fríggjadagur 7. februar 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
í
Á UR
A
Elsta fólk í
Føroyum doyði
týsmorgunin
Týsmorgunin andaðist
102 ára gamla Malena
Hansen í Klaksvík,
vanliga nevnd Malena
i Beiti. Hon var fødd í
Kunoy, mem flutti til
Mikladals sum 21 ára
gomul, tá hon giftist
við Jógvani Hansen, í
Beiti, ið var ættaður
hagani. Saman fingu
tey seks børn.
Tey bædi fluttu i
1961 ul Klaksvikar,
og fingu har nøkur år
saman, til Jógvan
doyði í 1966.
Fríggjadagin 10.
janudr kundi Malena
so hava sín 102. fød-
ingardag, ið hon helt
saman við familjuni í
heiminum hjá yngsta
soninum.
Nú Malena í Beiti
er farin, er Andrea
Splidt í Vági elsta
fólk í Føroyum. Hon
fylti 100 ár í heyst.
hj.
Tær báðar síðstu tvær vik-
urnar hava tey 50 starvs-
fólkini á Landsskrivstov-
uni stemplað uppá lívið.
Orsøkin er, at tey
Í tvær vikur hevur
starvsfólkið í Tinga-
nesi vant seg til
eina stempulklokku,
nú tey har eru farin
undir at brúka flex-
tíð. Landsstýris-
menninir eru tó ikki
undir hesi skipan
Mynd: Kalmar
Tinganes stemplar
herfyri fingu eina stempul-
klokku, samstundis sum
farið varð yvir til sokal-
laða flex-tíð.
»Enn eru vit í eini inn-
koyringartíð, so bæði øll
starvsfólkini kunnu venja
seg til at brúka klokkuna,
og so eisini lønardeildin
kann venja seg til at av-
greiða arbeiðstíðina,< sig-
ur Jógvan Páll Háberg.
Flex-tíðin er løgd so-
leiðis til rættis, at starvs-
fólkini fáa eitt ávíst skot-
brá um morgunin og
seinnapartin, tá tey kunnu
loyva sær at vera út. Van-
liga arbeiðstíðin byrjar um
morgunin kl. 8 og endar
kl. 16.30, men flex-tíðin
sigur, at øll skulu vera inni
áðrenn kl. 9, og at eingin
skal vera farin áðrenn kl.
15.
»Higartil sær út til, at
fólkið her er vælnøgt vid
nýggju skipanina, ið leingi
hevur verið uppá tal at
fáa,< sigur Jógvan Páll
Háberg.
Flex-tíðin er galdandi
fyri øll, sum arbeiða í
Tinganesi, uttan landsstýr-
ismenninar.
hj.
Sonja aumyndað spillnakin
Ein følsk fotomynd av norsku
drotningini Sonju hevur í tvær
vikur skapt røring í databasuni
>Drive In< í Bergen
Norðmenn eru skakaðir.
Í tvær vikur hevur ein
følsk fotomynd av norsku
drotningini Sonju verið at
sæð í teirri bergensku
databasuni >Drive In<.
Somuleiðis hevur ein
stutt sagt fúl samrøda við
drotningina — eins følsk og
fotomyndin — verið at sæð
í databasuni. Í hesi sam-
røduni verður drotningin
endurgivin fyri at hava
verið við í bæði einum og
ødrum, ið verður frambor-
ið í so ærumeiðandi vend-
ingum, at sjálvt Oyggjatíð-
indi ikki kundu fylgt við.
Umframt følsku mynd-
ina av og følsku samrød-
una vid drotningina, eru
eisini líknandi »tiltøk« við
norskum politikarum og
listarfólkum.
Falskingin av myndun-
um er gjørd við sera fram-
komnari dataútgerð, og
eru høvdini á drotningini
og hinum sett á aðrar
kroppar, so tey, ið koma
fram á myndirnar í
databasuni, hava hildið eitt
nú drotningina verið
spillnakna.
I Noregi er eingin ivi
um, at talan við hesum er
um sera grova vanæring
av hennara hátign Sonju
drotning, men hóast tað,
røkist ikki fyri, at ngkur
kæra ella nakað sakarmál
fer at koma frá norska
kongahúsinum móti teim-
um, ið eiga og reka data-
basuna.
Higartil hevur konga-
húsið ikki látist um vón —
kanska tí eingin har hevur
sæð tær so nógv umrøddu
myndirnar...
hj.
Millum onnur kend norsk fólk hevur norska drotningin
Sonja við falskandi datateknikki verið avmyndað í Evu-
búna í norsku databasuni >Drive In«.
Mynd: Nordfoto
Síða 15
Eysturoyggin fær
nýggjan trúboðara
Frá 1. februar í ár er
Regin Høgnesen settur
sum heimamissiónstrú-
boðari í Eysturoynni.
Regin Høgnesen, ið
er úr Leirvík, hevur nú
í hálvtannað ár starvast
sum frítíðartrúboðari,
men varð fríggjadagin
av høvudsstyrinum í
Heimamissiónini settur
í starv hálva tíð.
Umframt at hava
medvirkað ul metir og
onnur líknandi ultøk
innan missiónsarbeiði,
hevur Regin Høgnesen
havt åbyrgdina av tele-
fonandaktiini, ið
Heimamissión hevur,
og hesum fer nyggi
trúboðari eisini at halda
fram við.
Vanligt hevur verið,
Hogne
nyggjur iru-
Regin
Leirvík
boðari í Eysturoynni
at eysturoyartrúboðarin
hevur búð í Fuglafirði
men Regin, ið fyribils
er settur í starv hetta ár-
ið út, verður búgvandi í
Leirvík.
hj.
Bíbliuskúli
aftur í ár
Bibliutimarnir í bíbliuskúlanum hjá Heimamiss-
iónini, ið verður í Fuglafirði í heyst, verða hildnir
í missiónshúsinum Tabor.
Heimamissiónin fer
aftur í ár at skipa fyri
einum bíbliuskúla, eins
og gjørt varð síðsta
heyst, veit Trúboðin frá
at siga.
Ikki er enn lagt fast,
nær bíbliuskúlin byrjar,
men ætlanin er, at hann
aftur í ár skal vera í
Fuglafirði, har undir-
vísingin fer fram í
missiónshúsinum
Mynd: Trúboðin
Tabor og næmingarnir
búgva í bygdini.
Seinast — tá næming-
arnir vóru tíggju í tali —
vórðu eini hús leigað
teimum at búgva í.
Bíbliuskúlin varar í
triggjar mánaðir, og tað
verður aftur í ár Sól-
bjórg Mortensen úr
Vestmanna, ið verður
bíbliuskúlaleiðari
hj.