týsdagur 11. februar 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarbiaðstjóri: Jan Miller
Nazistiski
vandin
HÓAST neyvan nakað í seguni hevur
staðið fyri størri óndskapi og ræðuleik-
um enn nazistiska rørslan í Týsklandi,
so tykist nettup sama nazisma nú aftur
at vera uppá móta í fleiri londum. Flestu
staðni er hon betur kend undir heitinum
fascisma, men í heimlandinum, Týsk-
landi, er og verður hon nazisma — tó at
hon er strangliga bannað. Framvegis
tykist hon at liggja latent í mongum
týskara.
SJÁLVT um talan bert er um nynazist-
iskar og fascistiskar minnilutabólkar, ið
nú gera um seg ymsa staðni í Europa,
so er hetta eitt varskó. Tann dagur, tá
umreddu bólkar fáa veruliga undirtøku,
liggur kanska ikki so langt hinumegin
ár 2000. Tá skuldu í hvussu er øll tey,
sum á ein ella annan hátt vórðu rakt av
nevndu drápsmannargrslum, verið und
ir grønu torvu
IKKI minni enn tvær reisir í hesi øldini
hevur Týskland verið atvoldin til eitt
oyðandi kriggj. Tá tað so hoyrist um, at
nazisman so smátt aftur er farin at spíra
í hesum landi, tá spyrja fólk sjálvandi,
um tað kann henda, at Týskland fer at
verða atvoldin til enn eitt heimskríggj
SOLEIÐIS sum stødan er í Týsklandi í
dag. eru tað helst fáir europearar, sum
bera henda ótta. Týskland er jú okkara
búskaparliga fyrimynd, her ræður
+
Jústínus Eidesgaard
demokrati, landið hevur ongar kjarn-
orkubumbur osfr. Týskland er lokomo-
tivið, ið skal draga restina av Europa við
sær móti uppaftur størri væiferð. Hetta
er ímyndin hjá teimum flestu.
OKKURT er tó broytt hesa seinastu tíð-
ina. Síðani bæði týsku londini vórðu
løgd saman í eitt nytt tyskt stórríki er
umrødda ímynd av landinum við at
broytast. Í kjalarvørrinum á samanlegq-
ingini síggjast alsamt fleiri nazistiskir
og fascistiskir spírar at koma undan.
Arbeiðsloysið í tí gamla Eysturtýsk-
landi, misnøgdin við teir mongu innflyt-
ararnar og ikki minst ein vaksandi týsk
nationalisma eru alt viðurskifti, sum
kunnu skapa nýggjan gróðrarbotn fyri
bæði nazismu og fascismu.
NÚ um dagarnar visti stóra danska
blaðið Politiken at siga frá tíðindamanni
sínum í Týsklandi, at alasmt sjónligari
tekin eru til, at sterka týska tjóðskapar-
kenslan, sum m.a. var upphavið og drív-
megin í nazismuni, er farin at bera
åvøkstur. Alsamt fleiri ung í Tysklandi
vilja ikki longur finna seg í at vera undir
»eftirliti«x og »yvirrædi« av eitt nú
amerikonskum hermonnum. Fleiri og
fleiri týskarar krevja, at USA tekur allar
sínar hermenn heim. Teir hava einki at
gera í Týsklandi, nú kommunisman er
fallin. Tosað verður eisini um at byggja
upp ein veruliga týskan her. Somuleiðis
verður tosað um, at Týskland eigur at
gioyma alt um felags europeiska samar-
beiðið og heldur brúka alla orku til at út
byggja eitt sterkt Týskland.
TAÐ er greitt, at henda nýggja bylgjan
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith | Útgevari: P/f Sosialurin
s Á
Uppseting: Pí Sosiafurin
Prent: PH Pressan 1961 Telefon:
fyrst og fremst er at finna millum tey
ungu, ikki minst tey, sum einki arbeidi
hava, og tey, sum eru ørg inn å teir
mongu útlendingarnar, sum hava fingið
loyvi at búseta seg í landinum. Hyggja
vit at verandi politisku flokkunum og
umboðum teirra, so er greitt, at har vil
ein ikki hoyra orðið nazisma ella tað, ið
líkist ti. Har er stødan framvegis tann,
at týskarar eiga ikki at gloyma leiklut
Týsklands í seinna heimsbardaga. Men
søgumenn og teir ivasomu skeptikarar-
nir seta alsamt oftari fram spurningin:
hvussu verður tá núverandi ættarlið av
politikarum er farið frá og eitt heilt nýtt
ættarlið, sum einki minnist til nazist-
isku fortíðina, tekur við!
TAÐ er ein sannroynd, at teir, sum stýra
í Tysklandi i dag, vilja ikki vita av nøkr-
um, sum bara ber brá av nazismu. Tí
verður alt slíkt virksemi strangliga revs-
að. Hetta er so ein av orsøkunum til, at
nazisman i løtuni hevur betri gróðrarlík-
indi i ødrum londum, har slíkt virksemi
ikki verdur revsad å sama hått. Herfyri
Sóu vit sera åhugaverda sjånvarpssend-
ing um nýnazistarnar, sum nú royna at
siga heiminum, at alt, sum skrivað og
sagt er um fangalegur og jødaforfylgilsi
eru tær beru lygusøgur. Tær hava als
einki hald í veruleikanum. Miðvíst
royna umboð fyri nynazistisku rørsluna
at reinvaska Hitler og tað, hann stóð
fyri. Nú er hann brádliga einasti veruligi
jødavinurin, er partur av boðskapinum
hjá hesi rørslu.
TAÐ óhugnaliga við slikari rørslu er, at
hon roynir at gera sær dælt av vanda-
málum og veikleikum í okkara demo-
Postadressa: Postsmoge 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Teletax: 14720
kratisku samfeløgum. Eitt nu at birta
upp undir øsing móti fremmandaarbeið-
arum o.l. Tað er neyvan orsøk at yvir-
dramatisera týdningin av umreddu
rørslum, men tað, sum í løtuni er við at
taka seg upp, eigur at vera eitt varskó
til okkum øll. Størsti vandin er tó tann,
at alt hetta er gloymt, at søgan verður
skrivað av nýggjum og veruligu hend-
ingarnar undir nazismuni gjørdar til
lygusøgur.
TAÐ verður ofta kjakast um, hvussu
stóran dent vit eiga at leggja á søgu-
undirvísingina í skúlunum. Tað eru teir,
sum vilja tiga søguna burtur og sum
vilja minka um týdningin av henni. Men
tá tað ræður um at forða fyri, at slík
mistøk, ið nazisman stóð fyri, ikki
verða endurtikin, tå er søgan av ómeta-
liga stórum týdningi. Júst tí eigur
nettup søgan — staðfestingin av ti, sum
veruliga hendi — at vera eitt av okkara
fremstu amboðum í royndini at forða
fyri, at segan skal endurtaka seg: at
nazisman ella fascisman bara so mikið
sum fáa fótin fyri seg aftur.
GÆVI nýggja tøknifrødin — sum so
mong seta sítt álit á, eisini verður før
fyri at ódeyðiliggera teir ræðuleikar,
sum umrøddu rørslur stóðu fyri. Men
vit mugu øll vera á varðhaldi, soleiðis at
slíkir felagsskapir sum eitt nú ný-
nazisma ikki sleppa at broyta søguna til
sin egna fyrimun. Hetta áttu søgureing-
ingarnar í teimum totaliteru kommun-
istisku londunum at havt lært okkum.
Broytingar í fólkaskúlalógini
Í grein 3, 1. stk. í fólka-
skúlalógini stendur:
Fólkaskúlin er ein sjey ára
grundskúli og ein tvey ára
framhaldsskúli, og í 2.
stk. stendur: Framhalds-
skúlin kann verða ferdur
víðari við einum 10.
flokki, ið kann rekka um
meira enn eitt ár.
Henda orðing er heldur
undarlig. Fyri tað fyrsta
er tað eins og 10. flokkur
ikki hoyrir rættiliga við til
framhaldsskúlan, og fyri
tað næsta kann hann vara
meira enn eitt ár.
At 10. flokkur er ætlað-
ur meira leysur av fólka-
skúlanum, er uttan iva í
árini: — 10. flokkur er
óneyðugur — næmingar-
nir læra einki nýtt í 10.
flokki — 10. flokkur er ein
krógvaður realskúli, o.s.fr.
Ja, nekur fara so langt, at
tey mæla til at taka 10.
flokk burtur.
Men onnur halda, at vit
eiga at varðveita 10.
flokk, tí tey ungu búnast
nógv hetta árið og læra
kanska nógv av tí, tey ikki
fingu við árini framman-
undan.
Fleiri teirra, sum vilja
varðveita 10. flokk, halda,
at hann eigur at fáa annað
innihald. Onkur hevur
nevnt at leggja sjóvinnu-
tráð við andan í lógini.
Hetta sæst best av, at
næmingarnir eftir 9. flokk
kunnu fara upp til frá-
faringarroynd fólkaskúl-
ans, og gevur fráfaringar-
royndin rætt til framhald-
andi útbúgving.
Eisini skal vísast á, at
orðingin viðvíkjandi 10.
flokki hevur sín uppruna í
donsku fólkaskúlalógini
frá 1975. Men har gevur
orðingin meiri meining, tí
danir hava 9 ára undir-
vísingarskyldu, t.v.s. øll
ganga i skula i 9 år og fåa
sidani eitt eykatilbod, sum
kann vara meira enn eitt
år — eitt sonevnt 11. år.
Hetta er roynt av og á við
fleiri skúlum, men mær
vitandi er skipanin við 11.
ári ikki vanlig í Danmark.
Leggjast skal afturat, at í
Feroyum er hetta ongan-
tíð roynt.
Nógvar hava atfinning-
arnar mótvegis 10. flokki
verið hesi seinastu 10
útbúgvingina inn í 10.
flokk. Hesum hava tó fólk
við eykakunnleika á økin-
um mælt frá. Nú hava vit
fingið eina fyribilsskipan í
Klaksvík við sjóvinnuút-
búgving.
Onnur hava skotið upp
at skipa 10. flokk sum eitt
steðisár. Í álitinum um
miðnámsútbúgvingar frá
mentanar- og skúlanevnd
løgtingsins, ið varð lagt
fyri tingið í desember
1991, verður m.a. sagt: rat
landsstýrið eigur at kanna
um steðisárið, sum er ætl-
að sum grundarlag fyri
flestu miðnámsútbúgv-
ingar, kann vera partur av
verandi fólkaskúlaskipan
í 10. flokki«.
10. flokkur er eitt tilboð
til tey, sum ynskja at
ganga í fólkaskúlanum
eitt ár afturat. Ásannast
má, at 10. flokkur ikki
hevur fert til tær stóru
broytingarnar í fólkaskúl-
anum, hóast teir nógvu
valtímarnir skuldu givið
hevi til aðrar undirvísing-
arhættir.
Í teimum allarflestu fer-
um er 10. flokkur eitt na-
túrligt framhaid av 8. og
9. flokki, uttan broytingar
í innihaldi og undirvísing-
arhættum, meðan bert
einstakir skúlar hava
roynt nakað annað.
ur at verða broytt, so 10.
flokkur verður meira na-
túrligur líður í fólkaskúl-
anum, og ásetingin í grein
9 um bólkaskipanina eig-
ur at verða broytt ella tik-
in heilt burtur.
Neyðugt verður at
broyta bæði skipan og
innihald í 10. flokki, men
hetta kann ásetast í kunn-
gerð heldur enn í lógini.
Hetta 10. árið kann
geva teimum ungu tíð og
hevi til at læra okkara
samfelag at kenna, sam-
Bingotølini:
stundis sum tey royna seg
sjálvan og taka avgerð
um, hvat tey vilja út-
búgva seg til og arbeiða
við sum vaksin.
Marita Petersen
78
Seinastu bingotølini eru í
Steða landsstýrisins er,
blaðnum í dag.
at vit eiga at varðveita 10.
flokk. Hann er skipaður
kring alt landið, og er tí
eitt tilboð til ell ung, sum
tey kunnu gera nýtslu av
samstundis sum tey |
búgva heima við hús. |
Grein 3, 1. og 2. stk. eig-
Í blaðnum í morgin fara vit at prenta drignu tøl- |
ini við frágreiðing um, hverjum blað, tey vóru í.
Vit fara tá eisini at áseta seinasta innlatingar-
dag eins og vit stutt fara at taka aftur í aftur
spælireglurnar.
er
ULL
A AR OR SA