Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. februar 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Alivinnan og politikararnir Í DAG er aliting í Norðurlandahúsin- um. Hetta er afturvendandi táttur á hverjum ári. Mangir av luttakarun- um eru eisini kend og lutvíst aftur- vendandi andlit. Hetta er fyri stóran part somu fólk, sum aftur og aftur eru við á slíkum vinnuligum tingum. Samfelag okkara er lítið og tað er tí avmarkað, hvussu nógv tað ber til at variera evni og luttakarar. Júst hetta ger kanska, at tað eru mong. sum ikki geva sær stórvegis far um eitt slíkt vinnuting, hóast evnini og spurningarnir eru bæði nógvir og álvarsamir fyri okkum øll. VIT fara í hvussu er at vóna, at okk- urt gott fer at spyrjast burtur úr og vóna, at talan ikki bara verður um endurtøkur frå undanfarnum orða- skiftum um alivinnu. Nú skal tað tó sigast, at tað er neyðugt at venda aftur til spurningar, sum hava verið frammi fyrr, men sum eingin tó hevur givið nóg nógv gætur. OG tað er greitt, at afturvendandi spurningurin er rætt og slætt stød- an hjá alivinnuni. Hon er alt annað enn góð, og orsøkirnar eru fleiri. Ov lágir prísir, ov nógvur laksur á marknaðinum, sjúkur, tørvandi fígging. ov vånaliga rikin alibruk, dyr avgjøld osfr. Men ein åhuga- Framhald av síðu 1 verdur spurningur, sum verður reistur í blaðnum í dag og sum eis- ini verður umrøddur í blaðnum »Al- arin« er stødan hjá okkara politikar- um til eina vinnu sum alingina. Gloria Kalsg, sum hevur verið nógv frammi í aliorðaskiftinum við sínum greiðu og avgjørdu meiningum og metingum, og Heri Hjelm, alari, eru ikki í iva. Politikararnir vísa vinnuni alt ov lítlan ans. TEY vísa á, at alivinnan hevur sera stórar framtidarmøguleikar, men vinnan er ung og nýggj. og henni tørvar kapital og ikki minst vælvild frá tí almenna, har slík vælvild ikki er annað enn heilt natúrlig. Eitt nú at sleppa undan at rinda dýr avgjøld fyri heilivág. Gloria Kalsg sigur, at politikararnir gloyma alivinnuna, og Heri Hjelm sigur, at politikararnir als einki vita um alivinnuna. Teir rætt og slætt hava ongan áhuga fyri hesi vinnu. Tíma ikki at seta eg inn í, hvat tað eru fyri trupulleikar, vinn- an hevur og enn minni í, hverjar framtíðar møguleikar vinnan hevur at bjóða okkara samfelag. NU kann onkur halda, at tað er ikki rætt alla tíðina at skylda upp á okk- ara politikarar. Tað eru ikki teir, sum skulu reka hesa vinnu. Tað mugu vera alararnir sjálvir, ið taka avleiðingarnar av eini vinnu, sum teir ikki hava hegni ella skil fyri at reka. TAÐ er í sær sjálvum eingin mein- ing í altíð at leggja skyldina fyri allar verðsins trupulleikar á okkara po- litikarar. Men tá tað er sagt, so eiga vit at viðganga, at politikararnir hava biðið um at fáa eina politiska ábyrgd og við henni fylgja skyldur. Eitt nú skyldan til at kunna seg um samfelagið, gongdina í samfelag- num, støðuna hjá vinnuni osfr. og síðan skyldan til at vera við til at skapa neyðugu fortreytirnar hjá eitt nú alivinnuni at virka. Tað er eingin ivi um, at nógvir av okkara politikar- um als ikki gera sær nóg stóran ómak at kunna seg um støduna hjá vinnuni, eitt nú alingini. Ti høvdu teir gjørt tað, so hevði ikki verið neyðugt á fleiri fylgjandi alitingum at minna myndugleikarnar á eitt nú tað órímiliga í, at henda nýggja vinna skal gjalda í dýrum dómum fyri líusneyðugan heilivág. Tað kann ikki vera rætt, at apotekið skal hava eina avancu uppá 40% (sambært aliráðharranum í ÚF) um somu tíð, sum alibrúkini eru við at fara av knóranum orsakað av sjúk- um oll. ALIVINNAN hevur ikki brúk fyri studningi, siga fólk í vinnuni. Men henni tørvar harafturímóti rímuliga vælvild og viðferð frá okkara po- litikarum og myndugleikum. Tað er eisini greitt. at vinnan eigur at rann- saka seg sjálva, soleiðis at vit fáa eina búskaparliga sunna vinnu. Her er ikki minst týðandi, at alarar við rationalisering og effektivisering finna tað rætta kostnadarstødid. NÓGVA tosið um ósunnu lands- stuðlaðu fiskivinnuna hevur í ávís- an mun smittað av yvir á alivinn- una. Fólk, og tíanverri eisini politik- arar, sum ikki hava kunnað seg við hesa vinnu og hennara trupulleikar, hava uttan at hugsa meira um tað uttan víðari drigið eina paralell frá fiskivinnuni til alivinnuna. Niður- stødan hevur verið og er: á vestfall- ið við alivinnuni, her er einki at vinna, bert enn ein slanga í lands- kassan. Hetta er ikki rætt. Tað eru ikki aleina alararnir, vit skulu harta fyri støðuna í vinnuni, men tað er kanska meira okkara stýrandi og játtandi myndugleikar, ráðgevarar, grannskoðarar og peningastovnar fyri ikki at hava sett seg nóg væl inn í hesa vinnu frá byrjan av. TAÐ skal vera okkara vón, at eitt úrslit av hesum alitinginum verður, at alarar, politikarar 0.0. við tilknýti til hesa vinnu verða meira sjóðað saman, so teir koma hvgrjum gðr- um meira við og harvið draga eina línu hesi vinnu og samfelagnum til frama. Vit ivast onga løtu í, at verð- ur rætt atborið, læra vit av mistøk- unum og fæst betri samskifti mill- um vinnuna og restina av samfelag- num, so fer alingin at fáa enn stórri tydning fyri Føroyar í framtíðini. egnu alivinnu: -Nógvir av okkara egnu alarum hava als ikki verið seriøsir nokk. Teir hava sett nøsina eftir at fáa 50 kr. fyri kilo og reka brúkini sambart tí. Tað sigur seg sjálvt, at slíkan prís kunnu vit ikki fáa í dag, nú so nógv verður framleitt. Heri Hjelm heldur, at tað ber til at fáa rakstur í eitt alibrúk, hóast prísurin fer heilt niður móti teimum 30 kr. Egna alisbrúk hansara kann klára seg við einum prísi uppá í meðal 36 kr. kilo, so aðrir kunnu tað eisini, um teir bera seg rætt at.Við eitt sindur at rationalisering skal ber til at fáa tað at mæla runt við einum prísi uppá 30 kr. heldur hann. Misnøgdur við politikararnar Men tað er greitt, at Heri Hjelm er sera misnøgdur við politikararnar í dag. Hann heldur ikki teir vita, hvat hendir í hesi vinnu, ogat teir als ikki eru hu- aðir fyri at kunna seg við stóðuna hjá vinnuni. Hann viðgongur, at alara- rnir sjálvir eitt nú Hav- búnaðarfelagið, hava gjørt ov lítið fyri at upplýsa politikararnar um støðuna hjá vinnuni, men fyrst og fremst eru tað okkara politikarar, sum vísa vinn- uni alt ov lítlan áhuga. Vit spurdu Hera Hjelm um tað ikki er vandi fyri, at gongdin í fiskivinnuni fer at endurtaka seg í ali- vinnuni! Er ikki vandi fyri, at alivinnan ongantíð fer at finna sítt rætta kostnadarstødi, um tað al- menna skal stuðla vinnuni eins og tað hevur gjørt á fiskivinnuøkinum? Kostnadarstødid -Tað kann vera nakað um tað. Men eg haldi, at ali- vinnán nú er við at finna sítt kostnadarstødi. Nú eri eg ikki nakar gamal mað- ur, kortini havi eg upp- livað tað, at vit einaferð áttu góðar politikarar, sum kundu bróta upp úr nýggj- um og her hugsi eg um Petur Mohr Dam, sála og Krisjan Djurhuus, sála. Teir stovnaðu grunn fyri at stuðla iløgum í nýggj fiskifør. Tað er tað mod- ellið vit hava brúk fyri í dag og slíkar menn, sum kundu hugsa rationelt - og ikki monnum, sum í 70- unum gjørdu fiskivinnuna studulsbundna. Danmark einasta bjarging Heri Hjelm heldur tad bara vera ein veg at fara, um vit skulu kunna klåra at livbjarga okkum å hesum oydnu klettum, og tað er sum skjótast at fáa eina avtalu við Danmark. -Vit mugu loysa und- irgrundarmálið saman við dønum her og nú og geva teimum rættindi at fara eftir oljuni. Afturfyri Skulu vit hava tann neyðuga kapitalin frá dønum, sum skal til fyri at rationalisera fiskivinnuna og fåa alivinnuna upp at standa aftur. Vit mugu handla vid ti vit hava, og vit hava lítið annað at handla við enn møguliga olju, sum finst í undirgrundini. Heri Hjelm heldur ikki vit sjálvir eiga at satsa uppá eina oljuvinnu, men lata aðrar eitt nú danir um tað. Hann heldur at vit eiga so rík proteinrøki- dómi í sjónum, at tað, sum ræður um, er at útvega kapital til tess at kunna troyta hesar proteinkeldur. Undirgrundin Sostatt metir Heri Hjelm undirgrundina at vera eitt samráðingarobjekt. Hann heldur ikki, at vit eiga at tvíhalda um, at vit skulu yvirtaka undirgrundina - men sheldur brúka hana í samráðingum við danir, sum so afturfyri skulu lata okkum kapital fyri at rationalisera og special- isera okkara fiskafram- leiðslu og fyri at seta skjøtil á alivinnuna. Tað, sum higartil er gjørt i alivinnuni, er bert byrj- anin. Vit hava bara lært okkum at ala í tí smáa sum hann málber seg. -Vit mugu innsíggja, at vit hava bara fiskivinnuna og alivinnuna umframt stuðulin úr Danmark at dúva uppá. Stuðulin er helst tann mest drúgvi og tryggi. Tað er míni sann- føring, at einasti máti við 50.000 menniskju í Atl- antshavinum kunnu klára okkum er við góðum og drúgvum samstarv: við danska statin. Bjarging Heri Hjelm sigur, at verður ikki okkurt gjørt fyri at skaffa umrødda kapital, so verður ali- vinnan ikki tann bjarging fyri føroyska búskapin, sum fleiri seta sítt álit til. Sjålvur ivast Heri Hjelm onga løtu i, at verd- ur rætt atborid og fær vilinan tann neyðuga kapi- talin, so verður hon okkara hgevuðsvinna innan heilt stutta tíð. jan Hann sum hevur lænt hátalaraanleggið við tráðleysu mikrofonini verður vinarliga biðin um at koma aftur við tí. Um einki hendir við málinum, verða onnur stig tikin. Nevndin Bingotølini: 16 81 Si pens