fríggjadagur 7. februar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 26 — 7. februar 1992
Tað er stuttligt
Jógvan Johansen, bóndi á Signabø, er fegin um, at filmurin um seg
eydnaðist so væl, at filmurin fekk viriðislón
Seinsta summar var eitt
danskt filmslið á Signabø
og gjørdi film um bóndan
Jógvan Johansen.
Í seinastu viku avgjørdi
Statens Filmcentral at inn-
stilla henda film um før-
oyska bóndan til størstu
virdislønina hjá franska
diimsstovninum CNC.
Virdislønin nevnist Label.
Journalisturin Lars Nor-
mann og filmsleikstjórin Ib
Markwarth eru emir av, at
stuttfilmur teirra hevur vakt
slíkan ans. Nógvir filmir
eru hvørt år við í kapp-
ingini, og tað eru filmir úr
øllum EF-londum. Teir
bestu fáa virdisløn ella
viðmælti til at verða sýndir í
fronsku biografunum.
Leygardagin varð film-
urin vístur í Keypmanna-
havn fyri innbodnum, teirra
millum føroyingum. Mill-
um teirra var beiggi Jógvan
Johansen, og honum dámdi
væl.
Jógvan hevur sjálvur ikki
sæð filmin. Hann var boðin
niður at síggja filmin, men
skotbráið var stutt, og hann
tók tí ikki av.
Jógvan er fegin um, at
filmurin hevur fingið slíka
måtttøku. - Tað er stuttligt
at frætta, at tað skuldi eydn-
ast so væl, sigur hann.
Bóndin á garðinum á
Signabø helt tað eisini vra
stuttligt, táfilmsliðið fylgdi
honum eina viku seinasta
summar. Alt gekk so væl, at
lítið skuldi gerast umaftur.
Tað, sum filmsfólkunum
dámdi best var upptøkan
fram við landi við seyða-
hundunum báðum frammi í
stavni. Tá teir løgdu at,
beitti Jógvan hundarnar
eftir seyðinum. Orð vórðu
eingi søgd, men fuglarnir
lótu.
Eisini dámdi teimum, tá
Jógvan reið hegnpelar, sum
vanligt var fyrr.
Filmurin er 20 minuttir
langur og uttan nakra frå-
greiðing í orðum. Myndir-
nar siga alt.
Filmsleikstjórin Ib Mark -
warth hevur tvær ferðir áður
fingið hesa fronsku virðis-
lønina fyri filmar.
Filmurin um Jógvan bóna
verður sýndur í Norður-
landahúsinum í vár.
randi
Fáir pengar at arbeiða við
Tað gongur spakuliga fram-
eftir við at breiðka vegin
millum Kollafjørð og Hós-
vík.
Sum veðrið er nú, ber ill á
til at arbeiða. Soleiðis er
næstan alttíð hesa árstíðina.
Tað darvar eisini, at dagar-
nir eru so stuttir.
Vegateinurin, sum
breiðkast skal, er umleið
fimm kilometrar langur.
Enn er minni enn triding-
urin gjørdur, og tað ringasta
er eftir, m.a. í bygdini Hós-
vík, har nýggj brúgv eisini
skal gerast, verður sagt hjá
Landsverkfrødinginum.
Arbeiðið byrjaði fyri
hálvum gðrum ári síðan.
Hvussu leingi tað fer at
vara, dugir eingin at siga.
Eins og aðrir stovnar hevur
Landsverkfróðingar minni
pengar at arbeiða við nú.
Vegurin hevur ongantíð
verið steðgaður orsakað av
arbeiðinum. Onnur síðan á
vegnum verður gjørd í senn,
eisini tá asfalterað verður.
Tá arbeitt verður, tekur tað
ofta eina løtu at koma
igjøgnum, tí vegljós eru sett
upp, har arbeitt verður, og
koyrandi er bara annan veg-
in í senn.
Mynd: Kalmar
randi
Jógvan Johansen á Signabø letur væl at teimum í
filmsleiðnum, sum fylgdu honum eina viku. Her stendur
hann í túni sínum saman við teimum trimum Lars
Normann, Ib Markwarth og Leise Møller
at Selja
Tað kann ikki vera
serliga stuttligt at vera
russari í Føroyum og
ikki hava nakrar pengar.
Fyrrapartin í gjár tók
politið í Havn tveir
russar, sum royndu at
selja á gøtuni í Havn.
Teir høvdu ikki ta heilt
stóru nøgdina. Nakrar
heilt fáar smáar fløskur
av vodka og nakrar
trædukkur, matrosjkur
Men illa gekst, teirvórðu
meldaðir
Teir báðir, sum eru við
russiskum skipi, ið ligg-
ur á Skála, fáa bót fyri
royndin at útvega sær
pengar á henda hátt.
randi
TEXAS RANGER
Taarnby fjallasúkkla
til hálvstór
born ella
vaksin,
19'—22".
og
vid 21 gearum og
øllum hugsandi hentleikum
JOHN W. THOMSEN 5
Box 10 - 700 Klaksvik - Tlf. 55858 & 55256