týsdagur 11. februar 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 11. februar 1992
Pressufrælsi
í Foroyum hótt
Politikarar, stounsleiðarar og aðrir út-
valdir persónar, ið eru settir at umsita
pening og áhugamál borgaranna, fremja
íhesum dogum ágang móti pressufræls-
inum, og við hesum avskepla grund-
lógarfesta demokratiska hugburðin
hjá borgarunum, skrivar Albert Isfeld
í >SjónarmiðxÉ í dag.
Áhugaverda sendingin í
Sjónvarpi Feroya um
millumbylgjusendaran,
minti ikki sert um tær
professionellu sendingar-
nar av hesum slagi í
B.B.C. og sjónvarps-
sendingar í okkara
grannalondum, har
álitispersónar fáa settar
nærgangandi spurning-
ar, um mál við almenn-
um áhuga. Munurin var
bert tann, at her heima
toldi tann spurdi al-
menni stovnsleiðarin
ikki at verða spurdur
um hvat sum helst, her
skuldi avtalast, hvat
spurt var um osfr. Hug-
burður stovnsleiðarans
var meinlíkur tí vit lesa
um í diktatoriskum
londum, sum fyrr-
verandi Sovjetsamveld-
ið, Suðuramerika og í
teim arabisku londun-
um, bert fyri at nevna
nøkur dømi um dikta-
tur, sum ikki hava okka-
ra pressfrælsi. I hesum
londum eru valdsharrar-
nir, politikarar og
stovnsleidarar — sjålv
lógin — og tað sum
teimum ikki hóvar at
hoyra, lesa ella síggja,
fyri ikki um at tala at
verða spurdir um,
verður forboðið — her
skal ongin koma at gera
ónáðir — burtur við
tykkum.
Sendingin um millum-
bylgjusendaran snúði
seg um eitt mál av al-
mennum týdningi,
nevniliga hvussu verður
okkara peningur brúkt-
ur og hvat fáa vit fyri
henda pening, í tænastu,
teknikki — sera hósk-
andi og viðkomandi
spurningar.
Journalistiskt haldi eg
sendingin var sera væl
uppbygd. Vit fingu at
vita hvat sendarin var
mettur at kosta, og hvat
hann kostaði, tá ið av
tornaði, eisini fingu vit
hóming av, at tekniska
tilrættaleggingin var
ófullfíggjað og ikki
svaraði til tað væntaða
úrslitið. Her hugsi eg
um manglandi el-veiting
og orkusparing, sum
ikki virka, og vantandi
sendivídd. Tó skal sig-
ast at nakrir spurningar,
fyri mær, vóru hangandi
í leysari luft, hesir
kundu helst verið
greiddir, í sendingini, av
stovnsleiðaranum, men
hesin gjerdist óður —
burtur við tykkum.
Skal nakað negativt
sigast um sendingina, so
haldi eg, at Ossur kundi
— ikki skuldi — víst
stovnsleiðaranum tey
skjøl, tey »loyniligu
skjølini«.
Lysingar, sum dag
eftir dag vistu stovns-
leiðaran, Sólbjern Ja-
cobsen, óðan — vóru ó-
neyðugar — ongin
grund er at hanga fólk
út fyri almenninginum.
At pressufrælsi, í
verki, er hótt ella skert,
síggja vit her lítið dømi
um omanfyri.
Men ikki nóg mikið
við tí, sjálvur Atli Dam,
ið als ikki hevur verið
partur í málinum,
hverki í sendingini ella
frágreiðingini um
millumbylgjusendaran,
leggur til brots í Sosial-
inum, hin 4. febr. 1992,
at forsvara Sólbjern Ja-
cobsen, sum sín egna
beiggja, og spilla send-
ing og manning í sjón-
varpinum út, við meir
ella minni kompleksfull-
um ákærum. og illgiting-
um móti, serliga, Øssuri
Winthereig. Fyri objek-
tivitetsins skyld letur
Atli Dam frágreiðingina
um millumbylgjusendar-
an, sum Sólbjern Jacob-
sen ræddist so illa,
prenta í blaðnum. Hetta
er at fegnast um.
Sjálvandi skal Atli
Dam hava sama rætt at
úttala seg sum øll onn-
ur. Men havast skal i
huga, at Atli Dam er
løgmadur Føroya, og
skal ganga å odda, tå
talan er um tign og ob-
jektivitet, og tå eiga
persónsspurningar og
aggressivitetur, móti
ávísum persónum í
pressu, at víkja. Havast
skal eisini í huga, at út-
talilsi Atla Dams kunnu
hava ringvirkningar í
eitt nú sjónvarpsneynd-
ini, ið er politiskt vald,
og tí ikki heilt óheft av
hvat ein persónligheit,
sum eitt nú Atli Dam,
siga og halda.
At sjénvarpsnevndin
er politiskt vald, kann
geva politikarum møgu-
leika at styra pressuni,
og sostatt koma vit,
hvat hesum viðvíkur, at
líkjast diktaturinum —
um ikki okkum hóvar
tykkum — burtur við
tykkum.
Í demokratiskum
londum, sum vit vilja
Albert Ísfeld: -At
sjónvarpsneyndin
er politiskt vald
kann geva polit-
ikarum møguleika
at styra pressuni,
og sostatt koma vit
at likjast dikta-
turinum
líkjast hvat frælsi og
demokrati viðvíkur, er
pressan frí. Sum demi
kunnu nevnast England
og U.S.A.
Í Englandi royndi
Margareth Thatcher at
steðga útgávuni av bók-
ini Spycatcher, men her
steðgaði yvirhúsið
Margareth Thatcher og
loyvdi bókini.
Í U.S.A. royndi
Richard Nixon, undir
Watergate geluni, við
lygn og lokabregdum at
steðga pressuni, fyri á
henda hátt at fjala út
yvir misgerðir sínar.
Her steðgaði demokrati-
ið — við pressuni sum
amboð — Richard Nixon
og hansara monnum —
burtur við teimum.
Albert Isfeld
Dreingja-/Gentusúkkla
Black Hawk — Explorer ella onnur, ið hóska
vinnandi gentuni/dreinginum.
BH- og Expl.-dømi:
2", 2 felgubremsur
og 6 gear.
JOHN W. THOMSEN %
Box 19 - 700 K'aksvík - Tlf. 55858 & 55256
— OR
Umframt
høvuds
at vera við i
lutakastinum um góðu
vinningarnar fáa gil, sum fáa fulla plátu
8 m leikaposa rå
KLIKS
New Zealandskt
tjógv
frá Miklagarði
KRUPS
Espresso 963
Kaffimaskinur
Røttu maskinurnar til
skjóta espresso og
cappuccino
kaffigerð.
Fimm 8 HØVUDSVINNINGAR:
87 Køksmidstødin —
Dótturfelag hjá Jákup á Du
Pf. Koksmiðstoðin, Á Hálsi, P.O. Box 1
FR-110 Tórshavn
Tlf. (5298) 14949, Fax (5298) 11330