt gott
kvøld.
Ikki minst høvdu tey
gjørt nógv burturúr í heim-
býi hennara, Tvøroyri.
Har vístu bæði klubbin
og Suðurbio finaluna á
hvør sínum stórskíggja.
Har var stúgvandi fult av
fólki og fylgdi við og tað
sást á øllum andlitsbrøgd-
um, at spenningurin var
øgiligur.
Hóast full semja var um,
at Guðrun var rætti vinnari
er tað ómøguligt at rokna
út, hvussu hyggjararnir fara
at atkvøða, so ongin føldi
eg tryggan.
Frammanundan
varð
mett, at tríggir sangarar
lógu til at vinna kapping-
ina: Guðrun Jacobsen var
hildin at ligja væl fyri,
eisini hjá teimum uttan-
lands, sum vedda um slíkt.
Men Tarek varð mettur at
verða hennara fremsti mót-
støðumaður. og so var tað
hasin har Jacob, sum eisini
sang avbera væl og sum á
ongan hátt kundi avskriv-
ast.
Tað var fyrst og fremst
ímillum hesi trý at mett
varð, at kappingin fór at
standa.
So tá ið Natasha Crone
fór a lesa úrslitini upp, sótu
fólk sum undir lestri.
Tað loysnaði eitt sindur,
so tað kom róp í, tá ið
argasti
kappingarneyti,
hennara, Tarek, fekk triðja-
plássið. Og tá ið so varð
kunngjørt, at Jacob hevði
vunnið annað plássið, kom
rættiligur ófriður á fjøldina,
tí nú væntaðu tey flestu, at
tað
kundi
bara
verða
Guðrun, sum vann.
Men tað var deyðatøgn,
tá ið sjónvarpsverturin fór
at lesa, hvør hevði vunnið.
Og
sjónvarpsverturin
hevði
ikki
meiri
enn
hálvtalað navnið á Guðr-
uni, mundi takið farið av
klubbanum.
Fagnaðurin
mundi ongan enda fingið,
rópan og skrálan og arm-
arnar á lofti, nógv verri enn
tá ið TB skorar avgerðandi
málið á Sevmýru.
Og Guðrun ikki bara
vann. Hon vann sannfør-
andi, tí fon fekk 31%, ella
næstan triðingin av øllum
atkvøðunum.
Tilsamans
høvdu næstan 300.000 fólk
atkvøtt, so Guðrun fekk
yvir 90.000 atkvøður.
Sunnudagin kom heim
aftur til Føroya. Tá var
móttøka á flogvøllinum og
seinni um dagin fór hon á
pallin í SMS og báða staðni
var stúgvandi fult av fólki.
Sleptu leyst
Ongin var so spent og fegin sum Jonna, omma Guðrun. Her
fortelur hon einum ungum manni í klubbanum, hvussu hjartð
bangar. Hetta er beint áðrenn úrslitið verður lisið upp
Foreldrini ynskti eisini hvørjum øðrum tillukku við einum
ordans klemmi. Rómurin í Klubbanum var størri enn tá ið TB
skorar á Sevmýri ímóti VB
Og tá ið Guðrun so sang Promise Me einaferð afturat, var ringt
at halda kesnlunum aftur
Fólk sótu sum undir lestri og onkur beit negl, áðrenn úrslitið
varð lisið upp
Soleiðis sá út í klubbanum í
somu løtu sum
sjóvarpsverturin kunngjørdi
at Guðrun hevði vunnið
kappingina. Spenningurin,
sum varð bygdur upp hesa
seinastu tíðina, slapp leysur
og kenslurnar fingu frígg
spæl. tey, sum sita, eru frá
vinstru, Omma Guðrun,
Jonna, mamman, Gitte, við
ørmunum yvir høvd og beint
aftanfyri hana, pápin, Ási
Nr. 68 • týsdagur • 7. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Súni Fríði er fríur fuglur
Gøtumenn eru
ónøgdir um, at FSF
hevur leysgivið
spæliloyvið hjá Súna
Fríða Johannesen, og
hava átala bæði
aðalskrivara og
nevndini hjá FSF.
Sjálvur sigur Súni
Fríði tó, at gøtumenn
sjálvir hava skrivað
undir skjal, sum
loysir leikaran frá
sáttmálanum
LEIKARASKIFTI
Jákup Mørk
Tað er nú nakað síðani, at
tað kom fram, at teir í Gøtu
ikki vóru heilt nøgdir við,
at Súni Fríði Johannesen nú
er at síggja í B68-búnanum.
Í hvussu so er vilja teir vera
við, at skal leikarin fram-
vegis spæla á Toftum, skal
GÍ hava pengar afturfyri.
Fótbóltssambandið hevur
tó avgreitt spæliloyvið hjá
leikarunum til B68, og
hetta hevur fingið gøtu-
menn til at taka óvanliga
hart til orðanna.
Í einum sera hvassorðað-
um skrivi á heimasíðuni
átala teir framferðarháttin
hjá aðalskrivaranum, Ísak
Mikladal, eins og ein átala
eisni verður vend móti
nevndini í FSF fyri at
henda ikki hevur tikið
nakra støðu í málinum, eftir
at aðalskrivarin hevur av-
greitt tað. Fótbóltssam-
bandinum og aðalskrivara
tess. Skrivið, sum eisini er
at síggja á heimasíðuni,
www.gigotu.fo, framgong-
ur aðra staðni í blaðnum. Í
skrivinum stendur ikki,
hvør leikarin er, men lítil
ivi er um, at talan er um
Súna Fríða Johannesen.
Hava undirskrivað
leysgevanina
Hvørki FSF ella Súni Fríði
sjálvur eru tó í iva um, at
her er alt farið fram eftir
reglunum.
Ísak Mikladal, aðalskriv-
ari í FSF, váttar, at tað er
hann, sum hevur avgreitt
málið, men sigur eisini at
hann ikki fær gjørt stórveg-
is viðmerkingar til málið, tá
talan í stóran mun er um
innanhýsis skjøl.
- Eg fái bara sagt, at
spæliloyvið er avgreitt sam-
bært reglunum, og annars
kemur kappingarnevndin
saman í dag (mánadagin,
blðm), har millum annað
fíggjarligu viðurskiftini í
hesum sáttmálanum helst
verða umrødd.
Er aðalskrivarin fámælt-
ur, var tað hinvegin ein
heldur meira opinskaraður
Súni Fríði Johannesen, sum
vit fingu orðið á mána-
morgunin. Í øllum førum
eftir hann fekk at vita inni-
haldið
í
skrivinum
á
heimasíðuni.
- Nú helt eg sjálvur, at
hatta málið langt síðani var
avklárað. Tað helt eg í øll-
um førum, at bæði eg og GÍ
vóru best tænt við, men tá
teir soleiðis leggja málið út
á heimasíðuna, so síggi eg
meg noyddan at svarað,
sigur leikarin.
- Málið er sum so rætti-
liga einfalt. Tað er rætt, at
eg ynskti at sleppa úr sátt-
málanum, tí eg sá meg ikki
hava stundir til at venja
fýra-fimm ferðir um vik-
una, men tá GÍ ikki vildi
ganga hesum á møti, var
ikki so nógv, sum eg kundi
gera. Eg hevði jú skrivað
undir fyri tvey ár.
- Eftirfylgjandi breyt eg
so beinið seinasta heyst,
men eg hevði alla tíðina
samband við GÍ, og eg ætl-
aði mær so at venja aftur, tá
eg fekk skriv frá teimum
við postinum. Har gjørdu
teir vart við, at teir mettu
meg hava brotið sáttmálan,
og at teir tí ikki høvdu
nakrar skyldur mótvegis
mær.
Tað sum síðani hendi, er
helst tað týdningarmesta í
málinum, og í øllum førum
man tað fyrst og fremst
vera tað, sum FSF hevur
tikið støðu frá.
Súni Fríði greiðir nevn-
liga frá, at hann sendi GÍ
eitt svarskriv, har hann
segði seg skilja teirra bræv
soleiðis, at sáttmálin var
uppsagdur, og at hann í so
fall kendi seg vera uttan
nakrar skyldur mótvegis
GÍ.
- Eg var sjálvur inni hjá
Jógvani Gregersen við hes-
um brævinum, og hann
hevur skrivað tað undir, so
eg dugi ikki at síggja, at har
skal vera nakað sum helst
at tosa um, staðfestir hann.
Og tað er lítið at ivast í, at
hevur GÍ givið leikarunum
eina tilsøgn um, at hann er
leysur av sáttmálanum, so
hevur felagið lítið at hava
krav sítt í. Tá hvørki felag
ella leikari hava skyldur
mótvegis hvørjum øðrum,
kann eingin sáttmáli sigast
at vera galdandi, og so er
tann reglan ikki serliga
nógv longur. Heldur ikki
reglan um 10.000 krónurs
gjaldið fyri áhugaleikarar
kann koma GÍ til fyrimuns
her, tí tá skal talan nevnliga
vera um áhugaleikarar. Al-
tjóða ásetingarnar siga, at
leikari ikki skiftir status til
áhugaleikara fyrr enn hálvt
ár eftir seinasta sáttmála-
lok, og tí hevur støðan hjá
Súna Fríða verið nett hin
sama, sum hon er hjá ein-
um yrkisleikara, hvørs sátt-
máli er runnin út.
Vónbrotin um
gongdina
Og at enda leggur Súni
Fríði afturat, at hann er ikki
sørt keddur um gongdina í
málinum.
- At eg vildi gevast í GÍ
komst fyrst og fremst av
tíðini, sum eg mátti nýta til
venjingar, um eg skuldi
halda sáttmálan. Tí var eg
sjálvandi glaður við, tá
sáttmálin
soleiðis
varð
ógyldaður. Og eg vil leggja
dent á, at tað einki hevur
við málið at gera, at eg
eftirfylgjandi eri farin til
B68. Tað hendi ikki fyrr
enn ein mánað eftir, at
sáttmálin varð uppsagdur.
Umstøðurnar hjá mær at
venja eru eisini broyttar
nakað, og treytirnar á Toft-
um eru eitt sindur lagalig-
ari, so eg síggi ongan trup-
ulleika í hesum.
- Tað harmar meg bara
almikið, at málið soleiðis
skal verða grýtt út til fjøl-
miðlarnar, og satt at siga, so
eri eg ikki sørt vónbrotin
um hetta. Eg helt, at málið
var avgreitt í sátt og semju
millum meg og GÍ, og við
tí, sum eg nú havi sagt, vóni
eg, at eitt punktum er sett
fyri trætuni, staðfestir Súni
Fríði Johannesen at enda.
- Eg var sjálvur inni hjá
Jógvani Gregersen við hesum
brævinum, og hann hevur
skrivað tað undir, so eg dugi
ikki at síggja, at har skal vera
nakað sum helst at tosa um,
staðfestir Súni Fríði
Johannesen
C
M
Y
K
24