Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. februar 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ES $ Nr. 24 — 5. februar 1992 . tíðindablaðið Silicone-hróst kunnu saktans >Tað er lætt at fáa silicone-bróst tikin úr aftur,< svarar Marner lesara, ið óttast alla skrivin gina í útlendskum blødum um vandan við silicone- bróstum. >Mær vitandi hava heldur eingir trup- ulleikar staðist av teimum silicone-bróstum, ið eru isett í Føroyum.« Ég eri bara so móð, so móð Eg eri ein 37 ára gomul kvinna, sum seinastu tíðina havi verið út av lagi móð. Eg orki ikki tað, sum eg plagi, eg sovi illa um náttina, havi hjartabankan um dagin — stutt sagt: Eg eri bara so móð, so móð! Finst okkurt ískoyti at hava afturvið kostinum ella kanska onkur heili- vágur, sum kann hjálpa mær? Troytt Áðrenn tygum fara undir at royna ískoyti til kostin ella onkran heilivág at hjálpa uppá mødina, áttu tygum fyrst og fremst at farið til læknan at kanna, hvør orsøkin til mødina er. Ti onkur man orsøkin vera, tå tygum i 37 åra aldri verða so móð, uttan so at tygum eru so overvað av arbeiði ella øðrum. Marner Ber til at fáa silicone-brøst burtur aftur? Fyri nøkrum årum sidani, tá eg búði niðri, fekk eg við skurðviðgerð økt mær um bróstini, ið vórðu fylt við silicone. Eg havi ikki kent mær nakað mein av hesum, men nú síggi eg, at útlendsk blóð gera rætti- liga nógv burturúr at for- telja, hvussu vandamikið tað er at hava silicone í bróstunum fyri at gera tey stórri. Ti er tað, at eg nú vil spyrja, um hetta veru- liga er so, at silicone- bróst eru vandamikil, og um so er, um tað ber til at fáa silicone tikið úr teimum aftur. Bróstakonan Eg havi hoyrt okkurt um, at tað skal vera vandamik- id við silicone, men eg eri ikki heilt klárur yvir, hvar vandin er. Mær vitandi hava í hvussu er ikki verið nakrir trupulleikar av sili- cone-bróstum, sum eru ísett í Føroyum — burtur- sæð frá at summi við tíðini kunnu verða skeiv, men tað ber altíð til at rætta. Silicone-bróst kunnu altíð verða tikið útaftur, og er tað lætt at fáa gjørt. Marner Fingið ilt í annan steinin Ég eri ein 16 ára gamal drongur, ið havi fingið so ilt í annan steinin í sein- astuni, og so er hann hovnaður eisini. Hvat kann hetta vera? Ella kann tað hava nakað at gera við kynsbúningina? Forsteinaður Tað er umráðandi, tá ein í hasum aldrinum fær trup- ulleikar við steinunum, at fara til lækna beinanvegin, tí talan kann vera um ein illvøkstur. Ikki er óvanligt í hasum aldrinum at fáa illvøkstur í steinarnar. Vanliga gevur kynsbún- ingin ikki nakrar trupul- leikar við steinunum, men harafturímóti við bringuni. Kertlarmar í bringuni — svarandi til bróstini — kunnu hovna, men tað hevur lítið og einki uppá seg, men svinnur aftur av sær sjálvum. Marner P-pillarar til mannfólk Fåast P-pillarar til mann- fólk, ella er hetta eitt fyri- byrgjandi evni, ið bert konufólk kunnu taka. Forvitin P-pillarar eru — sum er — bert til konufólk. Tað hevur verið roynt í nógv harrans ár at funnið okkurt evni, ið kann verða nýtt til mannfólk. Hetta er komið nakað á leið, men íkki er enn funnið nakað nóg trygt evni. Marner Síða 13 Sólvá Nielsen er á Filipsoyggjunum: Tá ein sær neyðina gerst ein takksamur fyri alt har heima Sólvá Nielsen er í løtuni á Filipsoyggjunum, har hon sjálvboði LP n er vid i arbeidinum hjå Norðurlendsku Barnamissiónini. Hon arbeiðir á einum barnaheimi. Her er hon av- myndað saman við einari brekaðari konu, ið býr í føroysku bygdini. Tá føroyingar herfyri vóru á Filipsoyggjunum í sam- bandi við vígsluna av før- oysku bygdini, komu íkki øll heimaftur við. Tann 53 ára gamla Sólvá Nielsen úr Skopun valdi at vera eftir, so hon sjálv kundi vera við í tí stóra hjálpararbeiði, Norð- urlendska Barnamissiónin ger á Filipsoyggjunum. >Hetta var aðru ferð, eg kom higar, og fyrru ferð birtist tankin um at kunna steðga her í eina tíð fyri at vera við í arbeiðinum,< greiðir Sólvá frá í telefon- ini. »Og tá eg so aftur í år fekk møguleikan at fara út higar, valdi eg at steðga her í tríggjar mánaðir. Nú havi eg skjótt verið í ein mánað, og eg má siga, at hetta hevur verið ein rík tíð fyri meg.« Tá ið Sólvá hevði verið yviri á Filipsoyggjunum í fjór, fór hon rættiliga í gongd við ymisk tiltgk í heimoynni, tá hon kom aftur. Hon skipaði fyri at fáa savnað pengar inn, og so hevur hon eisini gjørt eitt stórt arbeiði við at tekna fadrar til fleiri børn, enn nakar annar í Norðurlond- um, og var tað tí, at hon vann ferðina yviraftur. Dreymur upptyltur »Min dreymur var at sleppa yvir higar í eina tid, og tann dreymurin er nú vorðin uppfyltur,< sigur Sólvá. >Tá ein er her, og sær hvussu tey hava tað, gerst ein takksamur fyri, hvussu øgiliga gott vit hava tað heima í Føroyum í mun til her. Og hóast fólkið her fyri stóran part líður neyð, so vilja tey al- tíð sýna blídni og geva tær tað besta tey hava.< Sólvá greiðir frá, at ein dagin tey vóru í slumm- inum, har ung sum gomul leita eftir mati í ruskdung- unum, kom ein og rætti henni eina banan, hesin hevði funnið. >Hann helt hesa bananina vera so fræga, at hon var nóg góð til okkum, og so kundi hann heldur royna at finna sær okkurt annað til sín sjålvs.« Sólvá arbeiðir á einum barnaheimi hjá Norður- lendsku Barnamissiónini, og har er 14 dreingir — tann elsti er 11 ár, men teir flestu eru smærri dreingir. Mynd: Sigvard Wallenberg Trívist væl >Ég má siga, at eg trív- ist sera væl her, hóast tað ikki er sort, at tað åvirkar em at vera millum menniskju, ið hava tað so nógv verri enn vit kanska duga at hugsa okkum,« sigur hon. >Her á heiminum eru fleiri so illa fyri, ikki at eiga nøkur for- eldur, og so eru onnur, ið hava foreldur, ið eiga so mong børn, at tey ikki klára at forsyrgja teimum. so børnini verda latin upp til sin sjálvs, ella verða latin burtur.< Sjálv er Sólvá mamma at átta børnum, harav seks tey elstu eru gift. Maðurin er heima og tvær døtur, 12 og 17 ára gamlar. Tey skilja kortini væl, at Sólvá ynskir at gera eitt arbeiði yviri í fátækdóminum á Filipsoyggjunum í eina tíð, og fær hon fulla upp- bakking heimanífrá. Ein dag í senn »Eg vil siga tað soleiðis, at her er sera upplivingar- ríkt at vera, hóast nógv av tí ein sær, er tann bera Framhald á síðu 14