Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Uppskot landsstýrisins um arbeiðsloysistrygging fekk fyrsta viðgerð á ungi týsdagin. Hóast dagskráin hendan dagin var drúgv, kom einki annað mål til viðgerðar hendan dagin. Tingmenn høvdu fyrireika seg væl til umrøduna. Sum ein frammanundan kundi rokna við, tóku umboðini fyri landsstýrið væl undir við uppskot- inum, men andstødan var meira ivasom. Onkur av samgongutingmonnunum helt fyri, at hetta var ein sonn kollvelting, sum onn- ur fóru at øvunda okkum. Andstødan helt, at vit heldur skuldi vera hesa kollvelting fyriuttan, tí skipanin er meira at kalla ein skattahækking, sum serliga rakti låginntøkur- nar. Skipanin neyðug og løtt at umsita Framsøgumadur Fólka- floksins var Bjarni Djur- holm. Hann helt, at tað var helst beint, at skipanin verdur gjørt tvungin. Skipanin verður ein stórur bati, serliga fyri fólk innan flakavinnuna, sum nú fáa eina ávísa fastlønarskipan. Vanligi arbeiðarin fær ikki sama gagn av skipanin, helt Bjarni Djurholm. Umboðsmaður Fólka- floksins segði, at í dag eru tey 18 til 24 ára gomlu, sum nýliga hava sett búgv, ringast fyri, og at skipanin fór at taka broddin av teirra størstu trupulleikum. Hann helt t6, at fær landsstyrid ikki i lag eina skilagóða figgingarskipan innan alivinnuna, fer ar- beidsloysisskipanin ikki at røkka sum ætlad. Bjarni Djurholm segdi, at arbeidsloysistryggingin er alneydug. Hon er løtt at umsita, og ger somuleidis tað, at tað altid loysir seg at arbeiða. -Uppskot landsstýrisins til eina arbeiðsloysis- trygging er einki minni enn ein kollvelting, sum onnur fara at øvunda okk- um. Partarnir á arbeiðs- marknaðinum, Føroya Ar- beiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, hava veruliga víst samfelags- ábyrgd og gørt eitt gott uppskot. Hetta segði framsøgu- maður Javnaðarfloksins, Frank Davidsen, og legði dent á, at umframt at hjálpa teimum arbeiðs- leysu, er uppskotið eisini ein stórur bati fyri tey, sum hava óstøðugt arbeiði. Timalønt eru ikki so væl tryggjaði sum fastlønt sum Ingmenn um ar er, og ti er uppskotid frå- likt, segdi framsøgumadur Javnadarfloksins. Frank Davidsen helt tað vera vert at minna å, at menn hava tosað um ar- beidsloysistrygging sein- astu 75 árini uttan at nakað er hent. Okkurt hevði hann tó at finnast at uppskot- inum. Millum annað, at útgjaldingin skal vera í mun til tað ein hevur forvunnið seinastu 12 mánaðirnar. Betri var, um roknað var beinleiðis av eini arbeidaraløn. Eykaskattur Finnbogi Ísakson helt, at talan var um ein eykaskatt og ikki um trygging, nú skipanin er vorðin tvundin heldur enn sjálvboðin. Við hesi broyting er eisini alt neyndararbeiði dottið burt- ur, segði hann. Tjóðveldistingmaðurin helt fyri, at hesin eyka- skatturin rakar tey lægst- løntu meinast, og betri hevði ivaleyst verið, um ein partur av pengunum, sum skulu til skipanina, varð tikið beinleiðis inn i skattinum. Tí tá høvdu tey við teimum størru inntøk- unum, eisini rindað mest. Finnbogi Ísakson helt eisini, at stýrið, sum skal umsita arbeiðsloysisskip- anina, hevur sera stórt beiðsloysistryggingina: vald. Men tá tað er lands- stýrið, sum velur stýrið, er tað landsstýrið, sum í veruleikanum hevur alt valdið. Hann helt, at ov nógvir ósvaraðir spur- ningar eru í uppskotinum, og ivadist í, um peninga- upphæddin fór at røkka við teimum tveimum prosent- unum frå hvørjum parti. Framsøgumadur Tjóð- veldisfloksins helt, at flestu fólk fóru at vera verri fyri við skipanini enn tey eru í dag. Panikkloysn Flemming Mikkelsen úr Sambandsflokkinum kall- aði uppskot landsstýrisins fyri eina politiska panikk- loysn, sum neyvan fór at øvunda okkum. Hann segði seg vera fyri eini arbeiðsloysisskipan, men ikki henni, sum landstsýrið nú skýtur upp, og vísti til tey 18 fak- feløgini, sum hava mót- mælt. Flemming Mikkel- sen spurdi eisini um hvai nýggi stovnurin, sum skal umsita skipanina, fer at kosta, og segði seg ivast í, um hetta var rætta løtan at seta eina arbeiðsloysis- skipan á stovn. Landsstýrið vil sleppa bíligari -Einasta orsøk til upp- skot landsstýrisins er, at landsstýrið vil spara út- reiðslur á almannagkinum, segði Niels P. Danielsen úr Kristiliga Fólkaflokkinum. Hann helt, at tey hægst- løntu sleppa ov bíliga, og helt tað vera skeivt, at landsstýrið sleppur sær úr skipanini við bert at lata tær 20 milliónirnar í grunnin. Hann helt tað vera neyðugt hjá lands- stýrinum at gjalda á hvørjum ári, skulu fólk ikki doyggja í hungri. Niels P. Danielsen fanst eisini at, at munur verður gjørdur á teimum, sum arbeiða í fiski á sjóvnum, og teimum á landi. lvasamt um vit orka Framsøgumadur Sjálv- stýrisfloksins, Asbjørn Joensen segði seg ivast í, um vit fóru at orka at bera ta byrðu, sum arbeiðsloys- isskipanin fer at kosta. Hinvegin helt hann ikki nakran flokk á tingi fór at vera ímóti at vit fingu eina úílíka skipan. Hann helt tó, at lands- stýrið átti fyrst og fremst at hugsa um at seta okkurt í gongd. Asbjørn Joensen helt, at neyðugt verður at endurskoða alt lønarlagid ådrenn vit koma til 1993, ti tå kemur momsurin vid sinum 20 til 30 prosentum Nr. 25 — 6. februar 1992 oman å alt. Hvat fer arbeidsmadurin tå at siga, spurdi Asbjørn Joesnen. Drigin eftir hårinum Tordur Niclasen úr Miðflokkinum minti á, at tað er so stutt síðani, at politikarar ikki vildi kenn- ast við, at nakað arbeiðs- loysið er til yvirhøvur, og nú liggur eitt uppskot um arbeiðsloysistrygging á borðinum. Tordur Niclasen helt, at Javnaðarflokkurin í hesum førinum hevði drigið Fólkaflokkin eftir hárinum. Fleiri aðrir tingmenn høvdu orðið, og eftir drúgvt orðaskifti, har Indsstýrismaðurin, Jóannes Eidesgaard hevði svarað spurningum frá tingmonn- um, varð uppskotið hjá landsstýrinum um arbeiðs- loysistrygging beint í Arbeidaramålanevndina. tór.- | |