Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A —— AAEN GE SAN AE AAA , á A AE TT ERE si Nr. 25 — 6. februar 1992 Guttorm Djurhuus, stjøri Síða 5 Vit eru tvingadir at hyggja úteftir --Ikki ein tann einasti bátur er bílagdur í ár, sigur hann Marineplast í Kalbak var einaferð eitt arbeiðspláss við tjúkkari ordrabók. Nógv arbeiði var á virk- inum. Í dag gongur alt meira friðaliga fyri seg. --Ikki ein einasti bátur er bílagdur í ár og báta- marknaðurin er deyður. Talan er bert um onkrar smávegis umvælingar, sigur Guttorm Djurhuus, stjóri. —Vit gjørdu ein hóp av rottangum og oljutangum i teim góðu tíðunum. Men byggivirksemið er næstan steðga upp, og hetta tving- ar okkum at leita aðrar leiðir, skulu vit yvirliva, sigur hann. I teim góðu tíðunum í åttatiårunum vóru ikki færri enn átta plastverk- smiðjur í landinum. Í dag eru tvær eftir og tað er ikki nógmikið arbeiði til tær. Uttanlanda . --Vit eru tvingaðir at finna marknað uttanlanda skulu vit yvirliva, so ein- falt er tað. Vit arbeiða við iftøkiligum ætlanum. Men eg vil ikki koma nærri inná hetta fyrr enn sáttmálarnir eru undir- skrivaðir, sigur Guttorm Djurhuus. Marineplast var við á á eini altjóða bátafram- sýning í Vigo í Spania í fjór. Teir vístu ein bát fram, sum var gjørdur eftir eini finskari fyrimynd. Báturin var útgjórdur i samarbeiði við J&K Sonur í Miðvági. Hann var åtgjørdur sum ein nútím- ans snellubátur. Stórur áhugi var fyri hesum bátinum, serliga í Spania, men eisini í grunn latínskum londum. jústinus Várróður á Norðhavinum Smáligt Snellubátarnir hava ikki havt góðan fiskiskap Snellubátarnir á Norð- havinum hava ikki borið rættuliga við enn. Teir smáu bátarnir hava ligið um túsund pund, onkur er tó komin uppí 2000 pund. Norðhavið er friðað og møguleikarnir hjá fiski at komið inn á grunnin skuldu verið betri enn nakrantíð. Í Oyndarfirði eru nakrir bátar komnir Hetta eru bátar úr øllum at liggja. landinum. Fleiri eru í Suðri eisini. Útróðrarmennirnir bugv- a í Oyndarfirði meðan várróðurin er. Teir búgva antin umborð ella leiga teir sær hús í bygdini Fiskavirkið í Oynd- arfirði hevur ligið nærum Kvinnuhúsið stilt í longri tíð. Men tá várróðurin er, er nakað av arbeiði. Annars fær virkið av og á fisk frá Handils og Frystivirkinum í Fugla- firði. Hetta gevur tó ikki støðugt arbeiði. jústinus Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frå kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, elta á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 15.30-—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá kl. 15.30—7.00 á morgni. Sevrokningarnar Enn rinda fólk streym --Hóast vánaligu tíðirnar, so syrgja fólk fyri at gjalda streymrokningarnar, sigur Dávur Neshamar, SEV Í hesum døgum fáa fólk rokning frá SEV. Teir 21.000 brúkararnir fáa at vita hvussu nógv teir skulu gjalda næstu tíggju mánaðarnar. -Fólk rinda sum heild væl streymronkingina. Men vit hava eisini ringar gjaldarar „teir hava altíð verið og teir fáa tað verri nú tíðirnar eru verri. Men meginparturin av fólki hugsar soleiðis, at streym- ur er nakað sum tey skulu hava og tí má eisini rokningin gjaldast, sigur Dávur Neshamar, sum skipar fyri at fáa rokn- ingarnar úr rættstundis hjá SEV. -Vit hava broytt inn- krevjingarskipanina so- leiðis, at tað sum ikki er goldið í fjør, skal gjaldast fyrsta mánaðin í ár. hetta kann koma illa við hjá mongum. Tað eru fleiri sum ringja og gera avtalur, og verða avtalur gjørdar, so skulu fólk rinda 1,5 prosent í rentu, longu frá fyrsta degnum, sigur Dávur Neshamar. Slíta í apríl -Hjå fólki, sum eru í eftirstødu og ikki fáa hetta í rættlag koma fyrstu slítingarnar í apríl. Per- sónliga haldi eg, at tað kann ikki verða rætt, at fólk skylda pening fleiri mánar aftur í tíðina. Tá kemur SEV at virka sum ein almannastova og tað er ikki okkara uppgáva, sigur Dávur Neshamar. --Annars brúka fólk minni streym. Men hetta er ikki hent seinastu tíðina. Aftaná kampag- nuna hjá okkum í 1990 fæóru fólk at ansa eftir hvat tey brúktu. Og eg trúgvi ikki at tey koma longur niður. Í einum heilt vanligum húsarhaldi ligg- ur streymrokningin mill- um 8-900 krónur teir tíggju mánaðarnar, rokn- ingarnar eru skrivaðar uppá, sigur Dávur Nes- hamar. jústinus. Amnesty International Skrivstovan í Vágsbotni er opin ménadag, miku- dag og friggjadag ki. 11—16. Tlf. 158 16. tirs bruktar bilar. (øll merkir!) LO02.0.9.9.9.8.0. pf. wenzel petersen, tif. 13873