týsdagur 8. apríl 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 8. apríl 2003
35
samd í, at hann er besti
føroyski flogbóltsleikarin í
løtuni, og alt talar fyri, at
hann kann lata nakað av
plássi vera á hillunum til
komandi ár.
Gudrid Nolsøe hevur
hetta kappingarárið staðið á
odda fyri besta liðnum hjá
TB sum venjari á fyrsta
sinni í bestu deildini. Hetta
førdi millum annað ein
sigur í steypakappingini við
sær. Hon plagar oftani at
markerað seg rættiliga væl
við sínum spæli, og hon
eigur væl munin móti
Marjun Kalsø og Sóley
Philbrow, sum fingu annað
og triðja plássi. Tað kunnu
kortini setast spurnartekin
við, um hon nú hetta
kappingarárið hevur staðið
Nikolnu Alter kurl, men tað
kann óivað fáa pláss við
onnur høvi.
Tað eru leikararnir sjálv-
ir, ið velja ársins í teimum
ymsu bólkunum. Og tað
sæst á úrslitunum, at at-
kvøðurnar flyta seg ikki tað
nógva ár um ár. Sjálvandi
eru tað leikarar, ið skara
framúr ár eftir ár, men tað
kann illa sleppast undan
tankanum um, at atkvøð-
urnar eru nakað vanabund-
nar.
ÍF, sum var tað heilt stóra
liðið hetta kappingarárið,
áttu bestu útlendingarnar í
føroyskum flogbólti. Niko-
lina Alter og Boban Ilic
fingu heiðurin. Og tað vóru
nógv, sum roknaðu við, at
Reiko Petrovic fór at vinna
henda heiðurin, men hann
mátti finna seg í einum
øðrum plássi.
Serliga Nikolna Alter
hevur verið framúrskarandi
í ár. Hennara styrki í álops-
spælinum er klárt tann
besta í landinum hjá kvinn-
unum.
Mest yvirraskandi og
kanska
eisini
mystiska
úrslitið leygarkvøldið var
valið av ársins venjara. Hjá
kvinnum var venjarin hjá
KíF Kristian Mikkelsen
valdur til ársins venjara,
hóast liðið hjá honum
endaði aftast. Boban Ilic
vandi bæði menninar og
kvinnurnar hjá ÍF í ár, og
hann kundi staðið við
báðum steypunum, men
hann fekk bert tað eina fyri
innsatsin við monnunum.
Hjá
monnunum
var
venjarin hjá Fleyr, Claudio
Pitigoi, at finna á einum
triðja plássið. Hetta hóast
liðið hjá honum alt kapp-
ingarárið bert vann eitt sett.
KÍF vann eisini í ársins
stjørnuskot. Heidi Dam
hevur staðið seg so mikið
væl, at leikararnir á hinum
liðunum hildu, at hon hevði
uppiborið heiðurin sum
ársins stjørnuskot.
Hjá monnum vann Hans
Fróði Jensen.
Reglarnir fyri hvør nú er
eitt
stjørnuskot
kundu
óivað fingið eina yvirhál-
ing. Í øllum førum var onk-
ur leikari, sum fyri tveim-
um árum síðani var á
landsliðnum, at finna í topp
trý.
Mjølnir fekk báðar teir
bestu blokkspælararnar við
Tinu Jacobsen og Trygva
Poulsen. Hetta er triðja
árið, at Tina vinnur, og
Trúgvi hevur somuleiðis
vunnið áður.
Bestu hevararnir gjørdust
Marjun Kalsø og Odd
Eliasen. Her er ógvuliga
lítið at viðmerkja, tí hesi
bæði hava verið bestu hev-
arar í landinum.
Ársins
verjuleikarar
gjørdust Joen Petur á
Stongum úr SÍ, og Vera
Larsen vann hjá kvinnum.
Hon skumpaði liðfelagan
Margit Joensen av ovasta
tindi.
Soleiðis býttu atkvøður-
nar seg, og tað kann væl
altíð kjakast um, hvat er
rættvíst og ikki.
Í síðsta enda er tað demo-
kratiið, ið ræður. Og uttan
at gera nakað burturúr, um
flest merkir best ella bar-
asta flest, skuldi hetta givið
størsta rættvísi.
Sosialurin ynskir øllum
vinnarunum hjartaliga til-
lukku.
Ársins áleypari
Steyp givin av Føroya Shell
Menn:
1 Rúni Weihe
ÍF
2 Trygvi H. Poulsen Mjølnir
3 Ragnar Petersen
Fram
Kvinnur:
1 Gudrid Nolsø
TB
2 Soley Philbrow
ÍF
3 Tina Jacobsen
Mjølnir
Ársins blokkleikari
Steyp givin av Norðoya Sparikassa
Menn:
1 Trygvi H. Poulsen Mjølnir
2 Suni J. Pedersen
Fram
3 Heiðrikkur Bergsson
Fram
Kvinnur:
1 Tina Jacobsen
Mjølnir
2 Annika RasmussenÍF
3 Ingun Midjord
TB
Ársins verjuleikari
Steyp givin av Føroya Bjór
Menn:
1 Joen Petur á Stongum
SÍ
2 Bartal Eliasen
ÍF
3 Rúni Weihe
ÍF
Kvinnur:
1 Vera Larsen
Mjølnir
2 Margi Joensen
Mjølnir
3 Harriet Hammer
TB
Ársins hevari
Steyp givin av Klaksvíkar Timburhandil
Menn:
1 Odd Eiliassen
ÍF
2 Kaj á Stongum
SÍ
3 Bogi Isaksen
Mjølnir
Kvinnur:
1 Marjun Kalsø
Mjølnir
2 Randi Larsen
ÍF
3 Torgunn Jónsdóttir Dráttur
Ársins stjørnuskot
Steyp givin av Atlantic Airways
Menn:
1 Hans Fróði Jensen SÍ
2 Høgni Viderø
Fram
3 Andrass Jógvansson
Fleyr
Kvinnur:
1 Heidi Dam
KÍF
2 Ingun Midjord
TB
3 Durita Ljósstein
Mjølnir
Ársins leikari
Steyp givin av Føroya Sparikassa
Menn:
1 Rúni Weihe
ÍF
2 Trygvi Poulsen
Mjølnir
3 Joen Petur á Stongurm
SÍ
3 Odd Eliassen
ÍF
Kvinnur:
1 Gudrid Nolsøe
TB
2 Marjun Kalsø
Mjølnir
3 Sóley Philbrow
ÍF
Ársins útlendingur
Steyp givin av Føroya Sparikassa
Menn:
1 Boban Ilic
ÍF
2 Reiko Petrovic
SÍ
3 Borco Ilic
SÍ
Kvinnur:
1 Nikolna Alter
ÍF
2 Marina Popovic
TB
3 Zacharina Filipova Mjølnir
Ársins venjari
Steyp givin av Peugoet
Menn:
1 Boban Ilic
ÍF
2 Reiko Petrovic
SÍ
3 Claudio Pitigoi
Fleyr
3 Gencho Genchev
Mjølnir
Kvinnur:
1 Kristian MikkelsenKÍF
2 Boban Ilic
ÍF
3 Niclas Joensen
Dráttur
Heidi Dam úr KÍF og Hans Fróði Jensen úr SÍ vórðu kosin
ársins stjørnuskot
Joen Petur á Stongum og Vera Larsen, ársins verjuleikarar
Bestu venjararnir í føroyskum flogbólti kallast Kristian Mikkelsen og Boban Ilic. Henda heiður
eiga teir fyri ávíkavíst at hava vant KÍF og ÍF
Ársins bestu blokkleikarar eigur Mjølnir. Sum væntað vunnu
Trygvi Poulsen og Tina Jacobsen hvør sítt steyp fyri innsatsin í
ár. Hetta er triðju ferð á rað, at Tina vinnur henda heiðurin
Rúni Weihe og Gudrid Nolsøe stóðu leygarkvøldið tvær ferðir
á pallinum saman – sum ársins leikarar og ársins áleyparar
35
34
Nr. 68 - 8. apríl 2003
Føroyskur flogbóltur
hátíðarhelt leygar-
kvøldið seg sjálvan
við einari galla veitslu
og kjósanum av
ársins bestu leikarum
og venjarum. Úrslitið
líktist sær sjálvum,
men var kortini í
stóran mun rættvíst
GALLA
Orð og myndir: Heri á Rógvi
Fyri triðju ferð í líka nógv
ár skipaði Flogbóltssam-
band Føroya fyri galla
veitslu
leygarkvøldið.
Veitslan varð hildin á Hotel
Føroyum.
Umframt
at
hugna sær saman, eru tað
serliga kjósanirnar av bestu
leikarum og venjarum, sum
fær flest øll fólk innan
føroyskan flogbólt at geva
tiltakinum gætur.
Og fyri ikki at villast í
hugtøkum skulu vit lika
hava við, at ein galla veitsla
einki hevur við nakra gallu
at gera. Sostatt velur før-
oyskur flogbóltur ikki at
feira
skipsmatarsiðirnar,
men hevur heldur tikið —
som so mangur annar —
eitt útlendskt hugtak til sín.
Og sum heild tóktist
veitslan at vera rímiliga væl
fyriskipað og spennandi.
Tað hevði ikki verið rætt-
víst at leita tey heilt feitu
jaligu orðini fram, tí til-
takið tolir væl endurskoð-
an. Serliga tóktust kjósanir-
nar í so trunkaðar saman.
Men tað er valla nakað høpi
í at ummæla tílíkt tiltak,
sum hóast alt er at stór
fegnast um fyri flogbóltin í
Føroyum.
Kanska nakað væl oman
fyri
hálvtannaðhundrað
fólk úr øllum feløgunum
vóru við á veitsluni. Lut-
takararnir eru mest leikar-
arnir í meistaradeildunum
saman við stuðlum hjá
bæði feløgum og Flogbólts-
sambandinum.
Undan
sjálvari
galla
veitsluni vóru fólk ójavn á
máli, um tað var nøkur
heppin loysn at býta út-
lendingar og føroyingar fyri
seg í sambandi við at velja
ársins leikarar v.m.
Hetta hevur serliga sett
glið á dulnevnda kjakið á
alnetinum, har orðaljóðið
stundum hevur verið hvast.
Fólk vilja vera við, at hetta
gevur eina órættvísa mynd
av støðuni í flogbóltinum.
Hetta skal síggjast í mun til
undanfarin ár, tá munur
ikki hevur verið gjørdar á
útlendskum og føroyskum.
Í sær sjálvum er hetta eitt
rættiliga áhugavert evni.
Tað er einki at taka seg
aftur í, at útlendsku leikar-
arnir hava hækkað støði í
føroyskum flogbólti. Fleiri
teirra skara eisini framúr,
og tað er spurningurin,
hvørt heiðurin verður latin
teimum røttu — og nøkur
ikki sleppa upp í part.
Vanabundið
Galla veitslur hava veruliga
vundið upp á seg hesi sein-
astu árini innan fleiri
ítróttagreinir. Og tað liggur
ræðið fyri at kjósa. Leygar-
kvøldið varð kosið í ikki
færri enn átta bólkum.
Helst størsta hendingin er
kjósanin av ársins leikar-
um. Hjá kvinnunum gjørd-
ist hetta Gudrid Nolsøe úr
TB, og Rúni Weihe kundi
fara til songar sum ársins
leikari hjá monnum. Hesi
bæði vórðu somuleiðis vald
til ársins áleyparar.
Tey bæði hava eisini
verið ímyndin av nýggja
ættarliðnum úr nítiárunum í
føroyskum flogbólti, sum
longu í fleiri ár hava í-
myndað tað besta av før-
oyskum flogbólti — bæði í
heimligu kappingini og á
landsliðnum. Rúni Weihe
hevur uttan iva so góðar
menningarmøguleikar og
talent, at hann tað sama
kundi gjørt seg galdandi
uttanlands, og tá hevur
eisini verið líka við, men
enn er hann so í Føroyum. Í
ár hevur hann spælt við ÍF,
og úrslitið talar fyri seg hjá
teimum. Rúni varð valdur
ársins leikari í fjør, og hann
gjørdist nummar tvey í
2001. Tað munnu eisini
vera tey allarflestu, sum eru
Glitrandi galla
Allir teir kosnu ársins fyri kappingarárið 2002/2003 í flogbólti. Nøkur fingu eitt steyp til hvørja hond.
Tveir vetaranar, men framvegis trygt á toppininum – Odd Eliasen og Marjun Kalsø ársins
hevarar
Nikolna Alter og Boban Ilic, bæði úr ÌF, vórðu kosin ársins bestu útlendsku leikarar í føroysku
kappingini. Sigast skal, at kvinnurnar hjá ÍF høvdu fingið seymað serligar gull kjólar til høvi, og
tær ætla at passa í teir aftur komandi ár
C
M
Y
K
34