leygardagur 8. februar 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
000 AAA NG DD
ld
pr
Síða 16 1
Jákup h
Sudurafrikanska frælsis-
hetjan, Nelson Mandela
vitjadi i vikuni i Danmark
Hetta er fyrsta vitjann
hansara í Danmark, síðani
hann varð ieyslatin eftir at
hava siuið í fongsli í 27 år.
Tað var ein fryntligur,
avgjørdur og sera rørdur
Mandela, sum vitjaði Dan-
mark. Á fundi við danskar
politikarar og donsku
pressuna takkaði Mandela
dønum fyri tann sera stóra
stuðul, sum Danmark hev-
ur givið teimum svertu í
Sudurafrika og sek teirra
øll hesi mongu árini.
Danmark er nettup eitt tað
landið, sum hevur gingið á
odda at varðveita boykotti
av Sudurafrika. Mandela
heitti á danir um ikki at
gevast við boykottinum
fyrr enn trygd er fingin
fyri, at valdið í Suður-
afrika verður latið meiri-
lutanum av fólkinum.
FOTO: JØRGEN SCHKOTTZ
tíðindablaðið
Kjølbronevnd
Í Tinganesi
Hósdagin møtti nevndin í
Kjølbro og leiðslan á
Kósavirkinum Atla Dam,
løgmanni í Tinganesi. Tað
var løgmaður, sum hevði
boðið til fundin, ið snúði
seg um støduna og fram-
tíðar útlitið hjá stórfyri-
tøkuni í Klaksvík.
Atli Dam, løgmaður
sigur, at hetta var ein sera
góður og positivur fundur,
har umboðini fyri Kjølbro
greiddu frá ætlaðu um-
leggingunum á fyritgkuni.
Løgmaður sigur, at Kósa-
virkið hevur itøkiligar
ætlanir at byrja góðsking,
og hetta fegnast hann um.
Tosað varð eisini um
møguleikarnar at fáa
gamla Skålaberg og N6-
nhamar aftur til fiskiskap.
Her verða møguleikar
Løgmaður hittir Svend Thulesen
kannaðir fyri at fáa skipini
at fiska í russiskum sjógvi
sum partur av jointventure
avtalu millum føroyingar
Og russar
Løgmadur sigur seg
vera væl nøgdan við
fundin vid Kjølbroum-
boðini.
jan
Mandela vitjaði ymsa
staðni og tað var greitt, at
hann undir fleiri av vitjan-
um sínum í Danmark var
sera rørdur. Danir sum
heild hava verið sera
virknir í stríðnum móti
apartheid, og hetta kom
eisini tilsjóndar undir vitj-
an Mandela.
Mandela nýtti eisini
høvi til at hitta umboð fyri
danska javnaðarflokkin,
sum hevur gingið á odda í
stríðnum móti apartheid.
Eisini føroyski fólkatings-
maðurin Jákup Linden-
skov var til steðar hesa
sera hugvekjandi og søgu-
ligu løtu saman við svørtu
tjóðskaparhetjuni
Mandela.
-Mandela hugtók meg.
Hann er nógv stórri á at
líta, enn eg hevði givið
mær fær um.Tað var fynd
í hvørjum tí einasta orði
hann bar fram fyri okkum
hesa løtuna á Christians-
á Kósavirkinum og aðrir
borg, sigur Jákup Linden-
skov, sum fegin sá, at
gjørt var eftir ynskinum
frá suðurafrika meiriluta-
num við Mandela á odda.
-Eg ivist onga løtu i, at
Mandela er rætti leidarin i
einum nýggjum Suður-
afrika. Sidiliga og skila-
g60a tosingarlag Mandela
A fundinum við løgman var eisini Poul Jacob Olsen, Líggjas í Bø, nýggi stjórin
Nr. 27 — 8. februar 1992
kann bert vera sak teirra
svørtu og Suðurafrika til
mikið gagn sigur Jákup
Lindenskov, sum vónar, at
tað fer at eydnast Mandela
og de Klerk at finna fram
til eina loysn uttan at alt
endar í einum stórum
ruðulleika.
jan
ynskist til keyps.
| Pf. Beta
Box 59 - 530 Fuglafjørdur - Telf. 44125 |
A TS ea)