Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 6. februar 1992 Alt árið fer Ovara hæddin á Norðoya Róktarheimi kann í ? Á á besta fóri takast í nýtslu aftur Hetta merkir m.a., at eingi umlættingarpláss verða í summar Stýrið fyri Norðoya Røkt- arheim bíðar nú eftir at frætta frá Almannastovuni um at sleppa at umvæla heimið. Stýrið hevur sagt við Almannastovuna, at kemur hetta loyvi, áðrenn ein vika er farin, ber til at fara í gongd við arbeiðið í mai mánaði, og so kann heimið verða klárt at taka í nýtslu aftur um ársskiftið. Fyrstu vikuna í oktober mánað vórðu tey á rgkt- arheiminum noydd at rýma av ovaru hæddini, tí tað lak, og fólkini blivu sjúk. Húsið er kannað av fak- fólki, og víst verður á tveir mátar at umvæla takið. Annar er at tetta og varð- veita takið, soleiðis sum tað er. Hin mátin er at reisa og geva húsini skrátak. Tað fer atkosta hálva millión meira og geranýggja takkonstruk- tion, men tey vænta, at tað er einasti máti at fáa takið heilt tætt. Haraftrat fær heimið á tann hátt goymslu- rúm, sum stórt trot er á. Kári Kjelnæs, formaður í stýrinum, er ikki í iva um, at takið eigur at verða reist. Sum er hevur rgktarheim- ið flata tekju, og dómini eru nógv um, at slíkar tekjur leka. Stýrið fyri heimið hevur útvegað sær byggi- loyvi frá býráðnum til at reisa húsið, um loyvi annars fæst til so umfatandi um- bygging. Sjálvt um loyvi til at um- byggja kemur beinanvegin, kann arbeiðið ikki byrja fyrr enn i mai mánaði, ti ar- beiðið skal bjóðast út. Hava tað ringt Tá tey fluttu út av ovaru hæddini, fóru ngkur av teimum gomlu á niðaru hæddina, har tey nú búgva tvey og tvey á fleiri kømr- um. Men tey flestu noydd- ust at flyta í tvey venjirúm at sova. Fimm í hvørjum rúmi. Tá henda loysn varð vald, væntaðu tey ikki, tað fór at Góður Gamla- mannadansur Dansur verður í Eyduni friggjakvøldid. Orkestrið Flamingo spælir. 2 å nyggjårinum. taka so langa tð, til viðurskiftini aftur vóru í lagi á røktarheiminum. Og tí hildu tey tað eisini vera til at liva við í eina tíð. Men Andrea Løwe Jacob- sen fyristøvukvinna å røkt- arheiminum, letur nå illa at. - At arbeiðið hjá okkum er blivið nógv strævnari, tosa vit minni um. Men hetta gongur hart útyvir tey gomlu, sum noyðast at búgva so nógv saman í einum rúmi, sigur hon. Frammanundan vóru tey von við at hava hvor sitt rúm. - Tað er ein plága fyri fleiri at skula sova í sama rúmi sum onnur. Nøkur liggja í andvekri og vilja hava ljós, og tað órógvar hini, sigur Andrea Løwe Jacobsen. Eingin umlætting Men ein minst líka stórur trupulleiki er, at rgktar- heimið nú ikki kann taka ímóti fólki til umlættingar. Fýra pláss eru vanliga til fólk, sum annars eru heima, at tey kunnu koma inn nakrar vikur, fyri at tey avvradandi kunnu fáa tað lættari eina tíð. Umlætting- arplássini gera, at ikki upp- aftur stórri trýst er á rgkt- arheimspláss. Nógv av- varðandi halda seg til at hava síni golu heima, tí tey vita, at tey kunnu fáa tey gomlu av og á úl umlætt- Síða 3 Síðan oktober mánað hevur ovasta hæddin á Norðoya Røktarheimi staðið tóm orsakað av lekum. Einasta rætta er at gera nýggja takkon- struktíon og reisa húsið, sjålvt um tað kostar eitt sindur meira, sigur Kári Kjelnæs, formaður í stýrinum fyri røktar- heimið ingar. Men nú ber tað íkki til í Norðuroyggjum. Síðan ok- tober er eingin komin inn til umlættingar. Tørvurin á umlættingar- plássum er stórur. Bæði í fjør og í 1990 vóru færri enn vanlig ul umlættingar, tí bæði árini varð arbeitt við at umvæla baðirúm. Kortini vóru 35 fólk til umlættingar í 1990 og í 1991 34 fólk á Norðoya Røktarheimi. Hevdi einki umvælingarar- beiði verið tey árini, høvdu umleið 45 fólk vrið um árið til umlættingar, sigur Andrea Løwe Jacobsen. Okkurt má gerast í summ- ar fyri at útvega umlætt- ingarpláss, sjálvt um rgkt- arheimið ikki kann taka ímóti. Eitt umlættingarheim er í Fuglafirði, men tað er ikki Stórt, og tørvurin á megin- økinum er so stórur, at norð- oyingar ikki kunnu líta á heimið í Fuglafirði. Andrea Løwe Jacobsen, sigur, at ieidslan fyri røkt- arheimið, leiðslan fyri sjúkrahúsið, heimahjálpin og heimasjúkrargktin ein av døgunum fata at tosa saman um at finna onkrar útvegir. Einasta hugsandi loysn er at leiga onkur hús, sum eru sum fyribilsloysn. Tað mugu vera hús, ið eru nýggj og eru hókandi innrættað. randi Kenna ikki smáu sjúkrahúsunum fylgjurnar Yvirlæknastørvini á teimum eru óviss, nú fleiri hava fingið starv á Landssjúkrahúsinum Klaksvíkar Sjúkrahús er útbygt, og farið er undir at útbyggja Suðuroyar Sjúkrahús. Samstundis leita læknar á hesum sjúkrahúsum til Havnar at arbeiða á Lands- sjúkrahúsinum. Jan Jesper- sen, ortopediskur kirurgur, á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur fingið starv í Havn, og Hans Jákup Simonsen, narkosulækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur júst fing- ið starv í Havn. Klaksvíkar = Sjúkrahús hevur normerað starv til narkosulækna, men tað er évist, um sjúkrahúsið fær fastan avloysari, tá nar- kosulæknin fer. Ein orsøk er, at narkosulæknarnir við ongum føstum starvi ikki eru so nógvir, og tí kann sjúkrahúsið koma í ta stóðu, at eingin søkir. Men narkosulæknastarv - 10 hevur eisini samband við aðrar yvirlæknasetanir i landinum. Klaksvíkar = Sjúkrahús fekk sín narkosulækna í fjør í sambandi við, ai sjúkra- húsið skuldi rgkja ávísar landsuppgávur við skurð- viðgerðum. Tað eru orto- pedisku skurðviðgerðirnar. Og síðan narkosulæknin kom, eru eisini væl fleiri ortopediskar skurðviðgerð- ir gjørdar í Klaksvík. Men Landssjúkrahúsið vil eisini hava skurðstovu til at gera ortopediskar skurð- viðgerðin, og við Jan Jes- persen hevur Landssjúkra- húsið fingið tveir ortopedar. Fær Landssjúkrahúsið sína skurðstovu, kunnu bæði sjúkrahúsini átaka sær at gera sama slag av skurð- viðgerðum. Tað ljóðar, at Rajani, sum í nógv ár var einasti ortopedur í Føroy- um, sekir burtur år Klaks- vík. Um hann fer, og sjúkra- húsið í Klaksvík ikki fær nýggjan ortopediskan lækna, verður minni tørvur á at hava narkosulækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, siga keldur í sjúkrahúsverki- num. randi Meira útgerð til sløkkilidid Sløkkilidid i Klaksvik ar- beidir nå fyri at fåa meira bjargingarútgerð. Teir hava havt ætlanir um at fáa nýggjan bil 'utgjørdur til fleiri slóg av vanlukkum, við útgerð tl froskmenn og saksi at klippa bilar upp, um fólk sita føst. Men ein tílíkur bilur kost- ar umleið 300.000 krónur, og tað er heldur stór íløga at gera, sum fíggjarligu um- støðurnar eru. Ætlanin er tí avmarkað til at keypa frosk- mannaútgrð og saks. Hetta kann setast í hver sín bil, sigur Kári Kjelnæs, sløkki- liðsleiðari í Klaksvík. Saksur og froskmanna- útgerðin er mett at kosta millum 30.000 og 40.000 krónur. randi Aðalfundur Ársaðalfundur Føroya Motorpassarafe- lags verður hildin á Hotel Hafnia leygar- dagin 15. februar, kl. 14.00. Nevndin