Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. februar 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

50 Fyrireika várið Royndarstødin í Kollafirði ger nógv sløg av royndum. Sosialurin var ein dagin og vitjaði fyri at geva eitt lítið innlit í, hvat tey takast við á Royndarstóðini Tey, sum plaga at seta eplir niður, skulu skjótt til at fyri- reikaseg. Havatey ikki sína egnu set, skulu tey taka stóðu til, hvat slag setin skal vera. Góð ráð kunnu fáast frá Royndarstødini í Kolla- firði, sum seinastu fýra árini hevur gjørt royndir við ymsum eplasløgum. Kend- um sum ókendum í Før- oyum Eins og i fjør ætlar Royndarstødin nú at senda åt leidbeining, sum fólk kunnu lesa i blødunum Eisini verða fólk boðin onkran ávísan seinnapart at koma á Royndarstødina at frætta meira um eplaroynd- imar. Vegleiðing verður eisini givin í at taða. Tað vanliga er, at fólk brúka alt ov nógv handilstød. Rætt er at siga ein sekk av tødum til sekkin av seteplum, sigur Peder Haar, stjóri á Roynd- arstødini. Royndarstødin hevur gjørt royndir vid 18 epla- sløgum. Sløgini eru vald út frá royndum og upplýsing- um úr ødrum londum. Men tey mugu roynast her eisini, tí foldin veldst um gróðrar- líkindi og veðurlag. Nýggj eplasløg Peder Haar sigur, at tey royna at siga fólki frá sínum rofndum. Tá støðin er kom- in fram til eitt eplaslag, ið roynist væl, hevur hon boð- að heilsølunum frá hesum góða slagnum, og heilsøl- urnar hava tikið væl eftir og hava bilagt setepli av ti slagnum. Fólk, sum ringja og spyrja, fáa eisini veg- leiðing. Bestu royndirnar hjá Royndarstødini eru av epla- sløgunum Maris Piper, Ost- ara og einum nýggjum slagi, ið nevnist Bova. Hetta hevur reytt skal og er eitt sindur mjølvutt. Hesi try sløgini hava roynst nógv betur á Royndarstødini enn tað kenda Up-to-Date og langt betur enn Bintie, ið hevur verið nógv nýtt í Føroyum. Eplaroyndir eru sera ein- faldar at gera. Tad er bara at seta nidur og rokna ut fold- ina, tá tikið verður uppaftur. Betri hoyggi Royndarstødin roynir ikki bara eplir. Stødin hevur mjólkneyt. Endamálið er ikki at fáa mjólk men at royna, hvat besta fóðrið er at geva ne yt- unum. Støðin roynir at leggja bóndunum lag á at sláa meira og taða betur. Jú betri súrhoyggið er, minni nýtist neytunum av hand- ilsfóðri. Kýrnar hava tær Eplasløgini er nógv. Á hvórjum ári roynir Royndarstødin fleiri slóg, hvussu egnað tey eru í Føroyum betri við ikki at fáa so nógv handilsfóður Alt fóðrið, neytinum hjá Royndarstødini fáa, verður vigað, og so verður roknað út, hvat hvør kúgvin mjólk- ar. 25 mjólkneyt eru á stødini. Mjolkin verður seld Mjólkarvirkinum, og tað er gott ískoyti til stødina fíggj- arliga. Royndir við mjólk Mjólkarroyndir verða eis- ini gjørdar. Stødin hevur nýggja útgerð, ið kann stað- festa í mjólkarroyndini, um eini kúgv bagir nakað, áðr- enn nakað sæst á kúnni. Og tá ber til at lekja. Hetta er bóndunum ein stór hjáip, tí tað kann kosta nógv, um ein kúgv verður sjúk og skal hava heilivág, ið ger, at mjólkin leingi ikki kann seljast. Grasroyndir gera tey eisini. Tey royna við at sláa tvær ferðir, sáða annað enn græs 0.a. Haraftrat er roynt at kálkað jørdina við kálki og sklejum. Heita verður gjørt bæði við stødina og hjá bóndum fyri at kunna sammeta á ymisum lendi. Utbugva fólk Á Royndarstødini er eisini landbúnaðarskúli, ið tekur inn næming hvert hálvár. Ætlanin er at samskipa hesa útbúgving við Fiskivinnu- skúlan og at gera tað lættari hjá teimum, sum hava ging- ið á skúlanum at útbúgva seg víðari í Noregi ella Ís- landi. Í byrjanini, í 1986, var áhugin fyri útbúgvingini ikki tann stóri. Men nú standa 13 á bíðlista. Fleiri eru farin í útbúgving uttan- lands. randi Kýrnar á básinum fáa ávísa nøgd av fóðri hvønn dag. Alt skal vig- ast. Endamálið er at finna fram til, hvat best er at geva neytunum fyri atfáa tær at mjólka væl sigur Peder Haar, stjóri á Royndarstóðini &) Aðalfundur Aðalfundur felagsins verður leygar- morgunin 22. februar 1992, klokkan 10 á Hotel Føroyum. Skrá: 1. Fråsøgn formansins frá farna ári 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar 3. Asetan av limagjaldi 4. Formansval 5. Val av 2 nevndarlimum og 2 til- takslimum 6. Val av roknskapargrannskodara og tiltaksgrannskodara Lógarbroyting Møguligt val av blaðnevnd 9. Møgulig uppskot frá limum og nevnd 10. Ymiskt Viðvíkjandi formansvali: Tá freistin at stilla upp til formansvalið var úti 15. januar, vóru tvey valevni í uppskoti til fastan formann í felagnum. Formansvalevnini eru: IN Hartvig Hansen 350 Vestmanna og Ingrid Jensen Grønalid 12 100 Torshavn Tad av valevnunum, sum fær flestar at- kvødur, er valt til fastan formann i Starvsmannafelagnum. Starvsmannafelagið NEVNDIN Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frå kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 15.30—17.30. Teiefonin, 17200, svarar hvenn dag frá ki. 15.30—7.00 á morgni. : Nr. 26 — 7. februar 1992