Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 -- 8. februar 1992 — 1 SS s0sialurin Einki er afturvist sigur Årni Gregersen, programleidari i Sjónvarpinum, í viðmerkingum til send- ingina >Millum bylgjurnar«. Sendingin »Millum bylgj- urnar« um byggingina av millumbylgjusendistødini í Akrabyrgi hevur fingið mikla umreðu í summum av blødunum. Í fleiri av umrødunum hevur stórur dentur verið lagdur á eina frágreiðing, sum embætisfólk í Tinga- nesi hava gjert. Hendan frágreiðing hevur ongan- tíð havt avgerandi týdn- ing fyri sendingina, sum fyrst og fremst var ætlað at lýsa, hví millumbylgju- sendarin gjerdist so dýr- ur. Frágreiðingin hevur í blødunum verið skírd loynilig. Hartil er at siga, at sjónvarpið ongantíð hevur mett frágreiðingina sum loyniliga. Tá Signar Hansen, landsstýrismað- 1r, bað um at fáa hesa frá- greiðing gjørda, varð tað nevnt í Degi og Viku. Tí var tað náttúrligt hjá sjónvarpsfólkunum at spyrja eftir frágreiðingini í Tinganesi. Sjónvarpsfólkini fingu frágreiðingina frá lands- stýrinum, eins og tey fingu fleiri onnur skjol. Tá landsstýrið læt sjónvarp- inum hesi skjal — eins og landsstýrið eisini í øårum forum hevur latið sjón- varpsfólkum skjól — so meta vit tað vera tí, at landsstýrið gongur inn fyri almennum innliti. Hetta er vanligt í granna- londum okkara, menn enn finst ongin lóg um alment innlit í Føroyum. Okkum undrar tað stór- liga, at ein almenn frá- greiðing, sum Telefon- verkið hevur latið stóran part av tilfarinum til, skal forða telefonverksstjóran- um í at luttaka í sending- ini. Hetta var eftir okkara tykki bert ein undan- førsla. Tá ið Sjónvarpið sum avtalað fríggjadagin und- an sendingini kom oman á Telefonverkið, = roknaðu vit við at skula gera eina vanliga samreðu. Tey, ið haa sæð sendingina, vita, hvussu samreðan endaði. Fyri at hyggjarin skuldi kunna gera sína egnu meting av tí, sum fór fram, valdu vit, sum eitt serligt undantak, at senda alt sum var á bandinum. Tá ið samreður verða gjørdar, so hava sjón- varpsfólk aloftast gjert ávísar kanningar framm- anundan. Hesar kanning- ar eru so grundarlag undir spurningunum. Soleiðis var eisini í hesum feri. Telefonverksstjórin situr inni við allari vitan um millumbylgjusendaran. Tí átti ongin spurningur at koma óvart á hann. Landsins hægsti maður, Atli Dam, legmaður, hevur eisini funnist at sendingini og skirt hana verandi »undir alt låg- mark«, I Sosialinum skrivar løgmadur, at hann i samreðu við Árna Gregersen fanst at send- ingini sum privatmaður — ikki sum løgmadur. Hetta kann ikki góðtakast. So leingi Atli Dam er logmað- ur, er hann tað — bæði seint á kveldi og snimma á morgni. Tá sjálvur løg- maður ringir í slíkum er- indum, má hetta skiljast sum ein roynd at ávirka programmleiðsluna í sjón- varpinum til ikki at gera sendingar við atfinnandi innihaldi. Legmaður hevur ongum víst aftur í sendingini, men hevur heldur valt at fara í eina illsinnisherferð móti einum av meðarbeið- arunum í SvF. Legmaður er eisini so nasadjarvur, at hann dittar sær at niður- gera høgt metta Journal- istháskúlan í Árhus. Løgmadur hevur eftir øllum at døma ta fatan, at tá ið journalistar fara um mark, so er tað eitt mark, sum legmaður setur. Løg- maður vil hava, at tað er politikarin, sum setir treytirnar, og at journal- isturin bert skal »mikrofonhaldari« Hetta er als ikki i tråd vid grundleggjandi journ- alistisk prinsipp Vit halda, vera at legmaður, politikarar annars, em- bætisfólk og fólk, sum umsita almennan pening og taka avgerðir samfe- lagsins vegna, hava skyldu at svara spurning- um — eisini nærgangandi spurningum. Teir eiga Síða 17 ikki sjálvir at sleppa at velja, hverjum spurning- um teir vilja svara. Ná ið hesar grundleggj- andi reglur verða hildnar, nærkast vit eini frælsari pressu, sum kann rekja sínar týdningarmestu skyldur, nevnliga borgar- ans vegna at lýsa og ansa eftir, hvussu myndugleik- arnir stýra og umsita okk- ara samfelag. Sendingin »Millum bylgjurnar< lýsti, hví sendarin í Akrabyrgi gjørdist so nógv dýrari enn ætlað. Mangt hevur verið fert fram í tí drúgva kjakinum eftir sending- Ina, men eftir stendur, at einki av tí, ið kom fram í sendingini, er afturvíst Sjónvarp Feroya Arni Gregersen, programleiðari HØVUDSVINNINGUR: Dreingja-/IGentusúkkla Black Hawk — Explorer vinnana Jer JOHN W. THOMSEN 55 Box 10 - 700 Klaksvik - Tlf. 55858 & 55256 Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvønn hósdag frá ki. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, ella á tlf. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kil. 15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frå kl. 15.30—7.D0 á morgni. Tann nyggja heita linjan 48711 Shell hevur fingið nytt telefonnummar í Eysturoynni. Tað merkir at oll avgreiðsla nú verður frá tlf. 48711 Vælkomin til ta nýggju heitu linjuna í Eysturoynni. ONO SSA OO OS |||" rs |