Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 8. apríl 2003 29 Men tá ið VB mál- verjin hevði bjarg- að brotssparki, segði dómarin, at tað skuldi skjótast umaftur, og tá eydnaðist EB/ Streymi endiliga at fáa nyttu burturúr einum av nógvu møguleikunum LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Vágbingar høvdu alla orsøk at vera nøgdir við eitt stig, tá ið teir fóru av Eiðismøl leygardagin. Heimaliðið hevði havt betri tak á spælinum, og heimaliðið hevði havt nógv teir flestu møgu- leikarnar. Men kortini iðraðu teir í VB seg um málið, sum EB/Streymur fekk. Sorin Anghel varð feld- ur, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Hans Pauli Samuelsen royndi úr ellivu metrum, Bjarni Johansen bjargaði, og vágbingar frøddust. Men bara í eina lítla løtu. Tí linjuverjin veittraði og segði, at VB málverjin hevði verið ov frammarlaga staddur, tá ið brotssparkið varð skotið. Umaftur, segði dóm- arin, og so sat bólturin í netinum. Støðan var 1–1, tað var eitt korter eftir, og einki mál kom afturat. – Um málverjin stóð akkurát á strikuni ella ikki, skulu vit ikki taka dagar ímillum. Men tað eru mong ár síðani, at vit hava sæð nakran dómara dømt fyri hasum har, siga vágbingar, sum kortini eru nøgdir við, at teir fingu javnleik á Eiði. – Serliga í 1. hálvleiki hekk tað ikki saman hjá okkum. Vit vóru ov aftarlaga, og ov ofta varð miðjan lopin um, so tað var torført hjá teimum báðum fremstu, Birgiri Jørgensen og Predrag Zivkovic. Í 2. hálvleiki fór Zivkovic longri aftur. Tá hekk tað betri saman, men tað var ikki nóg gott, siga teir í VB. Á VB liðnum var Poul Poulsen á miðvøllinum. Hann er kendur frá U–17 landsliðnum, men hetta er fyrsta árið hjá honum á besta liðnum hjá VB. Miðvallarin í høgru, Palli Augustinussen legði VB á odda. Eftir eitt tvey samanspæl við Milan kom hann leysur innanfyri verjuna, sum royndi at seta rangstøðu- fellu, men tað mis- eydnaðist, og Palli setti framvið Gunnari á Steig. Nógvar møguleikar Serliga í 1. hálvleiki var heimaliðið omaná. Teir høvdu nógvar møgu- leikar, men Bjarni Jo- hansen í VB málinum spældi upp til sítt besta, og heimamenninir vóru onkra ferðina ikki nóg avgjørdir. Egil á Bø stútaði í stólpan eftir horna, og tvær ferðir var miðvall- arin í høgru, Marni Djurhuus, púra leysur við VB málverjanum, sum vann tvídystirnar. At partarnir fingu eitt stig í part ber við sær, at bæði EB/Streymur og VB framvegis eru best fyri í bólkinum at sleppa víðari í fjórðingsfinal- una. Dysturin í tølum EB/Streymur–VB 1–1 (0–0) 0–1: Palli Augustinus- sen 1–1: Hans Pauli Sam- uelsen br EB/Streymur: Gunnar á Steig – Hallur Jacobsen, Andrzej Pazek, Egil á Bø, Esmar Eiðisgarð – Marni Djurhuus, Marek Vierzbicki, Ronnie Samuelsen, Bárður Ol- sen – Hans Pauli Sam- uelsen, Sorin Anghel VB: Bjarni Johansen – Michael í Lágabø, Bo- bo, Dejan, Eyðun Jacob- sen – Palli Augustinus- sen, Poul Poulsen, Mil- an, Dan Djurhuus – Birgir Jørgensen, Pre- drag Zivkovic AB misnýtti eftir stuttari løtu í 1. hálv- leiki tvey brotsspørk, og í 2. hálvleiki mis- nýttu teir møguleika, sum var uppaftur størri enn møguleiki úr ellivu metrum LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Eftir fyrst 4–0 tap á heima- vølli og síðani javnleik á útivølli, fekk KÍ leygar- dagin javnvág í málmunin í steypakappingini. KÍ vann rudduligan 4–0 sigur á 2. deildarliðnum AB. Spurn- ingurin var bara, hvussu stórur sigurin fór at verða, hóast KÍ í ein tíma bara spældi við tíggju monnum. Miðverjin Alexander Djordjevic sá reytt, eftir at hann royndi at hevna seg inn á Johnny Samuelsen. KÍ spælarin rakti ikki AB álopsmannin, men dómarin sá tilburðin, kendi reglur- nar og sendi jugoslavan undir brúsuna. Hjalgrím Elttør, sum var hangandi álopsmaður aftan fyri Ova Nysted, setti hol á. Magni Hentze í AB málin- um hálvbjargaði stútara frá Ova Nysted, og Hjalgrím var fyrstur á returinum. Ove Nysted økti til 2–0. Mitt fyri varð hann spældur leysur, og tá ið málverjin kendi seg noyddan at leypa út, lyfti álopsmaðurin bólt- in í bleytum boga upp um málverjan og í netið. Eftir lítlari løtu seinna- partin av 1. hálvleiki fekk AB tvær ferðir møguleikan at minka um munin úr ellivu metrum, og í báðum førunum kom einki burt- urúr. Í fyrra førinum dømdi dómarin, tí hann metti, at Jan Andreasen hevði spælt bóltin við hondini, og í seinna førinum dømdi hann, tí at hann helt, at Atli Danielsen hevði felt Jan B. Jørgensen. Pætur D. Jacob- sen sendi fyrru royndina við síðuna av málinum, og í tí seinna førinum bjargaði Karstin Joensen ikki serliga góðu royndini hjá Johnny Samuelsen. Í 2. hálvleiki broytti AB frá 4–4–2 og til 4–3–3. KÍ tók Ova Nysted úr álopin- um og aftur í plássið, sum stóð tómt eftir Alexander Djordjevic, og tað var bara KÍ, sum fekk mál. AB royndi at spæla álopskent, og teir fingu størri møgu- leika enn brotsspark. Jan B. Jørgensen og Hans Jørgen Djurhuus vóru einsamallir við KÍ málverjanum. Jan trillaði bóltin upp á tvørs, men Hans Jørgen sendi við síðuna av fullkomuliga tóma málinum. Arnold Joensen og Ove Nysted skoraðu KÍ málini. Í báðum førunum var talan um støður eftir hornaspark. Arnold stýrdi bóltinum í málið eftir flatt innlegg, og Ove snittaði stutt horna- spark við høvdinum og í handara síðunetið. Stórsigurin hjá KÍ og tað at EB/Streymur og VB spældu javnt ber við sær, at klaksvíkingar nú – á sama hátt sum EB/Streymur og VB – sjálvir kunnu gera av, um teir skulu enda á øðrum av tveimum teimum bestu plássunum, sum bera trygd fyri luttøku í fjórðings- finaluni við sær. Nyttan hjá AB av bólka- spælinum er, at teir ivaleyst verða betri fyri enn hini liðini í 2. deild, tá ið tað verður farið undir lands- kappingina. Dysturin í tølum KÍ–AB 4–0 (2–0) 1–0: Hjalgrím Elttør 2–0: Ove Nysted 3–0: Arnold Joensen 4–0: Ove Nysted KÍ: Karstin Joensen – Atli Danielsen, Jan Andreasen, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør – Arnold Joensen, Allan Joensen, Jan Joensen, Harley Berthold- sen – Hjalgrím Elttør, Ove Nysted AB: Magni Thomsen – Svenning W. Hansen, Bern- hard Petersen, Signar Jo- hannesen, Jónsvein Bæ- rentsen – Pætur D. Jacob- sen, Flóvin Jespersen, Bogi Midjord, Hans Jørgen Djur- huus – Jan B. Jørgensen, Johnny Samuelsen EB/Streymur-VB 1-1 (0-0): Bjarni bjargaði VB eitt stig KÍ-AB 4-0 (2-0): Klaksvíkingar vóru undir- mannaðir og vunnu stórsigur Ove Nysted royndi seg bæði sum álops- og verjuleikara leygardagin, og har spurdust eisini tvey mál burturúr hjá honum Mynd: SáH 29 28 Nr. 68 - 8. apríl 2003 NSÍ álopsmaðurin var sera væl upplagd- ur ímóti grannunum av Toftum, sum ikki kendu sína vitjunar- tíð, tá ið teir høvdu tveir stórar møgu- leikar LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Nú skal ansast eftir, hvørji orð verða brúkt. Tað er tíðliga á árinum, og tað er langt til ólavsøkuna og steypafinaluna. Men gongdin og úrslitini higartil hava givið greiðar ábend- ingar um, at NSÍ, sum á ólavsøku í fjør vann løg- manssteypið fyri fyrstu ferð, ætlar sær av álvara at vera við í stríðnum um finaluplássini í ár. Leygardagin vunnu teir 3–0 á B68, og harvið hevur NSÍ, nú bólkaumfarið er komið í helvt, sera góð kort á hondini at sleppa í fjórð- ingsfinaluna. Stóri maðurin í Runavík leygardagin var Helgi L. Petersen. Í fjør var hann ofta á miðvøllinum, men í ár hevur Jógvan Martin Olsen alla tíðina havt hann í fremsta røð, har hann er saman við yngra beiggjan- um, Sonna L. Petersen, sum higartil í ár hevur fingið meiri spælitíð, enn hann fekk í fjør. Merkisvert er tað, at í miðvallarplássinum, sum Helgi viðhvørt røkti í fjør, er nú Sjúrður Jacobsen, sum í fjør fyri tað mesta var vongverji í vinstru. Har spælir nú Áki L. Hansen. Hetta var fyrsta ferðin, at Messias spældi ímóti tofta- monnum, og hetta var fyrsta ferðin, at Dánial Hansen var í reyða B68 búnanum ímóti barndóms- felagnum NSÍ. Eingin ivi var í, at heima- liðið var betri fyri enn gestirnir. Men toftamenn grunda ivaleyst yvir, hvussu tað hevði tørnað út, um stútarin hjá Súna Fríða Johannesen tíðliga í 1. hálvleiki hevði farið í málið og ikki á samankomingina. Eina løtu seinni vildu NSÍ arnir hava, at dómarin skuldi vísa Dániali Hansen reyða kortið. Teir vildu vera við, at hann hevði nýtt neyðbremsuna ímóti Helga L. Petersen, men tí var dómarin ikki samdur í. Tríggjar ferðir Helgi Fimm minuttir undan steðginum setti NSÍ hol á. Helgi L. Petersen gjørdist púra leysur frammanfyri B68 miðverjarnar, Hans Fróða Hansen og Dánial Hansen, og hann setti bóltin framvið Alberti Sævarson. Eftir steðgin økti Helgi til 2–0. Sonni L. Petersen legði innfyri úr vinstru, og við handara stólpan var Helgi leysur og stútaði til 2–0. B68 fekk gyltan møgu- leika at minka um munin, tá ið NSÍ hevði skorað tvær ferðir. Brotsspark varð gjørt ímóti Súna Fríða Jo- hannesen, men Øssur Han- sen misnýtti. Landsliðs- veteranurin valdi at skjóta hart ímóti landsliðsveteran- inum í NSÍ málinum. Bólt- urin tók í tvørtræið og fór uppum. Eitt korter undan leikloki varð ein nýggjur NSÍ mað- ur, Andy Olsen, settur á miðvøllin í vinstru fyri Jónstein Petersen. Nýggi maðurin átti næstsíðsta fótin á, tá ið Helgi L. Peter- sen gjørdist púra leysur og staðfesti stóra sigurin. NSÍ–B68 3–0 (1–0) 1–0: Helgi L. Petersen 2–0: Helgi L. Petersen 3–0: Helgi L. Petersen NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Mes- sias Perreira, Óli Hansen, Áki L. Hansen – Gert Langgaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen, Jónstein Petersen – Sonni L. Peter- sen, Helgi L. Petersen B68: Albert Sævarson – Bogi Petersen, Hans Fróði Hansen, Dánial Hansen, Jákup Djurhuus – Jan Ingi Petersen, Fróði Benjamin- sen, Øssur Hansen, Arnfinn Olsen – Jóhan Petur Poul- sen Súni Fríði Johannesen Eftir tvey tepur tap á útivølli gjørdu vága- menn greitt, at teir eisini ætla sær víðari í steypakappingini LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Tað er einki at ivast í, at vágamenn sjálvir halda seg hava eitt fótbóltslið, sum kann gera nakað um seg í ár. Teir báðir fyrstu dyst- irnir hava eisini víst, at lið- ið hevur ávísar dygdir, og kanska júst tí, hevur tað eisini kenst nakað hug- tungt, at liðið kortini ikki hevur fingið so nógv burtur úr á stigatalvuni, sum tað annars hevur verið ynski- ligt. Einvegis Leygardagin komu vága- menn tó ígongd, og tað var so eisini við manér. TB, sum undan hesum dystin- um hevði eitt stig,l var á vitjan, og tó at tvøramenn ivaleyst høvdu vónir um at fáa í øllum førum annað stigið heim við sær, so varð hetta av ongum. Og tað so dyggiliga. Gestirnir byrjaðu annars hampuliga væl. Við einum kompaktum miðvølli royndu teir at steðga upp- spælinum hjá heimalið- num, fyri síðani sjálvir at finna álopsmenninar við longum sendingum. Ætlanin við hesum var helst, at fáa heimamenninar at ótolnast, fyri síðani at fáa nøkur kontra, men tað var skjótt, at hendan spæliætlan varð oyðiliøgd. Eitt innkast úr høgru fann Clayton Soares, sum longi bóltin inn til Bjarna Prior, og úr sera spískum vinkli smekk- aði hann til, so bólturin fór sendandi upp undir net- takið. Eftir hetta gjørdist dyst- urin beinan vegin alt meira einvegis. Vágamenn høvdu stundir til at fáa spælið at koyra. Teir otaðu seg alt meira niðaneftir, og áðrenn hálvleikur var runnin, høvdu teir eisini væl og virðiliga fingið løn fyri hetta. Bjarni Prior var aftur á blettinum, tá leiðslan varð økt um miðjan hálvleikin. Da Silva sendi landsmannin, Clayton, avstað í høgru, og tá hesin lyfti inn í brots- teigin, stóð Bjarin leysur við nærmaru stong og stýrdi bóltinum inn við høvdinum. Nakað seinni var Kim Poulsen upp á spæl, tá TB- málverjin ikki fekk hildið skotið frá Sjúrði Ellefesen, og stutt fyri hálvleik stútaði sami Kim sítt næsta mál. Aftur hesa ferð eftir uppspæl frá Sjúrði. Kenna treytirnar Í seinna hálvleiki helt yvir- vágin hjá heimaliðnum fram. TB hevði mest sum givið skarvin yvir, og tó at eingin overvaði seg í royndunum at økja um sigurin, so komu tvey mál afturat. Tað fyrra av teimum var helst tað vakrasta í dystin- um, tá Elfinn Ørvarødd heilfluktaði, eftir at mál- verjin hevði boksað horna- spark útfrá. Úr 25 metrum fór bólturin sendandi beina kós í meskarnar, og stutt fyri leiklok kundi Clayton Soares so seta punktum fyri málskjótingini eftir horna og trunkaspæl. Og við sigrinum komu vágamenn so loksins í gongd við stigasavnanina í sínum bólki. Sjálvir hava teir ongan tíð ivast í møgu- leikanum at koma víðari úr bólkinum, og treytirnar eru eisini hampuliga greiðar í so máta. Helst skulu teir hava seks stig í teimum trimum komandi dystun- um. Heima móti ávíkavist NSÍ og B68 og so eisini útidysturin móti TB. Dysturin í tølum FSV-TB 6-0 (4-0) 1-0: Bjarni Prior 2-0: Bjarni Prior 3-0: Kim Poulsen 4-0: Kim Poulsen 5-0: Elfinn Ørvarodd 6-0: Clayton Soares NSÍ-B68 3-0 (1-0): Helgi var tríggjar ferðir upp á spæl FSV-TB 6-0 (1-0): Vágarnar komu ígongd Runavíkingar gjørdu bart í fyrstu grannauppgerðini á árinum, tá teir sendu Toftamenn heim aftur við einum 3-0 tapi Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 28