Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 8. apríl 2003 31 Eftir dølska avrikið móti Kyndli, fingu kollfirðingar nakað av hevnd, tá teir við sigrinum á H71 stað- festu fimta plássið á stigatalvuni MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Kollfirðingar endaðu landskappingina fyri sítt viðkomandi leygardagin, tá teir í Hovyíkarhøllini leiktu grannauppgerð móti H71. Tá teir seinast vóru á vøllinum – tað var móti Kyndli – tóktist annars, sum um vóru kollfirðing- arnir langt síðani farnir í summarfrí, men leygar- dagin fingu teir so nakað av uppreisn fyri hetta, tá tað eydnaðist teimum at basa hoyvíkingunum. Fyrra umfarið vóru tað tó teir úr árstalsfelagnum, sum vóru omaná. Ein triva- lig leiðsla var skjótt fingin til høldar, og síðani ráddi eina mest sum at halda fast um hesa, og alt tóktist eisini ganga eftir vild í so máta. Hart og kontant Men í seinna hálvleiki raknaðu teir hjá KÍF við. Serliga Damir Oros og Regin Petersen, sum seinast vóru langt undir vanliga støðið, gjørdu nú um seg, og so við og við togaðu teir alt meira burtur av leiðsluni hjá H71. Tveir minuttir fyri leik- lok eydnaðist teimum eisini at toga seg framum, og við hesum syrgdu teir fyri, at teir um ikki annað enda frammanfyri hovyíkingar- nar á stigatalvuni. Enn kann H71 koma ájavnt í stigum, men tað er neyvan hugsandi, at teir í seinasta dystinum skulu vinna tey 41 málini aftur, sum kollfirðingarnir í løtuni eru frammanfyri. Og sum ikki einaferð, so kunnu kollfirðingarnir aftur í ár líta aftur á árið við heldur blandaðum kensl- um. Til tíðir hevur spælið í øllum førum verið til nakað væl meira enn verandi fimta plássið, og eitt nú eru stig tikin frá bæði Kyndli og VÍF. Men samanlagt hava teir tó verið alt ov stuttir. Ov nógv stig eru tveitt burtur í seinastu minuttunum av dystunum, og á stigatalvuni verður atlit ikki tikið til, hvør hevur verið nær við og næstan. Har er kontant av- rokning við kassa eitt. Dysturin í tølum H71-KÍF 24-25 (15-11) Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 8(1), Johnny Durhuus 6(3), Esbern Patursson 3, Ann- finnur N. Debess 2, Uni Wardum 1, Niels Viggo Niclasen 1, Brandur F. Johannesen 1, Kristian Eli Zachariasen 1 KÍF: Damir Oros 10(1), Reg- in Petersen 7, Petur Martin Poulsen 3, Kristjan Madsen 3, Vagnur Johannesen 1, Jónálvur Johannesen 1 Brotskøst: H71 4, KÍF 1 Útvísingar: H71 3, KÍF 5 Dómarar úr Kyndli/Neist- anum: Hannis Wardum & Kristian Johansen Kyndil spældi bara helvtina av dystin- um sunnudagin, men tað var kortini nóg mikið at basa botnliðinum KVINNUHOND- BÓLTUR Jákup Mørk Kyndil livdi framvegis í vónini, tá dysturin móti Tjaldri fór ígongd sunnudagin. Við einum sigri her, og einum neistasigri á Skála kundi bronsan møguliga fáast til høldar við sigri í sein- asta dystinum. Og upp- gávan móti botnliðnum úr Runavík tóktist eisini vera yvirkomilig á pappírinum, men so heldur ikki meira enn tað. Fyrra hálvleik mundu tankarnir hjá teimum grønu í øllum førum vera nógv nærri høllini á Skála, heldur enn á Nabb. Kyndil megnaði als ikki at seta mót- støðuna undir trýst, og eitt skifti vóru tað eisini gestirnir, sum vóru á odda. Júst tilsvarandi dyst- urin í grundspælinum mundi annars vera ein av teimum meira svørtu hjá Kyndli í ár, tá Tjaldur púra óvæntað streyk avstað við øllum, og eina løtu inn í seinna hálvleik hóttu tær við eini endurtøku av hes- um. Men tað bleiv so ikki til meira enn hóttanina. Eftir at Tjaldur mið- skeiðis í seinna hálvleiki legði seg á odda 14-13, slerdi heimaliðið brems- una í. Tjaldur fekk ikki eitt hitt einasta mál afturat í dystinum, og tó at rumenska Maria í málinum royndi sítt, so fekk hon ikki forða Kyndli í at skjóta so- mikið av málum, at sigurin var tryggjaður. Bronsan reyk Men alt hetta kundi tó gera tað sama hjá Kyndli. Í øllum førum tá tað ræður um bronsuna. StÍF tók nevnliga øll stigini frá Neistanum, og soleiðis noyðast tær í Kyndli í øllum førum at taka til takkar við plássi uttan fyri heðursmerkja- røðina, har ambitiónir- nar annars avgjørt rukku undan kappingini. Men árið hevur tó víst, at tær grønu hava nakað at hava vónirnar í til komandi kappingarár. Í øllum førum um leikara- tilfeingið verður hitt sama, men tað er so ein spurningur, sum ikki kann svarast enn. Dysturin í tølum Kyndil-Tjaldur 21-14 (9-9) Málskjúttar: Kyndil: Sonja Smiljic 6(4), Iliana Manolescu 5, Annika Ljósstein 3(2), Ann Mari Wang 3(1), Annika Thomsen 2, Heidi Maria Akselsen 1, Jensia Petersen 1 Tjaldur: Lenka Ribaric 5, Milica Ergic 4, Heidi Heinesen 3, Sonja Gleð- isheygg 1, Hansa Mikk- elsen 1 Brotskøst: Kyndil 11, Tjaldur 1 Útvísingar: Kyndil 3, Tjaldur 3 Dómarar úr Neistanum/ H71: Kristian Johansen & Jákup Símun Simonsen Kyndilsmenn dusaðu sær í nógvum málum, tá teir sunnudagin tóku ímóti Tjaldri, sum púrasta tykist hava givið upp at spæla MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað kann nærum ikki rópast dystur, tá Kyndil og Tjaldur hittust sunnudagin. Til ein dyst krevst vanliga, at tveir partar stríðast, men sunnudagin var tað so bert annar parturin, sum hevði nakað upp á seg. Kyndilsmenn snøgt sagt gjørdu, sum teimum lysti móti Tjaldri, og dysturin undirstrikaði kanska eisini, hvussu stór spæligleðin hjá teimum grønu er í løtuni, og í so máta er helst spell fyri teir, at kappingin nú er um at verða liðug. Tað hevur hon í nógvar mátar verið hjá Tjaldri nú í skjótt nógvar vikur, og fyri teir flestu tykist tað bert vera soleiðis, at bíðað verður eftir summarfrí- tíðini. Undantøkini í so máta tykjast vera Dragisa Stojovic og Dejan Lecok. Dragisa verður toppskjútti í landskappingini í ár, og óváttað tíðindi vilja vera við, at fleiri feløg liggja framvið, so hann hevur helst sínar orsøkir til áhald- andi at royna skotstyrkina. Eisini sterki málverjin hjá Tjaldri sigst vera áhugaður í at skifta felag, og um so er, er spurningurin kanska, hvussu verður við hond- bóltinum í Runavíkini. Verandi lið kann neyvan standa seg uttan útlendskan styrk, og tí eru einastu hyggjuráðini kanska at síggja burtur frá vaksnu røðunum, fyri síðani at savna alla megina um ar- beiðið í yngru deildunum. Dysturin í tølum Kyndil-Tjaldur 46-29 (21-13) Málskjúttar: Kyndil: Finnur Hansson 12(2), Ken Zachariasen 11, Rúni Mohr 5, Jacob Jóns- son 4, Janus Einar Søren- sen 4, Hans Áki Dal- Christiansen 4, Leif Mikkelsen 2, Høgni Klein 2, Lars L. Black 1(1), Gunnar Wardum 1 Tjaldur: Dragisa Stojovic 14, Tórhallur Thomsen 5(2), Ken Bærendsen 4, Zoran Sarcevic 3, Uni Høj- gaard 3 Brotskøst: Kyndil 5, Tjald- ur 5 Útvísingar: Kyndil 2, Tjaldur 1 Dómarar úr Neistanum/ H71: Kristian Johansen & Jákup Símun Simonsen. Kyndil-Tjaldur 21-14 (9-9): Nóg mikið við helvtini Kyndil-Tjaldur 46-29 (21-13): Málrok á Hálsi H71-KÍF 24-25 (15-11): KÍF loftaði sær Um ikki annað, so fekk kappingarárið hjá KÍF ein góðan enda, tá teir vunnu fjórðu grannauppgerðina móti hovyíkingunum 31 30 Nr. 68 - 8. apríl 2003 B36-Skála 2-1 (2-0): Lívsneyðug stig hjá B36 B36 kendi kravið, og teir fingu eisini trý stig móti Skála, men tað var kortini ikki meira enn akkurát, og í seinasta minuttinum fingu teir ein ordans hvøkk frá gestunum LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Har var eingin pardón hjá B36, tá leikararnir fóru á vøllin til triðja dystin í kappingini um Løgmans- steypið. Eftir stigaleysar uppgerðir móti bæði GÍ og HB var kravið heilt einfalt trý stig, tá Skála kom á vitj- an í Gundadali. Hesum kravinum eftirlík- aði leikararnir á tí, sum verður sum sterkasta lið í Føroyum, eisini, men tað var so heldur ikki meira enn akkurát. Linlig uppgerð Um sjálvan dystin er at siga, at hann fyri tað mesta var rættiliga rótutur. Kanska var spælið heldur frægari í fyrra hálvleiki, men har varð kortini ikki so nógv skapt. Ikki annað enn teir báðir møguleikarnir, sum B36 skoraði uppá. Hitt fyrra av málunum kom eftir gjøgnumbrot hjá Heðin á Lakjuni. Hann sendi bóltin innfyri úr vinstru, og har kundi Julian Johnsson við høvdinum stýra í kassan. Og alt tóktist ganga rætta vegin hjá B36, tá teir nakað seinni fingu brotsspark. Skálamenn vildu annars vera við, at Jákup á Borg var togaður niður uttan fyri brotsteigin, men dómarin peikaði á ell- ivu-metra blettin, og so var John Petersen tryggur móti bygdarfeløgum sínum. Sjálvt splið batnaði ikki seinna umfarið, men møgu- leikarnir vórðu nú fleiri. B36 hevði fleiri ferðir góð- ar møguleikar, men teir kastaðu einki av sær, og so við og við kom Skála alt betri við. Og brádliga fingu teir eisini spenning í, tá eitt horna slapp at ferðast til ein púra leysan Hanus Thor- leifsson, sum úr stuttari fjarstøðu kundi beina bólt- inum inn. Tað eydnaðist tó B36 at halda fast, men tað var ikki meira enn akkurát. Størsta forskrekkilsi fingu teir, tá hálvur triði av teimum trimum eykaminuttunum var farin. Alexandur Johan- sen tók ímóti eini sending, og eftir at hava tamt, medd- aði hann til, men Tróndur Vatnhamar í B36 fekk kort- ini vart fyri, soleiðis at stig- ini vórðu verandi í Havnini. Kravið er greitt Og tað er einki at ivast, at enn ein stigamissur her vildi verið nakað, sum líkt- ist eini katastrofu fyri B36. Hesa ferð høvdu teir fleiri av teimum, sum hava verið úti við skaða, við aftur, men avrikið skal tó lyftast nógv, áðrenn eitt pláss í hálvfinalunum er víst. Hetta fer helst at krevja í minsta lagi níggju stig, og seks av hesum skulu so fá- ast til høldar í teimum trim- um seinastu dystunum. Dysturin í tølum B36-Skála 2-1 (2-0) 1-0: Julian Johnsson 2-0: John Petersen 2-1: Hanus Thorleifsson Tá ið HB trýsti fyri at fáa sigursmálið, var tað heimaliðið, sum skoraði sigursmálið í Sarpigerði LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Eftir trý umfør í steypa- kappingini hevur GÍ fram- vegis fult stigatal. Tað eru gøtumenn sjálvandi væl nøgdir við. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at mót- støðuliðini øll eru úr 1. deild, og at tvey av teimum eru B36 og HB. Leygardagin vóru meist- ararnir úr HB í Sarpigerði. At teir ikki vóru heilt nøgd- ir við at fara til hús aftur við ongum, var ikki torført at skilja. Seinasta fjórðing- in av tíðini vóru teir leik- liga omaná, og um eitt sig- ursmál skuldi koma, so bendi mest á, at tað skuldi vera HB, sum fekk tað. Og so var tað, at GÍ skor- aði. Málskjútti var Símun Samuelsen, sum GÍ undan hesum kappingarárinum fekk úr VB. Hetta var fyrsta GÍ málið hjá evnaríka álopsmanninum. Leivur Hansen sendi langt fríspark av GÍ hálvuni. Bólturin sigldi framum HB verjuna. Jan C. Dam tóktist hava tak á og skuldi sparka burtur. Men so broytti hann ætlan, tí málverjin hjá honum rópti, at hann hevði. Soleið- is var veruleikin ikki. Tá ið Jan so at siga eftir ordrum gav frá sær, stóð Símun Samuelsen næstur í røðini. So var 2–1 til GÍ og lítla løtu seinni bríkslaði dómar- in fyri síðstu ferð. Fínt langskot Hálvur tími var farin, tá ið GÍ setti hol á. Málskjútti var Bárður á Lakjuni, sum tykist fáa alt størri leiklut á liðnum, og sum megnar at vísa væl meiri av viðfødda máltevinum, enn hann gjørdi á KÍ liðnum í fjør. Súni Olsen sendi av mið- vøllinum út í vinstra borð, Bárður á Lakjuni sneiddi framvið einum ella tveim- um, og tá ið hann var stadd- ur einar átjan metrar úr málinum og eitt sindur til vinstru, sendi hann inn við nærra stólpanum. Eitt sera gott skot, men tá ið fjar- støðan og góða sýnið verð- ur tikið við, átti HB mál- verjin kanska at havt bjargað. Orsaka av skaðum var HB liðið broytt, sammett við undanfarnu ferðirnar. Hvørgin danin var við. Bæði verjuspælarin Martin Christensen og álopsspæl- arin Karsten From eru skaddir. Hesa ferð var Tór–Ingar Akselsen í álops- sessinum undir liðini á Andrew av Fløtum. Kári Nielsen, sum rættu- liga tykist hava bitið seg fastan í miðvallarplássinum í høgru, var feldur í GÍ brotsteiginum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Andrew av Fløtum var enn eina ferð púra tryggur úr ellivu metrum. Tað tóktist sum um HB hevði fingið um endan og í hvussu so er skuldi fáa javnleikin við til hús, men tað heilkiksaði, og heima- liðið kendi í síðstu løtu sína vitjunartíð. GÍ–HB 2–1 (1–0) 1–0: Bárður á Lakjuni 1–1: Andrew av Fløtum br 2–1: Símun Samuelsen GÍ: Jacek Przkbylski – Bartal Eliassen, Poul Enni- garð, Leivur Hansen, Jón- reid Dalheim – Magnus Skoralíð, Súni Olsen, Zdzi- slaw Janik, Bárður á Lakj- uni – Krzystof Popczynski, Símun Samuelsen HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Jan C. Dam, Eli Thorsteinsson, Janus M. Joensen – Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, Nicu Dogaru, Rógvi Jacobsen – Tór–Ingar Akselsen, Andr- ew av Fløtum Gøtumenn framvegis óskalaðir Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 NSÍ 3 3 - 0 - 0 10 2 8 9 2 B68 3 1 - 1 - 1 5 7 -2 4 3 TB 3 0 - 1 - 2 2 11 -9 1 4 FSV 3 1 - 0 - 2 10 7 3 3 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 3 2 - 1 - 0 6 1 5 7 2 VB 3 1 - 2 - 0 4 3 1 5 3 KÍ 3 1 - 1 - 1 5 5 0 4 4 AB 3 0 - 0 - 3 1 7 -6 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 3 2 - 0 - 1 10 3 7 6 2 GÍ 3 3 - 0 - 0 8 2 6 9 3 B36 3 1 - 0 - 2 2 5 -3 3 4 Skála 3 0 - 0 - 3 3 13 -10 0 Máltindurin Carsten From HB 4 Clayton Soares FSV 3 Andrew av Fløtum HB 3 Helgi L. Petersen NSÍ 3 Fróði Benjaminsen B68 2 Sorin Anghel EB/S 2 Bjarni Prior FSV 2 Jens Erik Rasmussen FSV 2 Kim Poulsen FSV 2 Zdislaw Janik GÍ 2 Hjalgrím Elttør KÍ 2 Ove Nysted KÍ 2 Óli Hansen NSÍ 2 Sonni L. Petersen NSÍ 2 Hanus Thorleifsson Skála 2 Palli Augustinussen VB 2 Seinastu longu løtuna vóru tað teir úr HB, sum trýstu, men tað vóru gøtumenninir, sum skoraðu sigursmálið C M Y K 30