leygardagur 8. februar 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eitt torført mål
ALT bendir nú á at rúsdrekka-
málið kemur aftur úr víðkaðu
rættarnevndini fyrsta dagin.
Hetta hevur verið eitt sera
torført mál og fólk hava langt
síðan mist tolið við nevndini.
Nakað er um tað, at alt ov
long tíð er farin og almenn-
ingurin hevur fingið lítið at
vita um hvat har er farið fram.
Hinvegin eiga fólk at royna at
skilja, at hetta er eitt sera tor-
ført mál. Tá farið verður at
pilka við eitt mál, ið hvor ein-
asti føroyingur so at siga hev-
ur eina meining um — eitt
VR AA GE Se
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
mál, id fevnir um siðvenju,
mentan, heilsu og búskap, ja,
so er ikki annað at vænta enn
at málið tekur drúgva tíð.
Rætt er eisini, at nevndin
kundi havt verið meira opin-
skárað mótvegis almenning-
inum.
MEN annars eiga vit at fegn-
ast um, at hetta mál varð tik-
ið upp og um at tað nú nærk-
ast eini loysn. Rúsdrekka-
viðurskiftini í landinum eru út
av lagi. Oli viðurkenna at full-
komið lógloysi valdar á økin-
um. Tað stendur ikki á hjá
På
nøkrum at fáa hendur á rús-
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: Pif Pressan 1961 Telefon:
drekka og fylgjurnar av øllum
hesum kunnu bert verða ó-
hepnar og væl tað.
VÓN okkara er, at arbeiðið
hjá rættarnevndini kemur at
føra til eina betri og sømilig-
ari skipan enn hana vit hava í
dag, sum jú ikki er nøkur
skipan, men heldur er skipað-
ur ruðuleiki. Tað tykist, sum
øll, ið hava við rúsdrekka at
gera, taka undir við tí, sum nú
ein breið semja er um í
nevndini. Tað skal tí vera vón
okkara, at vit fáa eitt sakligt
orðaskifti og málið avgreitt,
so okkara politikarar kunnu
Bústaður: Argjavegur 26
Postadressa: Postsmoge 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Telefax:
fara undir onnur og eins stór
vandamál at loysa. Vit siga
hetta, tí mangan hoyrist, at
okkurt meira týðandi áttu po-
litikarar at tykist við enn rús-
drekka. Hetta er ikki heilt
beint, tí sjålvt um vit hava
ovurstórar trupulleikar við
vinnuni, búskapinum og ar-
beiðsloysinum, so eiga hesi
viðurskifti, so týðandi tey
enn eru, ikki at forða okkum í
at fáa skil á onnur viðurskifti,
har óskil valdar.
Á tryggari foroyskari grund
Seinasta leygardag hevði
eg greinastubba i Sosial
inum, hvar eg hugleiddi
um fyritreytirnar hjá okk
ara fiskivinnu at yvirliva.
Eg skrivaði tå, at um okk-
ara grannar, Ísland og
Noreg, tóku teirra kvotur
burtur, so varð ikki væl
vorðið, og kundi hetta
geva EEC-viðhaldsmonn-
um »vind í seglini«, so
leiðis at vit vórðu trýstir
inn í EF, og metti, at
hetta kundi hverki gagna
Feroyum ella okkara
grannum.
Og mín sann — Birgir
Danielsen, sum jú er
svorin EF-viðhaldsmaður
— ja, hann heldur, at hann
longu nú hevur fingið góð-
an byr suðureftir og skriv-
ar leiðara í Dagblaðnum í
samsvar við hesa trúgv.
Innan málningalist hev-
ur ein eitt hugtak, sum
eitur »naivisman«. Hetta
finst eisini innan politikk.
Eyðkennið fyri ein polit-
iskan naivist er, at hann
ofast er góðtrúgvin,
ókompliseraður, tekno-
kratiskur, fer eftir letu-
vinningum og er typan, ið
ofta brúkar hugtakið >tað
einasta rætta«. Avgerðir
verða tiknar uttan at
síggja avleiðingar fyri
eina heild, ella upp á
longri sikt.
Eg eri ikki naivist, og
stevniskrá Javnaðarflok-
sins er tað heldur ikki. Tá
vit tosa um okkara til-
knýti til Europa, hevur
tað altíð verið tvídráttur
um, hvussu hetta tilknýti
skal hava verið. T.d. vóru
tað ikki so fá fólk, sum
áðrenn fyrsta verðaldar-
bardaga hildu, at tað
kundi verið ófert við tætt-
ri sambandi til megin-
landið, og fyrst og fremst
við Danmark og Tysk-
land. Kriggid kom, og so
var tøgn um spurningir
eina tíð.
I 30-unum var aftur
prát um tilknýti til
Europa, og ikki so fá fólk
hildu, at hasin lítli maður-
in við yvirskegginum niðri
í Miðeuropa var ikki so
galin, og vit áttu kanska
at farið meira handan veg-
in. So kom 2. verðaldar-
bardagi, og grannar okk-
ara hjálptu okkum at
koma leysir av tílíkum
hugsjónum.
So var rímiliga friðar-
ligt, men í 70-unum og 80-
unum og ikki minst nú er
aftur gangur um, at nú
skulu vit knýtast tættari
til Europa, ja, vit skulu
ganga so langt, at vit
skulu fara inn í eitt
politiskt sambandsríki
saman við m.e. Týsklandi,
Italia, Portugal og nógv-
um eðrum góðum londum.
Hver ið fær tað stóra orðið
at siga í einum slíkum
sambandsríki, og hver fær
tað minna orðið at siga, er
ikki ringt at gita. Eg
kundi hugsað mær at fing-
id at vitad, hvørjar felags
hugsjónir ein, grikki,
portugisari. ein tyskari
hevur saman vid einum
føroyingi. Skulu vit sjålv-
bodin binda næsta ættar-
lid til at fara inn i ein tysk-
an, portugisiskan, italsk-
an ella grikskan her, sum
skal tvassa niðri i einari
ella aðrari oyðimerk og
fáa skil á nekrum arabar-
um, sum berjast. Er tað
hugsjónin, vit hava? Er
hetta nakað, vit ynskja, at
okkara eftirkomarar skulu
uppliva?
Eg hugsi ikki. Europa-
viðhaldsmenninir fyri-
gykla okkum hetta for-
jettaða landið, og tann,
sum spakuliga roynir at
muta okkurt ímóti og tosa
um, at einaferð í tíðini var
ein bardagi her rundan um
okkum, sum í sínum upp-
runa var íspunnin í Týsk-
landi, hann verður niður-
gjørdur.
At trågva, at vit fara
inn i eitt Europa, sum
gloymir søguna og blivur
meira fridarligt — tað er
naivt! Tí hyggja vit t.d. at
londunum á Balkan og
fyrrverandi Sovjetunión-
ini, so síggja vit, at tað
einasta, sum kommunism-
an við síni ræðuligu stýr-
isskipan hevur gjørt øll
hesi árini síðan 1917, er at
fastlæsa støduna og
syrgja fyri, at tey ymisku
folkasløgini og teir ym-
isku trúarbólkarnir ikki
eru farnir til hendurs.
Í letuni er alt Evstur-
europa i upploysingi og å
veg i tey somu kriggini,
sum vóru byrjað i 1917, tå
russiska kollveltingin
kom. Har er einki broytt.
Hvi skal ein trúgva, at
nakað verður broytt í rest-
—
ini av Europa? EF kann
frysta steðuna fasta eina
tíð, men uppá longri sikt
rokni eg við, at vit kunnu
venda aftur til gamalt
krakil og klandur fólka-
slegini ímillum. Hetta vís-
ir segan hevur verið, og
segan endurtekur seg.
Eg trúgvi sjálvur uppá,
at tað eigur at vera — og
tað má vera meguligt —
hjá hesum fámentu tjóð-
um í Norðuratlantshavi at
skapa sær lívsgrundarlag
burtur úr hesum risastóra
havi og hesum havríki-
dømi, ið finst. Tað má eis-
ini bera til at skapa sær
lívsgrundarlag grundað á
tað fólk, sum her býr.
At vit nú í einum tíðar-
skeiði ikki kunnu fáa nokk
av tilfeingi at virka burt-
urúr, ger, at vit mugu um-
strukturera samfelagið til
nýggjar vinnumeguleikar
og til tær nýggju fyri-
treytirnar, sum eru skapt-
ar við EEC-sáttmála og
eðrum altjóða bindingum.
Bingotølini:
Sum er gongur neku-
lunda, broytingarnar
henda, sjålvt um ein kundi
ynskt, at tær komu skjót-
ari, men í mun til at hung-
ursneyð og hall er í stór-
um pertum av Europa í
dag, so hava vit í Feroy-
um tað framhaldandi rími-
liga gott. Tá vit so hava
innstillað okkum til tær
nýggju umsteðurnar, ið
eru og verða, og bygt upp
nýtt vinnumynstur og
nýtt handilsmynstur, iv-
ist eg ikki í, at landinum
er lagað eina góða framtíð.
Men fyritreytin er, at
vit hava politikarar, sum
eru realistiskir og sum
duga at vurdera rætt, sum
hava bæði bein á jørdini —
væl at merkja á feroyskari
jerð. Í Javnadarflokkinum
verður ikki talan um at
grunda seg á ís, hverki
tjúkkan ella tunnan. Tað
eigur Birgir Danielsen at
gera sær greitt.
Thomas Arabo