Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 8. apríl 2003 27 Sterkasti landsliðs- bólkur nakrantíð og metluttøka við yvir 90 luttakarum, harav umleið 40 unglingar. Soleiðis kann FM 2003 í Havn, sum verður í døgunum 12- 19. apríl, í stuttum lýsast TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Freistin at tekna seg til FM, gekk út fríggjadagin 4. apríl. Seinastu dagarnar kom veruliga glið á á til- meldingarnar, og fleiri enn nakrantíð fara, tá FM- starstkotið verður komandi leygardag í Læraraskúla- auluni, at royna seg á teim- um 64 puntunum. Sum tað sæst á yvir- skriftini, er Atlantic Air- ways høvuðstuðul í kapp- ingini. Ein tøkk til føroyska flogfelagið, sum mangan hevur givið føroyskari telving eina hjálpandi hond, og verið ein góður sam- starvsfelagi seinastu árini hjá Talvsambandi Føroyum og feløgum kring landið. Besti føroyingur verður kosin føroyameistari, hóast hesin endar aftanfyri út- lendingarnar. Seks út- lendskir tittulhaldarar telva við í ár í fremsta bólki, fyri at gera tað møguligt hjá føroyingum at ogna sær IM-normar. Flóvin við aftur Havnarmaðurin Flóvin Tór Næs hevur ikki luttikið í FM síðani á Oyrarbakka í ár 2000. Tá gjørdist hann føroyameistari, eftir um- dyst við IM John Rødgaard og Torbjørn Thomsen. Hansara styrkital liggur nú á røttu síðani av 2300- markinum, og er hann ein av favorittunum um at gerast FM. Flóvin hevur telvað væl í seinastuni, eitt nú tá hann í januar mánaða bleiv nr. 2 í Keypmanna- havnarmeistaraskapinum. Nógvir eru tó um boðið. Eitt nú hevur Heini Olsen ætlanir um at vinna sítt sætta FM-heitið, og sum næsthægsti rataði føroying- ur, skuldi ligið væl fyri. Hans Kristian Simonsen, Eyðun Nolsøe, Martin Poulsen og Ólavur Simon- sen hava, eins og Flóvin og Heini, allir góðir møgu- leikar. Síðani er eitt lítið rating- knekk niður til hinar fýra føroyingarnar, sum eru við í fína flokkinum, nevnliga Torbjørn Thomsen, Carl Eli N. Samuelsen, Jóan Hend- rik Andreasen og Finnbjørn Vang (vinnari av 1. bólki í fjør). John Arni Nilssen og John Rødgaard eru ikki við, men hóast tað, er miðal- ratingtalið á føroyingunum methøgt, 2205. Spennandi bólkar Í 1. bólki, sum tíggju telv- arar manna, er talan heldur ikki um nakran greiðan favoritt. Fýra telvarar hava yvir 2100, sum er óhoyrt nógvir tá talan er um 1. bólk. Hesir eru Heini Danielsen, Bogi Ziska, Olaf Berg og Rani Nolsøe. Hesir og Terji Petersen (2079), eru sjálvsagt mill- um favorittarnar, men eisini Herluf Hansen (1981) kann bíta frá sær. Eftir 1. bólk er ein al- mennur opin 2. bólkur. Stuttligt er at síggja, at veteranin Jákup Thomsen, okkara fyrsti formaður í Talvsambandi Føroyar, og sum mangan fyrr hevur umboðað Føroyar í Talv- olympiadum, roynir seg í hesum bólki. Jákup hevur leikt á 3. deildarliði hjá Havnini í vetur við góðum úrslitum, og hevur helst fingið blóð uppá tonnina. Hann vann annars vete- ranbólkin í fjør á Giljanesi. Síðani FM á Oyrarbakka, hevur veteranbólkurin ver- ið afturvendandi. Tá vann Hans Petersen, í 2001 vann Dánjal Petur Højgaard og í fjør vann sum sagt Jákup Thomsen. Í ár eru Luitjen Apol og Súni Ziska helst favorittar. Aðrir sterkir telvarar fara at royna seg í hesum hugnaliga bólki, og tí kunna Luitjen og Súni vænta mótstøðu frá eitt nú Gunnar Joensen og Helga Joensen. Veteranarnar, sum allir skula vera yvir 50 ár, telva seks talv yvir tríggjar dagar, har hvør telvari hevur ein tíma til alt talvið. Unglingabólkurin Spurningurin er um allir telvarar passa inn í auluna í Læraraskúlanum, tí ikki færri enn eini 37-40 ung- lingar hava teknað seg! Tað er tó ikki heilt óvæntað, tá vit seinastu tvey árini hava sæð ein alsamt vaksandi áhuga fyri talvi millum børn og ung. Gleðiligt, og gevur hetta okkum øðrum góðar vónir um eina bjarta framtíð fyri føroyska telv- ing. Favorittur at verða ung- lingaføroyameistari, er helst Rani Baldursson úr Klaksvík, sum eisini hevur umboðað Føroyar í NM fyri unglingar og hevur eisini hægsta ratingtal í bólkinum. Serliga koma nógvir av unglingunum úr Vestmanna Talvfelag og Havnar Telv- ingarfelag. Paringin fyri 1. umfar í landsliðsbólkinum: Talvið hesa vikuna Ein sterk kvikkapping, 25 min. hvør til talvið, varð leikt í Middelfart í Danmark um vikuskifti. Danska Talvsambandið, DSU, er 100 ár í ár, og tískil verða nógvar sterkar og áhugaverdar kappingar fyriskip- aðar í ár. Í Middelfart eydnaðist tað fyrireikarunum at fáa stjørnuna úr India, Anand, at telva eina lítla kvikkapping. Hinir vórðu bestu stórmeistarnir úr Danmark, Peter Heine Nielsen og Curt Hansen, og svenski stórmeistarin Johnny Hector. Telvað bleiv dupultumfar, og úrslitið gjørdist ein tryggur og flottur sigur til Anand, ið fekk 5,5 stig av seks møguligum. Bert Peter Heine megnaði við hvítum at leika javnt móti triðfremsta telvaranum í heiminum. Peter Heine og Curt fingu trý stig, meðan sviin einans fekk hálvt stig. Talvið hesa vikuna er frá seinasta umfari, tá Peter Heine stutt sagt sera effektivt varð niðurspældur. GM Viswanathan Anand (2764) — GM Peter Heine Nielsen (2620) SIS-MH Masters (6), 2003 1.e4 c6 2.d4 d5 (Caro-Kann byrjanin, sum eitt nú Karpov er kendur fyri at leika) 3.Ric3 dxe4 4.Rixe4 Rid7 5.Rig5 Rigf6 6.Bc4 e6 7.Fe2 Rib6 8.Bb3 (Anand gevur Peter Heina møguleikan at taka d4- finnuna, men hvítur vinnur eitt tempo, og fær skjóta útvikling afturfyri) 8...h6 9.Ri5f3 c5 10.c3 Fc7 11.Bd2 a6 12.Rie5 Bd7 13.Rigf3 cxd4 14.Rixd4 (hvítur stendur eitt petti aktivari, men svartur kann ikki klaga) 14...Bd6 15.Rixd7 Ribxd7 16.Rif5! Bf4? (fyrsti feilurin, og eftir hetta fær hvítur greiða yvirtøku. 16...0-0 var neyðugt) 17.Bxf4 Fxf4 18.Rixg7+ Kf8 19.Rih5 Rixh5 20.Fxh5 Fe4+ 21.Fe2 Fxg2 (finnuna fekk danin aftur, men ikki støðuna) 22.0—0—0 Fg5+ 23.Kb1 Rif6 24.f4! (sterkur leikur, sum opnar f-linjuna, um finnan verður tikin. Leikurin setur somuleiðis eitt spurnartekin um leiklutin hjá svørtu drotningini á víðopnu støðuni) 24...Fc5 25.Ff3 Fc7 26.Fe3 Rg8 27.f5! e5 (Rig4 var besti møguleiki, men tað tapur eisini í longdini) 28.Fxh6+ Ke7 29.Rhe1 e4 30.Bc2 Rg4 (nú fer indarin av álvara at brilliera. Njóti seinastu leikrøðina) 31.Bxe4!! Rixe4 32.Rxe4+! Rxe4 33.Fg5+ Ke8 34.f6! og svartur kann ikki forða mát, uttan at missa sína frúgv 1—0 FM 2003 Atlantic Airways Cup 1 IM John Shaw – Ólavur Simonsen 2 Martin Poulsen - IM Kim Pilgaard 3 IM Christian Jepson - Hans Kristian Simonsen 4 Eyðun Nolsøe - GM Heikki M. J. Westerinen 5 IM Eirik Gullaksen — Torbjørn Thomsen 6 Carl Eli Nolsoe Samuelsen - Flóvin Tór Næs 7 Heini Olsen - Jóan Hendrik Andreasen 8 Finnbjørn Vang – IM Sævar Bjarnason Síðani hann gjørdist føroyameistari í 2000, hevur Flóvin ikki tikið lut í FM, men hesa ferð verður hann so millum teirra, sum taka lut í kanska sterkastu føroysku kappingini nakrantíð 27 26 Nr. 68 - 8. apríl 2003 StIF-Neistn 30-19 (14-10): So var bronsan heima Fyrstu løtuna tóktist týdningurin av dystinum at nerva StÍF, men at enda lótu tær ongan iva vera um, at bronsukrón- urnar vóru teirra KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var eingin serlig gleði at hóma hjá stranda- kvinnum eftir sigurin á Neistanum. Kanska var tað meira ivin, sum valdaði, tí enn var dysturin í Vági millum VB og Stjørnuna ikki liðugur. StÍF hevði annars greitt sína skyldu við einum tryggum sigri, men fekk Stjørnan bæði stigini í Vági, kundi hesin vísa seg at vera til fánýtis. Nakað seinni var úrslitið úr Vági tó greitt, at ivaleyst hava tær hjá StÍF fagnast um hetta í skiftirúminum, men somikið langt røkkur pressufrælsið tó ikki. Tveittu nervarnar burtur Um dystin móti Neistanum er annars at siga, at tað var eitt ógvuliga nervakent StÍF, sum byrjaði dystin. Í álopinum gekk spælið ógvuliga stirvið, og fleiri ferðir slapp Neistin avstað í skjótálop. Og í verjupartin- um gekst heldur ikki serliga væl. Royndirnar at forða Simou Dziugyte at koma til skot viðførdu ístaðin, at verjan inni á strikuni gjørd- ist sera leys, og fyrstu løt- una kundi Christina Holm eisini veruliga gera sær dælt av hesum. Tær á heimaliðnum komu tó fyri seg, og spaku- liga togaðu tær seg aftur. Fyri hálvleik høvdu tær vunnið seg fýra mál fram- um, og í seinna hálvleiki gekk bara ein veg. Eina- mest tí heimaliðið í nógv størri mun megnaði at eliminera egin mistøk, so- leiðis at bílig mál ikki vórðu givin burtur, og so hava tær eisini eina av bestu málverjunum í landinum, sum veruliga spílaði seg út hesa løtuna. Eitt skifti tókt- ist tað, sum kundi tað gera tað sama, hvat Neistin royndi, og tá tær bláu eftir- fylgjandi mest sum mistu mótið, vóru bæði stigini og harvið bronsumerkini eisini vís. Uppiborin bronsa Og tað skal heldur ikki vera nakar ivi um, at StÍF eigur bronsuna uppiborna. Verð- ur sæð burtur frá VB og VÍF, so hevur talan verið um eina sera javna kapping, og mitt í øllum teimum óstøðugu úrslitunum, hevur StÍF verið mest støðuga liðið. Og so hava tær eisini megnað at tikið stig frá bæði VB og VÍF. Kanska vóru tær ikki liðið, sum varð tengt mest at heiðursmerkjunum, tá árið byrjaði, men tær hava í mangar máta sýnt, at talan er um eitt sera spennandi lið. Tær tríggjar útlendsku eiga sjálvandi sín stóra lut í hesum. Kristina er ein av bestu málverjunum í land- inum, og hevur hon ein góðan dag, kann hon mest sum tryggja stigini einsa- møll. Asta er kanska kvinnuligi leikarin við harðasta skotinum í landin- um, og so skal Alina Olaru heldur ikki gloymast. Hon er kanska mest kompletti leikarin, sum hevur leikt í kvinnudeildini í ár, og hvørki í verju ella álopi kann týdningur hennara yvirmetast. Men hartil, so hevur StÍF avgjørt eisin aðrar leikarar at byggja uppá. Longu í fjør fóru onkrar teirra at vísa tenn, og so hvørt sum sjálvsálitið er vaksið, eru avrikini hjá hesum eisini vorðin alsamt betri. Og við úrslitunu, sum yngru deildir felagsins hava fingið í ár, so er lítið at iv- ast í, at framtíðin sær bjørt út hjá StÍF. Bæði hjá dreingjum og gentum standa liðini nærum í bíði- røð eftir heiðursmerkjum, so um rætt verður atborið, er nóg mikið at seta við komandi áriini, soleiðis at støðan sum eitt av fremstu feløgunum í landinum ikki bara er at rokna sum fyribils. Dysturin í tølum StÍF-Neistin 30-19 (14-10) Málskjúttar: StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 8(8), Alina Olaru 6, Paula D. Olsen 5, Asta Petrauski- ene 4, Anna B. Danielsen 4, Anna Maria Berthelsen 2, Paula B. Høgnesen 1 Neistin: Simona Dziugyte 7(2), Christina Holm 6, Jórun Ludvig 3, Vivian Thorleifsson 1, Súna Mørk 1, Mildrið Jacobsen 1 Brotskøst: StÍF 8, Neistin 4 Útvísingar: StÍF 1, Neistin 2 Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Hartvig Joen- sen. Máttu leggja rygg til onkrar skolur ígjøgnum dystin, men tóktust ikki nervast stórvegis av hesum. Við sigrinum á Neistanum ognaði StÍF bronuskrónur- nar, og tað hevði fáur roknað við undan kappingini Mynd: Álvur Haraldsen GÍ átalar framferðar- háttin hjá aðalskriv- aranum og nevndini í FSF í sambandi við leysgeving av leik- loyvi. Á heysti 2001 skrivaði GÍ sáttmála við leikara um at leika fyri felagið kapping- arárini 2002 og 2003. Í sambandi við undirskriv- ingina rindaði GÍ leikaran- um 30.000 kr. fyri undir- skrivingina og harumframt rindaði GÍ øðrum felagið 10.000 kr. fyri leikloyvi hjá leikaranum. Sáttmálin var eftir galdandi ásetingum góðkendur av Fótbólt- sambandi Føroya, sum tók 500 kr. fyri góðkenningina. Tilsamans var innleiðandi kostnaðurin 40.500 kr. umframt mánaðarliga løn til leikaran í sáttmálatíðarskeiðinum. Eftir kappingarárið 2002 ynskti leikarin at verða loystur úr sáttmálanum fyri at fáa meira tíð til familju og møguliga eisini at leika á lægri stigi. GÍ boðaði frá, at hetta var í lagi um leikloyvi var verandi hjá GÍ, soleiðis at støða kundi takast til leikloyvi, tá tað gjørdist greitt á hvørjum stigi leikarin fór at leika. Leikarin ynskti ikki at ganga hesum á møti, og tí var leikarin ikki loystur úr sáttmálanum. Av tí at leikarin yvir longri tíð eftir hetta ikki yvirhelt ásetingar frá venjaranum, gjørdi GÍ av at boða leikaranum og Fótbóltsambandi Føroya frá, at felagið ikki longur metti seg vera bundið av fíggjarligu skyldunum mót- vegis leikaranum – tvs. hava skyldu at rinda mán- aðarligu lønirnar. Stutt eftir hetta ljóðaði, at leikarin hevði gjørt avtalu við ann- að 1. deildarfelag í Eystur- oynni og beint undan byrj- anini av steypakappingini varð GÍ biðið um at leys- geva leikloyvi til nevnda felag. GÍ gav eina leysgev- ing, sum var treytað av ein- um gjaldi á 25.000 kr. Nakað seinni kom skriv frá aðalskrivaranum í Fótbólt- sambandi Føroya, um at hesin hevði tikið støðu til, at leikloyvi kundi leysgev- ast uttan samsýning. Hetta var gjørt uttan at seta seg í samband við GÍ fyrst. Tvs. ein leysgeving uttan góð- kenning frá GÍ, sum er rættuliga óvanligt! GÍ sendi síðan skriv til Fótbóltsam- band Føroya við kæru um framferðarháttin og í tí sambandinum var kravt 1) at leikloyvi var flutt aftur til GÍ beinanvegin ella 2) at FSF veitti trygd fyri teim- um kravdu 25.000 kr. Tað hevur ljóðað at ósemja hev- ur verið í nevndini í FSF um framferðarháttin hjá aðalskrivaranum, men at støða var tikin til at beina málið í kappingarnevndina, sum skuldi hava fund stutt eftir. Enn er eingin fundur hildin í kappingarnevndini, og nevndin í GÍ metir tí, at tíð er at greiða nærri frá málinum. Nevndin í Gøtu Ítrótarfelag kann á ongan hátt góðtaka framferðar- háttin hjá aðalskrivaranum í FSF, sum við sínum framferðarhátti ikki virðir sáttmálaviðurskiftini mill- um GÍ og leikara. GÍ átalar eisini at nevndin í FSF eftir hetta ikki tekur støðu í málinum. Við slíkum fram- ferðarhátti er tað okkara áskoðan at virði á sáttmál- um, sum eru góðkendir av FSF, er sera ivasamt. Hóast tað enn eru tveir mánaðir eftir, áðrenn Týsklands- dysturin skal spæl- ast, er ivaleyst neyð- ugt at bíleggja sær atgongumerki longu nú, um sleppast skal inn til dystin TÝSKLANDS- DYSTURIN Jákup Mørk Enn eru tveir mánaðir til størsta avbjóðingin hjá føroyskum fótbólti er veruleiki. Týsku vara- heimsmeistararnir koma tá til Føroya, har Tórs- vøllur verður karmur um sannan stórdyst, og tað tykist longu nú greitt, at talan verður um útseldan leikvøll. Í seinastu viku boðaði FSF frá, at atgongumerk- ini nú kundu keypast í forsølu, og tó at fleiri røddir ilskaðust á høga prísin á hesum, so tykist hetta tó ikki hava nervað áhugan. - Vit kunnu longu nú siga, at so gott sum øll miðplássini á langsíðuni eru seld, og enn streyma bíleggingarnar inn. So eg ivist ikki í, at talan verður um fullsett stadion, sigur Ísak Mikladal, aðalskriv- ari í Fótbóltssamband- inum. Tað kann leggjast aftur- at, at føroyski 12. mað- urin vanliga situr við endatribununa, og har eru so pláss framvegis tøk, eins og ytstu sektiónirnar á langsíðuni enn eru tøk- ar. Plássini framman fyri FSF-húsið eru fyri tað mesta roknaði til út- lendsku gestirnar, VIP’ar- ar og fjølmiðlafólk, so tað er ógvuliga avmarkað, hvussu nógv atgonumerki kunnu seljast á teirri síðuni. Sølan gongur við fullari ferð Skrivið hjá GÍ: FSF virðir ikki leikarasáttmálar C M Y K 26