Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-02-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 — 8. februar 1992 tíðindablaðið ) tað er ikki ein støda, sum er haldbar. Alternativið var, at landskassin átók sær at spýta í kassan, og hetta var júst tað, sum var eitt av prnsippunum, sum man frá fyrstan tíð av var samdur um ikki skuldi henda. Man skuldi halda fast við, at man skuldi hava eina skipan, hvar partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum fult út hava bæði ábyrgd fyri umsiting og ta fíggjarligu ábyrgdina. Okkara nývalda bú skaparráð hevur gjørt vart við, at hetta er eitt aktiv fyri skipanina. At man hevur latið lands- kassan staðið uttanfyri og bert luttaka sum arbeiðs- gevari, tí tað vil hava posi- tiva ávirkan á okkara bú- skap, við tað at nú eru meguleikar fyri at re- konstruera feløg og virki, sum ikki hava eina liviliga framtíð, ímóti at man, sum nú er, kanska hevði viljað pumpað studning inn í og kunstiga hildið lív í teimum. Tí at man veit, at arbeiðsfólkið ikki verð- ur rent út á getuna, men fer til eina skipan, um ikki hon kann fult út nekta teirra krøvum, so »nøkun- lunda« Harafturat hevur bú- skaparráðið eisini gjert vart við, at tað, at tað eru partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum, sum hava fulla á- byrgd av skipanini ger, at lønir og príslega vilja rætta seg eftir teimum umsteðum, sum eru í sam- felagnum. Tískil hevði tað verið sera óheppið, um landsstýrið igjøgnum figgjarnevnd hevði lopið frá ti stødu, at nú skuldi tað almenna farið inn sum ein aktivur fígg gingarpart- ur av skipanini. Royndir nar aðra staðni frá vísa, at sjálvt um statskassarnir eru byrjaðir smáir partar, so veksur teirra lutur, og t.d. í Danmark eru teir nú komnir upp á heili 70%. Hetta var eitt tað tyngsta argumentið fyri, at man gjerdi útlitini fyri einari betri fígging fyri skipanina við at lata hana vera tvungna fyri allar løntakarar, men framveg- is vid ti avmarking, sum liggur i, at eingin skal gjalda meira enn 2% av eini arbeidaraløn + 15% Royndirnar at spåa um, hvussu stór ein umsiting fer at blíva, eru ikki góðar her i Føroyum, og tað eru tær heldur ikki aðra- staðni, men í november sum mánað var arbeiðsbólkur- in saman við mær á eini kanningarferð á Born- holm, har vit kannaðu teirra viðurskifti í sam- bandi við eina arbeiðs- loysistrygging og -ávís- ing. Grundin til at vit valdu Bornholm, var, at Born- holm hevur sama íbúgv- aratal sum vit, og at teirra vinnustrukturur er álíkur okkara. Á Bornholm verður út- goldið uml. 250 mió. kr. í arbieðsoysistrygging um árið, men íroknað alt ann- að, t.v.s. umsiting, jobtil- boð, samreður, konsulent- tænastur og hvert av sín- um, so er tann samlaði kostnaðurin av skipanini á Bornholm 350 mió. kr Tað, sum danir vóru positivt yvirraskaðir yvir, tá tað snúði seg um okk- ara skipan, var, at skipan- in var sera einføld, og at tað varð mett, at henda skipan fyri tað fyrsta fyri brúkaran var lett at skilja, og at skipanin var lett at umsita. Har er so vert at siga, at í sambandi við innkrevjingina av gjøld- unum, so verður tað brúkt í Danmark, at gjaldið verður kravt inn sum van- ligt limagjald. Meðan vit í Feroyum við lógarbroyt- ingini um almennar skráir, har tað nú verður loyvt at brúka p-talið til innkrevjing í sambandi við arbeiðsloysistrygging, kunnu stórt sæð krevja øll gjøldini til skipanina inn ókeypis. Tá eg sigi stórt sæð øll, so er ein partur, sum kemur at liggja utt- anfyri, sum skal fáa send- andi rokning. Tað verða tey, sum eru sjålvstødug vinnurekandi, og hóast alt, er tað ein sera lítil partur Hugsanin er at arbeiðs- ávísingin og arbeiðsloysis- tryggingin hava felags umsiting, annars eri eg onga letu í iva um, at tað, at partarnir á arbeiðs marknaðinum hava fulla umsitingarliga og fíggjar- liga ábyrgd av skipanini, vil hava ta ávirkan, at partarnir vilja hava eitt vakið eyga við ikki at fáa eina yvirvaksna umsiting, og samstundis eri eg eisiin vísur í, at partarnir vilja hava eitt vakið eyga við misnýtslu av skipanini. Hóast ymiskt í upp- skotinum uttan iva hevði verið eðrvísi, um umsteð- urnar loyvdu tí, so er upp- skotið eftir mínum tykki tað frægasta, Feroyar anno 1992 kunnu leggja fram. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður Blindastovnur Føroya hevur opið månadag—friggjadag kl. 9—16. - Telefoni: 1822 og wer Við fólkaskúlalógini frá 1979 hendu tær stóru broytingarnar i fram- haldsskúlanum, meðan tað í grundskúlanum hverki viðvíkjandi lógar- ásetingum og dagligum virksemi hendu tær stóru broytingarnar, og høvuds- broytingarnar, sum komu, eru: eindarskúlin og val- skúlin. Eindarskúlin Meginreglan við eindar- skúlanum er, at næming- ar, sum byrja í sama 1. flokki, skulu kunna ganga saman øll tíggju árini i fólkaskúlanum. Eftir gomlu lógini vórðu flokk- arnir býttir sundur eftir 7. flokk, alt eftir um næm- ingarnir sluppu í realskúla ella ikki. Skipanin við ikki at býta næmingarnar sundur í framhaldsdeildini hevur síðan hon kom verið nógv umredd millum skúlafólk. Nógv eru tey, sum halda, at betri var gamli realskúlin, har teir næm- sum hevdu bóklig evni og tímdu at gera nakað við skúlan, veruliga fingu nakað burturúr. Meðan onnur hava víst á tann alstóra týdning tað hevur bæði menningarliga og sosialt, at tú kennir ingar, 'Y, tú gongur í flokki við Eis ini er víst á hvussu trupult tað ofta var at meta um hver skuldi sleppa í realskúla og ser- liga hver ikki skuldi sleppa, og mangur lærari man vera glaður um at vera sloppin undan hesum. Mín hugsan er, at eindarskúlin er góður, men eitt er vist: slík skip- an setur krev til skúlan, bæði til innihald og undir- vísingarhættir, og her er nógv eftir at gera bæði hjá myndugleikum og skúl- um. Valskúlin Í greinunum 5 til 10 í fólkaskúlalógini verður á- sett, hver skipan og hvat innihald er galdandi fyri framhaldsskúlan. Í 8. og 9. flokki eru átta, og í 10. flokki fimm kravd- ar lærugreinir, t.v.s. at all- ir næmingar skulu hava undirvísing í hesum læru- greinum. Restina av tím- unum kunnu næmingarnir velja sær lærugreinir eftir áhuga og evnum. PS Síða 15 Broytingar i folkaskulalogini Undirvisingin i fram- haldsskúlanum kann í nekrum lærugreinum verða skeiðbýtt, t.v.s. at undirvíst verður á tveim- um stigum. Skeiðini verða nevnd grundskeið og víðk- að skeið. Eisini gevur lógin heim- ild til at skipa undirvís- ingina í 10. flokki í 5 ymiskum bólkum, sum hver fevnir um lærugrein- ir, ið hava samband við ymisk arbeiðseki. T.d. fevnir bólkur 4 um læru- greinir innan fiskivinnu, sjóvinnu og landbúnað Viðmerkjast skal tó, at hóast heimildin er 12 ára gomul, so hevur eingin 10 flokkur enn fingið undir- vísing eftir hesari skipan. Umframt undirvísing- ina á skúlanum fáa næm- ingarnir tilboð um at sleppa í praktikk stytri tíðarskeið. Valskúlin — tað eru teir tímar, har næmingarnir sjálvir velja lærugrein — eru skipaðir á tann hátt, at nakrar lærugreinir skal skúlin bjóða undirvísing í, nevndar tilboðslærugrein- ir, meðan í eðrum læru- greinum kann skulin bjóða undirvísing. Hesar verða nevndar sjálvboðs- lærugreinir. Meting um valskúlan Valskúlin er, sum fyrr nevnt, ein av hevuðs- broytingunum í 1979-lóg- ini, og er henda skipan eisini nógv viðgjerd, fyrst og fremst av skúlafólkum, men eisini av fólki uttan fyri skúlan. Víst hvur verið á tað góða við skipanini við, at næmingar kunnu eftir áhuga, evnum og eftir tí, tey ætla sær at brúka í framhaldandi út- búgving. Hetta skuldi givið áhugaðar næmingar og harvið betri úrslit. Tey meira ivasomu siga, at næmingarnir eru ikki førir fyri at velja rætt. Heldur enn at velja eftir áhuga og evnum, velja tey eftir tí, hini í flokkinum velja, ella tey veljá sær lærugreinir, studentaskúl- in ella aðrir skúlar oman- fyri krevja verður mett, sum ein veikleiki við valskúla- velja Eisini skipanini, at tað kunnu vera lærugreinir ella kunnleikagki, sum næm- ingarnir als ikki fáa undir- vísing í, tí teir ikki hava valt hesi eki. Tá skipanin kom, vænt- aðu fólk, at valskúlin fór at styrkja tær kreativu og handaligu lærugreinirnar í framhaldsskúlanum. Men tíverri mugu vit ásanna, at so er ikki. Steðan hjá hesum lærugreinum er veik í ollum skúlanum, eis- ini í framhaldsdeildini. Valskúlin krevur stórar eindir, og tí er tann stersti veikleikin við valskúlan- um í tí líki, vit hava hann, at skipanin er óhóskandi fyri meginpartin av land- inum. Í dag hava vit nógvar skúlar við framhaldsdeild — einar i8. Fleiri av fram- haldsdeildunum eru eitt- sporaðar og hava so fáar næmingar, at um tú setur eitt minstakrav til hold- stedd, fáa næmingarnir ikki reellar valmeguleikar, tí í einum flokki við 14— Marita Petersen, landsstýriskona, skrivar: 20 næmingum ber illa til at skipa fleiri enn 2 til 3 valhold. Sjálvsagt ber til at leggja saman, so vit kanska í staðin hevdu einar 9—10 framhalds- deildir. Um vit gera hetta, so vilja nakrar av hesum framhaldsdeildunum framhaldandi vera so småar, um næmingarnir ikki skulu fara av oynni fyri at sleppa í 8. flokk. Onkur hevur víst á, at niðurskurðurin á játtanini til fólkaskúlan er við til at taka lívið av valskúlan- um. Hetta haldi eg ikki er rætt. Sjálvsagt er altíð trupult, tá trengri verður peningaliga, men tað, sum hendir, nú minni av tím- um eru til, er, at lýtini við skipanini koma týðiligari til sjóndar. Tá tú hevur nóg mikið av peningi, ber so nógv til, eisini at ar- beiða við eini óhóskandi skipan. Viðgera valskúlan Landsstýrisins steða í hesum máli er, at val- skúlaskipanin skal takast upp til viðgerð. Metingar skulu gerast av, hvussu skipanin hevur virkað hesi 12 árini, bæði peda- gogiskt og organisator- iskt, og metast má um verandi valskúlaskipan samsvarar við tann rikna skúlapolitikkin, har vit hava fingið smáar fram- haldsskúlaeindir. Síðani má steða takast til, um vit skulu varðveita allar framhaldsdeildirnar vit hava í dag, um nakrar skulu niðurleggjast, og um so verður hverjar, ella um vit heldur skulu skipa okkara valskúla á annan hátt, sum er meira í sam- svar við feroyska samfe- lagið. Landsstýrið er av teirri hugsan, at valskúlin er trupul at fremja í Feroy- um, tí fólkagrundarlagið er lítið, búsetingin spjadd og samferðslan trupul. Tað kann ikki vera rætt at hava eina skúlaskipan, sum bert kann fremjast samsvarandi lógini tvey til trý steð í landinum. Marita Petersen