Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 —-8 februar 1992 Síða 3 Starvsnevndarfundurin mikudagin skal viðgera spurningin um: Kommunufelagið Skal takast av - sigur Óli Heinesen, býráðs- formaður í Klaksvík. Hann heldur, at fara Nes, Sjóvar og Runavíkar Kommunurnar úr Kommunufelagnum, er eingin meining í at hava nakað kommunufelag -Eru kommunur, sum hava hug at fara burtur úr Kommunufelagnum ella vilja tær, at felagið skal takast av, so skulu tær so hjartaliga gera tað uttan at vit fara at mótmæla. Hetta sigur býráðsfor- maðurin í Klaksvík, Óli Heinensen, sum sjálvur er starvsnevndarlimur í Kommunufelagnum. -Sjálvur haldi eg, at vit eiga at varðveita Komm- unufelagið, tí standa allar kommunur saman, kann okkurt skilagott koma burtur úr. Fara hinvegin nakrar burtur úr, er eingin meining í at varðveita felagið, sigur óli Heinesen. Hann sigur seg íkki skilja, at býráðsformaðurin í Runavík, Hans Tausen Olsen er so altráður fyri at sleppa úr Komunufelag- num. -Runavíkar Kommuna er hin einasta í landinum, sum fær nakað beinleiðis burtur úr Kommnufelag- num. Ikki nógmikið at Eysturoyggin eigur for- mannin, men umsitingin hjá felagnum er øll í Runa- vík. Um Kommnufelagið verður avtikið nervar okkum íkki serliga nógv. Vit sleppa undan teimum 80.000 krónunum í lima- gjaldi. Stórt meira hendir ikki, sigur Óli Heinesen sum leggur aftrat, at ein av orsøkunum fyri at Klaks- vikar Kommuna yvirhøvur er vid i Kommunufelag- num er fyri at studla teim- um smærru kommununum. -Føroysku kommunurnar hava i dag allar somu trupulleikar, og ti åttu tær at staðið saman i teirri roynd at loyst hesar. Oli Heinesen sigur, at starvsnevndin hevur fund mikudagin, og å hesum fundinum skal nevndin vidgera spurningin, um vit yvirhøvur eiga at hava eitt kommunufelag ella ikki. Hetta verdur helst eisini ein av høvudsspurning- Vil menna yrkis- útbúgvingar unum á umbodsnevndar- fundinum hjá Kommunu- felagnum um miðjan mars. tór.- Vit fara ikki at mótmæla, um Kommunufelagið verður avtikid, men spell hevdi tað verið, sigur Óli Heinesen, býráðsformaður í Klaksvík fyrilesturin, sum byrjar klokkan 20. Felagið til Menning av yrkisútbúgvingum varð stovnað fyri góðum trim- um árum síðani, og vil gera seg galdandi við Tryggingin Ikki loyvi at hækka prísirnar -heldur Lasse Klein, løg- tingsmaður, sum vil hava landsstyrid at geva Trygg- ingarsambandinum bod um at lækka prisirnar aftur Lasse Klein, løgtingsmadur heldur, at Trygginar- sambandið Føroyar hevur brotið lógina um vinnings- steðg, tá hon herfyri hækkaði kostnaðin á biltrygg- ingum. Hann hevur tí heitt á tingið um at áleggja landsstýrinum at geva Tryggingarsambandinum greið boð. Boðini skulu vera, at tryggingin skal beinanvegin broyta prísirnar aftur til gomlu skipan- ina. Løgtingsmadurin sigur, at beint fyri jól fingu tryggingartakararnir ein kekk frá Tryggingar- sambandinum, men beint eftir nýggjár kom onnur heilsa frá tryggingini. Hesaferð ein rokning, sum var fleiri ferðir so stór, sum kekkurin tey fingu beint frammanundan. Fólk skulu nú gjalda nógv hægri biltryggingin enn tey gjørdu frammanundan, og ei undur í, at fólk hava gjørt vart við seg. Lasse Klein heldur, at tryggingin hevur brotið lógina um vinningssteðg, og tí eigur landsstýrið at boða tryggingini frá hesum. tór.- Felagið FMY, sum hevur til endamáls at menna yrkisút- búgvingar í Føroyum, skipar mánadagin fyri fyrilestri um yrkisútbúgvingar fyri ungum beinleiðis ella óbeinleiðis at ávirka myndugleikar og stovnar, feløg og persónar, sum lóggeva og fyriskipa í útbúgvingarmálum. Bæði einstaklingar, virki og fel- ég kunnu gerast limir í EET fólkum Mánadagin kl. 19 hevur felagið FMY aðalfund á Skúlaheiminum við Mark- nagilsvegin. Í samband við aðalfundin verður fyri- lestur, sum fer at snúgva seg um vinnuútbúgvingar. 1. januar í fjør varð í Danmark sett í verk ein broyting av útbúgving- unum fyri tey, sum koma úr 9. og 10. flokki, og fer fyrilesturin serliga at snúgva seg um hesa broyt- ing. Hetta kemur av, at roknast kann við, at broyt- ingar eisini verða í hesum útbúgvingunum i Føroyum. Felagid sigur, at øll eru vælkomin til Felagid FMY hevur til endamáls at menna allar útbúgvingar, sum hava tilknýti til handverk, tókni og ídnað felagnum Í stjórnini fyri felagið sita Trygvi F. Guttesen, Hergi Hádal og Arnfinnur Setberg úr Havn, Oddmar Rasmussen av Hvítanesi og Fisher Hansen úr Klaksvík. tór.- Dýrari biltrygging er eitt brot á lógina um vinnings- stedg, sígur Lasse Klein, løgtingsmadur