týsdagur 11. februar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Vr. 28 — 11. februar 1992
Síða 3
Fyritókur komnar illa fyri av Faroe Airways Transport
Flutningsfyritøkan
fer sjålv vid tollinum
Fyritøkur, sum hava latið Faroe Airways Transport tollgreitt
sínar vørur, fáa nú krav frå Tollstovuni. Tollurin er ongantíð
goldin
-Ger tað lættari fyri teg
sjálvan og/ella virkið. Nýt
Faroe Airways Transport.
Vit heinta sendingina hjá
sendara og koyra hana til
dyrnar hjá móttakara.
Skjótt og trygt. Og fyri
sera kappingarføran
kostnað. Vit tollavgreiða
eisini sendingina!-
Soleiðis hevur flutnings-
felagið Faroe Airways
Transport lýst, og mong
virki hava tikið av hesum
frálíka tilboði.
Einki hava vit hoyrt um,
at flutningsfelagið ikki
hevur livað upp til sín
setning, at avgreiða vøruna
skjótt og væl, men við
tollinum stendur verri til.
Sum lýst, tekur flut-
ningsfelagið sær eisini av
at tollavgreiða verur.
Virkini gjalda Faroe Air-
ways Transport tollin, men
trupulleikin er, at hesin fer
ikki víðari til Tollstovuna,
sum hann skal.
Fáa stórar rokningar
Hetta hevur gjørt, at
yritókur nú hava fingið
stórar tollrokningar frá
Tollstovuni fyri ógoldnan
toll. Hetta fáa tær hóast tær
hava verið í teirri góðu
trúgv, at alt er sum tað skal
vera. Flutningsfelagið fekk
jú tollin.
Ein fyritøka í Havn, sum
hevur havt stórt samskifti
við Faroe Airways Trans-
port, fekk ein dagin í
síðstu viku rokning frá
Tollstovuni upp á umleið
40.000 krónur. Hetta er
annars peningur, sum fyri-
tókan hevur goldið flut-
ningsfelagnum fyri einum
ári síðani, men sum
ongantíð kom longri.
Fyritskan má gjalda
Av Tollstovuni verður
sagt, at Tollstovan hevur
roknað Faroe Airways
Transport sum eina av-
greiðslu, og tí hevur borið
til hjá teimum at útflýggja
veru uttan hon framman-
undan hevur verið tollav-
greidd. Men nú hevur Toll-
stovan sagt stopp. Faroe
Airways Transport sleppur
ikki longur at "tollav-
greiða" verur á sama hátt
sum hon higartil hevur
Viðv.
flutningi víð tolls
ldugum verum við FAROE AIRWAYS TRANSPORT
Vísandi til omanfyristandsndi verður hjálagt sent tygum
tollraknáng/ar uppá tíis.
ið sambært okkara skjølum
ikki eru goldnar,
og verurnar
liggja ikki á goymslu hjá FAROE AIRWAYS TRANSPORT.
Tygum verða tessvegna biðin um at gjalda nevndu upphæðd innan
14 dagar, annars verður neyðugt at lata upphæddina til inn-
heintingar.
Ni sleppa fyritøkur at
rinda tollin eina ferð
enn. Hetta er rokningin,
sum ein fyritøkan i Havn
í síðstu viku fekk frå
Tollstovuni
gjørt
Stjórin á flutningsfyri-
tøkuni hevur eisini frå
Tollstovuni fingið at vita,
at nú sendir Tollstovan
rokningar beinleiðis út til
virkini fyri tollin, sum hesi
hava goldið flutnings-
felagnum. Verður tollurin
ikki goldin í seinasta lagi
14 dagar seinri, fer upp-
hæddin til innheintingar.
Báturin mátti bíða
Ogreiðu vidurskiftini hjá
Faroe Airways Transport
mótvegis Tollstovuni
gjørdu tað, at ein útróðrar-
bátur misti einar tveir
góðar útróðrardagar her-
fyri. Báturin hevði bílágt
ein eykalut í Danmark,
sum Faroe Airways Trans-
port skuldi taka sær av.
Bæði viðvíkjandi flutningi
og tollavgreiðslu. Eykalut-
urin kom skjótt fram, men
frá Tollstovuni fekk bátur-
in at vita, at flutnings-
felagið fekk onga vøru út
fyrr enn hon framman-
undan var tollavgreidd.
Tað endaði so við, at teir á
bátinum mátti gjalda tollin
áðrenn eykaluturi fekst av
avgreiðsluni.
FAROE
i
Eingin trygd
Flestu vøruinnflytarar
hava sokallaðan tollkreditt.
Í samband við ein tílíkan,
skal viðkomandi virki
rinda eina ávísa trygd í
mun ul virðið á ti innflutta.
Men tílíka trygd er ikki
neyðug hjá eini avgreiðslu,
sum í hesum førinum hjá
Faroe Airways Transport.
Tollstovan hevur tí einki at
fara eftir har, og tí verða
virkini sjálvi kravd eftir
tollinum.
Vit royndu eisini at fáa
eina viðmerking frá Faroe
Airways Transport, men á
skrivstovuni har tók eingin
telefonina. tór.-
Snara ikki upp
á vinningin
Hvussu ber tað til, at ein sparipera kostar 120 krónur
í Danmark og hin sama 280 krónur í Føroyum?
Hendan spurning settu fleiri tingmenn í samband
við eitt uppskot frá Kristiliga Fólkaflokkinum um at
taka øll avgjøld av sokallaðu spariperunum. Upplýst
varð, at einasti munurin er, at í Føroyum verða 63
prosent løgd oman í tolli, men hesin kann ikki
einsamallur gera allan prismunin. So vinningurin má
vera stórur, hildu tingmenn.
Jørgin Niclasen úr Fólkaflokkinum helt hetta vera
grova skuldseung móti handlandi, men Niels P.
Danielsen vísti á, at tølini vóru sonn. Tey hevði
hann sjálvur kannað væl og virðiliga.
Tingmálið um spariperurnar fær triðju og endaligu
viðgerð í unginum týsdagin.
tór.-
Fleiri ferðsluðhapp
Ikki færri enn fimm ferðsluóhapp vóru í Norðoyggj-
um um vikuskiftið. Fólkaskaði var eingin, men í
onkrum føri fóru bilarnir nakað illa. Í einum føri
varð blóðroynd tikin, tí illgruni var um bilførarin
koyrdi við kenning.
Innbrot í Seglhúsinum
Fyri aðru ferð í stutta tíð var nú aftur innbrot í
Seglhúsinum. Fyrru ferð vóru pengar tiknir, men so
var ikki hesaferð. Ístaðin vóru óbodnu gestirnir
farnir avstað við lyklunum til ein vøruvogn, sum teir
síðani koyrdu fóru av stað við. Seinast við frættu úr
Klaksvík var eingin tikin.
Hundafangari í Klaksvík
Í Klaksvík er mangan stórur trupulleiki av hundum
býnum. Tí samtykti Klaksvíkar Býráð
herfyri at seta fólk at taka hundar upp. Ætlanin er at
gera somu skipan sum í Havn, og nú er býráðið við
at fáa sær høli ul hesar hundan uppi á Fossum.
Roknað verður við, at skipanin fer at virka eina ferð
I Var.
sum reika í
Karsten Hansen, sýðslumaður sigur, at fólk gera
ofta vart við, at tey eru órógvaði av hundum, men
mangan er trupulleiki at siga, hvar eigur hundarnar.
Gamla lógin um hundatekn og hundaskatt er tíkin
av, og nú skal hundurin hava spjaldur har á stendur,
hver eigur hundin. Sýðslumaðurin heldur, at tey eru
mong, sum helst ikki vita av, at hundurin skal hava
tílíkt navnaspjaldur.
tór.-