Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. februar 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a åg £ é R í £ & Nr. 26 — 7. februar 1992 Friggjadagin kl. 19.00: Barnaløtan 5 ára gamli Magnus Fredrik vil verða slekkiliðsmaður, tá hann verður stórur. Hann vitjar sløkkilidsstødina í Havn, og meðan hann er har, fær staðin boð um, at ein slekkiliðsbilur má fara út at sløkkja eldin, sum er komin í ein bil. Fríggjadagin kl. 20.55: Villu hundarnir ” . i Afrika Millum villu hundarnar í Afrika er »rang- ordanin« sera tydningarmikil. Og tå tad, sum hesu ferå, eru tvær mammur, heldur tann rådarika, at hon eigur hvølparnar hjá báðum. Hin vil sjálvandi ikki lata henni hvelpar sínar, men tað er ikki lætt hjá henni. Fríggjadagin kl. 21.50: Tvær kvinnur 1:2 — Sophia Loren og Sydney Penny Sophia Loren spælir unga rómverska handilskvinnan Cesira. Hon flyggjar saman vid 15 åra gomlu déttir sini nidan i fjøllini til eitt frítíðarpláss nærhendis heimstaðnum hjá Cesiru, tå ið tyskarar- nir herseta Rom undir seinna heimsbar- daga. Har finna mamma og dóttir kær- leikan. Filmurin er í tveimum pertum. Leygardagin kl. 21.55: Frank Sinatra Hetta er Gallashow frá Oslo við Frank Sinatra, sum júst er vorðin 76 ár. Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Sunnudagin kl. 20.25: »Telduflisar« — um tann nyggja skannaran å røntgendeildini å Lands- sjúkrahúsinum Í eitt ár hava tey nú brúkt tann nýggja skannaran á Landssjúkrahúsinum. Og hann hevur riggað heilt væl, sigur yvir- læknin á rentgendeildini. Í sendingini, sum vit rópa »Telduflisar«, fara vit at síggja, hvussu hetta serliga rentgentólið verður brúkt. Burturflutt — 5:6 Vit eru komin til 1982. Tom og Marianne eru gift og búgva i einum frålikum hús- um uttan fyri býin. Tá ið Bobby og Yasmin umsíðir sleppa heim at vitja úr Pakistan, setir Marianne sær fyri, at hon skal hava bernini. Hetta elvir til nýggja rætiarsak. Sunnudagin kl. 22.10: Mánadagin kl. 21.00: Í kriggj fyri kærleikan — 1:2 Deb (Kerry Armstrong), Claire (Lisa Harrow) og Guinea (Rebecca Gibney) Seinni heimsbardagi herjar. Meðan menninir eru í kríggj, verður lívið livað í Sidney. Henda australska sendireðin vís- ir tríggjar ungar, vakrar kvinnur, sum reka eina vakurleikastovu í South Pacific Hotel. Aftan á arbeiðstíð skulu tær út, hver sær, men við sama endamåli: at finna kærleikan og eydnuna. Mánadagin kl. 22.50: Laksurin í Gudenánni Náttúrufilmur frá Danmarks Radio um laks í Gudenánni. Hver ræður í veruleik- anum fyri Gudenánni? Tysdagin kl. 22.50: Bille og Bergman 4. januar byrjaði DR sjónvarpssendireð- ina »Den gode vilje«, um er gjørd í sam- starvi millum Sveriges Television og Danmarks Radio, og sum danski leik- stjórin Bille August leikstjórnaði. Bille August fekk fyri tveimum árum Bille August síðani bjóðað eitt handrit til sjónvarps- sendisteðina. Í fyrsta umfari segði hann nei takk. Men tá ið hann uppdagaði, at rithevundin var tann kendi filmsleik- stjórin og dramatikarin Ingmar Berg- man, fekk hann aðra meining. Hesum kom filmurin »Den gode vilje« burturúr. Týsdagin kl. 21.15: Tú skuldi verið okk- urt innan tónleikin Jesper Langberg, Ingolt David, Birgitte Price, Karl Stegger og Otto Branden- burg Danskur filmur um, hvussu danir flyggja undan veruleikanum og hvussu teir droyma uttan fyri »Cafe Strudsen«. Vit siggja Jesper Langberg, sum spælir slaktarin, sum droymir um at verða operasangari, Ingolf David sum vind- eygavaskaran Ib og Lone Lindorff sum Elly, sum altid hevur hjartasorg. Henning Carlsen hevur leikstjórnað og skrivað myndaritið saman við rithevund- anum Benny Andersen. Mikudagin kl. 18.40: Pápasa prinsessa — austr. filmur Tann dagin Kate fylur 14 ár, heldur non seg vera heimsins lukkuligastu gentu. Hon eigur nógvar vinir, eitt vakurt heim, rík foreldur, sum elska hana, og oman á alt fær hon eina ovurstóra gávu frá for- eldrunum henda dagin: ein stuttleikabát! Men Kate verður skelkað, tá ið hon Justine Clarke uppdagar, at hon er ættleidd. Hon verður ill og erkymlað. Hon missir áhugan fyri skúlanum og at spæla klaver. Hon vil vita, hví eingin hevur sagt henni hetta fyrr, og hver hon er. Foreldrini gerast herm og bilsin, men Kate ætlar sær at finna veruligu foreldur síni. Hon fær fólk at hjálpa sær, og ein dag er hon vís í, hver mamma hennara er. Hon ringir, men hornið verður beinan- vegin lagt á. Kate verður ólukkulig. Hon er so upptikin av sær sjálvari, at hon sær ikki, hvussu foreldur hennara hava tað og at hon gevur teimum sorg. Pengarnir minka, fyritekan hjá pápanum gongur ikki so væl longur og heilsan er farin at bila. Uttan ávaring fer Kate til mammu sína ein dagin, Gleny. Og Gleny verður í eðini. Maður hennara veit ikki, hon eigur hana, og hon hevur onnur bern í hjúnalagnum nú. Men hon letur Kate sova har um nátt- ina og hon sigur hinum bernunum, at Kate er systkinabarn teirra Men Kate og hálvsystirin, May, verða væl. Tær hava nógv felags, m.a. áhugan fyri tónleiki. Tá ið Kate kemur heimaftur, sær hon, hvussu stórt trýst, hon hevur lagt á for- eldrini. Hon spyr um May kann búgva hjá teimum, meðan hon er til eina tón- leikakapping, sum báðar skulu luttaka í. Nakrar mánaðar seinni hittast báðar fa- miljurnar, og nú hevur Gleny góðtikið, at hon eigur Kate May vinnur kappingina og Kate er glað hennara vegna. Hon hevur upp- dagað, at ættarkenslurnar eru meira verdar enn nakað annað, og hon biður pápa sín selja stuttleikabátin og brúka pengarnar í fyritøkuni. Justine Clark spælir Kate. Hésdagin kl. 21.10: Tann góði viljin — 1:4 Hin fatæki, prestlesandi Henrik Berg- man (Samuel Frøler) er i loyndum trúlov- adur vid einari gentu, sum arbeidir å eini matstovu, men ein dagin hittir hann ta ríku og forkelaðu Annu Åkerblom (Per- nilla August). Ingmar Bergman hevur skrivad søguna um kærleikan hjå foreldr- um hansara fyrst i 1900, og Bille August hevur leikstjórnað.