Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 6. februar 1992 Havsbriin í Fuglafirði: ársúrslit í fjør Fóðurvirkið í Fuglafirði nøktar helmingin av øllum ti føroyska marknaðinum, men var tann alt ov dýri streymurin bíligari kundi kappingar- føri gjørst so mikið gott, at føroyska fóðurfram- leiðslan fevndi um stórri marknaðarpart enn nú Fóðurdeildin hjáHavsbrún í Fuglafirði hevði í fjør eitt hampuliga gott ársúrslit. Á fóðurdeildini, ið hev- ur 17 fólk í arbeiði, varð framleit fóður til helming- in av føroyska marknað- inum, og í fjór varð hetta til eina framleiðslu uppá eini 12.-14.000 tons av lidnum fóðri. „Síðani farið varð undir fóðurframleiðsluna her í 1982, hevur gingið framá, og okkara marknaðarpart- ur er alsamt øktur, men tað er ymist, ið forðar okkum í at hava sama kappingar- føri sum teir útlendsku framleiðararnar, vit hava at kappast við um markn- aðin her heima,< sigur Bergur Poulsen, stjóri á fóðurdeildini hjá Havsbrún. Hann vísir á, at ymist er, ið roynist sum eitt haft um beinið á virkinum í Fugla- firði í so stóran mun, at tað kann darva. Síða 11 Eitt, hann nevnir, er tann ovurhonds stóri munur, ið er á tí, Havsbrún skal gjalda fyri orkuna, ið brúkt verður til framleiðsluna, og so tað, kappingarneytarnir skulu av. við fyri somu framleiðslu. Sera orkukrevjandi framleiðsla >Tað er soleiðis við hesi fóðurframleiðsluni, at hon er sera orkukrevjandi, og tí hava vit eina stóra streymrokning at gjalda hvønn mánað,< sigur Bergur Poulsen. >Sum dómi kann eg nevna, at í mun til teir, vit kappast við um føroyska marknadin, skulu vit bara her á fóðurdeildini av við yvir eina millión krónur í meirgjaldi — bara fyri at hava orkuna tøka. Hetta ger, at vit sum er ongan livandi møguleika hava fyri at vera veruliga kapp- ingarførir, hóast vit royna alt, hvat vit kunnu.< So mikið stórur munur er á orkuprísinum, at tað sær heilt ótrúligt út, tá ein sær tølini. Meðan streym- prísurin í grannalondunum liggur um 40 oyru fyri kW-timan, er hann yvir tríggjar ferðir so høgur í Føroyum — nevniliga um 125 oyru fyri kW-timan. »So tad skilist, at har skal stór broyting til, um okkum skulu vera nóg góð líkindi lagað at halda sama Havsbrún er í allar mátar eitt tíðarhósk- andi og tekniskt sera framkomið virki. Á fóðurdeildini arbeiða 17 fólk. Myndir: Kalmar prís sum tey, vit kappast við,< sigur Bergur Poul- sen. >Var føroyski orku- prísurin á sama stødi sum i grannalondunum, kundu vit í staðin fyri at brúkt hasa milliónina og meir- gjaldi, brúkt hana til íløgur á virkinum, og harvið skapt enn betri fyritreytir fyri kappingarførinum.« Fyribils bert heimamarknaðurin Sama orsøk er eisini fyri, at Havsbrún ikki í dag sambært Bergi Poulsen satsar uppá marknaðin uttanfyri Føroyar: »Høgu orkuprísirnir gera seg eisini galdandi, tå talan er um útflutning av fóðri, men vit hava sjálvsagt ikki gloymt, at ein marknaður eisini er uttanfyri Føroyar. Men sum er royna vit at fáa ein so stóran part av fóðrinum til føroysku alingina, sum gjørligi. Tað er jú hóast alt i Føroyum vit eiga at satsa uppå at hava ein fastan marknad, sjålvt um vånaliga stødan i dag eisini á hesum økinum åvirkar okkum.« Annað, ið eisini spælir a tvær av teimum stóru eskjunum á 16 m við hús- um/havnalagi hvørjum v INNINgI Bergur Poulsen, stjóri á fóðurdeildini á Havsbrún: >Vit fram- leiða til helmingin av føroyska marknað- inum, men vegna ov høgar orkuprísur er hart hjá okkum at kappast við útlendsku framleidararnar, ið fáa orkuna fyri ein triðing av okkara prisi.« Mynd: Kalmar inn, er at eitt rættiliga høgt flutningsgjald er, og at tað ikki ber til at goyma fóður so leingi. Tekniskt framkomið Vanliga goymslan hjá Havsbrún er til nýtslu í tvær vikur, burtursæð frá summarinum, tá goymslan bert er til eina viku: »Um summarið gongur so nógv fóður igjøgnum, at vit ikki kunnu hava so nógv niður- fyri, men eini 500 tons um vikuna.< Tá núverandi fóðurdeild hjá Havsbrún kom í 1988, var hon rættiliga tíðar- hóskandi, og tað er hon enn. Talan er avgjørt um eitt tekniskt framkomið virki, ið nøktar helmingin av føroyska fóðurmarkn- aðinum við fyrstafloks fóðri Í fyrstuni vóru eisini onkur onnur fóðurvirki — í Kollafirði og á Glyvrum — ið fyrst og fremst fram- leiddu til sín sjálvs, men tá var talan um sokallaða bleytfóðri, ið ikki verður brúkt longur, og er Havs- brún nú einasti føroyski fóðurframleiðarin til ali- vinnuna. hj. KLIKO, v/ Árna Hansen, Tórshavn